Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mai 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur sigur Oddbjørn Joensen, venj­ari hjá HB við Rás2. Frísparkið hjá Súna Olsen var gott, men helst skuldi Hans Jørgensen verið komin út til innleggið, tí Lawal er tætt undir málinum, tá hann skallar. Tvær útvísingar í einum Dysturin fekk eina brádliga vend, tá bæði Jóhan Troest Davidsen hjá HB og Martin Pedersen hjá B36 fingu sítt seinna gula kort og harvið út­vísing, ein minutt fyri hálvleik. Jóhan Troest Davidsen fór í takling og metti helst, at hann rakti bóltin fyrst. Eina løtu sá út til, at Petur Reinert fór at lata hann sleppa, men brádliga hálaði hann gula kortið upp úr lumma­num og gav Martin Pedersen sítt seinna gula. Sum skilst var hetta fyri at spyrja dómaran um hann ikki skuldi geva HB spælaranum sítt seinna gula kort. Í somu løtu hann gav Martini seinna gula kortið rópti hann aftur á Jóhan Troest Davidsen og gav honum somuleiðis seinna gula kortið. Tað er ilt at meta um akku­rát hvat og hvussu, men samanlagt munnu B36 ararnir iðra seg mest um reyðu kortini, tí bæði Jóhan Troest Davidsen og ser­liga Heini Vatnsdal vóru á mark­ inum til at fáa sítt seinna gula fyri fríspørk, meðan Martin Pedersen hóast alt »bara« kom við eini við­merking, sambært keldum hjá Sosial­ inum. Hendan við­merk­ing­ in hevði heldur ikki komið, um dómarin var greiður frá byrjan og gav Jóhan Troest Davidsen gula kortið áðrenn menn fóru at munnhøggast á vøllinum. 10 móti 10 Í seinna hálvleiki hendi ikki eins nógv. Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36, flutti Súna Olsen í mið­ verj­una, meðan Oddbjørn Joensen, venjari hjá HB, flutti Heina Vatnsdal í miðverjuna. Útvís­ingarnar settu sín dám á dystin, sum ikki hevði sama fram­rættaða spælið yvir sær sum í fyrra hálvleiki. Størstu møguleikarnar mundi HB hava. Fyrst var tað Símun Samuelsen, ið gjørd­ist púra leysur eftir frí­spæling frá Christiani R. Mouritsen, men Tórður Thomsen stórbjargaði. Løtu seinni sendi sami Christian R. Mouritsen framherjan, Andrew av Fløtum avstað við at lyfta bóltin inn um verj­una hjá B36, men skotið hjá Andrew fór omanfyri. Sjey minuttir fyri tíð kom B36 á odda. Gunnar Haraldsen avleveraði bóltin beint fyri føturnar á Súna Olsen, sum takkaði fyri og legði B36 á 3-2. Fagnaðurin var at fáa eyga á. Alt B36- húsið var á gosið, meðan spæl­ararnir hoppaðu í ein trunkað frammanfyri fyri hús­inum. Tveir minuttir fyri tíð megn­aði HB so at javna til 3-3, tá Christian R. Mouritsen slapp til skot inni í brots­teig­ inum. Meðan bólturin brast í netið komu boð av Tvøroyri, at KÍ bara fekk eitt stig. Úr Runavík frættist, at Víkingur aftur hevði mist á útivølli. Sostatt er ongin skaði hendur í landskappingini viðvíkjandi frástøðuni niður til nummar tvey. Fyri B36 kom tað illa við at missa tvey stig so seint í dystinum, men avrikið var gott og boðar frá góðum um skaðar ikki petta liðið sundur. Fýra teir bestu Tað vóru fýra spælarar, sum allir kundi fingið heitið dags­ins spælari. Tveir hjá HB, Fróði Benjaminsen og Christian R. Mouritsen, og tveir hjá B36, Súni Olsen og Gilli Sørensen. Teir fýra spældu allir til eitt 5-tal. Umframt teir, so vóru eis­ ini fleiri onnur góð avrik á vøllinum og talan var um eina góða grannauppgerð. Hetta er onnur grannauppgerðin á rað, at áskoðararnir hava fingið nógv fyri pengarnar. Nógv fólk var í Gundadali og onkur helt fyri, at tað mundi verða tí at Premier League kappingin í Onglandi er komin at enda. Tað skal verða ósagt um so er, men bæði liðini kunnu liva við javn­leik­inum. B36, tí avrikið var so gott, og HB tí einki er broytt á stiga­talvuni og liðið er fram­ vegis ósigrað hetta kapp­ ingar­árið, umframt at avrikið somu­leiðis var gott. trondur@sosialurin.fo Várharra má eisini møta til tíðina Dysturin