leygardagur 24. apríl 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 78 - 24. apríl 2004
Hóast B68 ikki hevur
vunnið í Klaksvík
nógvu tey seinastu
árini, so verður tað í
Klaksvík ikki mett
sum avgreiðslusøk at
spæla ímóti tofta-
monnum
UPPTAKT
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Í fjør vunnu toftamenn
bronsu. Av liðnum frá í fjør
er helmingurin av spælar-
unum burtur, og talan er um
lyklaspælarar,
sum
eru
farnir aðra staðni. Í morgin
fer B68 til Klaksvíkar við
nýggjum liði. Toftamenn
kappast við tíðina. Í steypa-
kappingini var úrtøkan sera
soltin. Teir arbeiða við at
spæla nýggja liðið saman.
Hóskvøldið, tá ið teir vandu
á Skála (í gjárkvøldið
skuldu teir venja í Runavík)
vóru B68’arnir so frægt
mannaðir til venjingar, sum
teir annars ikki hava verið í
ár.
Í hesi vikuni eru tveir av
nýggju monnunum fluttir
til Føroya. Talan er um
Mikkjal Thomassen og
Herbert í Lon, sum hava
gjørt seg lidnar á politiskúl-
anum í Keypmannahavn.
Stinni íslendski málverj-
in hjá B68, Albert Sævars-
son, hevur í hesi vikuni
verið í Íslandi. Hóskvøldið
varð sagt á Toftum, at hann
skuldi koma aftur á klett-
arnar undan vikuskiftinum.
Í 1988 eydnaðist tað B68
at vinna 2–0 í Klaksvík.
Síðani tá hava teir tapt
nakrar ferðir, og fleiri ferðir
hevur tað verið javnleikur.
Eitt nú í fjør, tá ið tað end-
aði málleyst.
Stórur spenningur
Í Klaksvík hevur fótbólts-
lagið higartil í ár verið gott.
Í morgin verður fyrsta
týdningarmikla royndin hjá
Ove Flindt–Bjerg og hans-
ara monnum. Við steypa-
kappingini í huga kundi tað
sæð út sum um, at talan er
um lætta uppgerð, men so-
leiðis síggja teir ikki uppá
tað í Klaksvík. KÍ hevur
higartil í ár fleiri ferðir havt
nógv spæl á heimavølli,
men tað hevur ikki altíð
gingið so væl at fáa úrtøku
burturúr møguleikunum.
Í hesi vikuni hava allir KÍ
spælararnir verið til venj-
ingar uttan Ove Nysted,
sum ikki verður við tær
næstu vikurnar. Allan Joen-
sen og Fríðin Ziskason hava
verið skaddir í fleiri vikur.
Hóast teir hava vant í hesi
vikuni, so eru teir ikki í
myndini til dystin ímóti
B68.
Jan Andreasen noyddist
út við skaða í steypadyst-
inum ímóti NSÍ. Leon
Bjartalíð loysti hann av. Jan
hevur vant aftur í hesi vik-
uni, men tað eru møgu-
leikar fyri, at Leon, sum
hevur staðið seg væl, fer at
fáa møguleikan í morgin.
Hagtølini
Niðanfyristandandi yvirlit sýnir, hvussu mótstøðuliðini hava staðið seg, tá tey hava tørnað saman í bestu deildini seinastu tíggju árini.
Ofta verður nógv tosað um hagtølini undan hvørjum dysti sær, men at hesi sum so ikki nýtast at vera eftirfarandi, mundi dysturin
mikudagin vera eitt gott dømi um.
-jm
KÍ-B68:
Bronsuliðið í
spildurnýggjari
útgávu
Ikki síðani 1988 hevur B68 fingið fult við sær út Klaksvíkini
Nr. 78 • leygardagur • 24. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Mamma er
rithøvundur
Samrøða við Marjun S. Kjelnæs,
rithøvund
Lesið síðu 8–9
FERÐAFRÁSØGN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Serra San Quirico: Bygdin
er sera lítil. Men hugtakandi
við sínum mongu múr-
steinshúsum, sum standa
heilt tøtt. Nakað kaldligt
tykist tað tó at vera, tí
meginparturin av húsunum
standa tóm.
