fríggjadagur 24. mai 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Hvítusunnuaftan
í
fjør
fingu starvsfelagir tínir í
Mentamálaráðnum
boðini
um, at tú vart farin. ”Okkara
kæri starvsfelagi doyði í
morgun,” soleiðis stóð m.a. í
’hvitusunnufjarritinum’ frá
aðalstjóranum til okkum øll.
Vit vistu, at tú vart illa
sjúkur. Tú hevði sjálvur
greitt okkum frá tí, og tú
hevði eisini greitt almenn
inginum frá støðuni í eini
blaðsamrøðu.
Men
hóast
allan henda opinleikan um
sjúkuna, valdu vit øll at liva
í vónini um, at tú skuldi fáa
hjálp og gerast raskur aftur.
Vit høvdu brúk fyri tær, tín
um gløgga viti, tínari arbeiðs
orku, vit høvdu brúk fyri tín
ari hóvligu medferð. Soleiðis
skuldi ikki gangast. Boðini
komu ikki heilt óvæntað á
okkum.
Bergur
var
føddur
á
Strondum í 1956, elstur av
børnunum hjá Onnu og Ed
mundi í Garði. Eftir at hava
tikið HF-prógv í 1976 arbeiddi
hann tvey ár sum vikarur, og
fór síðan til Keypmanna
havnar at lesa, haðani hann
tók prógv sum cand. polit. í
1984. Komin aftur til Føroya
starvaðist hann fyrst í Føroya
Banka árini 1985-1997, og síð
an sum stjóri á Postverki Før
oya frá 1998-2006. Síðan 2006
og til hann andaðist, starv
aðist Bergur sum fulltrúi í
Mentamálaráðnum, og tað
var her, vit báðir komu at
kennast – aftur.
Kennast aftur, skrivi eg,
tí sum smádreingir seinast í
fimti árunum og fyrst í seksti
árunum, høvdu okkara vegir
krossast nakrar ferðir. Tað
var vinarlagið millum for
eldur okkara, sum var orsøkin
til hetta. Tey vóru av sonnum
vinfólk. – At eg kom at kenna
hesi fólkini á Strondum,
hekk eisini saman við tí, at
eg sum smádrongur av og á
skuldi ferðast heilt úr Vági til
Fuglafjarðar at fáa tikið mát
av mínum vinstra fóti hjá tí
ortopediska skómakaranum,
ið har búði. Hetta var altíð
ein long og drúgv leið, og eg
minnist, hvussu gott tað var
at fara ’upp at anda’ ella at
steðga á og viðhvørt eisini at
gista á Strondum hjá hesum
fittu og blíðu vinfólkunum,
foreldur míni høvdu har.
So gingu øll árini, og vit
báðir fóru hvør sína leið.
Alt í einum lagaði lagnan
tað tó soleiðis, at Bergur og
eg, frá 2007, komu at starvast
á sama arbeiðsplássi, í Menta
málaráðnum.
Hetta
tíðarskeiðið
var
Bergur sjúkur stórt sæð
alla tíðina, men sjúkuna bar
hann væl. Eg dugi ikki at
ímynda mær, hvussu strevið
hetta hevur verið, men tú
hoyrdi hann ongantíð kæra
sína neyð. Tað tóktist sum,
hann allatíðina sá møguleik
ar í staðin fyri trupulleik
ar, hansara stilla og hóvliga
medferð – heilt til tað síðsta
- eyðkendi hann og hansara
samskifti við onnur. Ein
ómetaliga góður samstarvs
felagi, sum tók tøk fyri onnur,
tá ið hetta var neyðugt, hóast
hann sjálvur hevði nóg mikið
at hugsa um. Hann kundi
støkka inn á gólvið hjá tær
og spyrja eftir einum máli,
hann ikki hevði hoyrt um í
langa tíð: Hvussu gongur við
Føroya Banka-listini? spurdi
hann. Tit hava stýr á tí, ha?
Hendi einki við málinum ella
hendi ov lítið, spurdi hann
aftur men hann spurdi altíð
upp á sín sermerkta, positiva
og hóvliga hátt við einum
lítlum álvarsligum brosi í
eygnakrókunum, hvør skal
siga: Fá hatta nú avgreitt.
Bergi dámdi væl at taka lut
í felags starvsfólkatiltøkum.
Fáar mánaðir áðrenn hann
andaðist, sat hann við kla
verið í MMR til jólahaldið og
spældi ’Føgur er foldin’. Løt
an var sterk, og hevði stóra
ávirkan á okkum øll.
Minniligar eru eisini tær
árligu útferðirnar, vit gjørdu
saman á arbeiðsplássinum.
Honum hevði altíð dámt at
gingið í fjøllunum, og hann
elskaði hesar summartúr
arnar. Tað eina árið fóru vit
úr Æðuvík gangandi út á
Eystnes - hesin stóri og prúði
maðurin í bestu árum orkaði
ikki at ganga teinin, og tá
vistu vit, at her ruggaði ikki
heilt rætt. Uttan hóvasták
setti hann seg í bilin og
koyrdi so langt, sum til bar,
og so var hann við okkum,
og kundi m.a. njóta tað vakra
útsýnið av Eystnesi yvir á
barndómsbygdina Strendur,
har hann nú hvílir í moldum.
