mikudagur 22. mai 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Tað er tøtt kapping um
næstfremsta plássið. Frá KÍ
á 2. plássi og aftur til TB á 8.
plássi eru seks stig, og við 2-0
sigrinum í Sørvági í gjár lyftu
meistararnir í EB/Streymi
seg fram á fimta plássið, og
nú er EB/Streymur bara trý
stig frá silvurplássinum.
KÍ er næstfremst við 17
stigum, og harvið er fjar
støðan fram til HB framvegis
sjey stig. Fyri bara triðju ferð
í ár misti HB stig, men tá ið
kappingarneytarnir
ikki
tóku av, so er tað framvegis
bara spenningur um næst
fremsta plássið og ikki um
oddasessin.
– Nú hava vit tvær ferðir
á rað og fimm ferðir í alt
verið partur av javnleikum.
Tað er ikki nóg gott, og nú
er tað einki, sum eitur. Tað er
neyðugt at vinna fulla úrtøku,
tá ið NSÍ kemur norður, men
tað verður ikki lætt, tí NSÍ
vísti vit 3-0 sigri á Víkingi,
sum vit fyri viku síðandi
spældu javnt ímóti, at liðið
er orduliga komið fyri seg,
staðfesti KÍ liðformaðurin
Hjalgrím Elttør, tá ið dómarin
hevði bríkslað fyri síðstu
ferð í Trongisvági, har tað
endaði 1-1 millum TB oig KÍ.
Bæði málini vórðu skorað í
tíðini, sum dómarin hevði
lagt aftrat.
– Tað var tætt og spenn
andi og ivaleyst eisini undir
haldandi, men eg haldi ikki,
at dysturin var væl spældur.
Teir leggja seg framum við
beinleiðis frísparki, og tá ið
so lítil tíð er eftir at svara
aftur í, so kunnu vit ikki
annað enn vera nøgdir við,
at tað eydnaðist. Vit fluttu
alt fólkið fram, og eftir deyð
bóltsstøðu setti Kristoffur
Jakobsen bóltin í málið, og
tað kendist sum um, at vit
høvdu vunnið eitt stig, og at
teir høvdu tapt tvey stig, helt
KÍ liðformaðurin Hjalgrím
Elttør.
TB
veteranurin
Óli
Johannesen var samdur við
Hjalgrím Elttør í, at talan
meiri hevði verið um undir
hald heldur enn væl spælda
uppgerð, og at tað var á góð
ari leið, at tað endaði javnt.
– Men vit eru ógvuliga
vónbrotnir. Tá ið vit leggja
okkum framum í yvirtíðini,
so kennist tað sera harmu
ligt, at vit ikki megna at
halda tørn. Hetta var ikki
fyrsta ferðin, at vit missa
sigurin á stokkinum, og tað
kostar nógv, ásannaði Óli
Johannesen:
– Vit eru nógv vónbrotnari
nú, enn vit høvdu verið, um
tað endaði 0-0. Nú eiga vit
07Vestur á heimavølli. Teir
hølvaðu okkum av í Sørvági,
so vit vita, hvat tað snýr seg
um, tá ið teir koma suður.
Um tað eydnast at vinna, so
verður eitt glopp frá okkum
og niður til teir. Um teir fara
við øllum, so vera vit ikki so
langt frá niðurflytingarplássi,
so tað stendur nógv upp á
spæl, sigur Óli Johannesen.
NSÍ gjørdi bart
Fyri fimtu ferð á rað fór
Víkingur av vøllinum uttan
at hava vunnið. Hesa ferð
var talan um 3-0 tap í Runa
vík. Heimaliðið legði seg
framum beinanvegin, tá ið
víkingarnir vóru so óhepnir
at stýra hornasparksinnleggi
frá Jann Martin Mortensen í
egið mál.
