Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. apríl 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 78 - 24. apríl 2004 Nr. 78 - 24. apríl 2004 3 Trettanda árið á rað fara limir í Føroya Ellisakførum at sýna fram gomul akfør í Havn. Tað er siður, at ellisakførini verða »flotað« flaggdagin ELLISAKFØR Tíðindaskriv Eins og í fjør møtast ellis- akførini á Shellstøðini við Ringvegin, haðani koyrt verður oman á Konga- brúnna kl 14. Á Konga- brúnni verða akførini sýnd fram til flaggdagshaldið byrjar, og síðani fara tey í raðkoyring niðan aftur á Shell-støðina við Ringveg- in, har tey verða sýnd fram til kl 17. Á Shell-støðini verður kaffi og winerbreyð at fáa – og okkurt gott til børnini eisini. Áhugafelagið Føroya Ellisakfør varð stovnað í 1992. Endamálið er at varðveita gomlu akførini í upprunastandi og at fáa til vega vitan og kunnleika um akfør, ferðslu og flutning upp gjøgnum tíðirnar. Fel- agið arbeiðir eisini við at savna føroysku bilasøguna, sum ætlanin er at geva út í bók. Fyrsti bilur kom til Før- oya 6. mai í 1922, tað var ein Ford TT lastvognur, sum Johannes Olsen og Júst Sivertsen í Havn keyptu frá Vilhelm Nielsen og Wenzel Petersen, sum høvdu smiðju í Quillings- garði í Erling Jalsgøtu í Havn. Ellisakførini verða »flotað« flaggdagin Í hesum døgum liggja menn og pussa og polera gamlar súkklur og gamlar bilar. Flaggdagurin er dagurin, tá hesi gomlu akfør verða »luftað« – fleiri teirra síggjast í gøtunum gjøgnum summarið Nýtt slag av sjónleiki í Føroyum Alzheimerfelagið hevur aðalfund tann 25.apríl, og tá verður frumsýning av leikinum »Svíkja vit Hannis«. Tað eru starvsfólk og onnur, sum framføra sjónleikin, ið snýr seg um fólk við demenssjúk- um. Birita Mohr úr Leikhúsinum Gríma hevur stuðlað undir tiltakið, sum Alzheimer- felagið hevur tikið stig til. Hetta er ikki roynt fyrr um okkara leiðir, og tískil hava sjónleikarar- nir fingið hjálp frá danska Forumteater. Sjónleikurin krevur av hyggjarunum, at teir fylgja væl við, tí teir eru eisini partur av fram- førsluni. Teir verða nevniliga bidnir um at taka støðu til teir trupul- leikar, sum sjónleikurin vísir teimum. Sjónleikurin er at síggja sunnudagin 25. apríl kl. 16.00 í auluni á Føroya Læraraskúla. hkm Jenis spyr um fosturtøku Hans Pauli Strøm, lands- stýrismaður í almanna- og heilsumálum, hevur fingið fyrispurning frá Jenisi av Rana, løgtings- manni, um kanningar og viðgerðir av føroyskum fostrum. Jenis spyr mill- um annað, um føroying- ar skulu fylgja dønum í tilmælinum um at nýta sokallaðar nakkalegdar- skanningar. Hesar kann- ingar kunnu avdúka Downs syndrom. Jenis av Rana úr Mið- flokkinum sigur, at endamálið við fyrispurn- inginum er at finna útav, hvussu tengdir føroying- ar eru at dønum, tá tað snýr seg um kanningar av fostrum og tí viðvíkj- andi. hkm Fyrispurningur frá Heidi Heidi Petersen, løgtings- kvinna, hevur sett lands- stýrismanninum í innlend- ismálum, Jógvani við Keldu, fyrispurning um løgregluna í Føroyum. Heidi Petersen spyr, um landsstýrismaðurin er kunnaður um ætlanirnar hjá donsku løgregluni um at skerja virksemið í Vág- unum og at niðurleggja sýslumannsstarvið í Vest- manna. Heidi Petersen, limur í tingbólkinum hjá Tjóð- veldisflokkinum, heldur tað vera týdningarmikið, at føroyingar hava avgerðar- rætt og vald á løgregluni. Hetta heldur hon, tí