leygardagur 24. apríl 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 78 - 24. apríl 2004
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Til minnis um
Obert Eliasen
Í august í fjør andaðist Obert Eliasen í Fuglafirði,
80 ára gamal.
Áhugamál hansara spentu sera víða, alt frá lokal-
politikki, mentan, siðsøgu og samfelagsviðurskift-
um.
Sum ungur arbeiddi Obert í handils- og
reiðaravirkinum hjá S.P.Petersen í Fuglafirði, fyrst
sum ørindadrongur, og seinni í handlinum, á
skrivstovuni og skipaavgreiðsluni.
Mitt í 50´unum stovnaði hann Spinnaríið, og
seinni gjørdist hann kommunuskrivari. Eisini var
hann bygdaráðslimur. Hann hevði handil, har
hann seldi radiotól, barnavognar, súkklur, happa-
dráttarseðlar og teknaði tryggingar.
Hann var ein av stovnarunum av ÍF. Var ein av
rithøvundunum av bókini Brot úr Fuglafjarðar
søgu og var limur í gøtunavnanevndini í Fugla-
firði.
Honum vóru litin til fleiri álitisstørv, m.a. sat
hann í umboðsnevndini fyri SEV og í stýrinum fyri
Klaksvíkar Sjúkrahús í útvið 40 ár.
Siðsøguligi áhugi hansara hevði eisini við sær
áhuga fyri ættarsøgu. Hann nýtti nógvar fríløtur til
ættargransking. Eisini málaði og yrkti hann.
Obert var íðin sambandsmaður. Hann var ein av
stigtakarunum og stovnarunum av valfelagi Sam-
bandsfloksins í Eysturoynni Samhald.
Tey fyrstu árini eftir stovningina vóru í mangar
mátar tung fyri valfelagið. Fyrsta valskeiðið doyðu
tveir av tinglimunum og nýggj umboð skuldu
finnast. Men sum fráleið fótaði flokkurin sær aftur
í Eysturoynni, soleiðis, at Eysturoyggin nú í langa
tíð av monnum hevur verið kallað háborg Sam-
bandsfloksins.
Øll hesi árini var Obert við í nevndini í Samhald,
og sigast kann, at hansara partur lá ikki eftir í
nevndararbeiðinum. Obert var tann síðsti av stovn-
arunum, sum hevur sitið øll árini í nevndini - í
meiri enn 40 ár!
Havi sjálvur altíð kent Obert, við tað, at hann var
giftur pápasystur míni. Sum barn var tað altíð ein
fragd at koma í føðingardagar í heiminum hjá
Obert og Judith.
Lívsjáttandi var Obert sum fáur. Honum untist at
hava førleika og rímuliga góða heilsu til tað síðsta.
Vit takka Obert fyri alt hansara ídni og fyri alt,
hann var fyri okkum, sum untust at kenna henda
fryntliga mann.
Ærað veri minnið um Obert Eliasen.
Samhald
Johan Petersen, form.
Marilyn always said with a smile
that she was born "in college".
Indeed, she was born in the rented
apartment of her parents, George
H. and Monta Fay Perry, on the
second floor of the building that
housed the Tobin College Business
School in Ft Dodge, Iowa.
She was raised in Nebraska and
Kansas. At the age of 8, she went to
live briefly with her grandmother
in Colby, Kansas, where she met
the boy across the street, 3rd grader
and future husband, Bill Fryback. It
was the custom in those days that
on the first of May a boy would
leave a "May Basket" at the door of
his sweetheart. The boy was sup-
posed to dash away to avoid being
kissed. Bill, however, intentionally
fell down so he could collect his
kiss!
Marilyn eventually earned an AA
degree in secretarial science. On 19
Dec. 1943, she married Bill, home
on two-weeks leave from the army.
She was a full-time mother of five
children until 1961, when she
returned to her career as executive
secretary, retiring in 1990 as
secretary to the Head of the Russi-
an Language Division at the Natio-
nal Defense Language Institute, in
Monterey, California.
She was a gifted pianist, singer,
candy-maker, seamstress, and a
willing volunteer at her church and
her children's schools. Her grand-
children will forever remember her
home-baked
cinnamon
rolls!
Summer camping trips were a
family tradition and she and Bill
took the children all over the
Pacific Northwest and California.
