Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. apríl 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 78 - 24. apríl 2004 Nr. 78 - 24. apríl 2004 17 UTTAN ÚR HEIMI Skøkjur skulu í fakfelag Størsta fakfelagið í Evropa, tað týska ver.dis, bjóðar nú skjøkjum at gerast limir í felagnum. Felagið fór í gjár undir eitt átak, sum skal fáa skøkjur at melda seg sum limir. Afturfyri fáa tær tilboð um hjálp í skattamálum, sakførarahjálp og eitt tilboð um eina heilsukanning. Sambært ver.dis enda nógvar skøkjur í trupulleikum við teir almennu myndugleikarnar, tí tær vita ov lítið um galdandi reglur, ella tí tær fáa ikki ta neyðugu vegleiðingina. Vórtu tær limir í fakfelagnum, høvdu tær staðið munandi sterkari, sigur felagið. Tað eru kortini ikki allir týskarar, sum eru líka fegnir um átakið hjá fakfelagnum. Tey atfinningarsomu halda, at við átakinum viðurkennir fakfelagið skøkju- levnað sum eitt lógligt yrki, meðan onnur halda átakið vera eitt tekin um veikleika, og at ver.dis bara roynior at útvega sær fleiri limir. Bretar í øðini um myndir Nógvir bretar eru bæði skelkaðir og óðir, tí amerik- anska sjónvarpið CBS hevur víst nærmyndir av Dianu prinsessu beint eftir bilvanlukkuna í París, sum løtu seinni kostaði henni lívið. Myndirnar vóru umleið 15 sekund á skíggjanum, og tær vóru partur av einari sending um tað, sum hendi í París tann 31. august í 1997. Í høvuðsheitum bygdi sendingin annar á ta kanningina, sum franska løgreglan gjørdi aftan á vanlukkuna. Á myndunum, sum sokallaðir paparazzi-myndamenn tóku, sæst týðiliga, at tað er Diana prinsessa, sum liggur í bilinum, og myndirnar hava fingið øði í bretar. Sjálvt forsætisráðharrin, Tony Blair, heldur, at CBS fór alt ov langt, og tað sama siga tey avvarandi hjá prinsessuni. Bretsku sjónvarpsstøðirnar hava eisini boðað frá, at tær fara ikki at vísa myndirnar úr amerikonsku sendingini. Børn deyð av ringari mjólk Í Kina eru trettan pinkubørn deyð eftir at hava fingið vánaliga mjólk, og málið er nú við at gerast ein sonn gøla. Myndugleikarnir hava tikið fimm fólk í landslutin- um Anhui. Tey eru skuldsett fyri at hava gjørt mjólkina, sum skal hava verið so vánalig, at børnini stutt sagt doyðu eftir at hava fingið hana. Sambært myndugleik- unum hava umleið 200 pinkubørn í Anhui fingið ta vánaligu mjólkina. Læknar á einum sjúkrahúsi í lands- lutinum siga seg ongantíð hava sæð so vánaliga mjólk. Teir siga, at í summum førum vigaðu seks mánaðar gomul børn, sum høvdu fingið mjólkina, minni enn ein nýføðingur. Hjá øðrum er høvdið vaksið skjótari enn kroppurin. Tað er ikki greitt, um eitt ella eiturevni var í mjólkini, men sagt verður, at nøkur av teimum trettan børnunum doyðu bara tríggjar dagar eftir, at tey høvdu fingið mjólkina. Drúgt bókalán Eitt bókasavn á miðjarðarhavsoynni Malta fekk nú um dagarnar eina bók, sum varð lænt har fyri 42 árum síðani. Ernie Roscouet arbeiddi hjá bretska flogvápninum RAF á Malta tíðliga í sekstiárunum. Ein dagin var hann á bókasavninum og lænti eina bók. Hann gloymdi at bera hana aftur, og tá hann í 1962 flutti heim til Bret- lands, kom bókin við í viðførið. Nú 42 ár seinni fekk