Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-24, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ghetto kvøld Jógvan Øregaard, sum er lækni, stað­festir, at cannabis kann nýt­ ast til at viðgera summar sjúk­ur og onkur sjúkueyðkenni, men tað er eisini vandi - t.d. fyri nøkr­um nei­lig­u­m sálarligum árinum. Hev­ ur tú eina undirliggjandi sálar­liga sjúku, kunnu evni úr canna­bis fáa hana at bróta út. Tí hava bæði tey, ið siga, at hash er gott fyri heilsuna og tey, ið siga tað vera ringt fyri heilsu­na, rætt. Sambært Jógvani veldst tað um sera nógv ting, millum ann­að hvussu ofta tú roykir, hvussu nógv tú roykir, hvat tú royk­ir, hvus­su tín sálarliga støða er - t.d. um tú hevur onkr­ar undir­liggj­andi sálarligar sjúk­ur, ella um tú hev­ur onkrar krops­lig­ ar sjúkur. Tí ber ikki til at draga eina ein­staka niðurstøðu í spurn­ ingi­num um, hvørt hash er gott ella ringt fyri heilsuna. Eydna Skaale Tað eru 18 ár liðin, síðani Sára fekk eina diagnosu um eina álvarsama sjúku. Útlitini eru, at sjúkan bara versn­ar, og Sára má liva við støðugt vaks­andi pínu restina av lívinum. Sára drekkur ikki alkohol, og hon hevur altíð verið ímóti hash­ nýts­lu. Men tá maðurin ein dagin hevði fingið nóg mikið av at síggja hana liggja í seingini og ikki kunna flyta seg av pínu, gjørdi hann ikki mæt­ari enn at keypa henni pott heim við. Góður virknaður - Eg gjørdi av at royna tað - vit høv­ du jú roynt alt annað, og tað hjálp­ ti ikki, tá eg hevði tað ringast. Eg blandaði tað í vanligt tubbak, og so royndi eg meg spakuliga fram. Eg fekk eg mær ein guv fyrst og stubb­ aði so aftur. Síðani fekk eg mær ein guv afturat og stubbaði aftur, inn­til eg fekk farið upp úr seingini og tik­ ið mær av børnunum, greiðir Sára frá. Hon var yvirraskað av, hvussu væl tað virkaði - og tað, sum undr­ aði hana mest var, at hon kundi fáa virknaðin móti pínuni uttan at gera­st í ørviti. - Eg kann ikki tola at vera ávirk­ að, og tí havi eg altíð verið ímóti hash­nýtslu. Eg havi eisini hoyrt nógv um, hvussu skaðiligt tað kann vera. Men eg skilji nú á lagnum, at eg hevði ikki hoyrt allan sannleikan áðr­enn. Tí eg hevði ikki hoyrt um góðu árinini, sum røtt nýtsla kann hava. Nú roykir Sára javnan - ikki fyri at gerast skeiv ella ávirkað, men fyri at halda ringastu pínuni burt­ ur. Fram-vegis fær hon sær bert ein guv í senn, fyri ikki at fáa ov nógv. - Tað, sum er týdningarmikið fyri meg, er, at eg kann vera har fyri míni børn. Tey eru so mikið stór nú, at tey eru úti meginpartin av degnum. Eg royki tí serliga um kvøld­ið, so eg fái gjørt døgverða til teirra og verið har fyri tey, tá tey koma heim. Sára greiðir frá, at hon nýtir mill­um 2 og 5 gram av potti um mán­aðin, og hon roykir 2-3 ferðir um vikuna. Hinar dagarnar klárar hon seg við heilivágnum. Kriminell - men einki val Tá Sára verður spurd, um tað ikki er ábyrgdarleyst at vera ávirkað av rúsevnum, ímeðan børnini eru í nánd, svarar hon, at tað er tað abso­lutt. Men hon er hvørki skeiv ella ávirkað. - Tað er stórur munur á at nýta eitt evni og so at misnýta tað. Børn­ ini hjá mær síggja ongan mun á mær - annað enn tað, at eg fungeri í gerandis­degnum og at eg eri har fyri tey. Og eg haldi, at tað er enn meiri óforsvarligt, um børnini skul­du passað seg sjálvi, tí eg bara lá í seing­ ini og ikki fekk tikið mær av teim­um. Sára greiðir frá, at teir ringu dagar­nar, tá hon ikki roykir fyri at halda pínuni burtur, má hon fáa onnur fólk at taka sær av børn­ unum. Hon veit, at støðan er ikki opti­mal, men hon er frægari enn hon var, tá Sára bara lá í seingini. - Á einum vanligum ringum degi, tá eg ikki nýti pott, má eg fáa onkran annan at taka sær av børnunum. Fái ikki tosað, gingið, nýtt telduna - einki. Eg liggi bara í song­ini og bara liggja og royna at koma úr tí. Slíkir dagar eru meiri enn helvtin av mánaðinum. Hennara ynski er at sleppa und­ an at roykja tað. Hon vildi ynskt, at tað heldur varð lógligt at framleiða linn­andi og lekjandi olju úr sjálvari plantu­ni. Men eins og tað ikki er loyvt at keypa roykiklárt pott, er tað heldur ikki loyvt at dyrka canna­bis planturnar í Danmark. Sára veit, at tað hon ger, er krimi­ nelt. Men hon noktar at síggja seg sjálva sum kriminella, hóast hon á hes­um økinum kennir seg noydda at benda lógina. - Eg vildi ynskt, at tað varð lagt út til heilsuverkið at umsita. Á tann hátt kundi man stýrt tí, og tað hevði komið úr hondunum á teim­ um kriminellu, sum als einki leggja í, hvør hevur tørv á tí og ikki, heldur Sára. Hóast hon veit, at tað er ólógligt, hev­ur hon ongan annan útveg. Um hon ikki roykir pott, noyðist hon at seta børnini í pleygu, tí hon kann ikki taka sær av teimum, um hon bert fær tann vanliga heilivágin. - Eg haldi tað er nokk, at eg havi fing­ið sjúkuna at dragast við, sigur Sára avgjørd á málinum. - Eg haldi ikki tað er rættvíst, at eg skal missa børn­ini eisini. Pott tekur pínuna Eitt av tungu argumentunum fyri at legalisera hash er, at tað er gott sum linnandi heilivágur hjá sjúkum fólki, sum liva við nógvari pínu. Ghetto Kvøld hevur tosað við eina damu, sum vit nevna Sára. Hon hevur mann og børn, og 2-3 ferðir um vikuna roykir hon pott, fyri at hóra undan pínuni Cannabis er bæði gott og ringt fyri heilsuna LEYGARKVØLDS FRÍSK, FREK OG FESTLIG SENDING ÚR KEYPMANNAHAVN LIVESHOW Sára er ikki rætta navnið á kvinnuni, vit hava tosað við. Av tí, at tað er bannað at nýta pott í Danmark. er hon dulnevnd. "Sára" var ikki til staðar í Føroyahúsinum leygarkvøldið