mikudagur 22. mai 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Rannvá G. Fossaberg
Leygarkvøldið
dystaðust
fýra kvinnur um heiðurin
at kunna kalla seg føroya
meistara í fitness. Hetta var
til kappingin Fitness Før
oyar 2013, ið fór fram á Hotel
Føroyum. Tá avtornaði var
tað 42 ára gamla Jórun L.
Mørkøre, sum var tann elsta
av luttakandi kvinnunum,
ið var tann besta. Sostatt er
bakarin í Klaksvík nú ársins
kvinnuligi føroyameistari í
fitness.
– Eg var ekstremt nervøs,
beint áðrenn kappingin byrj
aði. Serliga var tað poser
ingini, eg stúrdi fyri, tí at
standa á einum palli bara í
bikini framman fyri nøkrum
hundrað áskoðarum, er ikki
júst nakað, sum flestu kvinn
ur hava hug til. Men tá eg
kom út á pallin, var tað ikki
so galið hóast alt, sigur Jórun
L. Mørkøre, sum eisini fekk
flest stig í hesum partinum
av kappingini.
Umframt at vísa kroppin
fram í poseringini skuldu
luttakararnir royna seg við
ávikavist rógvimaskinu og
sokallaðum
dips-rørslum.
Bæði í poseringini og dips-
partinum fekk Jórun L-
Mørkøre hægsta stigatalið,
men verri var við rógvingini.
– Rógvingin kiksaði totalt,
men eg visti frammanundan,
at eg ikki fór at verða tann
besta í tí partinum av kapp
ingini. Eg havi ongantíð róð
áður, dugi ikki teknikkin nóg
væl, og so havi eg heldur ikki
vant rógving serliga nógv
fram til kappingina, fortelur
Jórun L. Mørkøre.
Vildi líkjast myndini
Hóast nýggi føroyameistarin
í nógv ár hevur verið virkin
innan fótbólt og hondbólt og
lýsir seg sjálva sum eitt aktivt
ítróttarfólk, er hon heldur
nýggj innan fitnessheimin.
Tíðliga í fjør byrjaði hon
at venja styrki í venjingar
miðstøð.
– Eg havi altíð vigað
nøkur kilo ov nógv og havi
altíð droymt um at verði
kløn. Í fjør vildi eg so royna
at gera dreymin til veruleika,
greiðir Jórun L. Mørkøre
frá. Hon byrjaði at venja
og kom eisini í samband
við
Henning
Kristensen,
sum legði henni lag á við
venjing og kosti. Henning
Kristensen er kendur innan
fitness í Danmark, og hann
var eisini annar av teimum
báðum dómarunum, sum
dømdu føroysku luttakarar
nar leygarkvøldið.
Jórun L. Mørkøre fann
eina mynd á netinum og
setti sær fyri, at málið við
venjingini skuldi vera at
líkjast tí toppvandu damuni
á myndini.
– Myndini hongur á kon
tórinum hjá mær, og eg haldi,
at tá eg hyggi eftir myndini í
dag, eri eg ikki heilt ólík dam
una á myndini, sigur ein errin
og ikki minst fegin Jórun L.
Mørkøre.
Ætlanin var, at Jórun L.
Mørkøre skuldi stilla upp
til kappingina FM í fitness í
september mánaði í fjør, men
tað eydnaðist henni ikki.
Merkti fordómar
Fyrst í januar í ár setti Jórun
L. Mørkøre sær fyri at venja
fram til fitnesskappingina,
sum fór fram leygarkvøldið.
Hesaferð avgjørdi hon at
venja meira miðvíst. Har
afturat fekk hon hjálp frá
Óla Andresen, sum seinastu
mánaðirnar hevur virkað
sum persónligur venjari hjá
Jórun L. Mørkøre.
– Eg havi veruliga verið
seriøs og havi vant næstan
hvønn dag í hálvanannan
tíma. Eg hevði eitt mál, og tað
var at kunna luttaka í kapp
ingini leygardagin og síggja
út sum kvinnan á myndini, ið
hongur á kontórinum, sigur
Jórun L. Mørkøre.
Hon vísir á, at síðani hon
í fjør fóru undir at venja
fitness, hava viðmerkingar
nar ikki verið so fáar.
–
Serliga
í
byrjanini
merkti eg væl, at fleiri fólk
hava fordómar ímóti hesum
slagnum av venjing. Tey
spurdu, hví eg nú endiliga
skuldi venja fitness, hvat
tað var, eg royndi, og hví eg
ikki bara kundi renna sum so
nógv onnur, fortelur Jórun L.
Mørkøre og heldur fram.
– Men hetta er tað, sum
eg tími. Tað stuttliga er, at
nú eru fólk so at siga bara
positiv um mína venjing,
spyrja meg um ráð, og rósa
mær fyri at hava klárað tað,
eg setti mær fyri.
Etur eftir kostætlan
Umframt at venja nógv
hvørja viku hevur Jórun L.
Mørkøre eisini verið seriøs
við matinum seinastu mán
aðirnar. Og tað hevur ikki
verið heilt lætt, serliga tí at
Jórun sum bakari hvønn dag
er ímillum leskiligar køkur og
bakstur av alskyns slagi.
– Seinastu tíðina havi
eg bara kunnað luktað til
Eg havi altíð vigað nøkur kilo
ov nógv og havi altíð droymt
um at vera kløn
Bakari er
best í fitness
– Eg havi altíð droymt um at vera kløn, og í fjør setti eg mær fyri,
at nú skuldi tað verða. Soleiðis sigur bakarin Jórun L. Mørkøre úr
Klaksvík, sum um vikuskiftið gjørdist føroyameistari í fitness