Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-22, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mai 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Súni á landsliðið Fleiri spælarar vístu, at teir ætla sær á landsliðið. Ongin ivi kann verða um, at Súni Olsen verður á miðvøllinum, tá Føroyar spælir í Írlandi. Hann hevur í fleiri dystum víst, at hann er í landsliðsformi. Sama kann sigast um ein mann sum Heina Vatnsdal. H E S A V I K U N A fótbóltur effodeildin Tórður Thomsen: 3 Sá ikki heilt heppin út í málum hjá Fróða Benjaminsen og hevði trupulleikar við útspørkunum. Spældi annars ein fínan dyst í málum og hevði eisini onkrar stór bjargingar. Høgni Eysturoy: 4 Kom væl frá uppgávuni at ansa eftir Símuni Samuelsen. Var ikki so aktivur í álopsspælinum, men tað mundi helst verða ein avleiðing av uppgávuni í verjuni. Martin Pedersen: 3 Fekk sítt seinna gula kort stutt fyri hálvleik. Fyrra var einki at ivast í, meðan tað er ilt at fáa eyga, fyri ikki at siga oyra á hví hann fekk seinna gula kortið. Málini hjá HB í fyrra hálvleiki høvdu ikki komið við góðum verjuspæli. Hørður Askham: 3 Stóð royndina seinast, men hesa ferð restaði eitt vet í. Serliga eru tað málini í fyrra hálvleiki hjá HB, sum arga. Tey vóru avleveringar inn um verjuna. Spælir annars sum ein royndur verjuspælari í ár. Símun Joensen: 3 Hevði trupulleikar við Christiani R. Mouritsen, sum nakrar ferðir megnaði at dribbla hann av. Er ikki eins framrættaur og í meistaraárinum og tað merkir avrikini. Er fyri tað mesta bara í verjustøðu. Róaldur Jakobsen: 4 Hevur onkuntíð verið meiri sjónligur á miðvøllinum, men átti sín lut í at B36 kom aftur í dystin. Skoraði eitt gott mál, men misti eisini bóltin tá HB legði seg á odda. Súni Olsen: 5 Kundi verið dagsins spælari. Vísti at hann skal aftur á landsliðið. Stríddist fyri fleiri og kom fleiri ferðir í góðar skotstøður. Skoraði sikkurt til 3-2, tá hann fekk møguleikan seint í dystinum og legði upp til 2-2 málið við frísparksinnleggi. Aftur á landsliðið, takk! Jákup á Borg: 3 Spældi aftur á gamla høgra vonginum, men var ikki so sjónligur, sum hann hevur verið fyrr. Eigur sín lut í, at HB fekk lítið gjøgnum sína vinstru síðu, men kom ikki til so nógv í álopspartinum. Gilli Sørensen: 5 Kundi eisini verið dagsins spælari. Bjóðaði av allan dystin og meddaði til tá hann kundi. Millum annað rakti hann stongina úr spískum. Hevði takið á Jógvan Róa og trossaði ein skaða stutt fyri hálvleik, tá fleiri aðrir helst høvdu farið út. Adeshina Lawal: 4 Trívist í dystunum móti HB. Hetta kemur helst av at B36 fær pláss at spæla á, tá teir spæla móti HB. Er skjótur og bjóðaði fleiri ferðir av. Skoraði eisini við høvdinum stutt fyri hálvleik. Tykist sterkur í nær­dystunum og vann eisini fleiri luft bóltar. Rasmus Dan Sørensen: 3 Var millum teir minni sjónligu á liðnum hjá B36, men legði nógv fyri og stríddist væl. Hevði ein møguleika tíðliga, men datt stigvíst úr dystinum. Avrik: tøl 1 til 6 B36 3 (2) HB 3 (2) Tróndur Arge – Gundadalur Onkur má steðga HB um tað skal verða nakar spenningur í landskappingini í ár. Tað gjørdi B36 2. hvítu­sunnu­dag, men KÍ tók ikki av møgu­ leikanum í Trongisvági. B36 var bara minuttir frá at vinna dystin, sum annars var javnur í allar mátar. HB