Marilyn and Bill were also active
square dancers.
In 1996, they moved to Willa-
mette View Retirement Center in
Portland, Oregon. Marilyn and her
devoted husband took long walks
nearly every day. In December
2000, suffering from Alzheimer's
Disease, Marilyn moved into the
Center's long-term care unit, after
Bill could no longer care for her in
their home.
Marilyn, perhaps in step with her
childhood sweetheart and husband
of 60 years, passed away just 12
days before her husband. She is
survived by an older brother, Gene
Perry; son Dennis G. Fryback and
daughter-in-law Judy Fryback of
Madison, Wisconsin; son Alan L.
Fryback and daughter-in-law Addis
Fryback of Macau, China; son Dale
M. Fryback and daughter-in-law
Gloria Fryback of Bridgeman,
Michigan; daughter Monta Lynn
Reveal and son-in-law Michael
Reveal of Tórshavn, Faroe Islands;
daughter Beth A. Fryback of Bell-
ingham, Washington; 10 grand-
children; 3 great-grandchildren,
and many nephews and nieces in
Oregon, Washington and Colorado.
Bill was the middle of three sons
born to Herbert and Lenora
(Logan) Fryback. Raised in Colby,
Kansas (where he met his wife-to-
be at the age of 8), he completed
high school in Colorado Springs
and attended Colorado College on
a scholarship, majoring in biology.
He was a talented diver on the
swim team. As a soldier in WWII
after seeing destitute street child-
ren, he was inspired to pursue a
career in education.
Bill married Marilyn Perry while
on a two-week military leave in
1943. Their family soon grew to
five children. Bill taught biology,
physiology and zoology and coach-
ed high school athletic teams.
Eventually, he won a National
Science Foundation Fellowship and
earned a PhD in general science.
He was always intrigued by what
constituted an optimal learning
environment and worked all his life
in curriculum development. He
retired as the Associate Director of
Research and Biofeedback Ser-
vices at the Behavioral Science
Institute of Monterey, California.
Bill and Marilyn moved to Van-
couver, Washington, in 1990,
where they were active in their
church and continued their long
enjoyment of square dancing. In
1996, they moved to Willamette
View, a continuing care retirement
community in Portland, Oregon,
located on a highpoint overlooking
the Willamette River.
Bill was always an active partici-
pant in community life everywhere
he lived. His sense of humor and
genuine love of people made him
the friend of all. His lifelong pass-
ion for learning and teaching was
inspirational. By 1998, Bill had
become full-time caregiver of his
beloved wife who was suffering
from Alzheimer's Disease. He
continued to visit her twice a day
even after he could no longer care
for her in their apartment.
In January 2004, Bill was diag-
nosed with pancreatic cancer and
passed on 12 days after the death of
his beloved wife. He is survived by
brother Richard E. Fryback, Du-
rango, Colorado; son Dennis G.
Fryback and daughter-in-law Judy
Fryback of Madison, Wisconsin;
son Alan L. Fryback and daughter-
in-law Addis Fryback of Macau,
China; son Dale M. Fryback and
daughter-in-law Gloria Fryback of
Bridgeman, Michigan; daughter M.
Lynn
Reveal
and
son-in-law
Michael Reveal of Tórshavn, Faroe
Islands; daughter Beth A. Fryback
of Bellingham, Washington; 10
grandchildren;
3
great-grand-
children, and many nephews and
nieces in Oregon, Washington and
Colorado.
Marilyn Eloise Fryback
11 May 1919 – 28 March 2004 Age 84
William H. Fryback
23 July 1920 – 9 April 2004 Age 83
15
14
Nr. 78 - 24. apríl 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Leygardagin verður fest og ballada ovar-
laga í Varðagøtu í Havn. Á hjørninum har
hendan gøta gerst granni við Mammulág,
liggur heimið hjá Rasmus Rasmussen,
klippara, trompetisti, húsavørði, lívsnjót-
ara, menniskja og so nógv annað.
Tað er heilt ótrúligt at Rasmus ikki er
eldri enn trýss, so bráður sum hann er.
Hann kann simpulhen ikki fáa ov nógv av
lívinum og tað kann ongantíð ganga
ovskjótt. Tað er fartur yvir Rasmus, og
hann útrykkir seg myndaliga, tá orð ikki
strekkja til. Tosar hann um eina hurð, so
stendur hann við henni í hondini, fatar tú
ikki beinanvegin poengið.
