leygardagur 24. apríl 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HUGLEIÐINGAR
Ása undir Kletti
Guli vestur var eitt sindur sjei.
Hann hevði frætt, at grøni vestur
kanska kom at vitja einaferð í
komandi viku. Nú var ikki at
smæðast burtur og síggja býttur
út og kanska tøva og ikki tora at
siga nakað, nei, hann avráddi
líkasum fyri sær sjálvum at vera
púra opin fyri øllum og taka væl
ímóti grøna vesti, sum hann
hevði hoyrt so nógv um. Ov
mikið skuldi verið at trivið í, tí
teir høvdu ongantíð hitst fyrr.
Hann var eisini øgiliga spentur
upp á at frætta, um grøni vestur
visti okkurt nýtt at siga sær. Teir
vóru tíverr ikki so nógvir í Havn,
tann einasti vesturin hann annars
visti um umframt grøna, var ein
appelsingulur, sum búði úti á
Hvarvinum, men hann hevði
verið so ringur av krími, so hann
hevði hildið seg innandura mesta
partin av vetrinum. Hevði ikki
verið nakran líkinda túr enn, visti
guli vestur. Tað hevði hann frætt
soleiðis undirhonds.
Nú var eisini so langt síðani, at
hann hevði fingið nakað prát við
ein annan vest. Hann ørmintist,
at hann í Skipshandlinum hevði
verið í góðum vestaselskapi og
prátið hevði gingið av tí allar-
besta um alt millum himmal og
jørð. Onkuntíð høvdu teir enntá
diskuterað politikk so tað dunaði
eftirí. Esther visti sjálvandi av
ongum, gav sær ikki far um teir,
tí hon hevði so nógv at gera við
at selja útgerð til skipsmenninar
og øll hini, sum stukku inn á
gólvið. Tað vóru ikki hissini
pløgg hon langaði yvirum diskin.
Har vóru klaffahúgvur við
teddybjarnafóðri, sum tú kundi
binda niðurundir høkuna, har
vóru langar undirbuksur, ullintar
undirtroyggjur, Helly Hansen
regnsett uppá tilboð og ikki uppá
tilboð, handskar, langar hosur,
stuttar hosur og var tað ikki á
goymlsu, ja, so fekk Ester fatur á
tí. Men í seinastuni hevði verið
heldur einsligt í vestahøpi, tí allir
hinir vestarnir vóru farnir í hvør
sína ætt, teir vórðu seldir, og nú
hekk guli vestur so einsamallur
eftir millum gummistúvlar og
regnjakkar og onkra hissini
ullinta húgvu frá Pau.
Men so hendi okkurt. Nú kom
røring í og onkur spurdi eftir sær.
Hetta var dagur í viku. Guli
vestur skalv av spenningi og
gjørdi tað, hann var mentur fyri
at síggja bæriligur út. Jú. Nú var
hann lagdur í ein plastposa og
koyrdur í ein ryggsekk. Tað
kendist nokkso løgið, tí hann
hevði ongantíð verið í einum
ryggsekki fyrr. So varð rygg-
sekkurin hirdur upp á ryggin og
so avstað í fullari ferð. Hetta var
vorðið sum. Heimkomin varð
hann tikin úr taskuni og vístur
fram fyri hinum í húskinum. Tað
var ikki sørt at tey smíltust eitt
sindur. Onkur flenti hart. Pínligt.
Guli vestur var nokkso foyur, tí
hann visti ikki ordiliga hvussu
hann skuldi reagera. Helt seg
bara kúrran og lat seg beundra.
Síðani varð hann hongdur inn í
klædnaskápið og royndi at koma
til sættis millum jakkar og
frakkar, sum har hingu.
Men skjótt var hvílistøðan
yvirstaðin. Hann varð í heilum
tikin fram og brúktur. Hevði ikki
meira enn fingið hitan, so var
hann aftur tikin fram, hongdur
uttaná jakkan og so avstað við
sjógv á baki. Ikki tí, tað var nú
sera hugnaligt at sleppa við til
gongu runt í Havn, og ofta varð
dúgliga prátað við fólk á
vegnum. Guli vestur lá undir
hvørjum orði og fekk mangt eitt
gott prát við. Hann hevði eisini
stundir at "peila av" eitt sindur
og skimast rundan um seg.
