Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. apríl 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 78 - 24. apríl 2004 Nr. 78 - 24. apríl 2004 5 Ráðið fyri Ferðslu- trygd hevur júst havt ársfund, og í ársfrá- greiðing sínari legði forkvinnan Rúna Sivertsen størsta dentin á Null hug- sjónina, sum hon metir vera eitt stórt stig mótvegis einum ferðslutrygdarpolitik ki í Føroyum FERÐSLUTRYGD Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Á ársfundinum hjá Ráð- num fyri Ferðslutrygd í fjør varð samtykt, at arbeiðast skuldi fram í móti at fáa álitið um Nullhugsjónina fyri í tinginum. Og til ársfundin í ár kundi forkvinnan Rúna Sivertsen fegnast um, at Null hugsjónin hevur verið til aðalorðaskifti, og at landsstýrismaðurin í ferðslumálum, Bjarni Djur- holm, hevur ætlanir um at leggja uppskot um lógar- broytingar fram fyri tingið aftan á Ólavsøku. Lógarbroytingarnar eru, at eitt royndarkoyrikort skal verða givið teimum, sum eru millum 18 og 25 ár. At ein stigaskipan verður førd inn í koyrikortið, og at pro- millumarkið skal lækkast niður í 0,2 ‰. Hetta fegnast forkvinnan um, og hon heldur, at ar- beiðið við Nullhugsjónini hevur gingið skjótt hetta seinasta árið. – Fyrsta uppgávan var at fáa álitið fyri í tinginum. Tað hevur ongin ferðslu- trygdarpolitikkur verið, og tað er tað framvegis ikki, men Nullhugsjónin er eitt stórt stig tann rætta vegin, sigur Rúna. Fyrstu hjálp Eftir formansfrágreiðing- ina hjá Rúnu var eitt kjak, har ymiskt áhugavert kom fram. Eitt nú nevndi hon sjálv, at tey fara at kanna møguleikarnir fyri at knýta eitt skeið í fyrstu hjálp upp í at taka koyrikortið. Hetta heldr forkvinnan í Ráðnum fyri Ferðslutrygd kann verða við til at fyrireika tey, ið taka koyrikort, betur til eitt ferðsluóhapp. Og har- við kunnu tey fáa tað álv- arsliga nærri inn at lívinum. – Samstundis kann tað læra tey, hvat tey skulu gera og enn meira týdningar- mikið, hvat tey ikki skulu gera, sigur Rúna Sivertsen. Annars sigur hon, at tað eru so mong viðurskifti í ferðsluni, sum eru vanda- mikil og onnur beinleiðis ábyrgdarleys. – Tað størsta ábyrgdar- loysi eg síggi dagliga í ferðsluni er, at vaksin hava børn sitandi óbundin í bili, framman og enntá í fangin- um á bilføraranum. Tað hoyrir so ongastaðni heima, sigur forkvinnan í Ferðslu- trygd. Gera burturúr Rúna Sivertsen heldur eis- ini, at alt ov lítil virðing er fyri koyrikortinum. Hon vísir á, at tá ung fáa eitt nú prógv í tíggjunda flokki, verður nógv gjørt burturúr. Føroysk klæðir og so fram- vegis. – Koyrikortið fært tú so- leiðis bara slongt ein til- vildarligan seinnapart uttan nakað sum helst. Við kort- inum fylgja sum oftast bil- lyklarnir, og so fara hesir nýggju bilførararnir út í ferðsluna uttan nakrar sum helst praktiskar royndir. Har heldur Rúna, at ein møguleiki hevði verið at gjørt sum í summum út- londum, har treytin fyri at kunna koyra tað fyrsta árið er, at ein vaksin er við í bil- inum, sum hevur havt koyrikort í eitt longri tíðarskeið. Og samstundis heldur hon, at tað átti at borið til at gjørt meira