mána­ dagin var seinkaður áleið tíggju minuttir, tí útigudstænastan gjørdist nakað drúgv fyrr á degnum. Hetta førdi við sær, at kvinnu­dysturin var seinkaður og tað endaði við, at granna­ uppgerðin í Gundadali mátti útsetast í tíggju minuttir. Hans Jørgensen: 3 Fekk møguleikan framum Teit Gestsson, men stóð ikki eins væl og ímóti EB/Streymi. Kundi møguliga havt komið út til innleggið, sum Lawal stútar í málið til 2-2. Hevði onkra stórbjarging, men tosar ikki eins nógv og Teitur. Jógvan Rói Davidsen: 3 Hevði trupulleikar av vælspælandi Gilla Sørensen, sum kom til fleiri skot. Kom væl framvið í álopsstøðu og hevði fleiri innlegg. Átti eisini ein málgevandi avlevering til Fróða Benjaminsen, tá HB legi seg á odda 2-0. Jóhan Troest Davidsen: 3 Spældi yvir miðal, men bleiv útvístur beint fyri hálvleik. Ivasamt um tað var til gult kort, men serliga fyrra gula kortið, fyri at taka annan bólt við á vøllin, var býtt. Kundi eisini fingið seinna gula kortið áðrenn. Spurningurin um hatta var landsliðsmøguleikin, ið reyk? Gunnar Haraldsen: 4 Spældi væl yvir miðal allan dystin, men feilavleveringin, ið var upphavið til 3-2 málið hjá B36 telur sjálvandi niður. Er ótrúliga sterkur í luftspælinum. Alex José dos Santos: 3 Spældi ein miðal dyst. Hevði gott tak á Jákupi á Borg, sum hesa ferð spældi í høgru. Megnaði ikki at kom nóg nógv framvið og misti onkrar minni hepnar bóltar. Heini Vatnsdal: 4 Heppin at verða á vøllinum allar 90 minuttirnar. Fekk gult kort í fyrra hálvleiki og løtu seinni gjørdi hann fríspark, sum eins væl kundi givið seinna gula. Fluttur í miðverjuna í seinna hálvleiki. Spennandi um hann fær landsliðsboð komandi viku. Fróði Benjaminsen: 5 Ein av fýra, sum kundi verið útnevndur sum dagsins spælari. Skoraði tvey mál og var mál­søkjandi allan dystin. Bleiv minni sjónligur í seinna hávleiki. Kristin R. Mouritsen: 3 Arbeiddi hart á framrættaða miðvøllinum og hevði millum annað eitt skot á stongina. Mangar tað seinasta fyri at blíva ein avgerandi spælari, men riggar væl á miðvøllinum saman við Heina og Fróða. Christian R. Mouritsen: 5 Kundi eisini verið dagsins spælari. Umframt at skjóta eitt mál og leggja upp til eitt, so var hann fleiri ferðir vandamikil við bóltinum. Spælir meiri støðugt enn hann hevur víst fyrr. Símun Samuelsen: 3 Fekk ikki eins nógv burturúr sum Christian. Var væl eftiransaður av Høgna Eysturoy. Hevði onkrar renningar fram eftir síðuni, men fekk ikki so nógv burtur úr. Andrew av Fløtum: 3 Var ein partur av uppspælinum og tað dugur hann væl. Fekk ein gyltan møguleika í seinna hálvleiki, tá Christian lyfti bóltum inn um verjuna, men brendi. Avrik: tøl 1 til 6 Nakað so deiligt at síggja so nógvar áskoðarar til dystin. HB-húsið, B36- húsið, “Bygda-skýlið” og bakkin vóru øll næstan full. Um tað var áhugin fyri dystinum, góða veðrið ella at Premier League er endað skal verða ósagt, men hugaligt var tað Tað má verða reyðu kortini, ið sóu út til at spenna bein fyri góða spælinum í seinna hálvleiki. Hans Jørgensen Jóhan T. Davidsen ■■■ Gunnar Haraldsen Jógvan Rói Davidsen Alex J. dos Santos (Pál M. Joensen, 87.min) Heini Vatnsdal ■ Fróði Benjaminsen Kristin R. Mouritsen (Bárður Olsen, 65.min) Christian R. Mouritsen Símun Samuelsen Andrew av Fløtum Tórður Thomsen Hørður Askham Martin Pedersen ■■■ Høgni Eysturoy Símun Joensen ■ Róaldur Jakobsen Súni Olsen Jákup á Borg Gilli Sørensen (Benjamin Heinesen, 82.min) Rasmus D. Sørensen Adeshina Lawal (Robert H. Brockie, 70.) B36 - HB 3-3 (2-2) 1-0 Fróði Benjaminsen, 10 2-0 Fróði Benjaminsen, 19 1-2 Róaldur Jakobsen, 43 2-2 Adeshina Lawal, 45 3-2 Súni Olsen, 83 3-3 Christian R. Mouritsen, 88 Dómari: Petur Reinert Myndir: Álvur Haraldsen Christian R. Mouritsen og Gilli Sørensen vóru tveir av bestu spælararnir á vøllinum í ferðmiklari grannauppgerð ...og martin