Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. apríl 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 78 - 24. apríl 2004 Nr. 78 - 24. apríl 2004 9 Sum sinnopskornið í Bíbliubókini Síðan fyrsta missións- møtið í Vági fyri hundrað árum síðan, er Heimamissiónin vaksin til eina milli- ónafyritøku, sum hevur samband við nógv túsund fólk árliga MISSIÓN Edvard Joensen Hin Kirkjuliga Heima- missiónin hátíðarheldur á ársmøtunum um vikuskift- ið, at tað í ár eru hundrað ár liðin, síðan rørslan kom til Føroya. Dagurin er í heyst, og haldið verður í fleiri umførum gjøgnum árið. Fyrsta kornið varð lagt í jørðina suðuri í Vági á heysti 1904 av danska prestinum Axel Fr. Moe, sum kom til Føroya sum fyrsti trúboðarin hjá donsku Indre Mission. Í dag er kornið vaksið til eitt træ, sum himmalsins fuglar reiðrast í. Vagn Foldbo er í dag aðal- skrivari hjá Heimamissi- ónini, sum hevur høvuðs- sæti í Leguhúsinum í Nes- vík. Aftur at Vagn Foldbo arbeiða í dag 16 fólk í fullum starvi hjá Kirkjuligu Heimamissiónini i Føroy- um. Fíggjarætlanin hjá Heimamisiónini er í dag einar sjey - átta milliónir. Vagn Foldbo grieðir frá, at í 1904 var ein danskur prestur, nevndur Axel Fred- erik Moe, og vitjaði hjálp- arprestin Busch í Suðuroy. Afurkomin til Danmarkar vendi Moe sær til donsku Indre Mission og varð seinni sama ár sendur til Føroya sum fyrsti trúboðari hjá Indre Mission. Frá hes- um degi roknar Heima- missiónin í Føroyum við, at rørslan er uppstaðin her á landi. Missiónin er donsk Missiónsfólk í Føroyum hava hildið seg til eina danska rørslu heilt fram til 1990. Ikki fyrr enn tá gjørdist rørslan føroysk, og fekk navnið Hin Kirkjuliga Heimamisisónin. Undan tí var rørslan Føroyum bein- leiðis partur av Indre Missi- on í Danmark. Leisturin var kortini tann sami sum í Danmark. Við einum høvuðsstýri og so ymsum stýrum niðureftir. Ymsir merkisdagar hava verið á leiðini, men ein tann størsti man vera 1. mai 1993, tá Leguhúsið í Nes- vík varð vígt. Hetta húsið hevur havt stóran týdning fyri abreiðið hjá Heimamisssiónini og er í dag høvuðsstøð hjá rørsl- uni, sigur Vagn Foldbo. Frá byrjan varð húsið als ikki gjørt sum ein fyrisit- ingarbygningur, sum tað nú eisini er vorðið til. Umstøð- urnar vóru ikki júst ætlaðar til tað, men tað riggar væl kortini. Breið rørsla Heimamissiónin er ein rørsla og ikki ein felags- skapur, sigur aðalskrivarin. Tað er eingin limalisti. Heimamissiónin stendur á kirkjuligari grund, men verður stýrd av einum høv- uðsráði við níggju monn- um. Ráðið verður ikki valt sum so, men endurvelur seg sjálvt, greiðir Vagn Foldbo frá. Mong seta ivleyst en í dag Heimamissiónina í samband við gamlar gentur við knúti í nakkanum ella eldri svartklæddar menn við stívari flippu og tøttum tilknýti til ein ávísan polit- iskan flokk, sum er sterkur í Eysturoynni. Men hetta er púra skeivt, sigur Vagn Foldbo, aðal- skrivari í Heimamissiónini. Heimamissiónin er í dag ein moderna rørsla við nógvum tiltøkum fyri allar aldursbókar. Heilt frá teimum, sum gott og væl eru farin úr barnavognin- um, til teirra, sum rættiliga eru komin til