burturúr, tá koyrikortið verður handað einum bilførara. – Eg vísi bara á hetta fyri at staðfesta munin. Hvussu nógv verður gjørt burtur úr ymsum prógvhandanum eftir loknar útbúgvingar, ja og enntá stutt skeið. Men onki verður gjørt, tá tað er talan um koyrikortið, sigur Rúna Sivertsen. Á ársfundinum kom tosið eisini inn á hetta, um Ráðið fyri Ferðslutrygd skal gera nakað í eftirtíðini eftir van- lukkur ella óhapp. Her varð serliga hugsað um sálarliga hjálp. Sum nú er, er onki slík at fáa í Føroyum, og tískil hevur Ferðslutrygd fingið nógvar áheitanir frá fólki, sum sakna eina slíka hjálp eftir ein miss. – Um slík hjálp skal veitast, so skal hon vera kvalifiserað. Tað er ikki nakað, sum ein bara ristir úr ermuni, og tí mugu vit fáa at síggja í hvønn mun vit hava orku til tað, sigur Rúna, sum tó ásannar, at tað er tørvur á slíkari hjálp í Føroyum í dag. Ongin broyting var í nevndarsessunum í Ráð- num fyri Ferðslutrygd. Tey trý, Høgni í Stórustovu, Høgni Djurhuus og Hervør Hergudóttir stóðu fyri vali. Tey vóru øll afturvald. Sum eykalimir vóru vald Niels Petur Olsen, Anna Maria Poulsen og Andras Arge. Umframt hesi eru í nevnd- ini Rúna Sivertsen, formað- ur og Jákup Napoleon Olsen,næstformaður. Stórt stig móti ferðslutrygdar- politikki – Ein løgtingsamtykt um Nullhugsjón fyri ferðsluna er byrjanin til eina nýggja tíð, og Føroyar fáa við henni fyri fyrstu ferð eina yvirskipaða ferðslutrygdarætlan, segði forkvinnan í Ferðslutrygd, Rúna Sivertsen, millum annað í ársfrágreiðing sínari Mynd: Álvur Haraldsen SØGUSIGAN Eydna Skaale Eydna@sosialurin. fo Tað er síðstu árini vorðið sera vælumtókt og modern- að, og tað vindur alsamt meir og meir uppá seg í okkara grannalondum. Gamla kynstrið at siga frá søgum. Her á landi hava vit eina ógvuliga sermerkta og gamla mentan, takkað verið aldargomlu søgunum, og teimum, sum ótroyttiliga søgdu frá og lærdu hini yngru. Vit kunnu tó ógvu- liga skjótt staðfesta, at hesin aldargamli siðurin nú er so gott sum útdeyður. Men vón hómast fyri framman, tí í hesum døgum er ein skotskur søgusigari, ein sonevndur Story Teller, her á landið. Hennara enda- mál er at endurkveikja áhugan fyri kynstrinum at siga frá søgum. Story telling Grace Banks prátar við eini ógvuliga róligari rødd og hon gevur sær góðar stund- ir, meðan hon greiðir frá. Hon tosar um áhugan fyri søgum og søgusiging. Áhugin fyri søgum hevur altíð verið har, heilt frá barnsbeini. Henni dámdi so sera væl at lurta eftir søg- um, men tað besta var at sleppa at siga frá sjálv. Og tað hevur hon altíð gjørt. - Eg kann ikki siga akku- rát nær eg byrjaði at siga frá søgum. Tað havi eg altíð gjørt. Tað er líkasum ein náttúrligur partur av mær. Eg havi altíð fortalt søgur fyri øllum, serliga fyri mín- um egnu børnum, greiðir Grace frá. Tá hon fekk børn, kykn- aði áhugin enn meiri, og ein dag fór hon inn í ein skúla og spurdi, um hon ikki kundi sleppa at siga næm- ingunum frá søgum. Hetta var í 98’, og hetta setti veruliga ferð á yrki sum story teller. Fyri trimum árum síðani vóru tey 5 søgusigarar í Aberdeen, í