leygardagur 24. apríl 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 78 - 24. apríl 2004
Nr. 78 - 24. apríl 2004
11
Uppskot løgmanns til samtyktar frá 13. apríl í
ár um trygdarpolitikk Føroya er ein varislig
roynd at tillaga føroysk trygdarpolitisk fyrilit til
eina nógv broytta verð. Øll lond í Europa hava
ásannað, at eftir at Kalda Kríggið er endað, er
heimurin mett út frá einum trygdarpolitiskum
sjónarmiði broyttur. Hetta er tó ikki so at skilja,
at verðin er vorðin tryggari og friðarligari.
Heldur er tað tvørturímóti. Men verðin er ikki
longur býtt upp í tveir stórvaldablokkar, og
hesin veruleiki má sjálvsagt fáa trygdarpolit-
iskar avleiðingar við atliti at NATO.
Ein avleiðing av nýggju støðuni er, at NATO
hevur átikið sær ein nýggjan og øðrvísi leiklut.
Tað vil so vera, nú arvafíggindin Warzawasam-
gongan er horvin. Fleiri lond í Eystureuropa
eru komin upp í NATO, og meta hesi lond, at
hetta gevur teimum størri trygd. Tey vita, sum
er, at ein dag fer eystureuropæiska stórveldið
aftur at vakna úr sínum bjarnadúri og fer tá iva-
leyst aftur at royna at tryggja seg við eini røða
av puffaralondum kring síni landamørk. Møgu-
liga kann NATO fyribyrgja hesi gongd. Hinveg-
in er lítið, sum bendir á, at nýggju eystureur-
opeisku og baltisku limalondini í NATO økja
um trygdina í Europa. Til tess eru tey ov óstøð-
ug reint politiskt, og søguliga arvagóðsið er ov
tyngjandi. Tvey Norðurlond, Finland og Svør-
íki, hava ásannað hetta, og hava tí í farnu viku
alment boðað frá, at tey fara ikki upp í NATO.
Tey meta ikki, at NATO-limaskapur gevur økta
trygd, og verða tí verðandi uttanfyri.
Hinvegin halda Ísland, Noreg og Danmark
framvegis, at trygdin er at finna í NATO, og eru
hesi lond tí heilhugaðir limir í verjufelagsskap-
inum. Landsstýrið er ivaleyst samt við hesi trý
lond, og hevur ásannað, at skulu vit vera við, so
tænir tað ikki føroyskum áhugamálum at halda
fram í leiklutinum sum eitt slag av hvílandi
limi. Landsstýrið mælir tí Løgtinginum til at
samtykkja eitt uppskot, sum í høvuðsheitunum
merkir, at landsstýrið framyvir skal hava innlit
í og ávirkan á trygdarpolitikkin (les NATO).
Herumframt eru nøkur punkt, ið nátúrliga
fylgja av hesum. Uppskotið er eitt varisligt stig
burtur frá tí principielt uttanveltaðu kós, sum
Føroyar alment hava hildið síðan 1940. Tað er tí
at vóna, at hetta uppskot verður væl og virðliga
viðgjørt, og at allar hugsandi fylgjur av hesi
broyttu trygdarpolitisku kós verða kannaðar,
útgreinaðar og kunngjørdar. Vit fara at venda
aftur til uppskotið í eini av komandi odda-
greinum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Trygdarpolitiska kósin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sjey milliónir í menningarhjálp til fremmand
lond meðan sálarsjúk ongan bústað hava?
Jacob Vestergaard stríddist móti
løgtingssamtyktini um miðnámsskúlan í Vági
Svenning av Lofti
Næstformaður í Sinnisbata
Meðan tíggjutals av okkara
sálarsjúku medborgarum
eru noyddir at búgva á sál-
arsjúkrahúsi ár eftir ár, tí
okkara politikkarar ikki
vilja játtað nógv mikið av
peningi til bústaðir til
sálarsjúk, tykist vera í lagi
at lata 7 dýrabarar milliónir
út av landinum.
