Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt - Vit kundu spart SEV og har­ við brúkarunum meira enn tvær milliónir krónur um árið við at yvirtaka mylluna. Tað sigur Jóhan í Niðri­ stovu, stjóri í Vindrøkt. Myllan, ið Jóhan í Niðri­ stovu sipar til, liggur niður­ pakk­að í einum grótbroti om­an fyri Eiði. Talan er um triðju vind­ myllu­na av slagnum Vestas V47, sum vórðu settar upp í Nes­haganum í 2005. 9. januar og 6. mars í fjør brotnaðu tvær myllur, og í fjørsummar gjør­di SEV so av at taka ta trið­ju mylluna niður og í stað­in seta upp nýggjar vind­ myll­ur av slagnum Enercon. Vindmyllan er av neyvt sama slag sum tær tríggjar vind­myllurnar, ið Vindrøkt hev­ur standandi uppi á Mýru­num, oman fyri Vest­ man­na. Tað fekk í august í fjør Jóhan í Niðristovu at rea­gera: - Ja, eg spurdi nevnd­ ar­for­mann­in í SEV, um vit kundu sleppa at yvirtaka vindmylluna og seta hana upp á Mýrunum. Vit hava arbeitt við hasum slagnum av vindmyllum í 10 ár, hava før­leikarnar at røkja tær og tí kundi myllan verið sett upp og framleitt streym inn á netið hjá SEV beinanvegin, sigur Jóhan í Niðristovu. Vindrøkt hevur loyvi at fram­leiða streym úr trimum vindmyllum í Vestmanna, men skuldi ein mylla setast upp afturat, mátti loyvið víð­ kast til fýra vindmyllur. - Tað loyvið máttu vit so út­vega okkum frá Jarðfeingi. Men eg meti tað ikki vera so trupult at víðka eitt verandi loyvi sum at søkja um eitt heilt nýtt loyvi í einum nýggj­um øki, serliga í hesum tíð­um, tá so nógv verður tosað um at økja um grønu orku­na í Føroyum, sigur Jóhan í Niðristovu. Tað bleiv tó ongantíð aktuelt at víðka loyvið. Svarið frá SEV var nevni­ liga noktandi. Tað váttar Jákup Suni Laurit­sen, nevndarformaður í SEV, sum tó ikki hevur hug at leggja so nógv í fyri­spurn­ ingin frá Vindrøkt. - Tað var ein munnligur fyri­spurningur, og hann fekk so eitt munnligt svar, sigur Jákup Suni Lauritsen, sum tó vátt­ar at málið varð umrøtt í nevnd­ini hjá SEV. Nevndarformaðurin bað held­ur ongantíð Vindrøkt koma við einum skrivligum fyri­spurningi, og ei heldur bleiv nakrantíð tosað um ein møguligan prís fyri vind­ myllu­na. Málið er ikki liðugt við­gjørt enn, sigur hann. - Nei, vit mugu hyggja upp á tað. Finna út av, hvat man skal gera við vindmylluna. Eisini um vit møguliga skulu brúka hana sjálvi, sigur Jákup Suni Lauritsen. Hann dugir tó ikki at seta orð á, hvat SEV møgu­liga skal brúka mylluna til. Og SEV hev­ur heldur ikki søkt um nak­að loyvi at seta mylluna upp aðrastaðni. Vindmyllan ligg­ur niður­pakkað á einum ar­beiðs­øki hjá SEV omanfyri Eiði. Kalt At tað er kalt millum al­ menna SEV og privata Vind­ røkt gerst sjón fyri søgn, tá vit spyrja Hákun Djur­huus um niðurpakkaðu vind­ myllu­na. - Eg havi einki at siga til hatta málið. Eg tími ikki at svara uppá hatta, tí tað kann verða brúkt og misbrúkt og harvið skaða SEV, sigur Hákun Djurhuus við greiðari adressu til aktuellu trætuna mill­um SEV og Vindrøkt um rættin til at seta upp eina vindmyllulund í Húsa­haga­ num. Hákun Djurhuus vátt­ar, at hann kennir til fyri­spurn­ ing­in frá Vindrøkt. Og hann vátt­ar somuleiðis, at svarið frá SEV var noktandi. - Eg forstandi væl, hvat tú gert. Men eg tími ikki