dag eru tey 20. Tey hava eisini fingið sítt egna felag, greiðir hon frá. Men hon viðgongur, at tað av og á er langt ímillum lønirnar. – Tað er nógv at gera viðhvørt, og so kann long tíð ganga, áðrenn næsta arbeiðið kemur. Hon hevur tó nakrar work-shops, har hon undirvísir í søgusigan og sangi. Tað hjálpir eitt sindur upp á tað fíggjarliga. – Tað er hátturin at geva søgur og informatiónir víð- ari, sum mær dámar so væl. Eg sigi frá um søguligar hendingar, ymsar livihættir, sagnir, skemtiligar søgur o.s.fr. Eg fái søgur alla- staðni frá, men ein maður er, sum sigur mær flestu søgurnar. Hann vaks upp við í eini familju, ið ferðað- ist sera nógv og hann dugi óteljandi søgur. Av og á geri eg mínar egnu søgur eisini. Felags fyri tær allar er tó, at tær helst skulu fáa lurtaran at hugsa. Tær hava allar ein moral, sigur hon. Fyrimunir við søgum Grace Banks sigur, at tað kom púra óvart á hana, at søgur og kynstrið at siga frá ikki er hægri í metum í Før- oyum. – Eg havi bara verið í Havnini, men eg hugsaði við mær, at hetta lítla sam- felagið allarhelst var fult av søgusigarum. Eg varð tó stórliga bilsin av at síggja hvussu lítið av tílíkum tit hava. Story telling er veru- liga óvanligt her. Tað er í grundini synd, tí hetta er eitt so viðkomandi og hugnaligt fyribrigdi, har øll, bæði ung og gomul kunnu vera við. Tað nýtist ikki bara at vera søgur, ofta verða gátur bornar fram og nógvur sangur er eisini. Hetta virkar sera savnandi fyri allar samfelagsbólkar, sigur hon. Í dagsins samfelag eru tað sjónvarpi, teldan og far- telefonir, sum seta dags- skránna. Fólk koma ikki hvørjum øðrum við longur. Tað er allarhelst grundin til, at søgusiganin er vorðin so væl umtókt. Hon greiðir víðari frá, at story teller hátturin eisini verður nýttur sum terapi fyri børn, ið hava verið misnýtt. Gjøgnum søgurnar læra tey at sleppa av við óttan, skuffilsið og skomm- ina. – Hetta verður alt meiri góðtikið, og ikki bara rokn- að fyri at vera barnafjas. Bæði mynduleikarnir og vanlig fólk eru farin at síggja fyrimunirnar við at siga frá og lýða á, sigur hon at enda. Skotski søgusigarin fer avstað aftur mánadagin. Hon fer at siga frá á Verts- húsinum fríggjakvøldið, sunnudagin niðri í gomlu Hoyvíkini og leygarkvøldið á café Jinx. Skotskur søgusigari á vitjan Alexander 15 ár, 8.a í Kommunuskúlanum Hvat dámdi tær at hoyra hana siga frá? – Mær dámdi tað væl. Hon fortaldi eina søgu um onkran kong. Tað var hyggeligt! Er hatta eitt arbeiði, sum tú kundi hugsað tær? – Nei, eg hevði ikki tímað hatta! Heiða 14 ár, 8.a. í Kommunuskúlanum Hvat dámdi tær at hoyra hana siga frá - Jú mær dámdi tað væl, tað haldi eg. Alt- so, tað var ikki bein- leiðis læruríkt, men hon sigur søgur, við morali í. Tað var stutt- ligt. Er hatta eitt arbeiði, sum tú kundi hugsað tær? – Nei, eg hevði ikki viljað havt hatta ar- beiði. Skotski søgusigarin, Grace Banks, sum í hesum døgum vitjar Havnina, er ovfarin av, at søgur ikki eru hægri í metum her á landi. Story telling vindur alsamt meiri uppá seg í útlondunum. Mynd: Àlvur Haraldsen C M Y K 5 4