fríggjadagur 24. mai 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ørarar kunnu elva til vanda
Navn: Turið Kjølbro,
45 ár
Bústaður: Velbastaður
Starv: ritstjóri á Bókadeild
Føroya Lærarafelags
Varhugan av at mong
koyra ov skjótt
Turið koyrir dagliga á
landsvegi til arbeiðis
og javnan norður til
summarhúsið við Gjógv.
– Eg koyri 80 km/t,
har tað er loyvt, eg liggi
vanliga ikki undir 80
á teimum góðu, longu
teinunum. Men eg verði
ofta yvirhálað, tá eg koyri
80. Eg vildi hildið, at tað
eru nógvar góðar orsøkir
til, at hámarksferðin
er júst 80 km/t og ikki
hægri. Jú eldri eg verði,
sannførdari eri eg um, at
hámarksferð á 80 km/t er
hóskandi.
– Eg síggi javnan yvir
hálingar, har eg haldi, at
ferðin er ógvuliga høg,
serliga á longu teinunum
millum bygdir. Nógva
staðni er sýnið gott,
men eg meti kortini, at
yvirhálingarnar kunnu
elva til vanda, tí ferðin
er so nógv. Eg vil ikki
siga, at eg síggi so ofta
yvirhálingar, har sýnið er
vánaligt.
Hvat er tað at
koyra ov seint?
Kortini kann Turið
ótolnast, um onkur koyrir
20-30 km/t ein langan tein
uttan at blunka inn til
síðuna og loyva bilunum
aftan fyri fram um.
– Hetta síggi eg
viðhvørt. Men at koyra 60-
70 km/t, har tað er loyvt at
koyra 80 km, meti eg ikki
er ov seint; er sýnið gott,
og tað er tað nógva staðni,
kanst tú yvirhála, og tað
geri eg eisini viðhvørt, tó
eg helst vil sleppa undan.
Summum dámar ikki at
koyra skjótt, summum
dámar ikki at sita í bili,
sum hevur nógva ferð,
og summi fólk eru uppi í
árunum og vilja ikki koyra
skjótt. Skulu hesi trýstast
til at koyra skjótari enn
tey vilja, kann veruligur
vandi spyrjast burturúr.
Váðafúsar yvir
hálingar ongantíð
góðtakast
– Tú kanst spyrja, hvussu
nógva tíð tú sparir at
traðka fótin á spitaran.
Kanska nakrar fáar
minuttir. Og hvat eru
minuttir, tá ið tú setir teg
sjálva og onnur í vanda?
Tá ið hámarksferðin
á nøkrum ávísum
motorvegum í Danmark
fyri nøkrum fáum árum
síðan varð sett upp, vísti
ein kanning, at tú spardi
8 minuttir á teininum úr
Esbjerg til Keypmanna
havnar, sum vanliga tekur
slakar 3 tímar. At seta
hámarksferðina upp fór at
elva til fleiri óhapp á veg
unum, varð sagt. Tá kann
mann aftur spyrja, hvat 8
minuttir hava at siga, tá ið
vandin økist so munandi
fyri álvarsligum ferðslu
óhappum.
– Skulu tey
trýstast til at
koyra skjótari,
enn tey vilja?
t, tí yvirhálingar kosta mannalív!
Navn: Rani Nolsøe, 53 ár
Bústaður: Klaksvík
Starv: Leiðari í
Íverksetarahúsinum
Setið hámarksferðina
upp!
Rani koyrir nógv á landsvegi
kring allar Føroyar í arbeiðs
ørindum. Hann heldur lítið
um verandi hámarsferð á
80 km/t:
– Føroyingar halda yvir
høvur ikki hámarksferðina,
tí 80 km/t er rætt og slætt
ov lág ferð, og tað følist
trekt, tá tú koyrir. Hetta
hevur við sær eitt óskil við
váðafullum yvirhálingum,
sum eg síggi nógvar av
á landsvegnum. Tað eru
tvey sløg av vónleysum
bilførarum: Tað fyrsta
eru bilførarar, sum koyra
óforsvarliga spakuliga, tað
vil siga 60-70 km/t. Teir
framleiða seriur av yvirhál
ingum, og hesum síggi eg
nógvar av. Hesi áttu at
tikið bussin í staðin. So eru
tað hini víðgongdu, sum
koyra 110-120 km/t, og hesi
yvirhála eisini tey, sum
koyra 100 km/t.
