Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-24, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ghetto kvøld Brynjer Johannesen, narko­polit­ist­ ur, metir ikki, at nakar organi­ser­að­ ur kriminalitetur er á hassjøkinum í Føroyum longur. Ístaðin eru tað smærri bólkar í Havn, Klaksvík og í Vágunum, sum savna inn pening til at keypa lítlar nøgdir av hassji til Føroya. Í 2002 var trupulleikin við hassj­sølu stórur í Føroyum. Organiseraðir kriminellir bólkar stóðu handan innflutningin av hassji, men tá ið bakmenninir í hes­um bólkum vóru handtiknir og dømd­ir steðgaði tann organiseraði krimina­lit­et­urin í Føroyum. Tað sigur Brynjer Johannesen, sum fram til februar í ár starvaðist á narko­deild­ini í Føroyum, og nú starvast á narko og banda deildini í Keyp­mannahavn. Í dag er tað serstakliga í Havn, í Vágunum og í Klaksvík, at hassj er at finna, men tað kemur fyri, at narko­deild­in fær tipp um, at hassj er at finna aðrastaðni í Føroyum, og tá verður roynt sum frægast at basa trupulleikanum beinan vegin. Nú kjakið um at legalisera hassj hev­ur tikið seg upp í Føroyum, vísir Brynjer Johannesen á, at á øðr­um økjum hevur legalisering gjøg­num heilsuverkið viðført stórar mis­ nýtis­tru­pul­leikar. - Retalin (heilivágur móti eitt nú ADHD) nýtslan er eksplodera sein­ astu tíðina, og við hesum evninum hev­ur tað víst seg, at tað ikki var eitt gott hugskot at legalisera, tí misnýtsla av Retalin er tann størsti nýggi trupulleikin innan rús­evni­s­ økið í dag, sigur Brynjer Johanne­sen. Nú er tað sligið púra fast. Íbúgv­ arn­ir í Skandinavia eru teir, ið tosa minst við fólk, sum teir ikki kenna. Ein altjóða kann­ing er gjørd um hetta fyri­brig­d­ið - og Danmark, Noreg og Svøríki eru á aftastu pláss­un­um. Her tosa fólk ikki saman. Her passa fólk seg sjálvi. Svøríki er triðniðast, Noreg er næstniðast - og okkara kæra móð­ir Danmark er allar niðast av heimsins londum, tá tað kem­ur til at tosa við fólk, sum vit hitta á okkara leið. Í Noregi var tað ein dama, sum vildi royna, um hend­an kann­ing­in veruliga pass­aði. Fólk mugu jú for sør­in siga okkurt við hvørt ann­að. Tí setti hon seg í ein lang­fer­að­ar­ buss, sum nógv koyr­du við. Í ein heilan og holdigan dag koyrdi hon buss. 12 ymisk fólk sótu við síðuna av henni. Bara EIN av teimum segði EIN setn­ing. Tað var ein dama, sum spur­di: »kann eg seta meg her«. Og í Danmark er tað enn og verri sam­bært kanningini. Tá eg sá úrslitið hugsaði eg: var tað veruliga neyðugt at gera eina heila kanning um hetta? Hatta kundi eg gott havt staðfest - hetta er typiskt dansk­arar! Síðani havi eg koyrt buss nakr­ar ferðir. Eg havi eisini ver­ið í ymsum bíðirúmum. Og eg havi sjálv ongantíð tikið intiativ til at tosa við nakran. Og so hugsi eg: hvar munnu før­oy­ingar vera á hes­um lista­num? Men meðan vit ikki vilja tosa við fólk, vísir tað seg sam­ stundis, at vit fegin samskifta við fremm­and fólk - so leingi sum tað hendir á netinum. Vit mugu "skerma okkum av". Mamma mín hinvegin brýt­ ir tøgn­ina. Hon koyrir buss eina lítla løtu, og so kemur hon heim og fortelur langar søg­ur um tey, hon hevur sitið við síðuna av. Og hvørjaferð, tá hon byrjar at fortelja, sigur hon: »Eg sat við síðuna av ein­ um so fittum manni/konu í dag.« Tað er bara posi­tivt, tað gev­ur eina rúgvu og tað kostar einki. Tí flestu fólk eru fitt. Tey vilja fegin tosa, um onkur ann­ar skap­ar kontaktina. Sam­røð­an er brúgvin frá ein­um fólki til annað. Tvey fólk mugu til eina sam­røðu. Onkurs­vegna er tað bara ekt­ að menniskjansligheit, um­ sorgan og forvitni, at vit tosa við hvørtannað. Nær hevur tú seinast tosað við nakran, tú ikki kennir? Tøgn til tey, tú ikki kennir Eingin organiseraður kriminalitetur í Føroyum Hans Petur í Brekkunum hevur lisið tónleik á Musikkonservatoriunum í Keypmannahavn, og leygarkvøldið ummældi hann nýggja summarlagið hjá Sakaris. Hann greiddi frá, at lagið hevði alt tað, sum ein summarlag skal hava – millum annað fangandi tempo og endurtøku av niðurlagnum Sakaris framførdi leygarkvøldið fyri útisetunum, og samstundis fekk hann eina heldur øðrvísi uppgávu, sum var at framleiða eitt summarlag meðan sendingin koyrdi. Síðst í sendingini spældi hann tað, sum hann hevði nátt at framleiða, og varð tað sera væl móttikið. Talan var um eina remiksaða útgávu av lagnum Stjørnuskot hjá Plúmm. Sakaris sigur, at nýggja summarlagið verður liðugt áðrenn summarið av álvara byrjar. Ghetto Kvøld er stuðlað av Rosa Heinesen, Rólant Waag Dam og Eirikur í Jákupsstovu kjakaðust leygarkvøldið um nøkur heldur øðrvísi evni. Eitt nú skiftu tey orð um hví kynshár verða so nógv umrødd í miðlunum í dag og um tað er í lagið, at løgmaður nýtir sína Facebook síðu til eitt nú at leggja út privatar myndir, og politiskar boðskapir