Løgið, at eingin annar vestur var
at síggja nakrastaðni. Tað var
sera trupult at síggja nakað skil á
nøkrum, tá tað byrjaði at skýma.
Bilarnir vóru eisini í so næskir
til tíðir, helt guli vestur. Í roynd
og veru áttu øll, sum vóru til
gongu, at verið í vesti, tað var
rættiliga vist. Ikki um at tala
børnini. Onkuntíð fekk guli
vestur ordiliga ilt í búkin, tí
børnini sóust ikki nær námind so
væl, sum tey áttu. Tey runnu úti
á vegnum og løgdu ikki petti í at
koma alt ov nær bilunum, sum
koyrdu framvið við tí rúkandi
ferð.
Alt gott um, at kyndilsmessa
sum boðaði frá, at gonguljóst er
til kl. 18.00, var farin afturum,
men tað visti guli vestur ikki var
eftirfarandi, tí enn var so bøla-
myrkt, at ikki var hugsingur um
at hann varð hongdur í skápið
fyri well. Guli vestur var sera
nøgdur við, at hann var aktivur
enn. Hann kendi seg sum ein
ungling og hevði ongar ætlanir
um at leggja frá sær. Enn vóru
nógvir góðir gongutúrar fyri
framman - tað visti hann. Og
bleiv ljóst um dagin, var myrkt
um kvøldið heilt fram til flagg-
dagin. Og nú skuldi grøni vestur
koma at vitja! Tað var nakað
heilt serligt. Ikki hevði hann
heilsað upp grøna vest fyrr,
hevði ongantíð borið eygað við
hann, so mestur gekk grøni
vestur onkra aðrastaðni í høvuðs-
staðnum. Havnin var jú so stór,
so tað var ikki óhugsandi at tú
kundi ganga og ganga uttan at
hitta nakran livandi vest.
Hetta var spennandi. Tá guli
vestur hugsaði seg um, so mátti
hann viðganga, at tað var nokkso
einsligt til tíðir. Hann hevði einki
havt ímóti at teir vóru fleiri í
klædnaskápinum eftir loknan
gongutúr, men eingin hugur var
millum hini í húsinum at keypa
nakran. Tey hildu kanska at tað
sá so tollut út. Tað skilti guli
vestur ikki. Tað hevði nú verið
hugfarsligt, um onkur var at
stytta sær stundir og práta við,
tá kvøldið kom. Hann hevði
roynt at komið á tal við onkran
jakka, sum hekk undir liðini á
sær í gongini, men hesin var so
svinnur - hugdi bara burtur og lat
ikki við seg koma. Kanska helt
hann seg vera nakað serstakt.
Ná. Tað loysti seg ikki at droyma
alt ov nógv, men fegnast um tað,
sum var fyri framman. Guli
vestur linkaði, hákunardrongurin
var komin at vitja, og skjótt svav
hann sín søta svøvn og droymdi
um gular, grønar og appelsin-
gular vestar, so langt eygað rakk.
Guli vestur hvakk við - mestur
hevði hann durvað, men nú
hendi okkurt. Á, sum hann var
spentur. Hann kendi á sær, at
onkur nærkaðist - at onkur var í
túninum. Skervurin esjaði og
gresjaði.
Kanska var tað grøni vestur.
Nú hevði hann ikki hugsað um
annað enn grøna vest tað mesta
av einari viku, og satt at siga
orkaði hann ikki at bíða longur.
Fótafetini nærkaðust, tey komu
nærri og nærri, dyrnar vórðu
latnar upp og......hann kikkaði
eftir ondini - alt gjørdist so
ljósagrønt og bjart, at hann
næstan datt av akslatrænum. Har
var grøni vestur við konuni í, so
skínandi bjartur og vakur. Rætt
skal vera rætt. Konan sjálv var
heldur ikki so galin. Guli vestur
avgjørdi á staðnum, at hann ikki
hevði sæð vakrari sjón nakrantíð.
