fríggjadagur 24. mai 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
miðvikan
1111 skippund og 25 føt av lýsi. Vit
høvdu lýsismeltarí umborð. Ein
gjáarmaður, sum var við, dugdi so
væl at fáast vit hetta.
Tað varð lagt til um náttina, tí
veðrið bleiv so ringt. Onkur náttin
var so mikið ring, at vit fingu ikki
lagt skipið uppí ættina. Tá máttu
vit liggja spakuliga undan. Seglini
vóru uppi og so mátti tann, sum
stýrdi ansa væl eftir, at seglini ikki
fóru at flaksa. Tá kundu bummar
og annað brotna.
Eg minnist tað eina kvøldið,
tað varð avloyst. Veðrið var so
mikið ringt, at tað var ikki ein og
hvør, sum kundi fara til róðrið. Ein
svágur mín, Poul Veihe, var við og
hann stýrdi alla náttina.
Vit komu so gjøgnum tað veðrið,
men vit fingu eina ringa ferð av
Kappanum og heim til Føroya.
Tað var so myrkt i veðrinum,
at vit fingu ongantíð at vita, hvar
vit vóru. Vit kundu bara sigla uppá
kumpass og logg, sum mátaði teinin,
ið vit sigldu.
Men tá ið vit vóru komnir so
langt, at roknast kundi við, at vit
vóru komnir inn á landgrunnin,
tá var loddað. Tá var einki sum æt
ekkolodd, so dýpið mátti finnast at
blaka eitt lodd við snøri í endanum.
So kundi dýpið metast eftir hvussu
nógv av snørinum, ið rann út.
Tá fingu vit botn, men tað var
djúpt, eini trý stykkir, 180 favnar
Nú var veðrið batnað nokk so
nógv, hann var blivin útnyrðingur
í ættini.
So tað bleiv siglt víðari. Hetta
var í evstu hoyggingartíð. Tá er tað
onkur, sum sigur seg kenna hoylukt.
Hetta vóru serlig evni, sum summir
menn høvdu.
So bleiv skipið lagt til og Emil
Djurhuus, bestimaður, fór upp á
gossið, tað ovasta á mastrini, og
tá rópar hann ”Beinisvørð í ein
útnyrðing”. Hetta var hugaligt
at hoyra. Men tað tók framvegis
meginpartin av einum samdøgri,
áðrenn vit komu inn á fjørðin.
Og so aftur at vaska á sama hátt
sum fyrr er greitt frá. Nú var gott at
fáa slætt undir fótum.
Mamma græt, tá hon
sá so nógvan pening
Pápi sigldi við Ósa tá. Dagin eftir,
at vit vóru komnir, komu teir heim
av túri og skuldu niður at selja.
Pápi hevði hug at vera heima, so eg
fór so niður við. Tað var sjálvsagt
eisini eitt stórt upplivilsi hjá mær
at sleppa til Bretland og Aberdeen,
har vit seldu.
Hendan túrin við Yvonnu, fingu
vit knapt 1.400 skippund. Vit fingu
6.400 krónur í avrokning og hetta
var nógv tá í tíðini. Umframt hevði
eg fingið kr. 2.000 á Suðurlandinum.
Onkur dagløn var fingin við til
rigging.
Eg fekk so uppgerð beint fyri
jól, sum var tað vanliga. Eg fekk
peningin í ein konvolutt. Tá eg fór
heim og legði hann á borðið, fór
mamma at gráta. Eina slíka rúgvu
av pengum hevði hon ikki sæð fyrr.
Tá var tað eisini vanligt, at synir,
sum fóru til skips, stuðlaðu heim
inum fíggjarliga.
Við Agnes Louise
Eg skuldi fara við Yvonnu triðja
árið, í 1949, men tá fór hon so seint
avstað, tí hon skifti til ein størri
motor.
Fleiri av manningini fóru við
Agnes Louise, og teir bóðu meg um
at koma við. Skipari var Lars Larsen,
Lars í Gjørðum. Hann átti skipið
saman við teimum á Løghamri.
Lars var ein ógvuliga álvarsamur
maður. Tað eru fáir, sum hava ført
sama skip so mong ár, sum hann.
Vit fóru avstað um hálvan mars
ella kanska eitt sindur fyrr. Manna
gongdin var tann vanliga. Fyrst at
fara á Drelnes at fáa salt og síðani
til Havnar at fáa tuberklabevís og
so avstað.
Ferðin gekk væl. Vit kastaðu
vestan fyri Vestmannaoyggjarnar.
Vit høvdu ein rakstur fram við
drangunum har og vit fingu 500
stórar toskar. Tá siglast skuldi upp
aftur var okkurt galið við motor
inum. Hann koblaði ikki í, so vit
máttu heilt til Reykjavíkar at fáa
hann gjørdan aftur. Tá kundi vit
sigla við seglum. Hetta tók eitt
samdøgur. Vit komu at liggja heilar
9 dagar á Reykjavík, so vit komu at
missa nógv fiskarí orsakað av hes
um breki.
Pengar fyri kjólastykki
til mammuna
Vit vóru 19 menn, og nógvir vóru
ungir. Av manningini vóru 16 por
keningar og 3 vóru av Sandi. Allir
vildu hava nakrar krónur, so teir
millum annað kundu sleppa í bio
graf. Tað bleiv til, at vit fingu 10
krónur í part.
Eg keypti fyrst eitt brýni. Skuldi
ein flekja, so var tað fremsta treyt
at kunna hava knívin hvassan.
Hetta kostaði 7 krónur. Fyri restina
keypti eg mær eitt glas av mjólk við
einum wienarbreyði afturvið. Hetta
var gott at fáa, tí mær dámdi so væl
wienarbreyð.
Onkrir vildu hava meira av pen
ingi, men Lars var ógvuliga trekur.
Honum dámdi ikki drekkarí, og
hesum kundi vandi vera fyri, um
menn fingu ov nógvan pening um
hendur. So teir løgdu saman ráð um
at fáa ein teirra at fara til Lars um
at fáa pening, tí hann ætlaði sær at
keypa mammuni eitt kjólastykki.
Lars lat sær siga, og so var sloppið,
men tað er óneyðugt at siga, at
kjólastykki varð ikki keypt!
Vit fóru so út aftur og royndu í
Faksabuktini og so aftur á Suður
landið. Vit fingu onkrar góðar dagar,
upp til 1400 fiskar um dagin, so tað
var gott. Vit fóru i Faksabuktina
og so í Breiðubuktina. Vit fingu
onkran hampiligan dag, men tað
var smærri fiskur. Men nú fiskaðu
vit í felag, so allir fingu tað sama
burtur úr.
Vit ætlaðu so at fara eftir norð
urlandinum, men tá vit komu norð
ur um, lá ísur líka at landi, so har
gjørdist einki, og vit fóru heim.
Vit fingu 280 skippund, so hetta
gjørdist ikki nakar góður túrur.
Men tað hjálpti um, at prísurin var
nokk so góður tá.
Komandi Miðvika
Í komandi Miðviku verður greitt frá vanlukkuni við torvbátinum í
1952, tá ið fýra menn doyðu
Lippurnar verða taldar. Talið á teimum avgera inntøkuna
Maður sker lippu
Eftir Yvonnu fór Torleif við Agnes Louise.
Hugni í lugarinum. Teknað hevur Bárður Jákupsson