Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen 7. partur Eg fór aftur við Yvonnu í 1948. Hetta var eitt sera gott ár. Fyrst fóru vit til Íslands, men vit fingu kortini ikki so nógv á Suðurlandinum, tað var so sjaskut veður. Eg haldi, at vit høvdu eini 300 skippund, so tað var ikki nógv. Men so varð farið til Grøn­lands um somu tíð sum árið framm­an­ undan. Vit komu inn har suðuri í Grønlandi og fiskaðu við ísblinkin eina tíð. Vit fingu væl av fiski. So fóru vit norður eftir. Tá fiskaðu vit eisini frá skipinum umframt bát­ unum. Tað var nógvur fiskur at fáa, men so fóru vit til Ravnoynna, har vit lógu eina tríggjar vikur. Har á leið fingu vit gott fiskarí við bátunum. Tað mesta vit fingu, var innanfyri oynna inni í Bjarn­oyar­ fjørðinum. Eg minnist, at bátarnir mangan vóru so tungir, at vit ofta kundu vera bangnir fyri teimum, tí ikki skuldi tá nógv til áðrenn teir drukku sjógv, um teir til dømis fingu alduna av einum øðrum báti. Tað kundi vera ógvuliga vandafult. Fiskur omaná Eg minnist eina ferð vit komu úr Bjarnoyarfjørðinum, tá ið vit dreyg­ aðu um pyntin vestanfyri oynna. Vit høvdu fullan bát, ella meira enn fullan kann eisini sigast. Nú verður havið so sprenfult av fiski, sum svimur omaná sjónum. Veðrið var gott, tað var vist sólin, sum lokkaði fiskin upp. Eg stóð í forskutinum og fór at krøkja fisk inn í bátin, meðan vit sigldu. Men hetta var betur ógjørt. Tað var longu so nógvur fiskur í bátinum, at tað var óráð at tyngja hann enn meira. Men so nógvur var toskurin tá undir Grønlandi. Vit landaðu 300 skippund í Før­oyingahavnini fyri at gera tað rúm­ligari í lastini. Tað vóru ikki allir, sum dámdu, at vit skuldu landa, tí hetta longdi um túrin, men hetta gjørdist kortini úrslitið. Fyri hesi skip­pundini, ið vit landaðu í Grønlandi, fingu vit 900 kr. í part, og tað var ikki so galið og eitt gott ískoyti til túrin. Skiparin, Dánjal, var kringur í so máta, at hann fylgdi væl við, hvussu fiskurin gekk. Fyrru tíðina varð hildið at vera best har suðuri og sum frá leið varð so farið norður eftir við fiskinum, sum hann flutti seg. Eg minnist ein dagin, vit vóru í Dýpinum. Tá fingu vit 10.300 stórar toskar. Hetta var ein grovur dagur. Tann dagin fingu allir bát­ar­nir fýra ferðir uppí. Hetta var ógvu­liga strævið. Oman á alt skuldi hvør einasti fiskur blakast uppá skipið. Onkuntíð kundi onkur av skip­ inum tó loysa av, meðan vit kundu fara upp á skipið at fáa ein drekka­ munn. Tað einasta vit høvdu við okkum at eta á bátinum, vóru tær stóru keksirnar við margarin, og so høvdu vit vatn. Menn vóru ikki so kræsnir, so hetta riggaði fínt. Vit royndu eina ferð norðan fyri Holsteinsborg við Kusit oyggjarnar. Tá varð knappliga frá einum báti skotið eftir okkum. Vóru eftir øll­ um at døma komnir ov nær landi. Hetta mundi meira vera eitt ávar­ ingarskot. Undan krígnum høvdu verið nógvir trupulleikar hjá før­oy­ ingum undir Grønlandi, men hesir vóru loystir tá. Sambandið heim Vit plagdu eisini at vera inni í Før­ oyingahavnini at taka útgerð ella onkur onnur ørindini. Tá fóru vit altíð niðan á føroyska sjómans­ heim­ið. Her lá væl fyri at skriva brøv heim. Eg minnist, at tað vóru tvær gentur, sum arbeiddu á sjó­ mans­heiminum. Onnur