árs. Og tey velja sjálv, hvørji tilboð tey vilja hava. Vit hava mest- sum alt at bjóða, sigur aðal- skrivarin. Tað eru øgiliga nógv fólk við í tiltøkunum hjá Heima- missiónini í dag, sigur hann. – Vit hava barnaabeiði ymsastaðni kring landið. Vit hava ungdómsarbeiði og kórvirksemi nógva- staðni. Bæði vanlig klass- isk kór, eins og tey kendu streingjakórini enn liva væl. So hava vit eisini meira nýmótans tónleikara- bólkar við bæði elektrisk- um instrumentum, trumm- um og tí heila, sum nútíðin heldur vera neyðugt. Vit hava so vanligu møt- ini, sum øll eru vælkmin til og eisini vitja. Sjómans- kvinnuringarnir eru fastur táttur av virksemi okkara. Øll kenna jólapakkarnar, men ivasamt er kanska, hvussu nógv geva sær far um, hvaðani teir koma. Heimamissiónin hevur tvey sjómansheim í Føroy- um og eitt í Íslandi. Tey eru í Havn, Runavík og í Reykjavík. Kirkjuliga Heimamissi- ónin hevur eisini trúboðarar í starvi her heima, eins og tveir eru uttanlands. Teir, ella rættari tær, eru í Maur- itania og Ukraina. Sjómans- trúboðin er eisini knýttur at Heimamissiónini. Á høvuðsstøðini í Nesvík er nógv virksemi so sum vanliga skrivstovan og fyrisitingin, ið hartil hoyrir. Eisini er bókaútgáva og blaðútgáva. Trúboðin hevur meira enn 60 ár á baki. Hann kom fyrstu ferð út í 1943. Fýra ferðir um árið við átta síðum. Í dag kemur hann út sum avís aðru- hvørja viku. Ársmøtini Ársmøtini í ár verða hildin í ljósinum av, at Heimamissi- ónin er hundrað ár. Tey verða hildin á tveimum støðum. Bæði í Nesvík og á Skála, greiðir Vagn Foldbo, aðalskrivari, frá. Møtini byrjaðu fríggja- kvøldið í Nesvík og halda fram har til leygarkvøldið, tá flutt verður út í ítrótt- arhøllina á Skála, har hildið verður fram til sunnu- kvøldið. Sunnudagin klokkan 11.00 fer Bergur Debes Joensen, prestur, sum eisini er formaður fyri Kirkjuligu Heimamissiónini, at hava guðstænastu í ítróttarhøllini á Skála. Meðan ársmøtini eru, er eisini løgd ein serlig skrá fyri børnini, sigur Vagn Foldbo. Vagn Foldbo er aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, sum í ár hátíðarheldur, at hundrað ár eru liðin, síðan fyrsta missiónsmøtið varð hildið í Føroyum Mynd: Edvard Joensen Flaggdagshald verður í Skúvoy sunnudagin. Hetta er fyrstu ferð, slíkt hald er í oynni FLAGGDAGSHALD Flaggdagshald verður fyri fyrstu ferð nakrantíð í Skúvoy í ár. Meinhard Hentze fer at halda røðu, og felagssangur verður eisini. Betty Hansen, lærari í Skúvoy, sum er ein av stigtakarunum, sigur, at hóast hetta haldið er søgu- ligt sum tað fyrsta av sínum slagi í Skúvoy, hevur Skúvoy í grundini eina ser- støðu í føroyskari flagg- søgu. Fyrsti báturin, sum hevði Merkið á stong yvirhøvur, var postbáturin í Skúvoy, íð, sum vera man, æt Sig- mundur. Hann flaggaði við Merkinum á ólavøku 1920, greiðir Betty Hansen frá. Tað er lítið fólk í Skúvoy, og tískil verður eingin skrúðgonga har úti, sum vanligt er aðrastaðni, sigur Betty Hansen. Skúlabørn- ini í bygdini eru bara trý í tali. Men lærarin væntar, at bygdarfólkið fer at møta uttan fyri skúlan flaggdagin at lurta eftir flaggrøðuni og syngja nakrar