leygardagur 24. apríl 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 78 - 24. apríl 2004
Nr. 78 - 24. apríl 2004
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Føðingar
11. mars fingu Vivie
Kirke Petersen, Vági,
búsitandi í Keypmanna-
havn, og Bárður David-
sen, Hósvík, tvíburar.
Gentan vigaði 2090 gr og
var 42 cm long og
drongurin vigaði 2039 gr
og var 46 cm langur. Her
er tað stórasystir Angela,
ið situr undir lítlusystur
Ronju og lítlabeiggja
Ronnie.
5. apríl fingu Gunnvá
Garðalíð Jacobsen
og Kári Larssen,
Skive, eina dóttur.
Hon var 54 cm long
og vigaði 3380 gr.
Lítla fitta gentan
eitur Eydna.
TÍÐINDASKRIV
Seinasta týsdag vóru fólk
frá Kiwanis í Norðoyggjum
og vitjaðu teir ymisku skúl-
arnar, har tey deildu út
Kiwanis-hjálmar til næm-
ingarnar í fyrsta flokki
Vitjað varð á skúlunum í
Klaksvík,
Haraldsundi,
Fossánesi og á Viðareiði.
Børnini tóku væl ímóti
hjálmunum.
Hetta var sama dag sum
fyrsta skotið varð latið av
til undirsjóvartunninin í
Klaksvík, og Sámal Blá-
hamar frá Kiwanis, sigur, at
teir sóu fleiri 1. floksnæm-
ingar ganga við Kiwanis-
hjálmi á høvdinum við
nýggja tunnilsmunnan.
Kiwanis-hjálmar í Norðoyggjum
24. apríl verður Úlvadagur.
Hesaferð á Argjum. Hetta
er eitt tiltak, ið er á hvørj-
um ári og verður skipað av
KFM Skótunum í Føroy
um. Endamálið við tiltak-
inum er at savna úlvar úr
øllum landinum á einum
stað, at luttaka í ymsum
spennandi virksemi so sum
skattajakt, klintring, karru-
sel, sigling við gummibáti
og mangt annað. Tey lut-
takandi børnini eru í aldr-
inum 1.–4. flokk.
Tiltakið byrjar leygar-
morgunin kl. 10.00, har øll
savnast í skúlagarðinum á
Argjum. Síðani verða úlv-
arnir saman við leiðarunum
sendir út á tey ymsu støð-
ini, har tey áðurnevndu til-
tøkini verða. Úlvadagurin
endar leygardagin kl. 16.30
í Sandagerði, har øll savn-
ast um eitt legubál. Har fara
vit at hava felgssang og
skemt.
Vónandi verður úlvadag-
urin aftur í ár eitt væleydn-
að tiltak. Væntandi verða
einir 250 úlvaungar um-
framt leiðarar og fyriskip-
arar, ið luttaka leygardagin
tann 24.
Úlvadagur á Argjum
17. mars fingu Eydna og Kári Johansen,
Hirtshals, eina dóttur. Hon var 50 cm
long og vigaði 3330 gr.
9. apríl fingu Ingun og John Joensen,
Klaksvík, ein son. Hann var 51 cm
langur og vigaði 3100 gr.
13. apríl fingu Turid og Bogi
Jacobsen, Tórshavn, eina dóttur úr
Hvítarusslandi. Hon eitur Anastasija og
er fødd 23. november 2002.
13. apríl fingu Anni og Jógvan Thomsen,
Hvalba, ein son. Hann var 50 cm langur
og vigaði 3850 gr.
13. apríl fingu Bettina Bonde og Carl
Johan H. Simonsen, Århus, ein son.
Hann var 55 cm langur og vigaði 4200
gr.
15. apríl fingu Barbara Brattalíð og
Bjarni Hammer, Tvøroyri, eina dóttur.
Hon var 48 cm long og vigaði 3080 gr.
16. apríl fingu Majbritt og Sveinbjørn
Jacobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var
54 cm long og vigaði 3500 gr.
17. apríl fingu Svanna Jákupsdóttir,
Hoyvík og Meinert J. Olsen, Vestmanna
eina dóttir. Hon vigaði 3350 g og var 54
cm long.
