leygardagur 24. apríl 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 78 - 24. apríl 2004
5
4
Sosialurin Nr. 78 - 24. apríl 2004
NEYÐTØKA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Tað er leygardagur 7. mars í
1992, og klokkan nærkast trý um
morgunin. Tann hvíta klokkan
við teimum svørtu pinnunum og
sekundvísarunum gongur sína
trúføstu gongd. Men í rúminum
saman við klokkuni hendir
nakað, sum kemur at merkja 15
ára gomlu Kristinu restina av
lívinum.
Hon sigur nei. Hann, sum er
22 ára gamal, er fullur, og góð-
tekur ikki svarið, hann hevur
fingið. Hann heldur á at trýsta.
– Góði ikki? Hetta er onki
gott, sigur hon.
Men lítið hjálpir.
– Halt kjaft og njót tað!
Hann heldur fast niður á hálsin
á henni, meðan hann ger seg inn
á hana.
Klokkan á vegginum er nú
4.45. Kristina liggur og hyggur,
meðan hon gongur. Hann liggur
avdottin við síðuna av. Og so-
leiðis verða tey liggjandi. Hann
sovandi, meðan hon liggur og
starir eftir klokkuni.
---
Um tíðin verður spolað aftur, til
áðrenn alt hetta hendi, so kom
Kristina at kenna Jógvan nakrar
mánaðir frammanundan. Hann
var soooo sjeikaligur og vælum-
tóktur millum tær yngru gentur-
nar. So tað var ikki eiti á, tá tey
bæði byrjaðu at tosa um, at
Kristina skuldi koma norður at
vitja okkurt vikuskiftið.
Tey búðu á hvør síni oyggj, so
tá vikuskiftið upprann, fór
Kristina glaðbeint avstað.
Mamman var ikki heilt trygg við
tankan, um at lata 15 ára gomlu
dótrina fara avstað at vitja ein
sjeik, men gav at enda eftir.
– Bummurin á ferguni fór
niður, og eg sá hann í bilinum.
Tá hugsaði eg, at kanska átti eg
ikki at farið. Kanska tað hevur
verið ein sætti sansur ella okkurt
líknandi, greiðir Kristina frá,
sum tó leggur afturat, at tað ikki
var komið henni til hugs, at nak-
að fór at henda.
Í bilinum á veg heim til hans-
ara buldrar Extreme í hátalarun-
um. Tey koma uppá pláss, og
heilsað verður uppá foreldur og
so víðari. Fríggjakvøldið gongur
sína gongd.
---
Leygarkvøldið heldur ein av
vinunum hjá Jógvani veitslu. Tey
fara hagar, og Jógvan verður
skjótt fullur.
– Eg keddi meg av hundunum
til. Eg kendi ongan og vildi bara
sleppa at sova, so eg kundi
sleppa heim aftur dagin eftir,
minnist Kristina.
Tey fara so heim aftur til
Jógvan. Kristina letur seg úr,
leggur klæðini á ein stól við
songina og fer undir dýnuna.
– Eg minnist, hvussu ilt eg
fekk. Eg lá bara har og bíðaði til
tað var yvirstaðið. Og tí hann var
so fullur, so tók tað so langa tíð,
greiðir Kristina púra róliga frá.
Hon skríggjaði ikki. Hon lá
bara har.
– Tað hevur jakstrað meg nógv,
at eg onki gjørdi. Í so og so
nógvar minuttir tók hann ræðið á
kroppinum hjá mær, og eg gjørdi
onki annað enn at siga nei nakrar
ferðir. Láturligt, hvussu ein fer at
hata seg sjálvan fyri ikki at hava
gjørt nóg mikið. Serliga tá tað
ikki er ein sjálvur, sum hevur
gjørt nakað skeivt.
---
Tá Kristina fór heimaftur dagin
eftir, hugsaði hon bert um, hvat
hon skuldi siga. Vinkonurnar
fóru, sum vera man, at forvitn-
ast, og tí skuldi ein søga vera
klár. Tá alt kom til alt, so vildi
hon als ikki heim, tí hon var so
flov, og harafturat skammaði hon
seg.
Heimkomin fór Kristina bein-
leiðis í brúsuna.
– Eg stóð leingi frammanfyri
speglinum og hugdi, um man sá
nakað á mær. Men eg helt ikki,
at har var nakað at síggja.