Hann mundi ikki fingið eyguni
av vestinum.
Nógv rok var í gongini eina
løtu, meðan jakkar og frakkar
vórðu hongdir inn í skápið, og
eftir lítlari løtu hingu teir lið um
lið og vóru púra ørir av gleði.
Fórt tú út í gongina eina løtu
seinni (tað gjørdi eg) og legði
oyrað ordiliga tætt inn at
skápinum, har teir hingu innan-
fyri, kundi tú, um gjørdi tær
ómak, hoyra eina øgiliga gnisan,
teskan, mutlan og tutlan. Jú, í
skápinum var rættiligt kyndils-
messukæti.
2
Sosialurin Nr. 78 - 24. apríl 2004
Kyndilsmessukæti
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 341800, telefax 341801,
teldupostur: post@sosialurin.fo
Puntur nr. 9
Sosialurin Nr. 78 - 24. apríl 2004
3
NEI! Segði lítla skrímsl
Lítla Skrímsl og Stóra
Skrímsl eru ikki heilt
sum onnur skrímsl. Um
nakrar dagar koma tey út
í bók á fýra málum í fýra
londum í senn. Rakel
Helmsdal hevur skrivað
barnabók saman við
svenska Kalle Güettler og
íslendsku Áslaug
Jónsdóttir
BÓKAÚTGÁVA
Bjørt Samuelsen
Nogon banker på dörren. Det är
Stora Monster. Han som altid
ska bestemma ....
Børnini sita pinnastill á bláu
pútunum og lurta eftir søguni um
lítla skrímslið og stóra skrímslið,
sum fara at fiska. Íslendski
sjónleikarin Borgar Garðarson
lesur fyri børnunum, sum eru
komin til mentunarhúsið Luckan
í finska høvðustaðnum Helsinki.
Undir liðini á íslendinginum,
situr rithøvundurin Rakel Helms-
dal og blaðar myndirnar fram, so
hvørt sum søgan um skrímslini
líður.
NEEEEII!!! rópar Borgar, alias
Lítla Skrímsl, og smáu børnini
hveppa seg við.
Bókin er stuttlig, men kanska
eisini eitt sindur óhugnalig fyri
tey minstu.
- Teimum dámar jú væl at
blíva eitt sindur bangin, serliga
tá tað endar væl, flennur
rithøvdundurin.
Frumframførsla
Rakel Helmsdal varð boðin til
Finnlands at halda "sagostund" í
samband við mentunardagarnar
Nycel til Västnorden í Helsinki.
Her sigur hon søguna um
skrímslini og um hvussu tey
vórðu til. Barnabókina hevur hon
skrivað saman við einum
svenskum barnabókarithøvundi -
Kalle Güettler - og íslendsku
Áslaug Jónsdóttir, sum er
rithøvundur og teknari. Finnland
fær æruna av at vera fyrsta
landið bókin verður sýnd fram.
Men finsku børnini, sum her
sita og lýða á, fara ikki at kunna
keypa bókina í bókabúðunum, tí
hon kemur ikki út á finskum.
Bókin kemur á føroyskum,
íslendskum, svenskum og
donskum ein av nærmastu
døgnunum.
Væl móttikin
– Forløgini vóru sera áhugað at
geva bókina út, fortelur Rakel
Helmsdal, væl heimafturkomin
úr Finnlandi. Bøkurnar eru nú
prentaðar og liggja á keiðini,
meðan bókin er við á bókamessu
í Boulogne.
– Svenska forlagið Bonniers
tók beinanvegin undir við hug-
skotinum, og tá var ikki so
torført at fáa smærru forløgini
við, sigur Rakel. Í Danmark er
tað eisini Bonniers, sum gevur
út, í Føroyum Bókadeild Føroya
Lærarafelags og í Íslandi
forlagið Edda.