at vera við. Eg kann tosa við teg um hasa vindmylluna, tá Vinnukærunevndin er liðug at viðgera kærumálið um Húsahagan, sigur Hákun Djur­huus. Spurdur, hví eitt kæru­ mál um eina framtíðar vind­myllu­út­bygg­ing í Húsahaganum skal forða honum í at svara spurn­ing­ um um eina niðurpakkaða vind­myllu á Eiði, er stjórin fá­orð­að­ur: - Eg eri bangin fyri, at málini verða tvinnað saman. Og eg haldi at Vinnu­kæru­ nevndin skal hava frið at arbeiða, ljóðar stutta svarið frá Hákuni Djurhuus. Grøna orkan Fyri Jóhan í Niðristovu var vind­myllan í Neshaganum áhuga­verd av fleiri orsøkum. - Vit sóu møguleikar í at útvinna meira av grøn­ari orku til netið hjá SEV, lut­ fals­liga lætt. Okkara royndir vísa, at ein vindmylla av has­ um slagnum framleiðir um­ leið 2,2 milliónir kilowatt tím­ a­r um árið. Taka vit so støði í okkara verandi avtalu við SEV og dagsins oljuprísum, so sparir myllan SEV um­leið 2,2 milliónir krónur í olju­ út­reiðslum um árið, sigur Jóhan í Niðristovu. Tá er útgangsstøðið tað sama sum higartil, nevni­ liga at Vind­røkt fram­leið­ir streym­in á Mýru­num og sel­ir hann til SEV fyri 40 oyru fyri kilo­watt tíman. Tað var í august í fjør, at Vind­røkt bjóðaði sær til at yvir­taka Vestas mylluna, ítøki­liga at taka hana niður úr Neshaganum, seta hana upp á Mýrunum og reka hana haðani. Nevndarformaðurin í SEV ásann­ar, at Vestas-myllan kundi havt gjørt størri gagn enn at ligið niðurpakkað á Eiði. - Ja, hon kundi havt fram­ leitt streym, ásannar Jákup Suni Lauritsen, sum tó skundar sær at leggja aftur­ at, at tað sjálvandi hevði havt kravt loyvi frá myndug­leik­ unum. Orsøkin til, at SEV valdi at taka vindmylluna niður úr Neshaganum, var at hen­ da myllan hóskar ikki so væl saman við nýggju vind­ myllunum av slagnum Ener­ con. - Vit hava enn ikki funnið út av, hvat vit skulu brúka hana til. Tann prosessin er framvegis í gongd, sigur Jákup Suni Lauritsen. Men eigur tú ikki at taka taka fyrispurningin frá Vind­ røkt í álvara, tá yvir­skip­aða málið hjá SEV nú er at út- vega so nógva grøna orku sum tilber, og harvið minka um oljunýtsluna? - Eg dugi ikki at síggja Niðurpakkað Luftin er so køld millum almenna SEV og privata Vindrøkt, at tað nú gongur út yvir annars glóðheitu oljurokningina hjá almenna orkufelagnum. Ein vindmylla liggur goymd burtur á Eiði, hóast kappingarneytin vildi yvirtaka mylluna, seta hana upp í Vestmanna og selja SEV bíliga, grøna orku vindorka FAKTA um Vindrøkt sp/f Vindrøkt er eitt felag, sum sp/f Røkt í dag eigur einsamælt. Endamálið við felagnum er at framleiða ravmagn úr vindorku. Felagið rekur í dag tríggjar vindmyllur uppi á Mýrunum, omanfyri Vestmanna. Myllurnar eru av slagnum Vestas V47, ið framleiða 660 kWh hvør. Vindrøkt framleiðir 6,8 milliónir kilowatt tímar um árið. Síðani vindmyllurnar vórðu tiknar í nýtslu í august 2003 hava tær framleitt 65 milliónir kilowatt tímar. Vindrøkt selir alla sína framleiðslu til SEV fyri 40 oyru/ kWh. Talan er um ein fastan prís, ið varð avtalaður, tá vindmyllurnar vórðu tiknar í nýtslu í 2003. Hendan vindmyllan hevur ligið niðurpakkað á arbeiðsøkinum hjá SEV omanfyri Eiði síðani í fjørheyst. Vindrøkt vil sleppa at yvirtaka hana, men SEV sigur nei