leygardagur 24. apríl 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 78 - 24. apríl 2004
Teir báðir, sum í
morgin fara at verja
málini í Runavík,
hava tilsaman verið í
fremstu røð í 36 ár!
UPPTAKT
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Higartil hevur spælið ikki
verið tað, sum teir í felag-
num fegnir vilja, at tað skal
vera. Tað eru teir í NSÍ
samdir í. Jens Martin
Knudsen, sum hevur verið
málverji í fremstu røð síð-
ani í 1985, hevur verið
álitið. Úti á vøllinum hevur
tað knirkað í øllum røðun-
um í steypakappingini. Í
miðverjuni royndi venjarin
ímóti FS Vágum Áka L.
Hansen í staðin fyri Mes-
sias Perreira, og tað hava
eisini verið fleiri útskift-
ingar longri frammi á vøll-
inum.
Fyri nakað síðani so at
siga lýsti Ian Højgaard seg
til sølu her á síðunum, eftir
at hann hevði gjørt av at
gevast í Vejle. Nú er hann
aftur í NSÍ, og hann verður
í hópinum í morgin. Tað
verður vónað, at hann skal
vera við til at finna melo-
diin, sum heilt sjónskt hev-
ur verið saknaður í spælin-
um í bólkaumfarinum í
steypakappingini.
Tað kemur væl við hjá
NSÍ, at Ian Højgaard er
tøkur. Ætlanin var, at Alek-
sandar Jovevic, sum spældi
á Skála í fjør, og sum hevur
bíðað eftir spæliloyvinum,
skuldi styrkja um miðvøll-
in. Tað verður av ongum.
Undir venjing týskvøldið
varð hann skaddur í lær-
krikanum, og skaðin hevur
hildið honum burtur frá
venjingini síðani tá.
Jústinus
Hansen
og
Brynjolvur Nielsen vóru
hóskvøldið rættuliga iva-
samir. Í gjár kvøldið skuldi
gerast av, um teir skulu
spæla við í morgin ella ikki.
Miðvallarin Rúni Ras-
mussen er fluttur úr NSÍ og
yvir á Skála, har hann slapp
framat fram ímóti endan-
um, tá ið Skála vann á HB.
Okkurt ivamál
Vágbingar taptu í fjør 4–0 í
Runavík. Ta ferðina skoraði
Sonni L. Petersen, sum nú
er í EB/Streymi, øll málini
hjá NSÍ. VB hevur ikki
vunnið í Runavík síðani í
1997, tá ið úrslitið var 4–1.
Tað er greitt, at Dan
Djurhuus, sum varð vístur
av vøllinum, tá ið VB
leygardagin legði rygg til
6–0 tap í Gundadali ímóti
HB, er leikbannaður ímóti
NSÍ. Veteranurin Jón Pauli
Olsen hevur vant dúgliga í
ár. Hann hevur verið skadd-
ur eitt skifti, men í hesi
vikuni hevur hann aftur
verið til venjingar.
Aftasti skansin hjá VB er
Bjarni Johansen. Á sama
hátt sum NSÍ málverjin, so
er hann ikki nakar ársungi í
føroyskum fótbólti. Fyrsta
ferðin, hann var á besta VB
liðnum í landskappingar-
dysti, var í 1987. Í stevnu-
dystinum var úrslitið 1–1.
HB skal leygardagin
reisa seg, eftir at
snópisliga tapið
mikudagin, og tó at
tað ikki standa stig
upp á spæl, so tykjast
føroyameistaranrir at
leggja nógv í dystin
ATLANTIC CUP
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Flestum kunnugt, so fekk
HB alt annað enn eina
ynskibyrjan, tá teir miku-
dagin vitjaðu hjá Skála í
ársins fyrsta landskapp-
ingardysti.
Tann dysturin var fram-
skundaður, tí HB skal
spæla
móti
íslendsku
meistarunum úr KR í
sonevndu Atlantic Cup
kappingini, og hóast tað
kanska kann tykjast tungt at
spæla longu aftur leygar-
dagin, so munnu leikararnir
sjálvir fegnast um hetta.
Í øllum førum heldur
liðskiparin á liðnum, Rúni
Nolsøe, at hetta er eitt gott
høvi hjá leikarunum at
vaska avrikið á Skála av
sær.
- Tað haldi eg gott, at
mann kann siga. Sjálvandi
er hetta ikki ein dystur, har
nakað stig stendur upp á
spæl, men fyri okkara við-
komandi er talan fyrst og
fremst um eina fína styrk-
isroynd, eins og vit kunnu
brúka dystin til at koma
víðari uppá. Hjá okkum
ræður snøgt sagt um at fáa
nakað positivt burturúr
dystinum og ikki minst at
fáa spæligleðina aftur. Og
so vilja vit fegnir hava eitt
gott úrslit eisini.
Um talan verður um
broytingar í mun til dystin
mikukvøldið, dugdi lið-
skiparin als ikki at siga, tá
vit tosaðu við hann. HB-
leikararnir høvdu frí frá
venjing hóskvøldið, og tað
einasta, sum bar til at stað-
festa, var at skaðastøðan er
óbroytt. Tað vil siga, at
Bárður
Johannesen
og
Hans á Lag framvegis ikki
eru tøkir, men at venjarin í
aðrar mátar fær blandað
kortini soleiðis, sum hon-
um lystir.