Sambært Dimmalætting
hósdagin 22. apríl hevur
Jóannes Eidesgaard løg-
maður lagt fram frágreið-
ing um altjóða menningar-
politikk í Føroyum tann 20.
apríl. Hann helt at Føroyar
kundu lata 10% í menning-
arhjálp, sum svarar til
umleið 7 milliónir.
Mín meingin er, at so
leingi sum tíggjutals yngri
og eldri føroyingar ongan
annan bústað hava uttan eitt
kamar á psykiastrisku deild
í Havn, við einari song,
borði og stóli, sum einasta
innbúgv er tað púra burtur-
við at økja menningarhjálp-
ina við umleið 7 millión-
um. Í summum førum eru
fleiri á sama kamari, við
ongum privatlívi.
Hví er tað nú knappliga
so liðiligt at játta sjey milli-
ónirnar til fremmand fólk,
tá ið tað er ómøguligt at fáa
meiri enn 4 milliónir á upp-
skotinum til nýggju fíggjar-
lógina til okkara heimleysu
sálarsjúku?
Hví skulu tey sálarsjúku
niðurprioriterast ferð eftir
ferð á fíggjarlógini?
Heldur skuldu hesar sjey
milliónirnar farið til tey
sálarsjúku, sum ár eftir ár
hava búð á sjúkrahúsi, tí tað
almenna Føroyar niðurpri-
oriterar tey við at siga, at
tað er ikki meiri peningur
til taks til tey sálarsjúku
enn tær 4 milliónirnar, sum
er settar av.
Peningur er til í land-
inum.
Tað er politiskur vilji
sum tørvar.
Eg havi einki ímóti at vit
hjálpa eftir førimuni, eisini
út um landoddarnar. Men
eg mótmæli at vit lata pen-
ing til onnur tá ið vit ikki
kunnu veita okkara egnu
sálarsjúku borgarum sømi-
lig og verdugt lív. Kor teirra
sálarsjúku eru óverdug og
skammilig
fyri
okkara
samfelag og okkara polit-
ikkarar.
Lat hasar umrøddu sjey
milliónirnar
(og
fleiri)
heldur fara til tey sálar-
sjúku. Tey menningartarn-
aðu og onnur, ið bera brek,
eru eisini sera illa fyri og
tørva eisini størri játtan.
Hergeir Nielsen
Fyri einum ári síðan sam-
tykti løgtingið, at vit skuldu
gera ein miðnámsskúla
suðuri í Vági.
Harafturat samtykti løg-
tingið, at vit bygdu eitt
meginbókasavn upp í skúl-
an, ið kommununar skuldu
rinda ein part av.
Landsstýrismenn
tjóð-
veldisfloksins virkaðu fyri,
at hetta savn á náttúrligan
hátt kundi knýtast at mið-
námsskúlanum, og løgting-
ið samtykti eina verkætlan,
har hetta lat seg gera.
Teir 300 fermetrarnir, ið
kommunurnar skulu vera
við at fíggja av meginbóka-
savninum, skuldi landið
lata 50% í studningi til, og
harafturat skuldi landið
rindað 60% av rakstrinum.
Av hinum 50% skuldi Vágs
kommuna rindað 30%,
meðan allar hinar komm-
unurnar í oynni einans
skuldu rinda 20% av íløg-
uni og 10% av rakstrinum.
Soleiðis upplýst samtykti
løgtingið málið um bygg-
ing av miðnámsskúla og
meginbókasavnið í Vági
fyri umleið 50 mió.kr.
Talan var sjálvandi um
eitt tilboð til kommunurnar.
Tilboðið varð tíverri havn-
að, og málið er nú dottið
niðurfyri.
Tað er stórt spell, at so
skuldi vera. Átakið var til
gagns fyri miðnámsskúlan,
ungdómin, mentanina og
almenn arbeiðspláss annars
í Suðuroynni og ikki ein
krígsavbjóðing, sum Jacob
Vestergaard hevur fatað tað.
