leygardagur 24. apríl 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 78 - 24. apríl 2004
Nr. 78 - 24. apríl 2004
7
Afturgongdin í føroyska
búskapinum við at steðga
Nýggjastu metingar-
nar vísa, at útlitini fyri
føroyska bú-skap-
inum eru bjartari enn
tey hava verið leingi,
sigur Bárður Nielsen,
landsstýrismaður í
fíggjarmálum
BÚSKAPURIN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
Nú sær aftur eitt sindur
bjartari út hjá føroyska
búskapinum.
Hesar seinastu mánaðir-
nar eru metingarnar vorðn-
ar daprari og daprari og tað
er endað við eini beinleiðis
afturgongd í búskapinum.
Men nú er gongdin vend.
Bárður Nielsen, lands-
stýrismaður í fíggjarmál-
um, sigur, at tær nýggjastu
metingarnar hjá búskapar-
frøðingunum í Fíggjar-
málaráðnum siga, at nú er
afturgongdin í búskapinum
við at steðga.
– Metingarnar vísa, at nú
sær heldur frægari út aftur.
Metingarnar vísa, at enntá,
at næsta ár fara inntøkurnar
hjá landskassanum enntá at
kvinka eitt lítið sindur upp-
eftir aftur, sigur landsstýris-
maðurin.
Hann sigur, at metingar-
nar vísa, at inntøkurnar hjá
landskassanum fara ikki at
hækka
meiri
enn
eitt
prosent næsta ár.
– Tað er ikki so nógv. Men
tað er heilt avgjørt ein
gongd, sum er verd at fegn-
ast um, tí tað bendir á at aft-
urgongdin er steðgað og at
ein framgongd er at hóma.
Hallið má minkast
Hetta eru avgjørt góð tíð-
indi hjá landsstýrismannin-
um, tú hann er farin undir
at fyrireika fíggjarlógina
fyri 2005.
Í tí sambandi hevði hann
fund við búskaparfrøðing-
arnar í fìggjarmálaráðnum
hósdagin og tað var á
hesum fundinum, at teir
løgdu tær nýggjastu met-
ingarnar fram.
Hallið á fíggjarlógini í ár
er 276 milliónir, sum er.
– Samgongan er samd
um, at hallið kann ikki vera
líka stórt næsta ár, sigur
Bárður Nielsen.
Tað er ikki so langt síð-
ani, at ongin framburður
var at hóma í búskapinum.
Tað fekk Andreas Petersen,
løgtingsmann at vísa á, at
so mátti samgongan antin
seta sparingar í verk, ella
kundi hann ikki vísa tank-
anum um hægri skattir ella
avgjøld, frá sær.
Annars vísa metingarnar
at í ár fara inntøkurnar hjá
landskassanum beinleiðis
at lækka eini tvey prosent í
ár, afturímóti í fjør. Talan er
um einar 140 milliónir, sig-
ur landsstyrismaðurin.
Tí fegnast hann um, at
búskaparfrøðingar nú meta,
at inntøkan aftur fer at
hækka eitt lítið sindur aftur
næsta ár.
Samgongan heldur
gongd í
Bárður Nielsen sigur, at
seinna hálvár í 2003 fullu
bæði fiskaprísir og prísirnir
á alifiski munandi.
Nú vænta búskaparfrøð-
ingarnir, at prísirnir á ali-
fiski fara at hækka eitt
sindur.
– Tað verður tó avmark-
að, hvørja nyttu vit fáa
burturúr aliprísinum, tí
nøgdirnar av alifiski, vit
hava at útflyta, eru mink-
aðar heilt munandi.
Men teir meta samstund-
is, at prísirnir á fiski fara at
kvinka uppeftir aftur. Í
øllum førum vænta teir ikki,
at hann lækkar enn meir.
Harafturat ætlar sam-
gongan at gera sítt til at
halda gongd í búskapinum.
– Landið ger hampiliga
stórar útbyggingar í før-
oyska samfelagnu. Arbeið-
ið upp á Norðoyatunnilin er
byrjað av álvara. Samstund-
is kemur nýggi Smyril til
landið og samstundis fellur
seinasti avdrátturin uppá
hann, til gjaldingar.