teirra gekk framvið og glósaði við, at “has­in er góður við mammu sína”. Men tað var so sjálvsagt, at man lat altíð hoyra frá sær, um tað var møgu­ligt. Tá vóru ikki aðrir sam­skiftis­møgu­ leikar enn at skriva. Tá ið fiskað varð frá skipinum, vóru nógv snøri og tá vísti tað seg, at fiskurin tók mest í annan endan á skipinum. Viðhvørt kundi tað vera hjá aftasta manni og viðhvørt hjá tí fremsta. Tað var ein partur av órættvísinum við sjálvdrátti, at fiska­talið hjá hvørjum einstøkum fiskimanni eisini valdaðist, hvar á skipinum, ið hann stóð. Tí var tað ein fyrimunur at fiska frá bátum, tí tá vóru snørini meira spjadd. Tá kundi eisini fáast nokk so nógv frá skipinum av teimum monnum, sum tá vóru eftir. Men her var kortini samveiða, allir fingu somu avrokning. Hetta árið royndu vit eisini út í september mánað. Eitt, sum vit vóru ógvuliga glaðir fyri, var at sleppa at lána bátarnar at fara í land at henta hesi svørtu berini, tá vit lógu inni sunnudagar. Tað var bara at taka hondina gjøgnum lyngin, so fekst uppí hondina. Hesi vórðu koyrd í blikk og kundu goym­ ast í nógvar dagar. Farmaskip kom eisini nakrar ferðir til Grønlands. Tá kundi fáast pakki heimani frá. Hetta var eisini sera hugaligt. Sum túrurin gekk og tíðin nærk­ aðist heimferðini, varð farið inn í Føroyingahavnina at taka fiskin umborð, sum vit høvdu lagt upp. Vit fóru so úr Føroyingahavnini 7. sep­tember og høvdu logn til vit komu i Julianehåbsbuktina. Møti, grindaboð og illveður Tá varð ein sunnudag trupulleiki við motorinum, sum mátti steðgast, meðan hann varð afturgjørdur. Josva Poulsen var motorpassari. Meðan bíðað var, varð møti hildið í kahúttini. Allir vóru við, og hetta var ein hugnalig løta. Tað var sungið og nakrir høvdu orðið. Men nú fer onkur upp á dekkið, og hann hoyrist rópa “grindaboð”. Tá lógu vit i einum stórum grinda­ flokki. Hvalirnir stóðu beint upp og niður. Hetta var ein vøkur sjón. Josva, motorpassarin, hevði allan grindareiðskap við sær umframt riflu. Hann skeyt nakrar hvalir, men hesum fingu vit ikki nakað burtur úr, tí teir sukku við brestin. Vit settu so ein bát út. Tá hevði grindin spjatt seg eitt sindur or­ sakað av skotunum. Vit fingu tá skutlað ein hval og sleipaðu hann at borði. Hann bleiv so taklaður inn á dekkið. Vit fingu tilsamans tríggjar hvalir, so vit vóru væl forsýnaðir við grind og spik. Hetta endaði alt við, at vit dansaðu grindadans í lugarinum um náttina. Tað er kanska einastu ferð, at hetta er hent so nær Kappanum. Vit fóru so at sigla suðureftir. Veðrið var gott. Tá ið vit koma suður um Kappan verður illveður vestan­ eftir. Vit fingu fleiri skvampar og fleiri av bátunum brotnaðu. Skipið var jú so tungt í sjónum. Vit høvdu miðvikan Torleif Bech: Grindaboð á Kappanum Við Yvonnu kom Torleif at royna Grønland, men so førdu umstøðurnar hann umborð á Agnes Louise, sum royndi tær gomlu leiðirnar undir Íslandi Torleif Bech Í Grønlandi var Føroyingahavnin støðin hjá føroyingum Henda myndin úr “Færøske Sluppfiskere” hjá Jóan Paula Joensen vísir hvønn “status” tey ymisku plássini á skipi høvdu, tá ið tað ráddi um fiskaeydnu. Best var at standa aftast og fremst. Ringast var í miðuni. Hetta vísir hvussu órættvísur sjálvdrátturin var