fríggjadagur 24. mai 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ferðslutrygd: Seinførir bilfø
Navn: Hansina Dam, 57 ár
Bústaður: Í løtuni
Keypmannahavn, ættað úr
Norðagøtu
Starv: Heilsurøktari
Tey seinu eru atvoldin
Hansina hevur koyrt nógv á
landsvegnum, tá hon skuldi
til arbeiðis í Runavík og ør
indi til Havnar.
– Tey, ið koyra 70 km/t
eru atvoldin til yvirhálingar
og óbeinleiðis til tær van
lukkur, sum standast av hes
um. Eg haldi, at tað er í alt
ov stóran mun, at bilførarir
ikki halda hámarksferðina,
men koyra ov seint, hóast
líkindi eru til at halda
ferðina. Tað tykist mær, at
teir hugsa, at høg ferð er
vandamikil, og tískil verða
betri og tryggari bilførarar,
um teir koyra seinni enn
tilskrivað. Hóast hetta økir
munandi um vandan, tí teir,
ið koyra aftanfyri, fyrr ella
seinni mugu yvirhála fyri at
koma framum.
Stutt sýni og long kø
Hansina hevur sjáldan
upplivað vandafullar yvir
hálingar, uttan júst har ein
framman fyri koyrir ov
seint.
– Størsti vandin í
føroysku ferðsluni eru,
umframt leysa seyðin á
vegnum, teir bilførarar, ið
koyra ov seint. Og hetta
er alt ov ofta, at eg upplivi
slíkar bilførarar. Stutt sýni
og long kø aftanfyri tann
fyrsta bilin - tað er ábyrgd
arloysi at koyra á ein hátt, ið
setur lívið hjá einum sjálvum
og øðrum í vanda. Men
mann skal heldur ikki koyra
‘biltúr’ uttan at hugsa um, at
koyrir mann ov seint, tí so er
man beinleiðis við til at økja
vandan fyri, at onnur fara
at yvirhála. Men váðafúsar
– Eg loyvi ikki mínum vinum at koyra undir 80 km/t
Navn: Svein í Heiðunum,
40 ár
Bústaður: Tórshavn
Starv: Service and Quality
Manager hjá Smyril Line
Langt millum tey, sum
halda hámarksferðina
Eysturoyingurin Svein í
Heiðunum, sum javnan
koyrir á landsvegnum,
koyrir ikki skjótari enn
loyvt. Kortini fara aðrir bilar
í heilum fram um hann.
– Tað er langt ímillum tey,
sum halda hámarksferðina.
Men eg lati meg ikki ávirka
av bilum, ið vilja koyra ov
skjótt. Í staðin hugsavni
eg meg um vegin og
mótgangandi ferðsluna.
Seinir bilførarar
– Tey, ið koyra seinni enn há
marksferðina, órógva meg
ikki. Hugsi, hvør orsøkin
man vera, og sum oftast
haldi eg, at talan er um eldri
fólk. Í mínum hugaheimi er
tað skilligt, at tey ikki koyra
skjótt. Er talan um ung,
kann eg gott undrast, men
tað øsir meg als ikki.
– Tað kemur fyri, at eg
yvirháli, tá bilurin framman
fyri koyrir ov seint, men
sjálvandi er hetta, har sýnið
er gott. Bilar, ið koyra ov
seint kunnu ongantíð góð
takast sum grundgeving
fyri váðafúsari yvirháling.
Als ikki.
80 ivaleyst rætta
hámarksferðin
Tað er eingin loyna, at mong
javnan bróta hámarksferð
ina.
– Eg føli meg tryggan við
núverandi hámarksferð.
Pápi mín koyrdi á sama
hátt sum eg, kann tað
vera genetiskt? Eg haldi
megi ikki duga serliga væl
at koyra, tað upplivi eg
einamest í býarkoyring.