Sostatt eru vit leys av
nýggja Smyrli og tað gevur
okkum yvir 100 milliónir at
brúka til aðrar útbyggingar.
Bárður
Nielsen
leggur
nevniliga dent á, at sam-
gongan ætlar ikki at skerja
útbyggingar.
– Vit ætla at brúka pening
upp á at byggja út fyri at
halda samfelagshjólinum
malandi. Og í hesum sam-
bandi er tað ein sera góður
máti at brúka pening til
útbyggingar, sigur hann.
– Hetta er avgjørt at fegnast um, tí tað gevur eina ábending um, at afturgongdin í føroyska
búskapinum er steðgað, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
– Tað var avgerandi
fyri okkum, at nýggi
Smyril var við í sátt-
málanum, sum varð
gjørdur við Skipara-
og navigatørfelagið
hósdagin. Og tað
eydnaðist, sigur Bárð-
ur Nielsen, lands-
stýrismaður
SEMJA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Skipini hjá Strandferðsl-
uni verða ikki løgd á hesum
sinni.
Tað varð greitt seinna-
partin hósdagin, tá ið bæði
Skipara- og navigatørfelag-
ið og fíggjarmálaráðið
skrivaðu undir nýggjan
sáttmála, sum gongur fram
til 30. september 2005.
Sìðani týsdagin høvdu
partarnir sitið saman við
semingsmonnunum á Hotel
hafnia og samráðst og
seinnapartin
hósdagin
eydnaðist at finna semju.,
– Tað, sum var rættiliga
avgerandi fyri okkum, er, at
sáttmálin eisini fevnir um
nýggja
suðuroyarskipið,
sum kemur í heyst, sigur
Bárður Nielsen, landsstýr-
ismaður í fíggjamrálum.
Hann sigur, at fíggjar-
málaráðið vildi ikki fáa
Brimil ella Teistan umaftur,
sum báðir lógu í vikur og
mánaðir eftir at teir vóru
lidnir, tí at semja fekst ikki
um sáttmálarnar hjá teim-
um, sum skuldu sigla við.
Og nýggi sáttmálin fevnir
eisini um nýggja Suðuroy-
arskipið og sostatt verða
tað ikki skiparin ella stýri-
menninir, sum koma at
liggja í buktini, tá ið nýggi
Smyril er liðugur.
Annars gevur sáttmálin
yvirmonnunum á Strand-
ferðsluni og fiskirannsókn-
arskipinum,
Magnus
Heinasyni eina lønarhækk-
ing upp á 9% hesi bæði
næstu árini, tá ið alt er talt
við og hetta er tað sama,
sum onnur hava fingið.
– Tað eru vit nøgdir við,
sigu Bárður Nielsen.
Máttu slaka
Men afturfyri at fáa nýggja
Smyril við, mátti Fíggjar-
málaráðið eisini svølgja ein
stóran kamel.
Ringasti knúturin at loysa
í samráðingunum ímillum
Skipara- og navigatørfel-
agið, var vaktarskipanin
umborð á nýggja Smyrli.
Sum er, arbeiða yvir-
menninir eftir einari 1:1
skipan, har teir eru eina
viku umborð og eina viku í
landi.
Hesa skipan vildi Skip-
ara- og navigatørfelagið
hava staðfest í sjálvum sátt-
málanum.
Tað vildi fíggjarmálaráð-
ið avgjørt ikki.
Ráðið heldur, at hetta er
at læsa skipið fast í einum
ávísum vaktartímatali og
sostatt fer tað hvørki at bera
til at lækka ella at hækka
túratalið, uttan at tað fer at
kosta órímiliga nógv. Tí var
tað avgerandi fyri ráðið, at
nýggi Smyril ikki var læst-
ur fastur í eini 1:1 skipan.
Men her mátti Fíggjar-
málaráðið slaka.
Nýggi sáttmálin staðfest-
ir nevniliga, at arbeitt verð-
ur eftir somu skipan sum
nú.