Vinkonurnar vóru sjálvandi
spentar at vita, hvat var hent.
Men Kristina fortaldi onki. Fyri
bestu vinkonuni segði hon, at
Jógvan hevði tvingað hana í song
við sær, men tá vinkonan segði,
at so var tað neyðtøka, avnoktaði
hon blankt.
– Eg helt, at eg sjálv hevði
skyldina, tí eg hevði ikki gjørt
nóg mikið. Harafturat so kundi
tann, sum eg metti verða sjeikur
hjá mær ikki neyðtakxa meg.
---
Í januar 1993, knapt eitt ár eftir,
kom Kristina saman við einum
drongi, sum hon hevði verið
forelskað í leingi.
– Eg minnist væl, tá vit fóru í
song saman fyrstu ferð. Alt kom
fram fyri meg aftur. Klokkan,
kenslurnar, rúmið. Alt. Aftaná
segði eg við hann, at eg var ikki
klár til hetta, og tað góðtók hann
eisini, sjálvt um hann ikki visti,
hvat var hent.
Eftir loknan 10. flokk fór valdi
Kristina at fara at vitja systir
sína, sum búði uttanlands. Hon
skuldi verða burtur í eitt longri
tíðarskeið.
Systrarnar báðar sóust ikki
nógv, tí eldra systurin var flutt úr
Føroyum sum ung, so tá Kristina
kom á vitjan, sótu tær mangan
uppi langt út á náttina og prátaðu
um alt, sum var hent í Føroyum
seinastu árini.
---
Eitt kvøldið tá systrarnar sótu og
prátaðu, kemur tosið inn á Jógv-
an. Tað endar við, at Kristina
fortelur systur síni, at hann
noyddi hana í song við sær.
Systurin, sum er seks ár eldri enn
Kristina, var sjálvandi beinan-
vegin fullgreið yvir, hvat hetta
snúði seg um. Men Kristina helt
áfram at nokta, at talan var um
neyðtøku. Í fyrsta umfari fekk
systirin ikki so nógv úr henni,
men dagin eftir valdi Kristina at
skriva meginpartin av tí, sum var
hent niður í eina bók, sum hon
kallaði svarta bók. Tá systirin
hevði lisið, hvat Kristina hevði
skrivað, segði hon klárt og týði-
liga, at her var talan um neyð-
tøku.
– Tað var fyrsta ferðin, at eg
lovaði mær sjálvari at hugsa, at
tað var neyðtøka. Og eg veit
eisini, at um systur mín ikki
hevði spurt, so hevði eg heldur
onki sagt.
Hetta hendi 18 mánaðir eftir
sjálva neyðtøkuna.
Avtalað varð so, at Kristina
skuldi fáa serkøna hjálp. Hon fór
til ein sálarfrøðing í býnum, og
hendan royndi at fáa rættiligt hol
á, men tað eydnaðist ikki heilt.
– Eg tosaði nógv, men hon
bleiv við at siga við meg, at eg
var ikki nóg óð, og at eg fortaldi
Eg skammi meg ikki longur
- Tað hevur jakstrað meg nógv, at eg onki
gjørdi. Í so og so nógvar minuttir tók hann
ræðið á kroppinum hjá mær, og eg gjørdi
onki annað enn at siga nei nakrar ferðir.
Láturligt, hvussu ein fer at hata seg sjálvan
fyri ikki at hava gjørt nóg mikið, tá tað ikki
er ein sjálvur, sum hevur gjørt nakað skeivt,
fortelur 27 ára gamla Kristina í dag - 12 ár
eftir, at hon varð neyðtikin
ikki alt. At enda segði hon, at eg
kundi gott siga tað á føroyskum,
um eg vildi. Bara tað kom út.
Tað endaði so við, at eg fekk
sagt rættiliga nógv, men eg for-
taldi ikki alt í smálutum, sum var
hent.
Eftir at hava gingið eina tíð
hjá sálarfrøðingi, noyddist
Kristina heim aftur til Føroya.
Vitjanin varð av onkrum ser-
ligum umstøðum heldur
knappliga avbrotin. Og um hetta
mundið hevði systur Kristinu
ringt heim og fortalt
foreldrunum, sum framvegis
onki vistu, hvat var hent. Eisini
hevði Kristina sjálv ringt til
sjeikin og fortalt honum tað.