hon metir, at løgreglan hevur sera týdningarmiklar upp- gávur at røkja í føroyska samfelagnum. Álit um grundlóg handað løgmanni Grundlógararbeiðið hevur verið ávegis í longri tíð, og nú røkist okkurt fyri, at føroyingar fara at síggja eina ítøkiliga grundlóg. Í gjár varð grundlógarálitið nevniliga handað Føroya Landsstýri. Tað er grund- lógarnevndin, sum hevur arbeitt við hesum álitinum. Tað var Føroya Løgting, sum á vári 1999 samtykti, at táverandi landsstýri skuldi seta nevnd at gera føroyska grundlóg. Nú er arbeiðið komið so langt, at grundlógarnevndin hevur latið álit úr hondunum, sum tó ikki er tað endaliga álitið. hkm Fleiri tiltøk á flagg- degnum kring landið Flaggdagurin er sunnu- dagin 25. apríl, og fleiri flaggdagstiltøk eru kring landið. Í Kaldbak byrjar flaggdagshaldið klokkan 15:00, og børnini í bygdini fara at ganga skrúðgongu. Tað er Rógvi Reinert, sum í Kaldbak fer at halda røð- una. Í Leirvík byrjar há- tíðarhaldið klokkan 16:00, og har er tað Heri Trónd- heim, sum flytir fram røðu. Í Skálavík gera tey eisini nógv burturúr, og har er tað Vár Berghamar Jacobsen, ið førir fram flaggdags- røðu. Vár kenna vit millum annað frá sjónvarpssend- ingunum Likku-likkuleia. Á skránni er eisini skrúð- gonga úr skúlanum í Skála- vík oman á Keldu. hkm Javnaðarformaður fall Formaðurin í Suðurstreym- oyar Javnaðarfelag, Bjarki Mohr, varð ikki afturvaldur í nevndina, tá ið felagið hevði aðalfund í vikuni. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri valið, og formað- urin fall saman við Bente Kjær. Bergur Dam, stóð eisini fyri vali, men hann varð afturvaldur. Nýggj fólk í nevndini hjá Suðurstreymoyar Javn- aðarfelag eru Jan Poulsen og Joan Ziskason. Nevndin skipar seg sjálv. Stóru áhugi fyri OB og FCK Stórur áhugi er fyri super- ligadystinum millum OB og FC Keypmannahavn, sum skal spælast 1. mai. Longu nú eru 7.000 at- gongumerki seld, og møgu- leiki verður fyri, at Odense Stadion verður útselt til dystin. OB hevur roynt at vinna inn á tey trý odda- liðini í superliguni, og í dystinum móti FCK fær liðið, har Jákup á Borg er ein av spælarunum, ein seinasta møguleika at blanda seg upp í gullstríðið. Longu fýra dagar seinni spæla OB og FCK enn ein avgerandi dyst á Odense Stadion, tá er tað seinna hálvfinalan í steypakapp- ingini. Kerry og drotningin í famlju Amerikanska forsetalval- evni John Kerry og danska drotningin Margretha eru í familju. Tað sigur redak- tørurin fyri bretsku aðal- bøkurnar Burke's Peerage. Harold Brooks-Baker vil vera við, at John Kerry er eftirkomari av fyrsta guver- nørinum í Massachusetts, og gjøgnum hann hevur blátt blóð í æðrunum. – John Kerry er ikki bara í familju við bretsku drotn- ingina, hann er eisini av somu ætt sum hollendska drotningin, danska drotn- ingin og norski kongurin, sigur Harold Brooks- Baker. Hann heldur, at John Kerry fer at vinna for- setavalið ímóti George Bush, tí hann hevur meira blátt blóð æðrunum enn forsetin. – Eg rokni við Kerry. Tann, sum hevur meira kongaligt blóð í æðrunum, vinnur altíð, sigur bretski redaktørurin. 