Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. mai 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 22. mai 2013 · Nr. 57 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Meistararnir í amboðsfimleiki Føroyameistarakappingarnar hjá teimum eldru í amboðsfimleiki hava verið á hvítusunnu, og merkisvert er, at Øssur Debes Eiriksfoss nú er bæði føroyskur og danskur meistari Hilmar Jan Hansen Á hvítusunnu hava FM-kapp­ ingarnar í amboðsfimleiki hjá eldru bólkunum verið, og varð kappast í Fimi í Havn bæði leygardagin og annan hvítu­ sunnudag. Eldru bólkarnir vóru hesaferð kvinnur, menn, kvinnu­unglingar og dreing­ir. Eingin kapping var hjá mans­ unglingum, tí har var bara tann eini fim­leik­arin meld­ aður til, so hann mátti bara kappast við monn­unum. Kappast var í øllum am­ boðum, so á kvinnusíðuni vóru fýra ymisk amboð og á mann­fólka­síðuni seks am­ boð. Feløgini, sum vóru við til kapp­ing­ina, vóru Fimleika­ felagið Ljósið, Havnar Fim­ leika­felag, Klaksvíkar Fim­ leika­felag og Fimleika­felagið Støkk. Kappingin varð skipað soleiðis, at leygardagin var tann bestur, sum var bestur í øllum amboðum samanlagt. Seks teir bestu íðkararnir leygardagin sluppu so víðari til kappingina ann­an hvítusunnudag, har amboðs­ finalur síðani vóru í hvørjum amboði sær. Bæði DM og FM Tann av fimleikarunum, ið óivað hevur fingið mest um­ røðu síðstu tíðina, er Øssur Debes Eiriksfoss, tí í mars mán­aði eydnaðist honum at vinna danska meistaraheitið í lopi um hest. Eisini varð hann í kjalarvørrinum á tí út­ tikin til EM, sum var í Moskva í apríl, har honum eydn­aðist at gerast nummar 20 í somu grein, lopi um hest. Nú føroyameistaraheitið stóð upp á spæl, vísti Øssur seg eisini at vera tann drúgv­ asti av øllum og vann, so tí er hann í løtuni bæði danskur og føroyskur meistari! Numm­ar tvey var Bogi Berg og nummar trý Jóni B. Christian­sen, og eru teir allir úr Havnar Fimleikafelag. Hjá kvinnum bleiv Birita Poulsen føroyameistari framm­an fyri ávikavist Katrin Wardum og Eydnu Danielsen, og eru allar tríggjar úr Havnar Fimleikafelag. Tað eru eisini tríggir teir fremstu hjá dreingjum, har Aron Jacobsen varð føroya­ meistari, Hannes Agnarsson nummar tvey og Heini Samson nummar trý. Vár Bech Árting úr Havnar Fimleikafelag varð før­oya­meistari hjá kvinnu­ ung­ling­um, nummar tvey Lív Bech Árting úr Havnar Fimleikafelag, og nummar trý Eyð Vang úr Ljósinum. hilmarjan@sosialurin.fo Kvinnur, frá vinstru: Katrin Wardum, HF, Birita Poulsen, HF, og Eydna Danielsen, HF Mynd: Haldur Suni Johansen Dreingir, frá vinstru: Hannes Agnarsson, HF, Aron Jacobsen, HF, og Heini Samson, HF Mynd: Haldur Suni Johansen Kvinnuunglingar, frá vinstru: Lív B. Árting, HF, Vár Bech Árting, HF, og Eyð Vang, Ljósið Mynd: Haldur Suni Johansen Menn, frá vinstru: Bogi Berg, HF, Øssur Debes Eiriksfoss, HB, og Jóni B. Christiansen, HF Mynd: Haldur Suni Johansen