Hava møguleikan
Sjálvur var Rúni við á HB
liðnum, sum í fjør vitjaði
hjá KR í tilsvarandi dystin-
um ta árið, og tó at ís-
lendsku meistararnir vunnu
tann dystin 2-0, so heldur
hann ikki, at munurin var
tann heilt stóri. Og hann
leggur dent á, at hóast talan
er um vinardyst, so løgdu
báðir partar nógv fyri.
- Tað var als ikki soleiðis,
at liðini bara hugnaðu sær á
vøllinum. Sjálvandi er tað
tíðliga upp á árið, men
kortini helt eg, at ferðin var
rættiliga høg. Og vit høvdu
so sanniliga okkara møgu-
leikar. Áðrenn teir skora,
hava vit einar tveir opnar
møguleikar, so heilt uttan
møguleika eru vit als ikki.
- Nú kenni eg ikki nakað
til, hvussu teirra lið sær út,
men eg gangi bara út frá, at
teir hava roynt at hildið upp
á fólkið, nú teir hava verið
meistarar tvey ár á rað, so
styrkin er helst á leið hin
sama, sum seinast. So er
spurningurin bara, hvussu
vit eru fyri, sigur HB-lið-
skiparin at enda.
Vinarlag
Og íslendsku miðlarnir
tykjast ikki geva Rúna
stórvegis hjálp í so máta.
Einasta, sum er at finna,
er á heimasíðuni hjá KR,
har sagt verður, at felagið
skipar fyri útferð til dystin
móti HB, og at pláss er fyri
20 áskoðarum á ferðini.
Hvørt tað hevur eydnast at
fylt flogfarið, stendur einki
um á heimasíðuni.
Annars hevur Tórshavnar
Býráð eisini átikið sær sín
lut í dystinum. Tórshavn og
Reykjavík eru vinarbýir, og
tí fer Býráðið eftir dystin at
hava okkurt ábit fyri leik-
arunum hjá bæði HB og
KR, og verður hetta í Lista-
skálanum.
Dystir um vikuskiftið
1. deild menn
Dagf.
Dystur
Dómari
25.04
KÍ-B68
Dagfinn Olsen
25.04
GÍ-ÍF
Petur Skarðenni
25.04
NSÍ-VB
Lassin Isaksen
25.04
B36-EB/S
Páll Augustinussen
2. deild menn
24.04
B36-KÍ
Hans F. Hansen
24.04
Sumba-VB
Petur Hansen Joensen
24.04
FSV-Royn
Rúni Gaardbo
24.04
LÍF-AB
Regin Egholm
24.04
TB-B71
Jens Petur Brattalíð
3. deild menn
25.04
SÍ-B68
Suni Johansen
25.04
GÍ-ÍF
Magni Hansen
25.04
Skála-HB
Edvard Højgaard
25.04
NSÍ-TB
Jan Gardar
25.04
Fram-EB/S
Ransin N. Djurhuus
1. deild kvinnur
25.04
GÍ/B68-B36 Jan á Líðarenda
25.04
FSV-Sumba
Kristian av Kák
25.04
KÍ-EB/S
Jákup M. Kjeld
Atlantic Cup
24.04
HB-KR
Niklas á Líðarenda
NSÍ-VB:
Ian skal styrkja trilvandi NSÍ
HB-KR:
Skulu vaska Skálabotnin av sær
- Hjá okkum ræður snøgt sagt um at fáa nakað
positivt burturúr dystinum og ikki minst at fáa
spæligleðina aftur, sigur liðskiparin hjá HB, nú
teir fyrireika seg til dystin móti íslendska
meistaraliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Jón Pauli Olsen hevur vant dúgliga í ár, og væntandi verður
hann við á VB-liðnum í Runavík
C
M
Y
K
20
Nr. 78 - 24. apríl 2004
21
Fleiri av teimum, sum
seinnu árini hava
myndað landsliðs-
hópin, eru ikki tøkir
hjá B36 sunnudagin
UPPTAKT
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í B36 hava tey í vetur gjørt
nógv burturúr, at hóast
liðið hevur mist onkrar
heilt stórar profilar, so er
hópurin í ár væl breiðari,
enn hann var tað í fjør.
Nakað sum skuldi borgað
fyri, at liðið í størri mun er
ført fyri at standa seg ímóti
fráveru av stuðulsleikarum,
og longu fyrsta umfarið
skal liðið upp til eitt slag av
próvtøku í so máta.
Landsliðsveteranar úti
Fleiri av teimum, sum ann-
ars mugu roknast millum
álitini á liðnum, eru nevn-
liga burturi frá við skaða í
løtuni. Nøvn sum Jens
Kristian Hansen, Jóhannis
Joensen, Allan Mørkøre og
John Petersen eru avgjørt
leikarar, sum høvdu verið
fastir fúsir á flestu liðum í
landinum,
men
eingin
teirra verður so við sunnu-
dagin.
