fríggjadagur 24. mai 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyar skulu vaksa.
Vit ynskja fólkavøkstur.
Vit vilja hava fleiri fólk.
Hetta hevur verið eitt afturvendandi herróp ta
seinastu tíðina.
Men fyrsta fortreytin fyri fólkavøksri er helst, at vit
telja øll við.
Lurta vit eftir okkara fólkavaldu – og tað geri eg við
hvørt – so hoyrist ofta, at tey siga, at ”hatta var eitt
andstøðuuppskot”, ella ”samgongan ger tað og tað”.
Við øðrum orðum: Vit viðgera ikki uppskotið, tí tað
er ikki rætti sendari!
Slík grundgeving skurrar í oyrunum. Tí í roynd og
veru er hetta als ikki talan um nakra argumentatión,
men heldur tekin um eitt óbúgvið fólkaræði, sum
ikki hevur lært tær demokratisku spælireglurnar
enn.
Gaman í er okkara fólkaræði ungt, og enn er ikki
komið á mál. Men kanska kundu tey á Tinghús
vegnum – uttan samanbering annars – lært okkurt
av teimum á Vaglinum, har tey valdu samstarv fram
um greiðan skilnað millum meiriluta og minniluta.
Tað er ikki av tilvild, at vit hava fingið ein munn
og tvinni oyru. Viðhvørt er ikki so býtt heldur at
lurta enn tosa. Ella sum tað verður sagt í Hamlet hjá
Shakespeare: Give every man thy ear, but few thy
voice!
Ella tá verður farið eftir manninum/kvinnuni,
heldur enn eftir bóltinum. Á fakmáli verður hetta
rópt eitt ”ad hominem-argument”. Tey kunnu rigga
í ávísum støðum, og kunnu venda huglagnum. Eitt
tað kendasta er eitt nú at siga við ein, sum ikki hevur
verið til skips: ”Tú hevur ikki pissað í saltvatn!”
Ein skemtilig viðmerking, sum riggar, og tað skulu
vit heldur ikki undirmeta- og sjálvandi skulu vit
lurta eftir fakfólki.
Men tá slíkt speisemi og ironi verður flutt á hægri
stað, t.d. á tingsins røðarapall, og onkur sigur: ”Hatta
er bara eitt andstøðuuppskot”, ja, so er vandi á ferð.
Tí í slíkari grundgeving er eisini ein tómleiki, og ein
feril av ironi er eisini at hóma í hesum.
Tí ironi er eisini at taka okkurt burtur, uttan at seta
nakað inn ístaðin.
Og tað er altíð eitt sindur fátæksligt at missa okkurt
gott av kávalæti og av taktiskum fyriliti. Tað er jú
altíð betri at telja øll við – tí sjálvandi er tolsemi,
sakligar grundgevingar og eitt búgvið kjak fyrstu
fortreytir, um vit vilja hava fólk at støðast, og um eitt
veruligt orðaskifti kann byrja.
Well, summarið er í nánd – og tá plagar at borga fyri
gróðri og vøkstri – til ”fólkagagns og gróður vist” sum
tikið verður til í sálminum.
Gott summar!
Theodor Eli
Dam Olsen
prestur
EYGA
MÁLIÐ
At lurta er at vaksa
SEV og vindorkan
Jóhan í Niðristovu hevur
seinastu
dagarnar
verið
nógv frammi í miðlunum
við sínari mynd av støðuni
á vindorkuøkinum til fyri
munar fyri hansara privata
smápartafelag Vindrøkt (fyrr
Sp/f Røkt).
Hetta við orðavendingum,
har hann ákærir felagsskapin
SEV fyri ikki at siga allan
sannleikan, og fyri ikki at
vilja Føroya fólki tað besta.
Álvaratos, eg haldi, at tað
er eitt mark fyri, hvat kann
fyrigyklast Føroya fólki, og
vil eg her loyva mær at siga
mína áskoðan í málinum.
Hvat, ið er hent fyri 10
árum síðani, kann eingin
brúka til nakað í dag. Vit eru
komin fram til 2013, og skulu
virka út frá teimum lógum
og mannagongdum, sum nú
eru galdandi.
Allur avgerðarrættur í
samband við útbjóðing av
vindmyllum liggur hjá al
menna myndugleikanum, og
ikki hjá SEV. Soleiðis hevur
verið líka síðani 2007.