felagssangir. Aftan á verður farið inn í skúlan, har ein drekka- munnur verður at fáa. ej Flaggdagshald í Skúvoy Flaggdagin skipar Vága Gongufelag fyri gongutúri eftir Vørðunum. Farið verður úr Miðvági klokkan 14.00 GONGUTÚRUR Vága Gongufelag skipar flaggdagin fyri gongutúri eftir Vørðnum. Farið verður úr Kálvalíð klokk- an 14.00. Túrurin eftir Vørðunum er lættur at ganga, og roknað verður við, at hann tekur einar tveir tím- ar ella so. Og tá er ikki neyðugt at kvika sær, siga tey í Gongufelagnum. Ivaleyst fara tey hóvligari fram, enn Seyðamaðurin á Sondum fór á sinni, tá huldukonan aftan á honum »....stóð upp fyri Vørðum.« Tilmelding til túrin fer fram á Kunningarstovuni, sum hevur telefon numm- ar 33 34 55 ella 35 33 00. ej Gongutúrur í Vágum flaggdagin Ein virkin almennur politikkur, hugburðs- broyting, øðrvísi raðfestingar og betri karmar eru millum gandaorðini, sum skulu menna føroyska KT-vinnu í framtíð- ini. Hesum eru fólk innan KT-vinnuna á einum máli um KT-STEVNA 2004 Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Skal føroyska KT-vinnan fáa veruliga ferð á menn- ingina, skulu almennu Før- oyar taka sær um reiggj. Hetta var greiða niðurstøð- an á kjakfundinum á KT- stevnuni seinnapartin hós- dagin. Almennu Føroyar keypa í dag góð 80 % av øllum vør- um, sum føroysku KT-fyri- tøkurnar hava at bjóða kundunum. Við so stórari keypiorku sitir tað almenna við lykilinum til framtíðar- menning innan føroyska KT. Hesum eru Tróndur Djur- huus, Føroya Tele, Ólavur Ellefsen, Simprentis, Jón- svein Joensen, Kervi, Jan Mortensen, Vinnuhúsið og Bjarni Djurholm, Vinnu- málaráðið, sum vóru luttak- ararnir á kjakinum, á einum máli um. Norðurlond eru fordømi Við ársbyrjan 2004 kundi danska KT-vinnan breggja sær av, at hon stendur fyri størsta útflutningsvirðinum í Danmark. Danir hava í mong ár dúga upp á lands- búnaðin, men nú er vent í holuni, tí danska KT-vinn- an hevur vunnið seg fram í fremstu røð. Tað eru ikki bert danir sum standa seg væl í KT- vinnuni. Svøríki, Noreg og Finnland standa seg eisini ómetaliga væl kappingini á heimsmarknaðinum. Undir kjakinum í Norð- urlandahúsinum hósdagin vórðu okkara grannalond fleiri ferðir havd á lofti sum fordømi fyri menning av føroyskari KT-vinnu. Tróndur Djurhuus vísti á, at grundvøllurin fyri góðu úrslitunum hjá okkara grannalondum er ein virkin almennur politikkur. Tróndur helt fyri, at tað almenna má skapa betri treytir og karmar fyri før- oyska KT-vinnu ,um hon framhaldandi skal menna seg. Ólavur Ellefsen, sum umboðaði Simprentis, tók undir við Tróndi Djurhuus. – Karmarnir mugu sjálv- sagt verða í ordan frá al- mennari síðu. Her hugsi eg serliga um sosialu og skattligu viðurskiftini hjá KT-vinnuni. Vit mangla eisini kvalificeraða arbeiðsmegi í Føroyum, greiddi Ólavur Ellefsen frá. Ongar hugsjónir Flestu luttakararnir á kjak- inum sóknaðust eftir veru- liga hugsjónum á KT- økinum frá politiskari síðu. – Aðrastaðni hoyrir mann um heilar fyrisitingar, sum arbeiða við at orða ein KT- politikk, meðan í Føroyum eru ongar yvirskipaðar ætl- anir. Vit mugu hava viljan og trúnna upp á, at