Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. apríl 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggi maðurin, sum er leigaður inntil kappingarenda í heyst, verður á lið- num, tá ið GÍ í morgin fer at taka ímóti ÍF, sum gøtu- menn ongantíð hava tapt ímóti í lands- kappingini UPPTAKT Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Teir hava tikið rívan til í Gøtu. Í hesi vikuni hava teir samráðst við FCK um at leiga ein álopsspælara frá teimum. Fyrrapartin í gjár varð sáttmálin undirskriv- aður, og nýggi maðurin ætlaðist at koma til Føroya í gjár. Hann verður á GÍ liðnum, tá ið teir í morgin fáa vitjan av grannunum hinumegin Varmakeldueið. Annars er politikkurin hjá GÍ, at felagið fyrst og fremst skal byggja á egið tilfeingið. Tað vil siga leik- arar, sum hava eitt náttúr- ligt tilknýtið til felagið - leikarar sum eru úr Gøtu, hava leikt við ungdómslið- um felagsins o.l. Á henda hátt skuldi kostnaðarstigi lækkast og farast skuldi aftur til røturnar í felag- num. Talan er um Vitus Ko- foed. Hann er ættaður av Bornholm, hann er 21 ára gamalur, og hann hevur verið í FCK knappliga trý tey seinastu árini. Hann hevur sáttmála við FCK inntil á sumri í 2005. Hig- artil hevur tað ikki eydnast honum at vinna sær álops- pláss í kappingini við Zuma, Toda, Álvaro, Peter Møller, Jesper Bech og all- ar hinar. Men í Gøtu ivast teir ikki í, at ein spælari, sum hvønn dag venur sam- an við omanfyri nevndu, er nóg góður at styrkja um GÍ álopið. – Hetta er ein av vin- monnunum hjá Atla Greg- ersen, sum kom úr Keyp- mannahavn og til okkara fyrr í ár. Teir báðir kennast frá Bornholm. Spælarin hevur víst áhuga at koma henda vegin fyri at uppliva nakað nýtt og kanska fáa eitt skump rætta vegin. Tí hava vit tosað við FCK, sum vit hava gjørt leigu- sáttmála við. Tað vil siga, at vit rinda leigu til FCK fyri spælaran, og FCK heldur fram at betala honum løn, sigur Jógvan Gregersen, formaður í GÍ. Tá ið vit spyrja, um GÍ í Popczynski ikki hevur ein tann besta álopsspælaran í landinum, so sigur GÍ for- maðurin, at hann kann ikki vera annað enn samdur í hesum, men so leggur hann afturat: – Eftir at hann hevur verið nógv skaddur tey bæði undanfarnu árini, er Krysztof nú væl fyri. Men tað liggja stórar byrðar á honum. Hann er venjari og skal harvið hugsa um alt liðið umframt, at hann er høvuðsálitið hjá okkum í álopinum. Hann er aldurs- forseti á sera ungum liði. Vit hava leingi roynt eftir einum kompetentum manni at hjálpa honum at skjóta mál, og nú halda vit okkum hava funnið hann. Fyrr í vár var ein AGF spælari, Martin Beck And- ersen, við GÍ í Íslandi. Ætl- anin var, at hann skuldi royndarvenja við GÍ, men hann varð skaddur beinan- vegin og fór tískil til hús aftur úr Íslandi uttan at hava vant. Síðani hevur verið tosað um, at hann skuldi koma henda vegin. Tað verður av ongum. Í AGF eru fleiri spælarar skaddir, og tær síðstu ferð- irnar hevur Martin Beck Andersen verið á superligu- liðnum. Tí var tað, at teir í Gøtu fóru at samráðast við FCK um bornholmska álopsmannin, Vitus Kofoed, sum 15. juli verður 22 ár. Og í