Bók um teldupost
Tað byrjaði í 2001 á svensku
oynni Biskops-Arnö. Á einum
skeiði fyri barnabókarithøvundar
og teknarar. Skeiðið var lagt til
rættis sum ein workshop, har
rithøvundar og teknarar vórðu
sett at arbeiða saman í bólkum.
– Hvør kom við sínum
uppskoti um eina søgu, sum tað
bar til at gera í felag, fortelur
Rakel.
Tey valdu at arbeiða víðari við
søguni um skrímslini, sum var
Rakelsa hugskot. Hetta var
søgan, tey mettu lættast kundi
tilevnast í stuttu tíðini tey høvdu
saman. Tá skeiðið var av, var
søgan komin væl áleiðis.
– Ofta verða barnabøkur
gjørdar soleiðis, at tekningar
verða gjørdar til ein skrivaðan
tekst, ella øvut. Tað, sum er
sermerkt við hesum mátanum at
arbeiða uppá er, at tekningar og
tekstur verða gjørd samstundis.
Tað merkir, at tekningarnar skulu
ikki bara vísa tað, sum teksturin
sigur, men siga nakað
sjálvstøðugt. Myndir og tekstir
fylla hvønn annan út, greiður
Rakel frá.
Hon hevður ongantíð áður
roynt hendan arbeiðsháttin. Og
tað er fyrstu ferð Rakel ger
myndabók fyri smá børn.
Føroyski rithøvundurin hevur
lært nógv av hesi royndini.
– Í eini slíkari myndabarnabók
er ikki pláss fyri nógvum teksti.
Teksturin skal tí vera ógvuliga
beinrakin. Tú mást rudda og
rudda í tekstinum, til tú hevur
ein tekst, sum er lættur, men ikki
simpul. Tað er næstan sum at
arbeiða við yrkingum, sigur
Rakel. Sjálv er hon von at skriva
langar tekstir, eitt nú í bókunum
um Hugo.
Aftaná skriviskeiðið í Biskops-
Arnö, hildu rithøvundarnir fram
at skriva søguna um teldupost.
- Ein kom við einum uppskoti
um, hvussu søgan skuldi halda
fram, og hini søgdu sína meining
ella komu við øðrum uppskotum.
Myndateknarin gjørdi skissur, og
eisini tær vórðu sendar um
teldupost.
Kendir rithvundar
Skrímslahøvundarnir hava øll
drúgvar royndir. Kalle Güettler
er kendur barnabókarithøvundur
í Svøríki, og Áslaug Jónsdóttir er
kend sum bæði rithøvundur og
teknari. Hon hevur millum annað
skrivað "Søgan um bláa knøttin",
ið er týdd til føroyskt.
Rakel Helmsdal hevur skrivað
bøkurnar "Tey kalla meg bara
Hugo", "Søgur úr Port Janua",
"Hvørjum flenna likkurnar at,
Hugo?" og "Drekar og annað
valafólk".
– Verður bókin væl umtókt, so
kan meira enn so hugsast, at vit
koma við einari bók afturat um
skrímslini, lovar Rakel
Bókina um skrímsl hava svenski
Kalle Güettler, íslendska Áslaug
Jónsdóttir, og føroyska
Rakel Helmsdal skrivað. Bókin
kemur út samstundis í Føroyum,
Danmørk, Íslandi og Svøríki.
Nei!
segði lítla
skrímsl
Onkur bankar uppá! Tað er
Stóra Skrímslið. Hann vil
altíð ráða, maksar á mínar
myndir og nápar pengar. Fer
hesin dagur at vera sum allir
hinir - ella fer lítla skrímslið
at tora at siga honum ímóti?
Íslendski sjónleikarin Borgar Garðarson kom til Helsinki fyri at lesa bókina
um Lítla skrímsl í menturnarhúsinum Luckan í Helsinki. Íslendski
sjónleikarin las eisini brot úr bókini Drekar og annað valafólk hjá Rakel
Helmsdal
C
M
Y
K
25
24