Vit raðfestu Suðuroynna
fremst av øllum, og hildu
okkum hava vunnið henni
stórfingnar
sømdir
við
einum víðkaðum miðnáms-
skúla og einum sera sámu-
ligum tilboði til kommun-
unar um at vera við at gera
skúlan enn meira spenn-
andi fyri okkum øll.
Lesa vit Jacob Vester-
gaard
um
vikuskiftið,
síggja vit, at í hansara verð
var meira umráðandi at
vera ímóti Vágs kommunu
heldur enn at vera fyri
einum fyrstafloks mið-
námsskúla.
Verri enn so øll toldu
hetta og onnur framtøk
okkara, og tíverri hava
menn verið so firtnir, at teir
eru farnir at drepa niður
hetta og onnur framtøk,
sum vit settu út í kortið.
• "Ein høvuðsmaðurin
fyri hesum slátrinum er Jac-
ob Vestergaard, ið sum
borgarstjóri hevur slóðað
undan og forða einum
kommunalum samstarvi á
hesum øki. Nú fólkaflokk-
urin fekk ræði á mentamál-
um var harafturat skjótt at
fáa lívið av meginbóka-
savninum, og so varð gjørt."
Jacob Vestergaard
førdi knívin
Eftir at hava lisið ein stak
firtnan Jacob Vestergaard
verður ásannað, at hann
ikki var ein høvuðsmaður-
in, men sjálvur høvuðs-
maðurin fyri at slátrað
meginbókasavnið
við
VIÐMERKINGAR
2000% meira í menningarhjálp
Jan á Argjaboða
Tórshavn tann 22. apríl
2004
Soleiðis kundi yvirskriftin
hjá Jóannes Eidesgaard,
løgmaðni
í
greinini
í
Dimmalætting í dag 22.
apríl 2004, eisini veri.
2333% øking um menn-
ingarhjálpin hækkar úr
300.000,- kr. til 7 mio. kr.
um árið.
Um støðið verður tikið í
bráfeingishjálpini 2,7 mió.
kr. so verður vøksturin bert
260%
ST mælir til at íðnaðar-
londini í minsta lagið lata
0,7% av bruttutjóðarúrtøk-
uni.
Løgmaður mælir til at
Føroyar lata 0,07% av
bruttotjóðarúrtøkuni ella
ein tíggjundapart av tí ST
mælir til skal verða minsta
mark.
Hann vísir á at vit eru
ikki sjálvstøðug tjóð og
krógvar seg aftan fyri ríkis-
felagsskapin. Tað er undan-
førsla hansara fyri at tað er
rímuligt at vit bert lata
0,07%.
Núverandi danska sam-
gongan setti menningar-
hjálpina niður úr umleið
1% til 0,7% tá íð hon kom
til og endamálið, at ganga á
odda og vísa veg innan
menningarhjálp, varð slept.
Fólk verða ikki mett av
positivum tankum. Ofta
verður tikið til at tað er
tankin sum telur tá íð ein
gáva verður givin. 7 mió.
eru 7 mió kr., og at tær
røkka longri í 3. heiminum
enn í Føroyum er eingin ivi
um.
Men 0,07% av bruttu-
tjóðarúrtøkuni er sum ein
skræddari í einum ávísum
staði, um tosa verður um
veruliga menningarhjálp.
Danida metir at tað kost-
ar umleið 1 mio. kr. um árið
at hava ein persón í verki í
3. heiminum (Asia). Hetta
er ikki bert løn, men ferða-
útreiðslur, trygging, íbúð,
skrivstovuhald o.a.m. Tá-
stani koma útreiðslurnar til
verkætlanina.
Ein løgtingsfundir kostar
57.560,- kr. um tíman (ár
2002).
Ein háðan móti ST er tað
um vit, sum ikki eru limir í
ST, fara at lata 0,07 % av
bruttutjóðarúrtøkuni einans
10 % av tí sum teir mæla til
skal verða minsta mark.
Hendan tankan vil eg mæla
til at løgmaður letur verða
við tankan.