morgin fáa gøtufólk og onnur fyrstu ábendingina um, hvussu stóran tey kunnu rokna við, at fong- urin verður hjá teimum. Millummaður í samráð- ingunum millum GÍ og FCK hevur verið Jákup í Stórustovu. Stendur væl til Gøtumenn komu í bestu deildina í 1980. Síðani tá hava teir ofta tykist við ÍF, sum hevur ferðast eitt sindur millum deildirnar. Higartil hevur tað ikki eydnast fuglfirðingum at vinna á GÍ í landskapping- ini. Tað gjørdu teir heldur ikki í bólkaspælinum í steypakappingini. GÍ vann bólkin við fullum stigatali. Tað fór bara eitt mál ígjøg- num hjá teimum. Tað var eitt brotsspark. Allir spælararnir, sum venja við 1. deildarliðnum hjá GÍ, eru tøkir. Eingin ivi er um, at Hallur Hansen fer at verja málið, og tað er heldur eingin ivi um pláss- ini í verjuni og álopinum. Harafturímóti eru tað fleiri, sum kappast um at spæla á miðvøllinum saman við Súna Olsen. Bárður komin afturíaftur Í fjør spældu Bartal Eliasen og Bárður á Lakjuni við GÍ. Bartal hevur higartil í ár verið í ÍF álopinum. Spæli- loyvið hjá Bárði á Lakjuni er eisini í Fuglafirði. Higar- til hevur hann ikki spælt nógv. Gamli knæskaðin hevur plágað. Hesa síðstu tíðina hevur Bárður aftur verið á vøllinum. Hann verður ivaleyst í ÍF hópin- um í morgin, men hann verður neyvan á vøllinum frá fyrsta bríksli, tá ið ÍF fyri fyrstu ferð síðani 1999 skal royna seg í 1. deild. Hjá ÍF er tað stórur miss- ur, at miðvallarin Høgni Zachariassen hevur brotið eitt bein í hondini. Hós- kvøldið varð ikki roknað við, at hann verður við í morgin. Eyðun Ryggsham- ar var millum teir fyrstu ellivu ímóti TB. Hann hevur trupulleikar í ryggin- um og hevur ikki vant síðstu dagarnar. Nr. 78 • leygardagur • 24. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Big Ron fekk sekkin Ron Atkinson. Litríki bretin, sum í drúgt áramál virkaði sum venjari í fremstu ensku deildunum, fekk her- fyri sekkin sum sjón- varpsvertur hjá ITV. Í dystinum millum Monaco og Chelsea helt Ron mikrofonina vera sløkta, og tí segði hann nøkur alt annað enn vøkur orð um Marcel Desailly. Orð, sum tey allar flestu mundu skilja sum rasistisk. Sjálvur segði Ron eftir hendinga, at hann als ikki rasistur, og vísti tvørurímóti á, at hann í venjarayrkinum hevur tikið hópin av littum leikarum inn í enskan fótbólt. Hinvegin ásannaði hann, at hann ikki hevði annað val enn at fara úr starvinum hjá ITV, og samstundis boðaði the Guardian frá, at hann ikki longur slapp at hava sína vikuligu klummu í teirra útgávu. -jm GÍ–ÍF: FCK álopsspælari skal spæla við GÍ Krzystof Popczynski skal sunnudagin royna seg við nýggjum álopsmakkara 19 18 Nr. 78 - 24. apríl 2004 Kallakórið Ernir úr Íslandi fer at syngja. Tórshavnar Manskór og Fuglafjarðar Sangkór verða eisini við á konsertini KONSERT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leygarkvøldið, 1. mai kl. 20, verður stór konsert í Mentanarhúsinum í Fugla- firði við luttøku av mans- kóri úr Íslandi og Føroyum og blandaðum kóri úr Fuglafirði. Kallakórið Ernir úr Ís- landi kemur higar til lands og fer at hava konsert í Mentanarhúsinum hetta kvøldið. Aftrat Ernir, fara