Rasmus hevur livað í seksti ár, og hetta
hevur hann gjørt upp á rekord tíð. Tað ber
ikki til rættuliga at tosa um tíð sum nakað
konstant og óvikiligt, tá tú tosar um
Rasmus. Hann er eitt av teimum menn-
iskjum, sum eru framman fyri sína tíð í
orðsins rætta týdningi og tað fáa vit at
kenna á egnum kroppi, sum dagliga eru
kring hann, vit klára einfalt ikki at fylgja
við.
Rasmus er ein eksplosión av energi og
hann roynir altíð nýggj mørk. Hann er
altíð í góðari tíð og frammanfyri tíðina,
og tí gongur hann mangan og bíðar, tá
onnur skulu gera seg til at gera okkurt.
Rasmus er fyrstur at seta niður í havan-
um. Hann er fyrstur í allari Havnini og so
má hann ganga og bíða til tað nælir og
sprettir, nógv longur enn hini. Hann er
fyrstur at lúka, hann er fyrstur at klippa
trøini og meðan hann bíðar ótolin eftir at
trøini vaksa so mikið, at tey kunnu klipp-
ast, so klippir hann litað pappír saman til
vakrar urtagarðar, har hann sjálvur
avgerð ferðina, hvussu skjótt vekstur, og
hvussu langt er komið út á árið. Í klippi-
rúminum hevur hann vald á náttúruni og
avgerð sjálvur hvordan og hvorledes.
"Hvussu havi eg føtt hann," segði
mamman einaferð uppgevandi í einum
føðingardegi, tá fylti støvsugaraposin
skrædnaði og endaði á gólvinum. Hann
skuldi vísa gestunum hvussu man skiftir
ein slíkan, í nýggja instutiónsstøvsugar-
anum, sum hann júst hevði keypt, og sum
var so máttmikil, at hann seyg alt sum
ikki var neglt fast. Gestirnir vóru
tvangsinnlagdir at hoyra hvørja detailju
um hendan støvsugara og at royna hann
eisini.
Jólagardinurnar koma upp fyrst í
november, ella í hvussu er eitt sindur
áðrenn øll hini og tær eru eisini fyrst niðri
aftur, tí tær hava hingið so mikið nógv
longri enn hinar í Havnini, at hann er
vorðin so inniliga troyttur av kramarhús-
um, gurliandum og nissum, tá nýggjárið
bankar á dyrnar.
Lucky Luke er kvikari enn sín egni
skuggi og Rasmus er har upp í móti. Tá
vit fóru út í verðina fyri átta árum síðan
skuldi heimið hjá okkum tømast. Í stov-
uni stóð ein høgur kaktus, næstan manns-
hædd, døkt grønur, lúnskur og vanda-
mikil. Forfedrar hansara høvdu stungið
frá hond alt í kom í nánd á eini trøð niðri
í oyðimørkini í Tunis, hagan Mouldi
Manai er ættaður. Køttur okkara og øll
onnur við vanligari respekt fyri sær sjálv-
um virdu og óttaðust kaktusin. Rasmus
vildi hava beistið niðan í Mammulág og
sum tað allarseinasta vit fluttu úr húsun-
um var hesin tornuprýddi vøkstur. Eg
stúrdi fyri hvussu vit skuldu fáa hann út,
men eg slapp ikki at stúra. Áðrenn eg
visti av, kom Rasmus sum ein hvirluvind-
ur inn í stovuna, tók við báðum ørmum
um kaktussin, snaraði á gólvinum og
steðgaði ikki aftur fyrr enn úti á trappuni,
bannandi: "Forhelviti sum hetta stingur,
vit mugu balla hann inn í okkurt, ikki
sannheit, Jústinus," segði Rasmuss og
pilkaði nakrar tornur burtur úr bringuni.
Eg nikkaði samtykkandi.
Rasmus er stórt menniskja. Han er
vinur vinnana og hann hevur stórt hjarta,
vit støðga her við hesum evninum og tosa
ikki um hvussu hann taklar sínar óvinir.
Tað er líkasum ein onnur søga. Hann er
húsavørur á nógvum stovnum hjá and-
veikraverndini í Havn og uttanfyri við.