Uppskoti frá løgmanni
meti eg hava eitt einans
endamál: at stinga Føroyar
út í kortið, at sleppa uppí
part, ikki at hjálpa.
Tað tekur tíð og kostar
pengar at hjálpa um ein
skilagóð millumlanda verk-
ætlan skal gerast ið lýsir
tørvin og "indsatsomrádet"
og minimerar vandan fyri
mutur o.ø. Sjálvt dagføring
av gjørdum avtalum tekur
tíð.
3. heimurin stendur ikki
ókritiskur sum tann glaði
móttakarin. Tað liggur eitt
arbeiði í at fáa loyvi at
geva.
Tað krevur stabilitet og
kontinuitet at hjálpa og ikki
er ikki óvanligt at tað tekur
eitt ár ella meira at fáa eina
millumlanda avtalu í lag.
Tá avtalan er fingin í lag
kann farast til verka at
finna
samstarvsfelagar,
høli og útbúgvið fólk at
seta verkætlanina í gongd;
eftirútbúgving av fólki,
samstarv gerast við fíggj-
arstovnar o.m.a. Tað tekur
tíð. Sum dømi kan nevnast
at Danida vanliga ger 5-ára
avtalur við tí í hyggju at
leingja avtalurnar til 10 -
15 ár. Í Nepal eru teir aftan
á 25 ár givnir at menna
mjólkaframleiðsluna, tí nú
megnar fólkið í landinum
sjálvt at loysa hesa upp-
gávu.
Innan
orku
fer
Danida saman við øðrum
gevaralondum at virka tey
næst 15 - 20 árini. (um
landið ikki gerst politiskt
óstabilt).
USA (USAID) hevur
verði 20 ár í Bangladesh
fyri at hjálpa við at menna
ravmagnskervið har.
Nú skal eg ikki sammeta
føroyska hjálp við Danida
ella USAID men gera vart
við, at um ein vil vera við,
so kann tað ikki verða frá
fíggjarlóg til fíggjarlóg.
Hjálpin má hava eitt longri
perspektiv uppá minimum
5 ár og helst 10 ár.
Menna Føroysku vinn-
una, tað gera vit við at geva
henni møguleika at virka
við í menningararbeiði í 3.
heiminum. Tað vil í al-
stóran mun styrkja støðuna
hjá tí føroysku vinnuni.
At virka í altjóðasam-
starvi í torførum umhvørvi,
tað mennir. Vit í Føroyum
kunnu læra nógv og eitt stig
framá er, hóast alt, eitt stig
á vegnum.
Við at landið sjálvt fíggj-
ar "lærupengarnar" hjá før-
oyskum virkjum at arbeiða
í altjóða høpi ger, at fyri-
tøkurnar fáa eina barlast
(referenceir), so tær sleppa
uppí part tá íð bjóðast skal
uppá altjóða menningartil-
tøk, fíggjaðar av altjóða
hjálparfelagskapum.
So talan er ikki um bert
at geva. Um rætt verður
borið at kunnu vit fáa tað
margfalt aftur, øllum til
gagns.
Um vit vilja hjálpa og
ikki bert vísa flaggið, so
eiga vit at fylgja tilmælium
frá ST og nýta minst 0,7 %
av bruttutjóðarúrtøkuni til
menningarhjálp.
Um løgtingið játtar einar
75 mió. kr. hvørt ár tey
næstu 5 - 10 árini hevði tað
óiva borið til at farið undir
einar 2-3 verkætlanir.
Løgmaður hevur rætt tá
íð hann vísir á at vit skulu
leggja okkum eftir at
menna smá oyggjasamfel-
øg. Tá verður lættari at vísa
á at hjálpin ger mun, og
gleðin við at geva verður
tað størri.
Tað verður eisini ólíka
hugaligari at kunna líta í
eyguni á útheiminum, tá íð
staðfestast kann at vit
fylgja ST tilmælinum.