Men fremsta orsøkin til at
eg haldi hámarksferðina er,
at eg sum oftast, tá eg koyri
á landsvegi, havi genturnar
og konuna við. Tær vil
eg ikki missa fyri nakað í
verðini, og als ikki fyri at
vera 5 minuttir fyrr frammi.
Sjálvvirkandi
ferðkanningar
– Fyri at fáa fólk at halda
hámarksferðina á lands
vegum, áttu myndatol
at verið sett upp, ið
sjálvvirkandi tóku mynd
av ferðsyndarum, tað hevði
hjálpt! Annars vil eg heita
á fólk at fara 5 minuttir
fyrr frá húsum - á tann hátt
halda øll lógina, og vit verða
øll tryggari.
– Eg skundi mær altíð – bara ikki tá eg koyri bil
Føroyingar eru í tvíningum, tá tað ræður um hámarksferð. Eitt, ið mangan verður havt á lofti, er at tað eru
tey, sum koyra ov seint, eru vandamest í ferðsluni, tí tey eggja øðrum til at gera vandamiklar yvirhálingar.
Vit hava spurt nakrar kvinnur og menn, hvussu tey halda, at vit skikka okkum á føroysku vegunum.
Eirikur Lindenskov
– Í Ráðnum eru vit greið um
vandan í at koyra ov seint.
Hesir bilar kunnu tarna
øðrum, sum vilja koyra tað
mest loyvda. Skilligt er, at
hetta argar og ørkymlar.
Tað
sigur
Brynhild
Høgnadóttir, stjóri í Ráð
num fyri Ferðslutrygd.
Hon sigur, at endamálið
við átakinum, ’Vel røttu síð
una’, er at fáa fólk at halda
hámarksferðina, og ikki at
tey í góðum líkindum koyra
langt undir hámarksferðina
og gera langar halar aftan
fyri seg.
Kunnu vera
fleiri orsøkir
– Vit vita, at hetta við sein
førum bilførarum fyllir
nógv hjá mongum. Ásett er
eisini í ferðslulógini, at ikki
loyvt at tarna ferðsluni við
at koyra ov seint, uttan tó
at ein lágmarksferð er
ásett. Frá løgregluni vita
vit, at teir stundum átala
fólk fyri at tarna ferðsluni
við at koyra ov seint, sigur
hon.
Tað kunnu vera ymiskar
orsøkir til at bilar koyra ov
seint, til dømis:
• Gáloysnir bilførarar, sum
eitt nú hyggja at seyði
ella brúka handhildna
fartelefon/internet
• Bilførarar, ið nýliga hava
fingið koyrikort
• Gomul fólk, sum halda
seg aftur at koyra skjótt,
tí tey eru varug við, at
reaktiónstíðin er longd
Harumframt eru akfør, so
sum trailarar, ið ikki hava
loyvi at koyra 80 km/t.
Lova hinum framum!
– Eingin loyna er tað, at
eisini bilførarar, ið koyra
80
km/t
á
landsvegi,
kenna
til
nærgangandi
bilar aftanfyri, sum ikki
halda frástøðu. Tað kann
skjótt gerast vandamikið,
um
tann
fremri
noyð
ist at bráðsteðga, og hin
ikki hevur pláss ella tíð at
steðga eisini, sigur Bryn
hild Høgnadóttir.
Tí mælir Ráðið bilførar
um, sum av onkrari orsøk
koyra seint, til at blunka
út til síðuna á tryggum stað
og lova bilum aftanfyri
framvið.
– Hetta økir bæði trygd
ina hjá tí, ið koyrir 80 km/t
ella seinni, og teimum, ið
liggja aftanfyri, sigur Bryn
hild Høgnadóttir.
Her á síðunum eru sjón
armið frá fýra fólk um
vandan við fólkum sum
koyra ov seint á landsveg
unum:
Brynhild Høgna
dóttir, stjóri í Ráðnum
fyri Ferðslutrygd.