17. apríl fingu Karin Maria Djurhuus og
Rúni Petersen, Tórshavn, ein son. Hann
var 55 cm langur og vigaði 4250 gr.
17. apríl fingu Hildur og Eyðun
Samuelsen, Hoyvík, ein son. Hann var
52 cm langur og vigaði 2860 gr.
18. aprí lfingu Elida Poulsen og Eyðun
Berg, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53
cm long og vigaði 3550 gr.
18. apríl fingu Maibrit Wernicke og
Morten Larsen, Tórshavn, ein son. Hann
var 50 cm langur og vigaði 2800 gr.
19. apríl fingu Sunvá og Sjúrður Kass,
Strondum, ein son. Hann var 53 cm
langur og vigaði 3450 gr.
19. apríl fingu Hansa Maria og Petur
Hans Hansen, Nesi, eina dóttur. Hon var
52 cm long og vigaði 3400 gr.
19. apríl fingu Vivi Wang og Eli
Jákupsson, Sandavági, ein son. Hann var
57 cm langur og vigaði 4450 gr.
20. apríl fingu Turið av Teiginum
Jacobsen og Eirikur Jacobsen, Tórshavn,
ein son. Hann var 54 cm langur og
vigaði 3750 gr.
20. apríl fingu Erla W. og Theodor
Erling Johannesen, Runavík, ein son.
Hann var 54 cm langur og vigaði 3800
gr.
20. apríl fingu Kitty May Ellefsen og Óli
Hansen, Tórshavn, ein son. Hann var 54
cm langur og vigaði 4100 gr.
21. apríl fingu Guri Knudsen og Høgni
Andersen, Skála, ein son. Hann var 54
cm langur og vigaði 4200 gr.
21. apríl fingu Johanna Jonhardsdóttir
og Brynjolv Gert Nicolajsen, Skopun,
ein son. Hann var 51 cm langur og
vigaði 3750 gr.
21. apríl fingu Annfríð og Jan Herman
Hansen, Rituvík, eina dóttur. Hon var 51
cm long og vigaði 3600 gr.
22. apríl fingu Anna Maria og Jákup
Nolsøe, Tórshavn, ein son. Hann var 53
cm langur og vigaði 3425 gr.
Sangkórið í Siloa í Fugla-
firði fer at syngja á evan-
geliska fundinum í Ebe-
nezer sunnukvøldið kl 18.
Tað er í heimasamkom-
uni, Siloa, tey vanliga bera
gleðiboðskapin fram við
sínum góða og hutakandi
sangi. Men tey ferðast
eisini bæði innan- og uttan-
lands, og hava nýliga verið
í Aberdeen og sungið. Nú
er so túrurin komin til Ebe-
nezer í Havn.
Sangúrvalið er ein góð
blanding av gomlum og
kendum sangum, umframt
nýggjari og meira rútm-
iskum sangum - við og
uttan ljóðføri. Vit hoyra eis-
ini nakrar framúr solorødd-
ir eins og eina yndislig trio.
Siloakórið er mannað við
sangarum ymsastaðni úr
Eysturoynni. Kórleiðari er
Eyðun á Lakjuni.
Siloakórið í Ebenezer Flaggdagin
Fyrsti flokkur í skúlanum á Fossánesi hevur fingið Kiwanis-hjálmar. Aftara rað f.v. Sámal
Bláhamar frá Kiwanis, Simona Johannesen, lærari, Poul Jacob Zachariasen, fyrsti lærari við
skúlan, og Helge Nielsen frá Kiwanis. Framman fyri eru teir seks næmingarnir í fyrsta flokki
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
24. apríl. Albertus, deyður umleið ár 997. Biskupur
í Prag.
Týska navnið merkir edilingur ella lýsandi.
25. apríl. Flaggdagur Føroya. Tað var tann 25. apríl
í 1940, at studentaflaggið Merki varð viðurkent sum
Føroya tjóðareyðkenni.
Tað gamla navnið á degnum er markusarmessa, til
minnis um evangelistin Markus.
Týdningin av navninum er óvissur.