Men henda avgerandi
broytingar, skulu samráð-
ingar verða um ein nýggja
skipan.
Eitt nú skulu samráðing-
ar takast upp um at arbeiðs-
tíðin skal gerast upp yvir
eitt longri tíðarskeið. Sum
er,
verður
arbeiðstíðin
gjørd upp frá viku til viku,
men tað skal bera til at tosa
um at longja hetta tíðar-
skeiði, so at teir kunnu ar-
beiða meir eina viku aftur-
fyri at arbeia minni eina
aðru viku.
Ellintur
Abrahamsen,
formaður í Skipara- og
navigatørfelagnum sigur, at
hetta staðfestir, at arbeiðast
skal framvegis eftir einari
1:1 skipan og tað er hann
sera væl nøgdur við. Men
skal tað farast burturfrá eini
1:1 skipan, skulu nýggjar
samráðingar vera um tað.
Hetta viðgongur Bárður
Nielsen eisini.
– Men gingu vit ikki við
til at binda okkum til eina
1:1 skipan, varð heldur
ongin sáttmáli, tí tað var
eitt treytaleyst krav frá
navigatørunum.
Bárður Nielsen viðgong-
ur, at vandi er fyri, at hetta
bara útsetir pínuna eitt
sindur.
– Men í øllum førum
fingu vit nýggja sáttmálan
til eisini at galda fyri
nýggja Smyril og tað var
tað, sum var heilt avgerandi
fyri okkum, sigur hann.
Máttu slaka í einum avgerandi spurningi
Utlitini fyri, at nýggi Smyril
kemur í sigling, beinanvegin
hann kemur, eru aftur
batnað munandi. Men fyri
ein part er pínan bara útsett
eitt sindur
Oljuverkrføði, ele-
ktroverkfrøði, teldu-
verkfrøði, jarðalis-
frøði (geofysikk) og
lívfrøði. Hesar fimm
útbúgvingarnar
standa aftur føroy-
ingum í boði at lesa
eftir ein steðg, og í
hesum sambandi var
hósdagin opið hús á
Náttúruvísindadeild-
ini á Fróðskaparsetr-
inum, har verkætlanir
og úrslit hjá næming-
um vórðu sýnd fram
ÚTBÚGVING
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Sum Fróðskaparsetrið hev-
ur boðað frá í fjølmiðlunum
seinastu dagarnar, verða út-
búgvingarmøguleikarnir nú
víðkaðir til næsta skúlaár
eftir summarfrítíðina. Við
tað at tikið verður upp til
útbúgvingar annaðhvørt ár,
hevur steðgur verið í, men
einasta føroyska universi-
tetið bjóðar nú aftur fimm
útbúgvingar, sum hava ligið
í dvala. Tær eru oljuverk-
frøði,
elektroverkfrøði,
telduverkfrøði,
jarðalis-
frøði (geofysikk) og lív-
frøði. Nakrar av útbúgving-
unum eru ikki nýggjar í
Føroyum, meðan t.d. olju-
frøði er ein nýggj útbúgv-
ing í føroyskum høpi. Talan
er um bachelor útbúgvingar
á 3 1/2 ár, og mótvegis und-
anfarnu árum hevur Fróð-
skaparsetur Føroya nýggjar
upptøkur til allar útbúgv-
ingar annaðhvørt ár.
Av Setrinum verður upp-
lýst, at eftir bachelorút-
búgvingina ber til at halda
fram við master lestri
(MSc) á útlendskum uni-
versitetum. Dømir um lond,
har bachelorar hava valt at
lesa víðari, eru Bretland,
USA, Danmark, Noreg og
Svøríki.
Bachelorútbúgvingarnar
geva starvsførleikar innan
fleiri vinnugreinar, m.a.
fiskivinnu, frálandsvinnu,
KT-vinnu, fjarskifti ella í
fyrsitingarstørvum,
sum
krevja holla vitan innan
náttúruvísindi, umhvørvi,
tøkni og verkfrøði.