Tað er reint og nossligt
allastaðni, og ikki nógv fólk
at síggja. Tá ferðaleiðarin
greiðir frá, at tað búgva
einans 35 fólk í bygdini um
veturin, er lætt at skilja, hví
onki fólk er at síggja.
Meðan vit ganga, greiðir
ferðaleiðarin dúgliga frá
hesari bygdini, sum er um at
doyggja út, tí alt fólkið flyt-
ur. Og beinanvegin reikar
hugurin heim til Føroya til
smáu útoyggjarnar og bygd-
irnar, har fá fólk búgva, og
sum eru við at fáa somu
lagnu.
Ferðaleiðarin steðgar við
eini hús, eini stór hús, har
eitt torn er í erva.
– Um nakar tykkara
ynskir at keypa hesi húsini,
so eru tey til sølu fyri 3.000
evrur, sigur hann.
3.000 evrur eru um
20.000 krónur. Tað sigur alt
um, hvussu lítil eftirspurn-
ingurin eftir at búgva í
bygdini er.
Húsini verða seld so
bíliga, tí tey vita ikki, hvat
tey annars skulu gera við
tey tómu húsini í bygdini,
greiðir ferðaleiðarin frá.
Kvinnubygd
Eitt annað, sum er serstakt við
hesari bygdini, er, at av teimum
35 fólkunum, sum búgva her, eru
30 kvinnur. Allar eldri kvinnur.
Ein teirra, Giovanna, kemur
gangandi eftir vegnum við eitt
sindur av rósmarin í hondini.
Hon steðgar á, tá hon sær
ókunnugt fólk og eygleiðir
okkum, meðan vit ganga móti
henni. Hon byrjar síðani at tosa,
og ferðaleiðarin roynir at umseta,
men sumt av tí, sum hon sigur,
fær hann tó ikki við.
Giovanna er 82 ára gomul og
hevur búð í bygdini alt sítt lív so
at siga.
– Eg var í Týsklandi sum
ung genta og arbeiddi, men
tað er nú so øgiliga langt
síðani, sigur hon, meðan
hon smílist blídliga.
Giovanna sigur, at tað
kann gott vera einsligt í
bygdini til tíðir, men tey
hava altíð summarið at
síggja fram til, tá fólkið
kemur aftur.
Hon greiðir frá, at maður
hennara er deyður, og at
sonurin býr saman við
henni.
– Eg havi júst verið og
fingið mær nakað av
rósmarin, tí eg fari at gera
enskan búff til døgurða til
hansara, tá hann kemur
aftur úr arbeiði, sigur hon.
Sonurin arbeiðir í øðrum
býi har í nánd.
Giovanna tosar longi við
okkara ferðaleiðara, men
hesin umsetur ikki longur, tí
hann helst hevur úr at gera
við at lurta eftir henni.
Hon hevur onki ímóti at
vera avmyndað, og tað letur
ongin okkara sær siga fleiri
ferðir. Hetta er ein hugtak-
andi eldri kona, tí hóast hon
er komin væl upp í árini, so
tykist hon bæði røsk og
førlig. Men brádliga hevur
hon fingið nóg mikið av
ølum hóvastákinum og við
einum harðmæltum ciào, fer
hon aftur til gongu oman
móti sínum húsi við
rósmarininum í hondini,
sum sonurin fer at fáa
afturvið enska búffinum, tá
dagsins gerningur er av.
Tilsaman 35 fólk búgva um veturin í Serra San Quirico um veturin, harav eru 30 kvinnur. 82 ára gamla Giovanna er ein av
teimum
Útjaðari í Italia
Í Mið-Italia finna vit eina sanna útjaðarabygd. Serra San Quirico er
ein sera lítil býur, har einans 35 fólk búgva um veturin. Men um
summarið fer fólkatalið upp um 1.000, tá øll koma í summarfrí
C
M
Y
K
23
22