Um løgtingið samtykkir
bert at játta 0,07 %, so gev
peningin til teir trúboðarar
sum virka ókeypis ella nýtt
upphæddina til bráðfeingis
hjálp.
Hjálp!
Tá íð innsavningar fara
fram eru vit óførir at reypa
um, hvussu nógv vit lata í
hjálp við at sammeta lætnar
kr. pr. íbúgva og samanbera
okkum við t.d. Danmark.
Nú er ein møguleiki fyri at
gera reyp til verkætlanir.
Tú skalt vera móti
øðrum sum tú vilt
hava at onnur skulu
verða ímóti tær
sjálvum
Jan á Argjaboða
Tórshavn tann 22. apríl
2004
Tað hevði verð trongligt
her á klettunum um allir
Føroyingar sum starvast
ella nema sær kunnleika
uttanlanda vóru riknir
aftur á klettarnar.
Onki er so ringt at tað
ikki er gott fyri okkurt, so
um allir Føroyingar vóru
riknir aftur á klettarnar
hevði tað óiva loyst trup-
ulleikarnir við avoyðing-
ini av útijaðarøkinum.
miðnámsskúlan í Vági.
Jacob Vestergaard boðar
frá, at hann sum borgarstjóri
ikki varð samdur í teimum
framtøkum, ið løgtingið og
landsstýrið høvdu sett sær
fyri at fremja heimanfyri
Núpin, har hann sjálvur
hevur sína dagligu gongd.
Undir øðrum keppi, nú
sum formaður í Føroya
Kommunufelag, sigur hann
seg harafturat hava sagt
nakað tað sama um virkna
andróður sín móti vilja løg-
tingsins við eini størri íløgu
í eini kommunu, sum Jacob
Vestergaard ikki kann vera
fyriuttan í tí dagliga.
Tað er ein erlig søk at
hava aðra hugsan enn hana,
ið løgtingið hevur. Tað hev-
ur Jacob Vestergaard fullan
rætt til, og sjálvandi hevur
hann fullan rætt til at vera
ímóti øllum átøkum okkara
fyri Suðuroynni.
Hinvegin er tað í so blá-
oygt, um hann billar sær
inn, at eingin heftir seg við
andstøðu hansara móti løg-
tingssamtyktini og fram-
burði og trivnaði um okk-
ara leiðir, og serliga ikki, tá
tað eyðnast honum at
kollrenna framtøkini.
Av og á noyðast vit at
tosa við stórum bókstavum,
og talan er á ongan hátt um
persónligt briksl, men um
heilt vanliga kunning til
borgaran.
Talan er um vanliga pol-
itiska viðger av einum máli,
har Jacob Vestergaard er
týðiliga firtin um, at støða
hansara verður avdúkað.
Skúlin verður nú lagaður
niður. Hann verður ein
skerdur fuglur, ið als ikki
fær tað flog yvir sær, sum
vit ætlaðu honum.
Miðnámssskúlin í Vági
skuldi gerast nakað heilt
serligt fyri ungdómin og
mentanina í Suðuroynni
líka úr Sumba til Sandvíkar.
Hann skuldi harafturat
verða eitt tilboð til ungdóm
uttaneftir, sum kundi búleik-
ast her, meðan hann nam
útbúgving sína í Føroyum.
Kommununar partur
Sjálvur havi eg einki havt
við kommunala partin at
gera, frásæð luttøku á ein-
um fundi í Øravík, sum
tingmenn
valdir
fyri
valdømi vóru bodnir til av
landsstýrismanninum
í
mentamálum.
Jacob Vestergaard møtti
upp á hesum fundi og segði
frá, at hann var ímóti ætl-
anini.
Einari almennari ætlan
fyri 50 mió.kr., ið vit høvdu
stríðst og lóggivið fyri at
leggja niður í Vági.
Korta nei, segði Jacob
Vestergaard. Hetta við ein-
um almennum meginbóka-
savnið upp í miðnámsskúl-
an var ikki nakað fyri ung-
dómin í Suðuroynni.