Næmingar sýndu fram
Í sambandi við hesar broyt-
ingar var hósdagin opið hús
í Nóatúni á Náttúruvís-
indadeildini á Setrinum, og
vórðu verkætlanir og úrslit
hjá næmingum sýnd fram
fyri gestum við plakatum,
teksti og myndum. Eisini
vóru nógv arbeiðstól og
mikroskop at síggja, sum
universitetslesandi á Setrin-
um arbeiða við, og Hans
Pauli Joensen á Náttúrvís-
indadeildini greiðir frá, at
arbeiðið hjá næmingunum
er í tøttum samstarvi við
vinnuna.
– Fleiri av útbúgvingun-
um eru ógvuliga áhuge-
vardar fyri vinnuna, og vit
hava upplivað, at nøkur
verkætlanarúrslit hjá næm-
ingum hava verið nýtt í
vinnuni, greiðir Hans Pauli
Joensen av Náttúruvísinda-
deildini frá. Dømi um úrslit
og íkast, næmingar av Setr-
inum hava verið fyri vinn-
una, er radiostýrd fóður-
skipan í alivinnuni, tól at
máta iltinnihald í smolti
o.a. Áhugin í vinnulívinum
tykist tó vera størstur fyri
nýggju KT-útbúgvingini,
sum fór í gongd á sumri í
2002, og í næstum kunnu
14 føroyskir næmingar
kalla seg bachelorar í kunn-
ingartøkni. Hans Pauli Jo-
ensen upplýsir, at KT-út-
búgvingin
aftur
verður
bjóðað út í 2005.
Fyrilestrar
Í samband við tiltakið hós-
dagin vórðu tríggjar al-
mennar framløgur frá fólki í
vinnuni, sum greiddu frá
tørvi og møguleikum hjá
næmingum
á
arbeiðs-
marknaðinum eftir lokna
útbúgving. Guðrið Andors-
dóttir viðgjørdi tørvin á út-
búnum fólki í fiskivinnuni,
Jóhannes Steingrund tosaði
um verkfrøði í privatu vinn-
uni, og Sigurð í Jákupsstovu
upplýsti um tørvin á út-
búnum fólki í oljuvinnuni.
Fróðskaparsetrið fer at
lýsa eftir næmingum til
nýggju útbúgvingarnar um
mánaðarskifti apríl-mai, og
vónað verður sjálvsagt, at
eftirspurningurin
verður
stórur.
Umframt
áður-
nevndu KT-útbúgving tykist
lívfrøði
sambært
Hans
Paula Joensen hava stóran
áhuga.
Skerdar játtanir
Tað kann tykjast løgið fyri
fleiri, at Fróðskaparsetrið
yvirhøvur er ført fyri hes-
um, nú flestu játtanir á árs-
ins fíggjarlógaruppskotið
eru skerdar – eisini til
universitet okkara.
– Tað er avgjørt ikki or-
sakað av størri fíggjarligum
rásarúmi, at vit aftur kunnu
fara í holt við áðurnevndu
útbúgvingar. Í stórum pørt-
um av ymsu útbúgvingun-
um verður undirvísingin
felags
og
næmingarnir
saman, og á henda hátt
spara vit nógv, sigur Hans
Pauli Joensen. Eins og
næmingar á søgu- og sam-
felagsdeildin eru í sama
báti fyrsta partin av útbúgv-
ingini, fáa næmingarnir í
hesum fimm útbúgvingun-
um somu undirvísing fyrstu
tíðina, so útreiðsluvøkstur-
in ikki er kostnaðurin á
fimm útbúgvingum fleiri.
Fróðskaparsetrið:
Fimm útbúgvingar aftur í gongd
Verkætlanir og úrslit hjá næmingum á Setrinum vórðu at síggja á Náttúruvísindadeildini hósdagin, og fleiri av hesum uppgávum
verða gjørd í tøttum samstarvi við føroysku vinnuna
Mynd: Álvur haraldsen
Nógv tól, sum universitetslesandi á Náttúruvísindadeildini dagliga arbeiða við, vórðu sýnd fram í Nóatúni hósdagin
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
7
6