tað ber til at gera KT til eina týdn- ingarmikla útflutningsvøru. Burtur við øllum forðing- um og føroysku gullgrav- aramentanini. Politikkarar- nir mugu læra seg at hugsa um annan vinnupolitikk, enn bara fisk, segði ein væl upplagdur Tróndur Djur- huus Jónsvein Joensen helt fyri, at játtanin á fíggjarlóg- ini til KT er á einari góðari leið, men stóri trupulleikin er, at pengarnir verða ikki nýttir rætt. – Ein rúgvu av pengum verður nýttur til undirvís- ingartól og menning av lær- ararum. Ein hugburðs- broyting skal til frá al- mennari síðu. Vit skulu seta nógv meir pening í virðis- økjandi partin av KT, segði Jónsvein Joensen. Í egnan barm Hóast leikluturin hjá tí al- menna fyri stóran part av kjakinum var í miðdeplin- um, vóru eyguni eisini vend ímóti KT-vinnuni sjálvari. Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djur- holm, helt, at føroyska KT- vinnan í Føroyum hevur nógv at læra av útlendsku KT-fyritøkunum. – Føroysku KT-fyritøkur- nar skulu læra at selja seg betur. Eg fái javnan faldarar frá útlendskum fyritøkum um ymiskar teldu loysnir, men tað kemur aldrin fyri, at ein føroyskur faldari kemur inn um dyrnar. Stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen tók fult und- ir landsstýrismanninum og ráddi vinnuni eisini at taka í egnan barm. Tað almenna í lyklastøðu Luttakararnir í kjakinum á KT-stevnuni vóru á einum máli um, at tað almenna eigur lykilin til framtíðar menning innan føroyska KT-vinnu Mynd: Álvur Haraldsen KT-STEVNA 2004 Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fólk í útvarpshøllini fingu undir kjakfundinum hós- dagin høvi til at seta spurningar til pallborðið. Ein spurningur frá áhoyrara til Bjarna Djurholm var um hvørjar ítøkiligar ætlanir eru á KT-økinum fyri fólka- skúlanæmingar. Landsstýrismaðurin ásannaði, at føroyska skúla- økið er eftirbátur á KT- økinum. – Tað manglar kvalificera arbeiðsmegi í skúlunum, so telduundirvísingini kemur á hægri støði. Ein stórur trupulleiki er eisini, at kunningartøknin er í áhald- andi menning og skúlarnir hava torført við at fylgja við, svaraði Bjarni Djur- holm áhoyraranum. Stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, var meira avgjørdur. Hann helt speiskliga fyri, at lærarar í fólkaskúlanum mugu bert ásanna, at næmingarnir í dag duga nógv betri enn teir í teldum og tí átti undirvísingin at verið skipað øðrvísi. Skúlaøkið er eftirbátur KT vinnur á alivinnuni Ali- og kryvjivinnan hevur í fleiri ár verið mett sum nýggja vinnuliga beini hjá føroyska landsbúskapinum. Undir kjakinum á KT-ráðstevnuni hósdagin komu for- vitnislig hagtøl fram, sum benda á, at føroyska KT- vinnan hevur størri týdning fyri føroyska lands- húsarhaldið, enn ein vanliga gevur sær far um. Stjórin í Vinnuhúsinum, Jan Mortensen, greiddi frá, at eftir hagtølunum hjá Hagstovu Føroya fyri 2002 vóru lønarútgjaldingar í KT-vinnuna 180 mio. krónur. Hetta er góðar 20 mio. krónur meir enn lønarútgjaldingar í ali- og kryvjivinnuni fyri 2002. Hann legði afturat, at tað eru 22 limir í KT felagnum í dag, sum hava í alt 550 starvsfólk undir sær. -páll C M Y K 9 8