fríggjadagur 24. mai 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gongdin, har
ið Føroyar í út
lendskum eygum
í støðugt størri
mun verða sæddar
sum eitt land, ið
setur seg uttan fyri
altjóða samfelagið,
er óheppin og
má vendast
Hvat fer fram í Føroyum?
Hesum spurningi møti eg
stundum, tá ið eg hitti útlendskar
politikarar og embætisfólk við
áhuga fyri føroyskum viður
skiftum.
Aftan fyri spurningin býr
sjálvandi bæði vanligt forvitni og
kurteisi, men stundum hoyrist og
hómast eisini ein undirliggjandi
undran á, hvussu Føroyar standa í
altjóða samfelagnum.
So líðandi fær man eina fatan
av, at umdømið hjá okkara fantast
iska landi er broytt og skeiklað
seinnu árini.
Hetta er - ikki lesaranum at siga
- ein óheppin gongd.
Føroyar og føroyingar hava jú,
alt tað ið vit minnast, staðið væl
í eygunum hjá okkara gestum og
útlendingum sum heild.
Drúgva søga Føroya sum sjófar
andi tjóð, har ið føroysk sjófólk
hava arbeitt, fiskað, ferðast og
búleikast kring allan knøttin, ber á
henda sama positiva bógv.
Hvussu djúpt stingur hetta?
Kann vera, at mín fatan er ov stív,
men okkurt bendir á, at vent er
í holuni, hvat ið okkara umdømi
viðvíkur.
Spurningurin er, um hetta er
ein einfaldur image-trupulleiki, ið
vit mugu fáa Ferðaráðið, reklamu
stovur ella nýmótans ráðgevarar
at hjálpa okkum við?
Ella stingur hetta djúpri, og
fevnir hetta meira yvirskipað
um, hvussu umheimurin fatar
Føroyar?
Helst tað seinna.
Fatað sum Paria-statur
Feskasta dømið um, at Føroyar
verða umrøddar og viðfarnar sum
eitt slag av Paria-stati - eitt óynskt
land - er alt málið um boykottið, ið
Europasamveldið hevur í hyggju
at seta í verk móti pelagisku
vinnuni í Føroyum.
Umrøðan í europeiskum
organum, t.d. í Europaparlament
inum, hevur verið ómetaliga
negativ.
Leitar tú eftir orðunum "Faroe
Islands" í útlendskum fjølmiðlum,
er myndin lítið frægari.
Støða Føroya í arktiskum sam
anheingi er eitt annað óheppið
dømi, og í Arktiska Ráðnum í
Kiruna í farnu viku skurraði
føroyski leikluturin.
Gamaní varð ein góð røða
hildin. Men landið forsømdi
kjansin at greiða hinum lima
londunum frá hóttandi boykott
inum frá ES, ið á fundinum bað
lova sær upp í ráðið sum eyg
leiðari. Har var møguleiki at leggja
trýst á ES og at fáa samveldið
aftur til samráðingarborðið.
Undrunarvert er eisini at
Føroyar - í almenna rúminum -
góðtaka, at Svøríki ger av, um og
hvussu Føroyar verða umboðaðar
har, ið avgerðir verða tiknar um
Arktis.
Myndin er grumsut.
Í summum førum verður
trampað og leikað í, har ið frægast
er at vísa diplomatisk snildi, og
í øðrum førum eru Føroyar púra
passivar, tá ið tær eiga at reagera.
Til fánýtis leitar man eftir góðu
søgunum um Føroyar sum frí
tíðarparadís og heimsins smørhol
fyri ferðafólk úr stórbýum í
Europa og Amerika.
Positiva ímyndin er av sonnum
farin í bakgrundina.
Uttanlandspolitikkurin
haltar
Orsøkirnar til støðuna kunnu vera
fleiri.
Ein av teimum er ivaleyst,
at uttanlandspolitikkur Føroya
onkursvegna er tægaður sund
ur millum tvey heimlig aðalráð:
Fiskimálaráðið og Løgmansskriv
stovuna.
Formliga liggur uttanlands
politikkur undir Løg-mansskriv
stovuni, og har eigur hann eisini
at vera.
Veruleikin er tó, at Fiskimála
ráðið í nógv størri mun rekur
politikkin, ið sæst og hoyrist
uttan fyri landoddarnar. Hetta er
ráðið, ið skapar heildarfatanina av
Føroyum í umheiminum.
Fiskivinnusamráðingarnar,
sum seinnu árini, sum kunnugt,
hava verið merktar av saman
brestum og ósemjum, leggja í
grundini uttanlandspolitisku linju
Føroya.
Og tess størri ósemjur í fiski
vinnumálum, tess verri gerst
samlaða umdømi Føroya.
Eftir hjá Løgmansskrivstovuni
liggja mál, ið ikki eru eins sjónlig,
og tað ber í sær, at umsitingin hjá
løgmanni tykist at hava minni
ávirkan, tá ið uttanlandspolitiska
linjan verður løgd.
Tørvur á miðvísum
uttanlandspolitikki
Neyvan ber til at broyta og betra
umdømið Føroya eftir einari nátt -
"overnight", sum tey siga.
Tó ber til at fáa betri stýr á tí,
sum almennu Føroyar vilja og gera
á altjóða pallinum.
Man kann byrja við at leggja
allan uttanlandspolitikkin har, ið
hann hoyrir heima, nevniliga hjá
løgmanni og umsiting hansara.
Eisini er neyðugt, at landsstýrið
ger upp við seg sjálvt, hvat ið er
uttanandspolitikkur, og hvat ið
ikki er tað.
Mær tykir til dømis, at sam
ráðingar við onnur lond um fiski
rættindi koma undir uttanlands
politikk, ið, sum nevnt má rekast
og umsitast á sama stað, sum
annar uttanlandspolitikkur.
Eisini ber til at umskipa í
umsitingini, so at nógv fleiri av
verandi kreftum verða fluttar
og brúktar til at leggja til rættis
og at halda fast um ein uttan
landspolitikk, ið gagnar øllum
áhugamálum Føroya.
Fyrst og fremst er tó tørvur á,
at vit hava eitt landsstýri, sum við
sunnari fornuft dugur og torur at
reka uttanlandspolitikk, ið flytir
okkara land fram á leið.
Lesur tú nýggjastu frágreið
ingina frá landsstýrinum um
uttanríkispolitikk, so má tíverri
sigast, at nógv restar í. Ongin
konstruktiv fiskivinnupolitisk
kós, og ongin nevniverdur
Europapolitikkur.
Tað ber væl til at fáa væl betur
burturúr, og tað ber eisini til at
betra umdømið hjá okkara landi.
Fyrsta kravið er, at ovasta
leiðsla landsins gongur á odda.
tíðargrein
Edmund Joensen
fólkatingsmaður
fyri Sambandsflokkin
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Føroyar sum Paria-statur?