26. apríl. Cletus, deyður umleið ár 90. Cletus ella
Anacletus var triði maður í pávastóli eftir Pætur.
Andlát
14. apríl
Vilhelm Sigfred Vilhelmsen, úr Tórshavn búsitandi í
Brønshøj, 75 ár.
15. apríl
Vinnie Godtfred, búsitandi í Revlingbakken Aalborg,
62 ár.
17. apríl
Solveig Inga Sofía Olsen, fødd Einarsson, búsitandi í
Tórshavn, ættað úr Rituvík,74 ár.
18. apríl
Jógvan Øregaard, Fuglafjørður, vanliga nevndur
Jógvan á Lakjuni, 83 ár.
19. apríl
Liljan Múller, Øravíkarlíð, 59 ár.
Helgofinn Larsen, fyrrverandi bakarameistari í
Klaksvík, 78 ár.
Karin Isaksen, Norðragøta, 83 ár.
20. apríl
Súsanna Joensen, ættað úr Skálavík búsitandi í Tórs-
havn, 81 ár
Viggo Kjærbo úr Sumba,83 ár.
21. apríl
Hjelm Jacobsen, ættaður av Oyrabø í Vági, búsitandi
í Herfølge, 87 ár.
Mikudagin 21. apríl 2004
hevði Gunvør Jensen í
Havn sín seinasta starvsdag
á Tjaldurs Apoteki í Havn
eftir at hava arbeitt har í 40
ár.
Gunvør er úr Havn, hon
gekk í barnaskúla í Santa
Frants Skúla, síðan tók hon
real- og preliminerprógv,
áðrenn hon fór í læru sum
defektrisa, ella farmako-
nom, sum tað eitur í dag, á
Tjaldurs Apoteki við Áar-
vegin í september 1963.
Hon hevur arbeitt á Apo-
tekinum síðan tá, har hon
hevur havt ymiskar ar-
beiðsuppgávur, m.a. við
reseptavgreiðslum.
Gunnvør er dóttir Ásu, f.
Isholm, og Johannes Jo-
hannesen, bæði úr Havn.
Hon giftist í 1965 við Frode
Tvermoes Jensen, úr Keyp-
mannahavn, sum tá ar-
beiddi í Mjørkadali. Tey
eiga trý børn: Niels, sum
býr í Danmark, og Bjørg og
Kristin, sum búgva í Havn.
3. mai flytur familjan til
Danmarkar at búgva, húsini
í Fjalsgøtu eru seld, og tey
hava keypt onnur hús í
Bording, tætt við Ikast,
nærhendis Silkeborg.
Gunvør Jensen, Tórshavn:
Seinasta starvsdag eftir 40 ár á Tjaldurs Apoteki
Bjarni Skaalum
80 ár
Í dag, 24. apríl, fyllir Bjarni
Skaalum 80 ár. Hann er
lærari og høvundur. For-
eldrini vóru Christiana f.
Joensen úr Hvalba og Einar
Skaalum úr Vági.
Bjarni Skaalum tók lær-
araprógv á Jonstrup Semi-
narium í 1950, og seinni
tók hann prógv sum smíð-
lærari á Dansk Sløjdlærer-
skole. Haraftrat las hann til
orðblindalærara og fekk
góðkenning sum slíkur í
1955.
Eftir at hava lokið prógv
gjørdist Bjarni Skaalum
lærari í Porkeri í 1950. Har
var hann, til hann tók við
sum lærari í Vági í 1969.
Hann fór frá við eftirløn í
1991. Hann giftist í 1945
við Elsebeth Marie Vinther
úr Vági. Tey fingu fimm
børn, fýra synir og eina
dóttur: Hjalti, Einar, Allan,
Tórð og Annika Yvonna.
Mong
munna
kenna
Bjarna Skaalum sum rit-
høvund. Hann hevur javnan
áhugaverdar
greinar
í
Skáanum í Dimmalætting
um fjølbroytt evni. Hann
hevur eisini týtt ein hóp,
eitt nú skaldsøguna Moby
Dick. Sambært Rithøv-
undabókini er tað mesta,
hann hevur skrivað, hand-
rit, sum ikki eru givin út, tó
eru trý handrit givin út í
bók.