Ernie Roscouet tilboð um eina ferð til Malta í 65 ára føðingardagsgávu frá konuni. Hann tók av, og tá hann pakkaði kuffertið, legði hann bókina í tað. Hann sigur við blaðið Times of Malta, at hann væntaði at fáa eina stóra bót frá bókasavninum, men at hann ístaðin varð boðin innar til ein kaffimunn. Leiðarin á bókasavninum, Joe Debattista, heldur, at kanska kann søgan um bókalánið hjá Ernie Roscouet fáa onnur at lata bøkurnar aftur til rætta tíð. Amerikanararnir hava vant irakskar løgreglumenn at forða fyri ófriði, men tá ófriðurin brast á, rýmdi helmingurin av løgreglumonnunum. Einasta loysn er at senda boð eftir monnum hjá Saddam Hussein IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Sambært amerikanska gen- eralinum Martin Dempsey rýmdu 40 prosent av teim- um iraksku hermonnunum av støðum sínum, tá ófrið- urin tók seg upp herfyri, og 10 prosent av hermonnun- um fóru beinleiðis í part við ófriðarmonnunum, sig- ur hann við tíðindastovuna AP. Amerikanarar hava skip- að eina irakska trygdartæn- astu, sum hevur umleið 200.000 mans, harav teir flestu eru løgreglumenn. Amerikanskir og aðrir út- lendskir serfrøðingar hava vant trygdarmenninar, men gongdin ta seinastu tíðina hevur víst, at tað fer at taka drúgva tíð at skipa eina trygdartænastu, sum kann átaka sær at forða ófriði. Tá amerikanski herurin tann 5. apríl setti eitt álop í verk uttan fyri býin Fal- lujah, sýtti ein heil iraksk herdeild fyri at taka lut í álopinum, skrivar AP. Í Najaf og øðrum býum hev- ur tað víst seg, at teir ir- aksku løgreglumenninir hava sera lítlan hug at berj- ast ímóti uppreistrarmonn- um. Hetta hevur fingið am- erikanskar hernaðarleiðarar at tosa um, at hersetingar- valdið noyðist at taka nakr- ar fyrrverandi herleiðarar og løgregluleiðarar hjá Saddam Hussein upp í ta nýggju trygdartænastuna. Menn hjá Saddam Hussein skulu hjálpa USA í Irak Ein leki var orsøkin til tokspreingingina í norðurkoreanska býnum Ryongchon, sum kann hava kravt túsundtals mannalív TOKVANLUKKA Árni Joensen fartekst@mail.dk Nógv bendir á, at tokvan- lukkan í Norðurkorea fyrradagin er tann ringasta í søguni. Úr Norðurkorea frættist einki um vanlukk- una í gjár, men suðurkore- anskir myndugleikar vildu vera við, at vanlukkan kundi hava kravt eini 3.000 mannalív. Spreingingin hendi á sjálvari tokstøðini í býnum Ryongshon, og støðin er mitt í býnum. Tey fyrstu tíðindini vildu vera við, at talan var um tvey tok, sum stoyttu saman, og at spreingingin var so ógvuslig, tí bæði tokini vóru fullfermd við brenni- evni. Seinni skrivaði al- menna kinesiska tíðinda- stovan Xinhua, at talan var um eitt tok, sum var fermt við ammoniumnitrati, og at spreingingin stóðst av ein- um leka. Hevur vanlukkan kravt so mong mannalív, sum tey suðurkoreansku tíðindini vilja vera við, er hon tann ringasta nakrantíð. Ring- asta tokvanlukkan higartil er tann, sum hendi í India tann 6. juni í 1981, tá ein melduródn slongdi eitt full- sett ferðamannatok av breytini. Meiri enn 800 fólk doyðu. Helst ringasta tokvanlukkan nakrantíð Fylgisveinamynd av norðurkoreanska býnum Ryongchon. Jarnbreytin fer mitt ígjøgnum býin C M Y K 17 16