Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nakað forgjørt í hesum. Vit eiga hesa mylluna, og tað er okkara avgerð, hvat vit gera við hana. Hvat so við yvirskipaða máli­num, har sum mest av streym­inum skal framleiðast við grønari orku? - Vit skulu gera tað, sum er best fyri SEV. Og SEV hev­ ur stórar ætlanir við grønari orku, sigur Jákup Suni Laurit­sen. Nevndarformaðurin má tó enn einaferð vátta, at fram­ vegis veit SEV ikki, hvat tey ætla at gera við Vestas-myllu­ na, og felagsskapurin hev­ ur heldur ikki søkt um loyvi at seta hana upp á nøkr­um øðrum stað í Før­oy­um. Jákup Suni Lauritsen sær tað heldur ikki sum sína upp­ gávu at arbeiða fyri, at SEV fær so nógva grøna orku sum til­ber, tá grøna orkan kemur frá Vindrøkt. - Nei, tað má Jóhan í Niðri­stovu taka sær av. Vit eru í kapping, og vit gera tað, sum er best fyri SEV, sigur Jákup Suni Lauritsen. Stjórin í Vindrøkt heldur lítið um viðferðina frá SEV. - Vit komu ongantíð so frætt til at tosa um peng­ar, men blivu bara av­víst­ir. Eg fái illa tulkað manna­gongd­ ina øðrvísi enn at SEV av øllum alvi roynir at fasthalda sítt monopol og varðveita kon­troll, sigur Jóhan í Niðri­ stovu. vindorka vindorka Samlað vindorka í Føroyum Sambært framleiðsluroknskapinum hjá SEV hevur samlaða framleiðslan av vindorku verið tilsamans 67 milliónir kilowatt tímar (MWt) síðstu fimm árini. Tølini eru hesi: 2008: 13,0 MWt 2009: 15,0 MWt 2010: 13,6 MWt 2011: 14,5 MWt 2012: 10,8 MWt Av hesum hevur Vindrøkt (fyrr Røkt) framleitt 6,8 MWt um árið, hvørt ár, meðan SEV hevur framleitt restina. Samlað orka úr olju Sambært framleiðslu­ roknskapinum hjá SEV keypti SEV olju fyri 165,7 milliónir krónur í fjør. Samlaða framleiðslan úr termiskari orku, tvs olju, var 181 milliónir kilowatt tímar. Harvið kostaði hvør kilowatt tími 92 oyru í olju at framleiða. Í fjør kom 62,1 prosent av samlaðu streymframleiðsluni í Føroyum frá olju, 34,2 prosent frá vatnorku og 3,7 prosent frá vindorku. - Hví er tað best fyri føroyska brúkaran, at SEV hevur eina vindmyllu niðurpakkaða, heldur enn at lata Vindrøkt seta hana upp omanfyri Vestmanna, haðani hon kann framleiða grøna orku bíliga inn á netið hjá SEV, spyr Jóhan í Niðristovu Spar 2,2 milliónir um árið Oljuútreiðslan av at framleiða ein kilowatt tíma av streymi, til dømis á orkuverkinum á Sundi, er umleið ein króna. Kostnaðurin varierar tó nakað, alt eftir oljuprísunum, men við støði í dagsins prísum kostar tað í rundum tølum eina krónu í olju at framleiða ein kilowatt tíma. Vestas V47 vindmyllan framleiðir 2,2 milliónir kilowatt tímar um árið. Halda vit fast um, at tað kostar eina krónu í olju at framleiða ein kilowatt tíma, so er sparingin 2,2 milliónir krónur. Um SEV skal keypa vindorkuna frá Vindrøkt fyri 40 oyru/kWh, broytir tað tó einki um roknistykkið. Tí sama streym kann SEV selja víðari til brúkaran fyri 1,51 kr/kWh (umframt mvg), og vinnur tí 1,11 kr/kWh. Í august 2003 vórðu tríggjar vindmyllur av slagnum Vestas V47 reistar uppi á Mýrunum oman fyri Vestmanna. Síðani tá hava tær framleitt 65 milliónir kilowatt tímar av grønari vindorku inn á netið hjá SEV Vestas V47 Livitíðin hjá eini vindmyllu er sett til minimum 20 ár. Niðurpakkaða Vestas V47 myllan hjá SEV er frá 2005, og varð tikin niður um mánaðarskiftið august/september í fjør. Vindrøkt vísir á, at myllan tí kann nýtast eini 13 ár afturat. Harvið kann hon, við dagsins oljuprísum, spara SEV okkurt um 28 milliónir krónur í oljuútreiðslum. Myndir: Álvur Haraldsen Mynd: Røkt