Heldur ikki var tað nakað
fyri tey tilkomnu, sum
kundu stytt sær stundir har,
og sjálvandi skuldu heldur
eingi varðandi almenn ar-
beiðspláss spyrjast burturúr
ætlanini.
Lesa vit Jacob Vester-
gaard, so síggja vit, hví hann
var ímóti, at suðringar fingu
hesar almennu sømdir.
Hann hevði snøgt sagt
tikið sær tiknið av, hvør ið
fyrstur hevði fingið fundar-
boð, og hvør legði fram
hesa felags ætlan um
kommunalt samstarv.
Málið spratt ikki úr tí
rætta jørðildinum, sum
hann málber seg, og hann sá
bara forðingarnar fyri sær.
Sjálvandi fór eingin at
trýsta kommunurnar í Suður-
oynni til nakað sum helst, og
líka so sjálvandi er, at hatta
tilboðið ikki kemur aftur.
Eitt
meginbókasavn
verður ikki bygt í Suður-
oynni í okkara tíð, tá tað
ikki varð tikið av hesum
gylta møguleikanum nú.
Í politikki eiga vit at taka
av, tá møguleikarnir eru
har, og ikki lata smálutir, so
sum hvør fyrst hevur fingið
eini fundarboð ella skipar
fyri einum fundi, forða
okkum vegin.
Jacob Vestergaard
sigur beinleiðis ósatt
Aðrar forðingar hjá Jacobi
Vestertgaard vóru, at lær-
araráðið við skúlan skuldi
vera ímóti hesi ætlan.
Hetta er beinleiðis ósatt,
ein snaring av veruleikan-
um, og eitt bakbit móti
lærararáðnum.
Jacob Vestergaard veit
væl, at ein lærari virkaði
ímóti hesum máli, og at tað
eyðnaðist honum at sáa ein
iva um tað í 2001, tá ið tað
varð framlagt. Síðani tá tóku
eisini lærararnir málið til
sín.
Á heysti 2002 sóu lærarar
við miðnámsskúlan líknandi
projekt í Noregi, og tóku
undir við tí, og á sumri 2003
samtyktu vit málið á tingi.
Hesum framtøkum hevur
Jacob Vestergaard sjálvandi
ikki givið ans, tí hann vildi
ju ikki vita av teimum.
Og enn eina ferð, so var
talan um eitt tilboð til
kommunurnar í Suðuroynni
um ein stórfingnan skúla-
bygnað,
sum
kostaði
kommununum
uttanfyri
Vág eina minni upphædd,
sum eingin serlig fíggjarlig
orka skuldi til at greiða.
Hetta var eitt einaferðs
tilboð
til
ungdómin
í
Suðuroynni, sum kommun-
ali samstarvsandin tíverri
ikki orkaði at draga niður í
seg, og tað var nú spell.
Hergeir Nielsen hevði
einki við hetta mál at gera á
kommunalum stigi. Tað
veit Jacob Vestergaard full-
væl, og kundi hann spart
sær útspillingar sínar í so
máta.
Hann sigur sjálvur í grein
síni um vikuskiftið, hví hann
fekk stiknið til hetta mál, og
hví tað var so umráðandi hjá
honum at slakta tað.
Hansara áhugi er fram-
vegis at stinga skør og
vinna neisir, og at han so
slaktar ein heilan stovn í
Suðuroynni á vegnum, tað
ger minni.
Jacob Vestergaard og
hansara menn hava sólað
sær í okkara framtøkum
farnu árini. Nú sita teir við
ræðið, og nú hava teir allar
møguleikar fyri at fáa
nakað at spretta úr egnum
barmi.
Trongskygni, illvilji og
beinleiðis ósannindi góvu
teimum neyðugu møguleik-
arnar at kollrenna ein
ynskidreymin hjá ungdóm-
inum í Suðuroynni, og hann
brúkti teir til fulnar.
Hvørji onnur framtøk teir
fara at drepa niður, fáa vit
so at síggja í tíðini sum
kemur.
C
M
Y
K
11
10