Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-24, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Leygarkvøldið 6. apríl stóð tíðin still, Kári bróðir ringdi til mín og fortaldi at Svein­ bjørn, svágur okkara var farin. Ikki vardi tað meg, at tá tú koyrdi meg heim til hús týskvøld, at hetta var sein­ asta ferð at vit sóust. Leyg­ ar­kvøldið slóknaði tú, mitt í tínum arbeiði á flog­vøll­in­ um. Vit vóru sera góðir vinir hjálptu hvørjum øðrum tá brúk var fyri tí, um vit ikki sóust, so tosaðu vit í telefon við hvønn annan, vit høvdu eisini ætlanir, sum nú ikki blíva til nakað. Vit hava nógv góð minnir eftir Sveinbjørn, altíð til reið­ ar hjálpa, líkamikið hvat tað skuldi verða. Sveinhjørn var trúfastur sum fáur, arbeiddi sum sløkki­liðsmaður á flogvøllin­ um yvir 30 ár. Mitt í sínum dagliga ar­ beiði vóru boð eftir honum. Tað vardi hvørki hann ella tey sum hann hevði kærast at so skuldi verða, lívsleiðin kvettist av, sum at sløkkja eina kontakt, og alt er at enda komi á hesi fold, tað vóru boð eftir honum til ein betri stað. Vit koma øll at sakna teg, hjálpsamur sum fáur, alt tað sum tú fekst við er væl úr hondum greitt, gekk kanska ikki altíð so skjótt. Tú hevði nógvar góðar vinir, tað sást tá tú fór til gravar, Vesturkirkjan var ovlítil til at rúma øllum. Sveinbjørn, tú gleddi teg, nú tú var farin frá sum pen­ sion­istur, fekk einans 6 dagar, og bert skuldi arbeiða nakrar fáa dagar um mánain, tú hevði nógvar ætlanir, serliga við bátinum Eystfallsker, og við at byggja nýggjan hjall í Havn, sum tú varð byrjaður uppá, hevði ætlanir um eitt rúm undir hjallinum til at kunna arbeiða uppá fisk, grind o.a., tú hevði umvælt bát­in, nýggja útgerð o.a. so bát­urin er í góðum standi nú tú legði árarnar inn. Tú var á floti hvørja løtu tú hevði frí frá arbeiðinum, vit vóru mong sum tú hevði við í báti tínum, komu vinir ella familja úr útlondum at vitja, var tú skjótur til at bjóða teg fram til at fara ein túr við bátinum, nú koma so ikki fleiri fiskar upp á fiska­ træið frá tær. Sveinbjørn verður ein stór­ ur saknur hjá okkum øllum, eisini hjá Balou, sum tú varð so óførur at ganga túrar við tá tú hevði frí og vildi slappa av, tú nýtti hesar túrar líka so nógv sum Balou. Wensil og Johannus við familjum hava mist ein góð­ an pápa, verfaðir og abba, men tit hava nógv góð minnir eftir Sveinbjørn, Harrin styrk­i tykkum. Góða mamma, tú kemur eisini at saknað Sveinbjørn, tit vóru nógvar biltúrar sam­ an, hann koyrdi teg aftur og fram til bingo, hevði tú okkurt tú skuldi í býnum, var hann skjótur at bjóða seg fram at koyra o.s.fr. Góða Randi systir, sakn­ urin má verða sera stórur hjá tær, nú tú hevur mist Sveinbjørn, tit vóru sera nær knýtt at hvørjum øðrum, tos­aðu nógv saman gjørnum dagin, vistu altíð hvar hvør annar varð. Tit vóru fleiri túr­ar saman í útlondum, vóru nýliga heimaftur komni úr Danmark, har tit høvdu vitja vinir og familju. Tit vóru fleiri túrar við Eystfallsker. Tit høvdu fleiri ætlanir nú Sveinbjørn fór, ... men ongin veit á morgni at siga hvar hann á kvøldi gistur. Góða systir, vit í Børku­ gøta ynskja tær alt tað besta og Harrans signing í framtíð tíni, vit kunnu ikki gloyma tað vit hava mist, men vit mugu liva víðari við tí vit hava mist. Takk fyri at eg kundi verða við til at bera mín góða vin Sveinbjørn til hansara sein­ ast hvíldarstað her á fold. Hvíl í friði góði vinur og svágur, arað verði minni um Sveinbjørn Kára Mouritzen. Heri Mín bátur er lítil, títt hav er so stórt, Men, Harri vár, tú ert várt ljós! Tín stjørna oss lýsir, um náttin er svørt, Tí sigla vit tryggast kós. Edm. í Garði Minningarorð Sveinbjørn Kári Mouritzen Føðingar 5. mai fingu Birna A og Poul Jóhannes Joensen, Klaksvík eina dóttur. Hon vigaði 3750 gr og var 56 cm long. 8. mai fingu Edith K. Andreasen og Edvard Pauli Andreasen, Keypmannahavn, eina dóttur á Hvidorve Hospital. Hon vigaði 3730 gram og var 51 cm long. 14. mai fingu Mildrið Djurhuus & Leif Niclasen, Norðskáli, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3420g. 14. mai fingu Anna Nattestad Joensen Hvalba og Petur Eyðfinn Joensen, Trongisvági, eina dóttur. Hon vigaði 3570 gr og var 53 long. 16. mai fingu Birita Dahl og Bárður Mikkelsen, Tórshavn, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 2800 gr. 17. mai fingu Lis Højgaard, Kambsdali, og Elmar Jacobsen, Søldarfirði, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 4460 gr. 22. mai fingu Inga Thorkildshøj og Eli Müller, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4450 gr. 12. mai fingu Ritha Holm og Olli Andreasen í Lágabø, Tórshavn, hendan deiliga sonin. Hann vigaði 3510 gr og var 51 cm langur. 13. mai fingu Gunnvør Jacobsen og Zakarias Bech, Hoyvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3760 gr. 1. Mamma – tínar slitnu hendur mær bera boð um ár so mong. Ein arbeiðsdag tú hevur havt har nógv av hondunum varð kravt – tú aldi gentu, aldi drong. 2. Mamma – tínar slitnu hendur mær bera boð um ár so mong. Um tað var dagur ella nátt, fólk, sum kom hjá tær á gátt tey út aftur ei fóru svong. 3. Mamma – tínar slitnu hendur mær bera boð um lív so langt. Vit frøast henda stóra dag at tú við tínum hjartalag øll tíni at tær hevur tengt. 4. Meg slitnu hendur minna á tú aldri krevur – bara gevur. Um strævnar vóru løtur tó heiløgum um føtur tú mangan vaskað hevur. 5. Ei altíð skreyt so fínt tú bart tí annað var í hond at taka. Tað plagg sum hvør av okkum bar av hondum tínum evnað varð – hvørt breyð tú mátti baka. 6. Um eg leitaði á víðum havi og spurdi runt í heimsins londum, um hvør tær tungu byrðar bar og kargu jørð at frukta fær – svarið finst í slitnum hondum. 7. Ja, boð mær bera tínar hendur at málið kanska skjótt er nátt. Sum ung tú legði landi frá – at halda fram – tað er tín trá tann síðsta tein á sama hátt. 8. Um aftur tú í moldina vendir ella Gud Sonin her sendir – tá hvíla skulu troyttu hendur. Mars 2013 H. Ein heilsan til mammu á 90 ára føðingar­ degnum 16.5.2013 Tínar slitnu hendur