eisini Tórshavnar Manskór og Fuglafjarðar Sangkór at syngja nakrar sangir. Tey, ið hava áhuga fyri kórsangi, kunnu gleða seg til eitt gevandi kvøld undir bestu umstøðum í Mentan- arhúsinum í Fuglafirði, leygarkvøldið 1. mai. Stór konsert í Mentanarhúsinum Tvey manskór og eitt bland- að kór verða við á stóru kon- sertini í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, 1. mai; Kallakórið Ernir úr Íslandi (mynd), Tórshavnar Manskór og Fuglafjarðar Sangkór Svenn Olsen hevði lægsta boðið Røktar-og Ellisheimið í Runavík verður nú útbygt, soleiðis at heimið kann hýsa 24 búfólkum aftrat. Timburarbeiðið við meira verður gjørt fyri slakar 17 miljónir krónur, um tikið verður av tilboðnum hjá gøtumanninum ÚTBYGGING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jørð-og betongarbeiði í samband við útbygging av Røktar-og Ellisheiminum í Runavík er í gongd, og í vikuni vórðu tilboðini uppá timburarbeiði við meira latin upp á Teknistovuni í Gøtu, sum saman við Sofusi Jacobsen hevur projekterað útbyggingina. Svenn lægstur Sjey tilboð komu uppá timburarbeiðið, og lægsta boðið átti Svenn Olsen, byggimeistari í Gøtu. Tilboðið hjá gøtumannin- um er uppá slakar 17 milj- ónir krónur, sum er einar 160.000 krónur lægri enn næstlægsta boðið. Jørð-og betongarbeiðið er komið væl áleiðis, og ætlandi byrjar timburar- beiðið um hálvan mai. Byggitíðin er 13 mánaðir, soleiðis at nýggi parturin av Røktar-og Ellisheiminum kann standa klárur at taka í nýtslu um hálvan juni kom- andi ár. Samlaða gólvvíddin í nýggju útbyggingini er út við 2.000 fermetrar stór, men ein partur av hesum er í tveimum hæddum. Eysturoyar Røktar-og Ellisheim verður útbygt norður úr verandi bygningi. Í tilboðnum uppá timbur- arbeiði, eru eisini undir- veitarar, sum eitt nú skulu taka sær av tí, sum nú verður rópt hvs, t.v.s. hita, vatni og saniteti. Undirveit- arar eru eisini teir, sum eitt nú taka sær av el-arbeiði, gólválegging og máling. Ikki undirskrivað Svenn Olsen, sum hevði lægsta tilboðið, sigur, at enn er einki undirskrivað, men sum skilst, ætla út- bjóðararnir at taka upp samráðingar við teir, sum eiga tilboðini, í komandi viku. – Eg havi hugt okkara tilboð ígjøgnum, síðan tað gjørdist greitt, at vit vóru lægstir, og eg dugi ikki at síggja, at vit ikki kunnu standa við tað, sum boðið er. Svenn sigur, at hann í løtuni hevur 10 mans í arbeiði, men tað er ikki óhugsandi, at neyðugt verður við nøkrum monn- um aftrat, tá ið byggingin av røktar-og ellisheiminum er komin í gongd. – Men, sum eg nevndi; enn er einki undirskrivað, sigur ein fegin, Svenn Ol- sen, sum hevði lægsta til- boðið. Tá ið tilboðini vórðu lat- in upp á Teknistovuni í Gøtu, vóru allir teir, ið høvdu boðið uppá timbur- arbeiðið, hjástaddir. Svenn Olsen, timburmeistari í Gøtu, hevði lægsta tilboðið uppá timburarbeiði, sum eisini fevnir um ymiskar undirveitarar. Tilboðið var uppá slakar 17 miljónir krónur Mynd: Vilmund Jacobsen Røktar-og Ellisheimið í Runavík verður nú útbygt við plássi fyri 24 fólkum aftrat. Ætlandi verður útbyggingin liðug longu hálvan juni komandi ár C M Y K 18