Talan var fyri tað mesta
um tætta uppgerð. Víkingur
leið undir, at Hans Jørgen
Djurhuus ikki var førur fyri
at spæla, og at Jann Ingi
Petersen bara var á vøll
inum síðsta stóra hálva
tíman. Sum tíðin leið, noydd
ust víkingarnir at sleppa í
verjupartinum, og so skoraði
NSÍ
tvær
ferðir
aftrat.
Úrslitið bar við sær, at NSÍ
lyfti seg fram á fjórða plássið,
meðan Víkingur datt niður á
sætta plássið – eitt stig aftan
fyri NSÍ.
– NSÍ bæði spældi og
bardi okkum av. Kanska var
tað eitt sindur betri fyrstu
løtuna eftir steðgin, men tað
er nógv, sum skal rættast,
áðrenn vit næstu ferð fáa
vitjan av B36. NSÍ vísti størri
orku og yvirskot. Vit ætlaðu
at reisa okkum eftir soltin
úrslit, men tað var ikki heesa
ferð, segði Atli Gregersen hjá
Víkingi eftir dystarlok við
Løkin.
Á veg fram
Fríggjakvøldið lyfti ÍF við
1-0 sigri á Argjum seg upp á
bronsuplássið, og úrslitini
í gjár lagaðu seg soleiðis, at
fuglfirðingar eru tættast KÍ.
– Vindurin darvaði, so
talan var ikki um stórt fót
bóltsupplivilsi. Vit skoraðu
upp á fríspark, og vit eru
sera væl nøgdir við úrslitið
og gongdina higartil, sigur ÍF
miðvallarin Høgni Madsen,
sum skoraði sigursmálið.
Í gjár vann EB/Streymur
2-0 í Sørvági. Triði sigurin á
rað ber við sær, at meistarnir
eru við í kappingini um
heiðursmerkini.
07Vestur
gjørdi sjálvmál dygst undan
steðginum.
– Hatta var heppið mál, og
hóast vit ikki spældu okkum
til so nógvar málmøguleikar,
so gekk tað, og nú gongur tað
okkara veg. At Egil er komin
í miðverjuna, og at Rógvi
Egilsoft Nielsen er vongverji
hevur styrkt okkum nógv,
sigur EB/Streyma liðformað
urin Hans Pauli Samuelsen.
Botnurin
AB og 07Vestur eru undir
strikuni, og hjá 07Vestur
verður talan um lyklauppgerð
í Trongisvági sunnudagin:
– Vit eru nøgdir við avrikið
hesa ferð, men tað er ein
trupulleiki, at vit ikki skora
mál, og tað rakar meint, at
vit gera sjálvmál. Tað er altíð
týdningarmikið at vinna,
men ímóti TB verður tað ser
liga týdningarmikið, sigur
07Vestur málverjin Andras
Gango.
Sorin Anghel hjá AB var
vónbrotin eftir 1-0 tapið
ímóti ÍF:
– Tað koppar ikki okkum
til fyrimunar, men tað er ikki
annað at gera enn at halda
fram. Um tað eydnast at
vinna eina ella tvær ferðir, so
rokni eg við, at tað orduliga
fer
at
broyta
gongdina.
Ungu menninir fáa royndir,
og vit mugu arbeiða víðari
við teimum. Tað er framtíð
í hesum liðnum, eisini um
vit flyta niður í heyst, segði
Sorin Anghel eftir 1-0 tapið á
Argjum ímóti ÍF.
joannes@sosialurin.fo
Spenna bein fyri hvørjum øðrum
Næstu kappingarneytarnir hjá toppliðnum megnaðu
heldur ikki hesa ferð fulla úrtøku, og harvið gongur tað
øgiliga striltið at fáa spenning í um oddasessin
Atli kann keypa ein shetlands pony,
teir eru ikki so høgir
( NSÍ - Víkingur )
Besta SMS'ið í Triða Hálvliki:
Mynd: Álvur Haraldsen
fótbóltur effodeildin