Einaferð hann var aftur
komin av ferð í Íslandi, har
hann hevði verið og søkt
sær heilsubót, høvdu hann
og Mary keypt eina mynd,
har henda yrkingin eftirís
lendska
biskupin
Sigur
bjørn Einarsson var vakurt
skrivað niður. Bergur vildi
so gjarna hoyra yrkingina á
føroyskum:
Bergur í Garði
f. 10. juli 1956 d. 26. mai 2012
Eg havi droymt
ein stóran dreym
Eg havi droymt ein stóran dreym
var drotni hjá í fjallahøll,
eg eygleiddi mítt æviskeið
og sporini um dal og fjøll.
Eg sá hvørt fet, hvørt fótaspor
frelsarans undir míni lið
og visti greitt, hvør var mín vernd
í váða, freisting, trega við.
Tey berlig vóru, við brosi hann
tá mælti: “Barn mítt sært tú har,
eg gekk við tær og gav tær ans,
í gleði og sorg eg hjá tær var.”
Men annað sá eg síðan brátt,
tí onkustaðni sjón bar við,
tað eina sporið eittans var.
“Gekk eingin tá við mína lið?
Hann las ta hugsan, leit mær at
og læt meg sína ásjón sjá:
“Tá vart tú sjúkur, signað barn,
eg bar mín son, tú vart mær hjá.”
(Sigjurbjørn Einarsson eftir gamlari søgn. TT týddi)
Hvíl í friði góði starvsfelagi.
Hvítusunnuaftan 2013
Martin Næs
www.sosialurin.fo
Fríggjamorgunin 10. mai
andaðist Jákup Kass, fyrr
verandi prestur á Nesi, 88
ára gamal. Jákup var ætt
aður av Strondum, elsti
sonur Sannu og Bartal Kass
og elstur av 10 systkjum.
Eftir
lokna
skúlatíð
á
Strondum fór Jákup víðari
í skúla í Havn og seinni í
Danmark. Heimafturkomin
gjørdist hann reiðari og
keypmaður á Strondum í
nøkur ár, áðrenn hann fór
í starv hjá oljufelagnum
Esso, har hann seinni gjørd
ist stjóri.
I 1949 giftist Jákup við
Annu Johansen. Tey fingu
3 born.
Í
1970-unum,
meðan
hann var stjóri á Esso, byrj
aði hann at lesa gudfrøði.
Tá var ein ávís lóggáva í
gildi, sum loyvdi fólki at
lesa gudfrøði uttanum tann
vanliga gudfrøðislesturin.
Á sumri 1980 byrjaði
Jákup sum sóknarprestur
á Nesi. Hann var tá 55 ára
gamal.
Starvið røkti hann til
lítar, til hann gavst í 1994.
Jákup og Anna gingu
við lív og sál uppí presta
tænastuna. Tað var eitt
kall til bæði. Jákup plagdi
at siga, at hann var nógv
úti og uppi í nógvum, men
tað var bara gjørligt, tí
hann hevði eina góða konu
heim, sum samstundis var
“sekreterur”
Anna, sum andaðist í
2011, var Jákupi ein góð
kona og ein stórur stuðul.
Jákup var sera virkin,
bæði í kirkjuligum saman
hangum, í Heimamissiónini
og í Sjómansmissiónini.
Hann sat í høvuðsstýrinum
hjá Kirkjuligu Heimamissi
ónini og var eisini formaður
í nøkur ár. Jákup var eisini
nógv upptikin av Ísrael.
Jákup, sum kom til liv
andi trúgv á Jesus mið
skeiðis í 1930unum, var eitt
livandi vitni um ein livandi
Gud. Hann var missións
maður – har hann var og
hvar hann var .
Hann segði fleiri ferðir
smílandi, at tá ið prestar
og onnur fólk søgdu við
hann, at tað hevði verið
nógv lættari hjá honum at
verið prestur, um hann ikki
hevði verið missiónsmaður,
svaraði
hann
aftur,
at
hann hevði als ikki verið
prestur, um hann ikki var
missiónsmaður.
Nevnast kann til døm
is, at meðan Jákup var
prestur, fekk hann at upp-
liva ta gleði, at bæði nýtt
missiónshús og nýggj kirkja
vórðu bygd á Toftum - og
tað sama ár, í 1994.
Jákup var tó givin sum
prestur tá Fríðrikskirkjan
varð vígd í november.
Eftir lokna prestatæn
astu fluttu Anna og Jákup
aftur á Strendur at búgva.
Nú vóru taldu dagarnir
hjá Jákupi uppi, fjørðurin
rógvin, árarnar lagdar inn
og stríðsmaðurin komin í
havn – í Jesu favn.
Vit eru mong, sum við
gleði, undran og takksemi
líta aftur á alt tað góða Gud
gav okkum við og gjøgnum
Jákup.
Gud signi tykkum ið
stóðu honum nærmast – og
okkum øll!
Hebrearabrævið
13,7
leggur okkum hetta á hjart
að og sinnið:
– Minnist til vegleiðarar
tykkara, sum hava talað
Guds orð til tykkara; lítið at
endalyktini á ævi teirra, og
fylgið so trúgv teirra eftir!-
Ærað veri minnið um
Jákup Kass.
Torleif J.
Takk,
Jákup Kass!