Tað er Sp/f Vindrøkt,
sum aftur hesaferð hevur
kært avgerðina hjá myndug
leikanum, um at geva vind
framleiðsluloyvi til SEV, til
Vinnukærunevndina.
Eg
haldi, at Vinnukærunevndin
skal hava frið til at viðgera
kærumálið.
SEV er ein felagsskapur
við sera vælkvaliseraðum
starvsfólkum, sum eru full
tíðar starvsett og hava holla
vitan
innan
elorkuøkið.
Vindmylluprojektið
úti
í
Neshaga og ætlanin í Húsa
haga prógva, at SEV hevur
hollastu vitanina í landinum.
Mínar royndir sum nevndar
formaður í SEV eru, at pro
jektir í hesum prísflokki eru
ikki “vinstrahonds arbeiði “,
men mugu takast í fullum
álvara.
Seinastu 10 árini hava
prógvað, at tøknin stendur
ikki í stað heldur ikki innan
vindorku.
Starvsfólkahóp
urin hjá SEV hevur seinastu
árini fylt sera væl við, og
kann Føroya fólk, um SEV
sleppur at halda fram, heysta
vinning av tí við projektinum
í Húsahaga.
SEV hevði betra tilboð
ið uppá at seta upp 13 vind
myllur við einum muni uppá
5,9 oyru/kWt. Hesin munur,
sum verður til einar 36 mió.
kr. yvir 15 ár, er ein beinleiðis
vinningur hjá Føroya fólki.
Um Sp/f Vindrøkt skal hava
framíhjárætt at vinna út
boðið, so merkir tað, at pri
vata smápartafelagið fær
hendan vinning.
SEV
hevur
fyrireikað
vindmylluprojektið í Húsa
haga væl og virðiliga og
er til reiðar at arbeiða so
skjótt sum møguligt at fáa
myllurnar í vinnu. Okkara
veitarar eru klárir.
Jóhan í Niðristovu tak tað
nú sum ein maður, kapping
er góð fyri okkum øll.
Sørvágur, tann 22. mai 2013.
Jákup Suni
Lauritsen
nevndarformaður
í SEV
kjak
kjak
Í dag eru Dimmalætting og
Sosialurin einastu avísir, ið
eftir eru á marknaðinum.
Treyðugt so at ikki okkurt
annað hissini blað av og á
sæst, men tað er so alt.
Seinastu 5-6 árini hava
verið strævin hjá okkum
sum starvsfólkum at koma
ígjøgnum.
Vit hava sagt nógvum
góðum starvsfeløgum farvæl,
eru farin niður í løn og hava
arbeitt undir størri og størri
trýsti.
Hetta hava vit og okkara
starvsfelagar gingið við til
fyri at bjarga okkara arbeiðs
plássum gjøgnum kreppu
árini. Tí vit hava trúð upp á
framtíðina.
Men sum um fíggjar
kreppa ikki er nóg mikið at
stríðast við, so upptrappa
politikararnir nú kappingina
á lýsingamarknaðinum. Vit
siga sjálvsagt politikararnir, tí
tað eru teir, sum stýra Kring
varpinum, sum í hesum døg
um tykist herða kappingina
við privatu miðlarnar.
At vit gera vart við okkum
er sjálvsagt tí, at eftir okkara
hugsan er tað so burturvið,
at almenna Kringvarpið skal
vera okkara harðasti kapp
ingarneyti. Teir hava hóast
alt 60 milliónir krónur um
árið at gera gott við.
Við so skeiklaðari kapping
er tað, vit hava at síggja fram
til, at okkara arbeiðspláss
verða skumpað longur út
á eggina. Og tað er bara so
órímiligt, at almennur stovn
ur skal vera við til at taka
grundarlagið undan einum
heilum vinnuøki.
Verður ongin broyting, so
hevur – frá okkara sjónar
horni – øll tillagingin av
Dimmalætting og Sosialinum
verið til onga nyttu.
Og ikki minst tá vit hugs
að um allar tær tungu løtur
nar á okkara arbeiðsplássum,
sum vit øll – farin og verandi
– hava havt.
Blaðútgáva: Ómøguligar
kappingartreytir
Hanna M.
Michelsen
starvsfólk á
Dimmalætting
Simona
Weihe
starvsfólk á
Sosialinum