Fram til hóskvøldið var
annars ein vón um, at John
Petersen kundi verða tøkur,
men í samráð við fysio-
terapeturnar varð avrátt, at
tað ráðiligasta var at bíða
enn eina viku.
Tað merkir so við øðrum
orðum, at B36 má royna
seg við eitt sindur yngri
kreftum, og í steypakapp-
ingini hevur hetta so ikki
verið tann heilt stóri trupul-
leikin. Serstakliga tí liðið í
verjupartinum tykist hava
hópin av leikarum at seta
inn. Og at verjan – hóast
omanfyristandandi fráveru
– helst fer at telja Egil á Bø,
Pól Thorsteinsson, Arn-
bjørn Danielsen og Kenn-
eth Jacobsen borgar frá eini
góðari breidd. Hvussu liðið
so mannar álopspartin uttan
John Petersen, er eitt annað
mál, og her kundi tað bent
á, at talan verður um eina
uppstilling við Bárði Mort-
ansson og dos Santos í
álopinum.
Strævin dystarskrá
Í EB/Streymi mundu tey
puffa nakað, tá tað stóð
greitt, hvussu landskapp-
ingin varð løgd til rættis.
B36 úti, HB heima og KÍ
úti eru í øllum førum dystir,
sum kunnu skapa ótta fyri
eini strævnari byrjan, og tá
ein útidystir móti HB í
steypakappingini so eisini
stendur á skránni, tykist
byrðan á ongan hátt at
gerast lættari.
Hinvegin, so kann eisini
hugsast, at hetta kann virka
til at geva samansetta lið-
num eina frálíka byrjan. Í
fjør vunnu teir báðar lands-
kappingardystirnar
móti
B36. Teir hava vanliga sera
góð úrslit á heimavølli móti
HB, og tó at teir í fjør taptu
greitt fyri KÍ, so hava
klaksvíkingar eisini nøkur
ring minni um EB/Streym.
Tí er als eingin orsøk hjá
leikarunum at fella í fátt
longu undan dystinum, og
tað munnu teir sum so
heldur ikki gera. Einasta
ivamálið undan vikuskift-
inum hevur Verið Jákup
Martin Joensen, men tá vit
frættu, varð tó roknað fyri
víst, at hann fór at verða
tøkur.
Og so er spurningurin
bara, hvørt EB/Streymur
aftur í ár skal skelka høgt
miðandi árstalsfelagið, ella
um talan hesaferð verður
um sigur til liðið, sum á
pappírinum tykist vera tað
sterkara.
Hjalgrím skoraði
á 2. liði
Hjalgrím Elttør skoraði í
mikukvøldið mál fyri
Fremad Amager. Men tað
var ikki á besta liðnum í
felagnum,
at
hann
spældi. Hann var við á 2.
liði hjá Fremad Amager,
sum spælir í Keyp-
mannahavnarseriuni.
Fremad Amager spældi
ímóti Rødovre og vann 3-
2. Stutt eftir hálvleiks-
steðgin skoraði Hjalgrím
Elttør til 2-1 til Fremad
Amager. Liðið liggur
sum nummar 6 í tí, sum
verður rópt Keypmanna-
havnarseriuni, og venjari
hjá liðnum er fyrrverandi
B68- og HB-venjarin,
Frank Skytte.
Hjalgrím Elttør hevur
ikki verið við á besta lið-
num hjá Fremad Amager
seinastu tvær ferðirnar, tí
hann hevur havt ein
skaða at dragast við.
-ek
FCK-málverji
misnøgdur
Ungarski málverjin í FC
Keypmannahavn, Balázs
Rabóczki, vil sleppa at
spæla fyri eitt annað
felag sum skjótast. Hann
hevur seinastu tíðina ver-
ið eykamálverji í FCK,
og tað er hann troyttur av.
– Eg tími hetta ikki
meira. Eg royni nú at
sleppa burtur frá FCK
sum skjótast, og eg vóni,
at kann fáa loyvi til tað.
Eg havi fleiri ár eftir av
sáttmálanum enn, men
hetta bar ov tyngjandi
fyri meg, sigur Rabóczki
við Ekstrablaðið.
Hann sigur, at venjarin
hjá FCK, Hans Backe, í
longri tíð hevur ignorera
hann.
– Hann tosar við allar
spælararnar í hópinum
uttan meg. Hann hyggur
ikki upp á meg, sigur
einki, og eg fái onga
frágreiðing um, hví eg
ikki sleppi at spæla, sigur
málverjin.
-ek
B36-EB/S:
Eldra B36-liðið úti
Ronnie Samuelsen var í fjør
liðskipari hjá EB/Streymi,
men nú skal víkamaðurin
aftur royna seg í B36, og í
fyrsta landskappingar-
dystinum eru tað gomlu
liðfelagarnir, sum vitja
21
Høng Gymnasium og HF
www.hoeng-gymhf.dk
tlf.:+45 5885 2636
Á Høng Gymnasium hendur tað eisini
naka, tá ið klokkan hevður ringt út
Gymnasium og HF – skeið við kostdeild.
Ring ella hygg á heimasíðu okkara.