Hann veit alt um pedagogar og hevur vist
nokk eisini eina meining um teir, eina
avgjørda meining. Tað var nú ikki sum
húsavørður at hann á fyrsta sinni kom í
samband við tey veiku í samfelagnum.
Hann starvaðist við tarnaður fólkum
niðri, áðrenn hann tók táttin upp í Føroy-
um og í Rasmussi hava tey veiku ein
góðan verja. Vága tær at tosa niður um
tey brekaðu og Rasmus fer í fimta gear
beinanvegin og hvassa tungan fær teg at
angra, at tú talaði.
Rasmus er av áhugaverdari familji í
báðar ættir og hann veit av tí. Og hann
hevur eina næstan forkelaða og eitt sindur
dempaða snobbkenslu mótvegis tí fínu
Restorff familjuni, sum seinastu øldina
hevur staðið fyri einum parti av tí út-
lendska íslettinum í høvuðsstaðnum. Tað
er ikki heilt uttan errinskap, at hann
greiðir frá langabbanum sum bakaði
fyrsta wienarbreyðið í Føroyum fyri yvir
100 árum síðan. Hvør át hetta vinar-
breyðið sigur søgan einki um og gransk-
arar klóra sær í nakkanum, júst tí hetta
ledið í føroyskari siðsøgu er horvið. Før-
oysk siðsøga fær aðra vend, tá hetta
kemur fyri ein dag. Og so snerkir hann
eitt sindur, tá spurt verður um hina
familjina, sum er fast ankrað í abban,
Rasmus á Háskúlanum, íð hann er
uppkallaður eftir. Og um Rasmus á
Háskúlanum melir tann gamla eitt sindur
stirvna, ræsta og grótføroyska mentanin
sum í allari almindiligheit og eisini í
allari beskeðinheit fær føðingardagsbarn-
ið at snerkja eitt sindur, uttan tó at missa
loyalitetin mótvegis vágafamiljuni heilt á
gólvið. Nei, abbasonur annan háskúla-
mannin hevur arvað nøsina frá upphavs-
manni tí fyrsta føroyska wienarbreyðsins,
gamla Restorff, hvørs genir ganga aftur
til týskar jødar í Týskalandi í 19. øld og
hagani heilt aftur til patriarkin Ábraham
gamla.
Rasmus er ikki sloppin ómerktur gjøg-
num lívið. Hann hevur fingið og mist,
fingið og mist og fingið aftur. Hann
hevur mist dýrt, enntá sitið sum einkju-
maður við tveimum børnum, men hann
hevur fótað sær aftur. Flisar eru farnar av
honum, men bulurin er eftir. Nú hevur
hann ment seg til eldri mann við grá-
sprongdum hári og skeggi, fullur av
lívsroyndum og einum øgiligum appetitti
eftir tí sum liggur fyri framman og sum
hann enn ikki veit hvat er. Og nú eru sjey
ár til aldursrentuaftan og Tilhaldið.
Nær fer Rasmuss at minka um ferðina,
nær fer hann at slappa av, neyvan fyrr enn
hinumegin, tá hann fer at síggja lívið í
slow motion á einum himmalskum
videofilmi. Og andaligur er Rasmus
eisini, hóast vit í allari almindiligheit ikki
seta hann so nógv í samband við tað, so
upptikin hann er av lívinum her og nú.
Men hann spekulerar nógv upp á hvussu
tað fer at vera í ævinleikanum, og hvørj-
um man fer at vera saman við har,
soleiðis í tí dagliga og kanska av og á í tí
drúgva og endaleysa degi, har tíðin
stendur í stað í ævinleikanum.
Og Rasmus spekulerar eisini upp á Gud
og setir sær tungar spurningar, sum ongin
enn hevur verið førur fyri at svara: "Ikki
sannheit Jústinus. Also hygg her! Eg havi
fingið lívið sum gávu og mín skrekkur
hevur alt mítt lív verið at farið óbrúktur
higani. Fyristilla tær nú Jústinus, tá eg nú
standi framman fyri Várharra og hann
sigur við meg. Jamen Rasmus, eg gav tær
lívið og tú kemur aftur til mín og talvan er
heilt rein, hvat hevur tú gjørt har niðri,
hevur tú slett ikki livað. Hevur tú ongan-
tíð mistikið teg, so hevur tú heldur ikki
livað. Tað má í hvussu er ikki henda."