Hann hevur eisini yrkt
sálmar og sangir. Í Song-
bók Føroya Fólks eigur
hann sangin “Náttin hvarv
og dimmið leið”. Hann
hevur
skrivað
nógv
í
Sunnudagsblaðnum
og
Barnatíðindum, sum Jákup
Berg gav út.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá góða mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Sigga M. Jönsson
Tvøroyri
doyði og varð jarðað.
Eina hjartans tøkk til starvsfólkini á Ellis-
og Røktarheiminum fyri at tit tóku tykkum so væl
av henni øll árini og øllum tykkum,
ið so trúliga vitjaðu hana.
Eina serliga tøkk til tykkum í meinigheitini
fyri hjálpsemi í samband við jarðarferðina.
Takk fyri blómur, kransar og heilsanir og tøkk til
tykkum øll, sum fylgdu henni til gravar.
Familjunnar vegna
Frank, Rudy og Rikvør
Flaggdagshald í
Fámjin
Sunnudagin verður flagg-
dagshald í Famjin. Ein av
teimum, ið var við til at
gera Merkið á sinni, var úr
Famjin og er júst hetta
flagg at síggja í kirkjuni í
bygdini
Sunnudagin 25. apríl
klokkan
16:30
verður
flaggdagshald í Famjin.
Magnus Magnussen heldur
røðu, Tvøroyrar Hornor-
kestur spælir og Ljómur
syngur.
Aftaná
verður
drekkamuður í Vesturhøll
og øll eru hjartaliga væl-
komin.
Ein teirra, ið á sinni var
við til at gera føroyska
flaggið, Merkið, var J.O.
Lisberg, ið var úr Famjin. Í
dag sæst júst hetta flagg í
kirkjuni í Famjin og tað er
kanska forvitnisligt hjá
teimum, ið hava søguligan
áhuga og ikki hava vitjað
kirkjuna áður.
Í ár eru 85 ár síðani
flaggið á fyrsta sinni veittr-
aði í Famjin.
Flaggdagshald í
Vágum
Flaggdagshald verður í
fimleikarhøllini í Sørvágs
skúla sunnudagin 25. apríl
kl. 14.00 og á Giljanesi kl.
15.30.
Vága Ríðingarfelag sam-
an við skúlabørnum skipa
fyri
skrúðgongu.
Farið
verður úr skúlanum í Sør-
vági kl. 13.45 og úr skúlun-
um í Sandavági og Miðvági
kl. 15.00.
Sørvágs Tónleikarfelag
undir leiðslu av Steven
Foggin spælir undir flagg-
dagshaldinum.
Finnur Helmsdal løg-
tingsmaður, heldur flagg-
røðuna.
Flaggdagshald á
Oyrarbakka
Sunnudagin 25. apríl kl.
15.00 skipar skótaliðið
Knúkur fyri flaggdagshaldi
á Oyrarbakka.
Sámal í Skorini rektari
flytur fram røðu. Norð-
ljómur spælir og Sunda-
lagskórið syngur.0
Gullbrúdleyp
Í dag, 24. apríl, hava Elin Dahl Johannesen og
Ásmund Johannesen í Havn gullbrúdleyp. Tey eru
stødd hjá soninum Paula í Sandagerði, Engumvej
21, Bredal, 7120 Vejle Ø.
Brúdleyp
Í dag, 24. apríl, kl. 15.00 giftast í Vesturkirkjuni
Hansi í Kálvalíð, Tórshavn, og Súni Jacobsen,
Haldórsvík. Kl. 18.00 verður borðhald fyri
innbodnum í Starvsmannafelagshúsinum, J. H.
Schrøtersgøtu 9. Eftir kl. 21.00 er opið hús, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
Í dag, 24. apríl, kl. 15.00 giftast í Fríðrikskirkjuni
á Toftum Hallfríð Hammer, Toftum, og Rúni í
Hjøllum, Saltnes. Kl. 18.00 verður borðhald fyri
innbodnum á Sjómansheiminum í Runavík. Eftir
kl. 21.00 er opið hús hjá Klement Hammer, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
C
M
Y
K
13
12