fríggjadagur 24. mai 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Tað sigur nakað um hvussu um
støðurnar vóru í Føroyum, tá ið
hugt verður eftir aldursbýtinum á
teimum deyðu á Svínaryggi.
Í 1921 doyr tann bara 17 ára gamli
Poul Otto Sigurd Henning Hansen,
og hann fær sum ein av teimum
fáu gravstein. Hetta ár eru 38 per
sónar jarðaðir á Svínaryggi. 11 av
hesum eru undir 10 ár, teir flestu
nýføðingar, 3 eru 10-20 ár, 4 20-30
ár og 4 vóru 30-40 ár. Tað eru bara
6, sum vóru 70 ár ella meira. Tey
flestu eru havnarfólk, men fleiri
bygdarfólk, sum eru deyð á Sana
toriinum, eru eisini jarðað í Havn.
Otto var føddur 8. juli 1903.
Mamman var Karin Helena Christ
ina Hansen. Hon var fødd í 1883 í
Kirkjubø.
Foreldur hennara vóru Súsanna
Maria Joensen (1859-1934) av Argja
boða og Poul Hansen, (1860-1941)
føddur í Havn.
Poul var í ætt við teir við Stein
í Havn. Hann var uppsitari á
Hornagarðinum eina tíð, men tá
ið telegrafurin kom til Føroya í
1906, gjørdist hann Føroya fyrsta
telegrafboð. Hetta starv hevði hann
so leingi, hann var mentur at ganga
við telegrammum. Tá búðu tey í
Rættará.
Karlena, sum hon var kallað,
var bara 19 ár, tá ið hon kom fyri
barn við Carl Larsen, sum var yvir
maður á danska verjuskipinum
Beskytteren. Heilt leyst hevur
sambandið ikki verið, tí okkurt
samband var við Carl seinni.
Karlena fór seinni til Danmark
ar, har hon doyði í 1949. Hon vildi
hava sonin, Otto, við sær, men
pápi hennara, Poul, vildi ikki lata
dreingin fara, so hann var eftir hjá
ommuni og abbanum í Havn. Otto
fekk eina ringa hálsasjúku, og hon
var Otto at bana.
Ein mammubeiggi var Óli Ják
up, tey vóru bara tvey systkin. Óli
Jákup var gróthøggari, og hann
gjørdi ein stein til Otto. Helst man
Óla Jákup hava gjørt teir gravstein
ar í kirkjugarðinum, sum líkjast
hesum.
Um Óla Jákup í Horni
Óla Jákup í Horni var ein av okkara
fremsta tónleikarum. Hann og
Petur Alberg, sum m.a. gjørdi lagið
til tjóðsangin, vóru javngamlir og
búðu í sama grannalagnum. Teir
vóru eisni vinir, og ikki minst høvdu
teir tónleikin til felags.
Dimmalætting hevði tann 15.12
1945 soljóðandi grein:
“Fyrsta páskadag í ár fylti ein
vælkendur havnarmaður – Óla
Jákup Hansen – 60 ár.
Hann er ein lítillátin og stillur
maður, og stór eru hansara musi
kalsku evnir. Tíðum hevur verið
heitt á hann bæði í sorg og gleði, og
soleiðis kom hann at virka millum
fólkið í okkara bý.
Georg Hansen – Bager Hansen,
sum hann var nevndur – hevði stórt
hegni til at uppala tey musikalskiu
evnini hjá ungdóminum í okkara
býi, og Óla Jákup Hansen var ein av
hansara evnaligastu næmingum og
kom tí skjótt at taka lut í musikk
yrki. Har útlendskur dansur fór
fram, var Óla Jákup Hansen ein
hin hollasti í orkestrinum, og tá ið
Georg Hansen vegna elli gav alt frá
sær, var tað Óla Jákup, ið saman við
øðrum førdi orkestrið víðari.
Við brúðarvígslur og gravferðir
varð ongantíð heitt forgevis á hann
sum sangara.
Tá ið eg fyri 42 árum síðani varð
settur organistur við Havnar kirkju,
kom eg at kenna Óla Jákup Han
sen sum hornblásara. Kongaligi
kapelmusikari
Peter
Andersen,
[systirsonur gamla Restorff, fyrr
umrøddur í hesi røð], stuðlaði mær
at halda kirkjukonsert, og her
komu vit tríggir at spæla eina trio
saman.