Hann gerst heilt tómur í andlitinum, tá
hendan ramsan kemur fram eini tvær til
tríggjar ferðir um árið.
Rasmus gongur við lív og sál upp í alt
hann tekst við. Og tá eg skrivi alt, so
meini eg alt. Tað tók høvuðsstaðnum
drúgva tíð at koma seg eftir seinastu
royndina hjá Rasmussi at leggja av at
roykja. Hann royndi við einum italiensk-
um plástri og hvørt menniskja sum kom
honum í nánd slapp at síggja hansara
líðing og hansara pínda tilklistraða likam,
meðan hann næstan ørur av abstinensum
misbrúkti tunguna til Nicorette í staðin
fyri at guva. Tað fór ein lætti um havnar-
gøtur, tá fólk sóu at Rasmus aftur hevði
fest sær í.
Og so var hann arkitektur, byggiharri
og húsasmiður fyri einum høsnarhúsi,
sum hann smíðaði fyri systrina og tá
fingu vit alt at vita um hønur, um skvøtt,
um hanar, um fjaðursárheit og korn heilt
til hann sjálvur gjørdist troyttur av eggum
og øllum tí sum har til hoyrir, eggjakøku
og gessi íroknað.
Rasmus er skemtari og hann dugir væl
at fortelja eina góða. Sum skemtari, so
grínir hann heldur ikki um tú sjálvur
fortelir honum eina góða. Hann goymir
láturin til seinni. Tá tú fortelir, so hálar
hann allarhægst eitt lítið sindur í smíli-
bondini. Seinni fer hann beint í býin og á
Konditaríið og tá fortelir hann søguna
sum sína egnu og Gud náði tann sum ikki
grínir tá. Eg skal heilsa og siga hetta er
galdandi fyri allar skemtarar eg kenni og
teir eru slett ikki so fáir.
Leygardagin verður fest og ballada í
heiminum hjá Rasmus í Mammulág.
Mamman Rigmor fer at sita har sum ein
drotning og drekka sjokolade, og tosa um
arbeiðskonur og fólk sum hon kendi og
sum ikki eru á lívi longur. Mammubeigg-
in Trygvi fer at fortelja onkra góða sum
tann frálíki frásøgumaður hann er og
Restorfffamiljan sum heild fer at meta
um dygdina av køkunum við sonnum
kennara smaksleykum, ið hava ment seg
øld eftir øld heilt aftur til heilaga landið.
Háskúlafamiljan fer allarhelst at tevja
meira eitir tí turra kjøtinum og tosa um
glarfiti og hagagóð krov, um feitar rulli-
pylsur og rakar rullupylsur. Og so verða
tað so nógv onnur eisini, sum fara at
heilsa upp á føðingardagsbarnið, tí fólk
kennir hann nógv og væl dugir hann
saman við fólki, um hann sleppur framat.
Kemur tú framvið Mammulág leygar-
kvøldið, so gerst ikki skakkur um tú sær
eitt petti av Tivoli soleiðis mitt í Havnini.
Urtagarðurin er nevniliga innilokaður i
dagens andledning og fjátursstungnar
ribes og aðrar plantur óttast dómadag, nú
dagljósið so knappliga er tikið frá teim-
um. Men tað er bara tí at Rasmus fyllir
seksti og tað kunnu tær sjálvandi ikki
vita.
Kanska hoyrir tú trompetblástur, tá
hann fer at floyta og tað ger hann allar-
helst av og á hetta kvøldið, tí hann kann
ikki rættuliga gera við tað, hann má floyta
tá lagið fer upp um eitt vist á skalaðinum
til garvillan villan jubil. Og spælimaður
er hann, tó ikki fortaptur.
Og við hesum reglum skuldi eg sloppi
undan at hildið talu á føðingardegnum,
tað er so forbankað ringt at siga nakað
meiningsfult um góðar vinir. Tillukku við
degnum Rasmus.
Jústinus Leivsson Eidesgaard
Ein spilopmakari fyllir seksti
Rasmus er 60 ára gamal. Hann hevur livað hesi 60 árini upp á rekord tíð. Soleiðis sá hann
út fyri viku síðan
Mynd: Jústinus Leivsson Eidesgaard
C
M
Y
K
14