10 ára gamal granskari Ein 10 ára gamal drongur í Danmark hevur fingið eina granskingarvirðisløn. Christopher Trung Paulsen, sum gongur í 3. flokki á Dyhrs Skúla í Slagelse, vann kappingina Ungir Granskarar 2004 fyri eina uppgávu um atomir og mýl. Christopher Trung Paul- sen hevur ikki alisfrøði í 3. flokki, men hann fær ser- frálæru frá einum alis- frøðislærara á skúlanum. Sjællands Tidende skriv- ar, at Christopher jú hevur lisið trý tjúkk bind um norðurlendsku gudalæruna, og at hann ger heimasíður um miðøldina og Vietnam, har hann er føddur. Føroysku fjarskiftisfyri- tøkurnar Føroya Tele og Kall hava gjørt samstarvs- avtalu um ADSL. Avtalan ber í sær, at Kall í eini royndartíð upp á tríggjar mánaðir skal bjóða út- valdum royndarkundum fast og skjótt internet- samband. Tænastan verður bjóðað umvegis kervið hjá Føroya Tele. Tá royndar- tíðin so er av, fer Kall at bjóða fast internetsamband til kundarnar. Alt røkist tískil fyri, at føroyingar fáa meira kapping á internet- økinum, og kundarnir kunnu tí vænta sær ein lægri prís fyri fast inter- netsamband. hkm Kappingarneytar gera avtalu C M Y K 3 2 J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo Føroyar – No ella hinvegin rs Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.960 2.280 - - - 2.920 Bilur + 3 fólk 2.640 3.120 - 3.600 3.840 - Bilur + 4 fólk 3.320 3.960 4.440 - - - Bilur + 5 fólk 4.000 4.800 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.480 2.960 - - - 3.760 Bilur + 3 fólk 3.300 4.020 - 4.620 5.100 - Bilur + 4 fólk 4.120 5.080 5.720 - - - Bilur + 5 fólk 4.940 6.140 - - - - Prísirnir í lágárstíð eru galdandi fyri 1 persónbil (upp til 7,0 m longd og 2,5 m hædd) og valda talið av ferðandi annan vegin. Børn yngri enn 6 ár, ið ikki hava egna koyggju, ferðast ókeypis. Prísirnir í háárstíð eru galdandi fyri 1 persónbil (upp til 5,0 m longd og 1,9 m hædd) og valda talið av ferðandi annan vegin. Børn yngri enn 6 ár, ið ikki hava egna koyggju, ferðast ókeypis. Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.720 3.200 - - - 4.320 Bilur + 3 fólk 3.580 4.300 - 5.110 5.530 - Bilur + 4 fólk 4.440 5.400 6.080 - - - Bilur + 5 fólk 5.300 6.500 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 3.720 4.160 - - - 5.800 Bilur + 3 fólk 4.780 5.440 - 6.820 7.420 - Bilur + 4 fólk 5.840 6.720 7.560 - - - Bilur + 5 fólk 6.900 8.000 - - - - Føroyar – Danmark ella hinvegin Tórshavn – Hanstholm ella hinvegin Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.420 1.710 - - - 2.240 Bilur + 3 fólk 1.860 2.295 - 2.715 2.970 Bilur + 4 fólk 2.300 2.880 3.280 - - 3.940 Bilur + 5 fólk 2.740 3.465 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 1.880 2.240 - - - 2.900 Bilur + 3 fólk 2.460 3.000 - 3.480 3.810 - Bilur + 4 fólk 3.040 3.760 4.160 - - 5.080 Bilur + 5 fólk 3.620 4.520 - - - - ella hinvegin Lerwick ella hinvegin Lágárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 2.330 2.650 - - - 3.530 Bilur + 3 fólk 3.045 3.525 - 4.185 4.545 - Bilur + 4 fólk 3.760 4.400 4.960 - - - Bilur + 5 fólk 4.475 5.275 - - - - Háárstíð Cou- chettir 4-koyggju- kamar, inn. 4-koyggju- kamar, utt. 3-koyggju- kamar, inn. 3-koyggju- kamar, utt. 2-koyggju- kamar, utt. Bilur + 2 fólk 3.080 3.440 - - - 4.640 Bilur + 3 fólk 4.020 4.560 - 5.460 5.940 - Bilur + 4 fólk 4.960 5.680 6.480 - - - Bilur + 5 fólk 5.900 6.800 - - - - – Íslan ella hinvegin vn – Seyðisfjörður ella hinvegin Bilur + 2 fólk til Danmarkar úr 2.720,- Bilur + 2 fólk til Noregs úr 1.960,- Bilur + 2 fólk til Hetlands úr 1.420,- Bilur + 2 fólk til Íslands úr 2.330,- p Summarið 2004 Summarið 2004