Seinni komu Óla Jákup Hansen
og eg at arbeiða nógv saman við kór
sangi – serliga í Havnar Sangfelag.
Óla Jákup var sera beinasamur at
arbeiða saman við.
Í teimum seinastu 50 árunum
eru fleiri og fleiri yrkjarar komnir
fram í Føroyum, og tí kom spurn
ingurin fyri, um nakar var, ið kundi
skapa løg til teir nógvu vøkru fost
urlandssangirnar, ið vóru uttan løg
og tí ikki kundu syngjast. Eitt er at
gera eitt lag, men eitt annað er at
skapa eina skilagóða musikalska
heild. Her hevur Óla Jákup verið
heppin. Í “Prúða land mítt” er lag
rørslan so góð sum hjá lærdum
tónaskaldi - ein føroyskur dámur
er yvir hetta lag, og tað verður nógv
sungið.
Tað er spell, at Óla Jákup Hansen
ikki á ungum árum fekk høvi til at
sleppa uttanlands at læra, so vit
kundu fáa fulla gleði av hansara
evnum. Her er tað tíverri soleiðis,
at teir ungu mugu royna so skjótt
sum gjørligt at fáa sær praktisk
arbeiði og neyvan fáa fulla nyttu av
teimum gávum, skaparin gav.
Umframt at vera musikari er Óla
Jákup Hansen ein sera dugnaligur
grótsmiður, og vakrir eru teir stein
ar, ið hann hevur høgt.
Havnarfólk høvdu fegin viljað
heiðrað hann á 60 ára degnum, um
tey høvdu vitað av tí. Tey høvdu
viljað borið fram tøkk fyri, at hann
uttan viðurgjald hevur sungið við
kirkjuligar samkomur, serliga við
gravarferðir.
Føroya fólk skyldar honum stóra
tøkk fyri hansara vøkru løg, sum nú
eru fólkaogn.
Óla Jákup Hansen er nú komin
meira burtur úr musikkstarvinum.
Honum dámar vist lítið alt hetta
nýggja, sum vil køva gamla før
oyska mentan, men frílyntur sum
hann, sigur hann sum so mangur:
“Nýggjar tíðir, nýggir siðir, men
Føroyingar mugu ikki missa seg
sjálvar burtur”.
Hóast henda føðingardagsheils
an kemur heldur seint fram, vil eg
frambera ynski um eina ljósa og
eydnuríka framtíð.
Tórshavn, hin 27. November
1945
J. Waagstein
Løg hjá Óla Jákup Hansen í Føroya
Fólks sangbók:
Farið um jól og trettanda er
Her er dámligt í Føroyum um
krossmessutíð
Legg tínar sorgir á Harran tín Gud
Prúða land mítt, tær sum havið
kvøðu ber
Tey fara framvið á sumri í sól.
Kona og børn
Óli Jákup giftist við Johonnu He
lene Andreu Gaard f. 1899 í Fámjin.
Tey fingu børnini Odu, Maju, Poul,
Pauli og Sigurd.
Tónleikaevnini eru farin í arv.
Hetta sæst ikki minst í Havnar
Hornorkestur, sum Óli Jákup var í
frá byrjan í 1903, har eftirkomarar
hansara í fleiri ættarliðum eiga sín
stóra leiklut.
HENDUR IÐ SLEPTU
Otto í Horni gjørdist
bara 17 ára gamal
Óla Jákup í Horni var ein kendur tónleikari. Systir hansara, Karen Helena, fekk ein
son við einum donskum yvirmanni. Men honum varð ikki langt lív lagað
Komandi partur
Í komandi parti verður sum
fyrr boðað frá greitt frá Henry
Young og øðrum fiskimonnum úr
Grimsby og Hull, sum fingu sína
grøv á Svínaryggi.
POUL OTTO SIGURD
HENNING HANSEN
F. 8.7 1903
D. 2.2. 1921
HERREN GAV HERREN
TOG
HERRENS NAVN VÆRE
LOVET
Otto gjørdist einans 17 ár,
men abbin tryggjaði hann
frá at verða gloymdan
Óli Jákup í Horni, sitandi,
saman við Petur Alberg
Otto var vist føddur í Horni