---
Kristina var glað fyri at vera
heimaftur komin. Tað gekk ein
tíð, og alt gekk sína vanligu
gongd. Men so eitt kvøldið, tá
hon og sjeikurin skuldu rættiliga
hugna sær, breyt múrurin saman,
og hon fór at gráta.
– Hetta var fyrsta og einasta
ferðin, eg græt ordiliga hysteriskt
um tað, sum var hent. Meðan eg
græt, kláraði eg at fortelja hon-
um tríggjar teir týdningarmestu
smálutirnar, sum eg ikki hevði
fortalt fyri nøkrum øðrum.
Mammuna fekk Kristina
sjálvandi eisini tosað við. Hon
hevði uppdagað, at okkurt var
hent, men hvat tað var visti hon
ikki. Tað kom als ikki mammuni
til hugs, at júst hetta var hent fyri
dóttir hennara.
---
Í dag fyllir hetta ikki nógv í lív-
inum hjá Kristinu. Hon er komin
víðari. Tað eru liðin 12 ár síðani
neyðtøkuna, og nú vendist alt
ikki í henni longur.
– Eg eri 27 ár í dag, og eg eri
fullgreið yvir, hvat tað var, sum
hendi. Eg hugsi um tað viðhvørt,
men eg fái ikki ilt av tí. Eg
skammi meg ikki longur. Eg
hugsi bara, at hatta er eitt av
tingunum, sum hava gjørt meg til
tann persón, eg eri í dag. Men
um eg hevði verið øðrvísi, um
tað ikki var hent, veit eg ikki.
Nærmastu vinir og familja vita
nú, hvat Kristina var úti fyri sum
15 ára gomul. Kristina sigur
sjálv, at tá kjakið kemur inn á
neyðtøku, so velur hon antin at
rýma út ella at sita pinnastill og
lurta.
Tá hon verður spurd um, hví
hon ikki valdi at melda tað, spyr
hon bara, hvussu hon skuldi havt
prógvað tað.
– Tað vóru ongi sjónlig merki
á mær, og tá so long tíð er liðin,
so verður tað bara verri og verri
at prógva fyri ikki at siga, at tað
als ikki ber til.
Men Kristina er ikki beisk.
Bara kedd.
– Mest av øllum, eri eg kedd
av, at hatta skuldi henda fyri
mær. Tá eg til dømis síggi ein
film um neyðtøku ella fjøl-
miðlarnir viðgera tað, so hugsi
eg bara, at hatta var nakað, sum
einaferð hendi fyri mær.
Skrásetta talið av neyðtøkum
og blygdanarskemd og øðrum
í Føroyum var í 1997 23. Í
2002 var talið hækkað til 42
- Nøvnini í greinini eru ikki
røttu nøvnini. Kristina valdi
av persónligum ávum at vera
ónavngivin
FAKTA
Dagbókbrot
25.09.1993
Í morgin skuldi eg upprunaliga til ráðgeving, men
tað var so forbiðið dýrt, so at eg havi avlýst. Men
vit ringdu til eitt annað stað, har tað er bíligari, og
eg vænti, at eg sleppi fram at skjótt. Eg hopi tað, tí
eg eri móð og troytt av øllum hesum nú. Eg orki
ikki meira, vil bara sleppa víðari við mínum lívi….
….nú havi eg endiliga fingið mót til at skriva alt
niður, sum hendi. Og systur mín hevur fingið meg
at viðurkenna, at tað veruliga var neyðtøka. Eg
segði nei, men hann gjørdi tað allíkavæl. So tað
var neyðtøka, sjálvt um tað var heima hjá honum,
og vit fjasaðust.
08.10.1993
Og so droymdi eg aftur í nátt. Nú kann vera nokk.
Eg tók systur mína upp á orðið og ringdi til eitt
center í morgun. Eg fekk eina avtalu við tey, at eg
skal koma inn at tosa við ein ráðgeva
mánamorgunin klokkan 11. Well, here goes!
Vit fara eisini at ringja til mammu í morgin, tá
fari eg at siga henni alt. Eg má!
…eg gleði meg til eg havi fingið byrjan upp á
endan av hesari marruni….
- Eg eri 27 ár í dag, og eg eri fullgreið
yvir, hvat tað var, sum hendi. Eg hugsi
um tað viðhvørt, men eg fái ikki ilt av
tí. Eg skammi meg ikki longur, sigur
Kristina, sum fyri 12 árum síðani
varð neyðtikin
Modellmynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
27
26