– Tá Ferðslutrygd sigur,
at kroppur okkara ikki tolir
løstir í frontalum saman
stoytum yvir 80 km/t,
merkir tað ikki, at eingin
má koyra yvir 90. Hetta er
ein katastrofuteori, sum
ikki eigur at vera okkara
útgangsstøði. Í staðin skulu
vit forða hesum vanlukkum
í at henda, við at gera
ferðslustreymin smidligari,
og tað gera vit vit at seta
hámarksferðina upp á 90
km/t.
Óhóskandi ovur
umsorgan
– Sum tað er í dag,
elvir tað næstan til
suðureuropeiskan
ferðsluhugburð at mann
fær hug at fáa tey seinføru
at seta ferðina upp á 80
km/t við at blinka og floyta.
– At fara heimanífrá í
betri tíð, skal eingin annar
leggja seg útí – hetta er rein
ovurumsorgan (formyndarí)
– fólk duga at hugsa sjálvi
og regulera seg!
60’arar elva til strongd
– Tað má vera soleiðis,
at hugskot og fólk skulu
kunnu møtast – í huganum
gongur tað so skjótt sum
internetið. Tann einasta
mótreaktión at satt at siga
ferðslan. Alt verður seinkað
niðuraftur. Ráðið fyri
Ferðslutrygd skal ikki rokna
í spardum minuttum í mun
til ferð á landsvegi. Tað er
ikki teirra business - tað er
rein yvirumsorgan! Minst
til, at 95% av bilførarunum
eru góðir.
– Heldur enn at elta
góðar, støðugar bilførarar,
sum í sátt og semju koyra í
einum natúrligum flowi á
90 km/t, áttu átøk at verið
gjørd móti teimum vitleysu,
sum koyra 120+ km/t og
móti 60’arunum. Tað átti
ikki at verið loyvt at koyrt
60 km/t á góðum strekkjum
av landsvegi. Eisini átti at
verið umhugsað at havt
ávísar tíðir hjá lastbilum og
trailarum at koyrt, so teir
førararnir ikki kenna seg
at vera til hindurs við síni
tungu og seinu ferðslu.
– Javnur streymur
á 90 km/t hevði
økt trygdina
yvirhálingar kunnu sjálvandi
ongantíð verða góðtiknar.
Hon kennir til, at aðrir
bilar troðka seg tætt upp at
hennara bili, tá hon koyrir 80
km/t.
– Jú, í ávísan mun. Men
hesir duga ofta at yvirhála,
og hava bil, ið kann yvirhála
upp á stutta tíð. Tað kann
vera orsøk til at teir mugu
koyra skjótari enn 80 km/t,
og nógva staðni ber hetta
eisini til, uttan at vandi er
á ferð.
90 ella 100
summa staðni
– Í nokkso stóran mun er
80 km/t helst tann ferðin
ið hóskar best til okkara
mangan smølu vegir. Men
tað hóskar minni væl til
onnur strekki, har kanska
90 ella 100 km/t er hóskandi.
Tann sum koyrir 90 km/t
er ikki til vanda fyri onnur,
uttan so at tað hendir
okkurt. Men tann sum
koyrir 70 km/t er til vanda
fyri allar bilarnar aftanfyri.
– Fólk eiga at seta sær
fyri at koyra 80 km/t.
Vegirnir eru nógvastaðni
góðir við góðum sýni, og
tá er kanska ringt at halda
ta ferðina, tí tað gevur ikki
meining. Eitt stað sum
við tunnilin í Kollafirði,
eru nógvar yvirhálingar,
tí tørvur er at yvirhála
onkran, sum hevur koyrt ov
seint alt ov leingi.