mundi hava fleiri vanda­ miklar møguleikar, meðan B36 mundi hava bóltin eitt vet meiri. Beint fyri hálvleik fingu liðini hvør sín spælara út­ vístan. Meðan HB eina løtu lenaði seg upp ímóti einum reyðum korti, so var heldur ivasamt um B36 átti sítt seinna gula kort. Fróði setur B36 upp á pláss Tað gjørdist tíðliga greitt, at hendan grannauppgerðin fór at verða hendingarík og ferð­mikil. B36 hevði fyrstu roynd­ina, meðan Martin Pedersen var knappur at koma í millum, tá HB fór í mót­álop. Fyrst fekk Martin Pedersen gult kort fyri at bresta saman við Kristini R. Mouritsen, áðrenn sami Kristin R. Mouritsen átti skot á stongina. Stutt seinni fekk Jóhan Troest Davidsen gult kort fyri at taka ein bólt við inn á vøllin, tá B36 royndi at seta spælið í gongd skjótt. Christian R. Mouritsen var ein støðug hóttan móti B36 verjuni, meðan Fróði Benjaminsen virkaði tendrað­ur í álopspartinum. Tá dysturin var eitt korter gamal kom fyrsta málið. Róaldur Jakobsen misti bólt­in í uppspælinum og so gekk skjótt. Bólturin endaði hjá Christiani, sum lyfti bóltin inn um verjuna hjá B36 til ein púra leysan Fróða Benjaminsen, ið skoraði trygt til 1-0. Stutt seinni fór Jóhan Troest Davidsen í eina tak­ ling. Dómarin bríkslaði ikki fyri frísparki, men helst var miðverjin hjá HB heppin, at Petur Reinert ikki bríkslaði fyri frísparki, tí hann sá út til at raka mannin eins nógv og bóltin. Løtu seinni fekk HB eitt einfalt mál. Jógvan Rói Davidsen sendi eina langa send­ing fram til Fróða Benjaminsen, sum enn eina ferð rann inn um verjuna. Hesa ferð sá Tórður Thomsen og verjan hjá B36 ikki gott út og skuldi helst í felag havt vart fyri. Líka legði Fróði í og prikaði bóltin í málið. 2-0 og HB sat tungt á dystinum. Tað er áleið nú, at tey flestu liðini høvdu mist mótið – men ikki B36. B36 svarar aftur Í staðin fyri at sígga veru­ leikan í eyguni, so fór B36 at spæla fótbólt. Góðan álops­ kendan fótbólt. Serliga á mið­ vøllinum og í vinstra borið riggaði væl. Gilli Sørensen bjóðaði av fleiri ferðir og var als ikki bangin fyri at skjóta. Okkurt skoti fór langt við síðuna av, meðan tað besta brast í stongina úr spískum. Á miðvøllinum vóru Róaldur Jakobsen og Súni Olsen omaná eina løtu. Súni Olsen kom fleiri ferðir í skot­ støðu og hevði okkurt frí­ spark. Á miðvøllinum gjørdi Heini Vatnsdal fríspark og fekk gult kort. Løtu seinni gjørdi hann aftur fríspark til nak­að, ið minnir um gult kort, men Petur Reinert valdi ikki at vísa sterka miðvallaranum av vøllinum. Hetta kunnu B36 viðhaldsfólk av røttum iðra seg um. Tveir minuttir fyri tíð fekk B36 løn fyri stríðið. Róaldur Jakobsen kom í góða skot­ støðu og meddaði til. Hóast skotið ikki sat heilt úti við stong­ina, so fór bólturin all­ an vegin í málið. Síðani fingu Jóhan Troest Davidsen og Martin Pedersen sítt seinna gula kort. Í minuttinum eftir fær B36 fríspark í høgru, sum Súni Olsen sendi innfyri. Har stóð ein púra leysur Adeshina Lawal og stútaði bóltin í málið. – Jóhan T. Davidsen dekk­ aði Lawal í deyðbóltstøðum og tí stóð hann púra leysur, B36 steðgaði aftur HB Seks mál, tvær útvísingar, fleiri málmøguleikar, eitt stig í part og summar og sól. Tað var hvat áskoðararnir í Gundadali fingu 2. hvítusunnudag, tá HB og B36 spældu javnleik 3-3 Johan Reytt