fríggjadagur 24. mai 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lennon/ McCartney: Blackbird
Syng mín fuglur nú ið náttin doyr
Tak nú mínar skerdu veingir - flúgv!
Flúgv og liv!
Endiliga løtan kom tá ið tú slapst á flog
Syng mín fuglur nú ið náttin doyr
Tak nú hesa blindu sjón – og sí!
Flúgv og sí!
Endiliga løtan kom – og nú tú fríur ert
Fuglur flúgv! Fuglur flúgv!
Inn í ta ljósu myrku nátt
Fuglur flúgv! Fuglur flúgv!
Inn í ta ljósu myrku nátt
Syng mín fuglur nú ið náttin doyr
Tak teir skerdu veingir – og lær og flúgv!
Liv og flúgv!
Endiliga løtan kom tá ið tú slapst á flog
Endiliga løtan kom tá ið tú slapst á flog
Endiliga løtan kom tá ið tú slapst á flog
Heilsan til Frits
Tær fagna vit við blómum og við orðum,
sum vakti songdís Føroya upp úr dvala;
í grønum líðum og í brøttum skorum
vit hoyra hennar føgru tónar tala.
Vit minnast árini, tá tú vart ungur
og vón og ynski sýndu tínar dygdir;
sum meistarin tú loysti vára tungur
og gleði bar til allar Føroya bygdir.
Svá spælir tíðin sum hon altíð spældi
á ævinleikans hørpu gjøgnum øldir;
vit syngja enn fram tað, ið løtan fjaldi,
sum var og er tær himins stjørnufjøldir.
Ja, stjørna tín er kveikt í okkar huga,
og songin goyma vit í hjarta inni:
ei finst hjá tær á fold og himnaboga
ein betri heimur enn várt egna minni.
Í dag nú songdís Føroya letur ljóða
á ungum gentuvarrum sínar søgur,
skal hugur okkar tær ein himmal bjóða,
sum er hin víðfevndi og grøni bøur.
Alexandur Kristiansen
nøvn
Lítil kantata
til Frits
(og gentukórið)
Her róðu teir fjørðin
Her róðu teir fjørðin,
og áirnar sungu
um roysni og brøgd
teirra gomlu og ungu.
Her róðu teir fjørðin,
ið lá sum ein sveiti,
og árarnar sungu
um Ennið og Leitið.
Her bygdu teir lendið
og plantaðu fræið,
ið nørdist og vaks
sum eitt náttúrukvæði.
Og áirnar sungu
og fjøllini kvóðu,
og fram gjøgnum øldirnar
aftur teir róðu.
Um tún og um teigar
væl livdi tann songur,
ið urtirnar sungu
í øldir og longur.
Og urtirnar syngja
um røkur og stíggjar,
her rógva teir aftur
á songirnar nýggjar.
Í morgin, leygardagin 25. mai,
verður Jógvan Sundstein,
fyrrverandi løgmaður, lands
stýrisamður
og
løgtings
maður 80 ár. Hann var vikin
í politikki frá 1970, tá hann
varð valdur tingmaður fyri
Fólkaflokkin í Eysturoyar
valdømi til 1994, tá hann ikki
stillaði uppaftur. Frá 1978
umboðaði hann Fólkaflokkin
í Suðurstreymoyar valdømi.
Jógvan Sundstein gjørd
ist løgmaður eftir valið í
1988, tá hann skipaði sam
gongu saman við Sambands-
flokkinum. Eftir valið í 1990
skipaði
Javnaðarflokkurin
tvíflokkasamgongu saman
við Fólkaflokkinum, og tá
gjørdist Jógvan Sundstein
fíggjarmálaráðharri.
Tað
starvið røkti hann til 1993.
Jógvan
Sundstein
er
havnarmaður.
Foreldrini
vóru Hanna Jensen (á Dul) og
Hans Sundstein, sum í mong
ár var sjómansskúlalærari.
Tey fingu seks børn. Jógvan
var elstur, og so eru fimm
systrar: Margretha (1935),
Agnas (1937), Elisabeth (1939),
Hanna (1940) og Marjun (1947).
Margretha býr niðri, og hinar
búgva í høvuðsstaðnum.
Eftir skúlan fór hann í
læru í Sjóvinnubankanum.
Seinni tók hann HD í rokn
skapi í Keypmannahavn og
seinni grannskoðaraprógv.
Í 1963 varð hann løggildur
grannskoðari.
Hann byrjaði egið grann-
skoðaravirki í 1964. Eitt skifti
var hann saman við Paula
Ellefsen.
Jógvan er giftur Lydiu
fødd Marstein og ættað úr
Klaksvík. Tey búðu í mong
ár á Skákinum í sonevnda
»Kardamummbýnum« úti í
Grønlandi í Havn, men fyri
fáum árum síðani fluttu tey
til Danmarkar. Tey búgva í
Slagelse, har dótturin, Ruth,
býr. Lydia og Jógvan hava
eisini tveir synir – Hans
Paula og Eivind – sum báðir
búgva á flatlondum.
Hóast tey búgva í Dan
mark, so fylgir Jógvan fram
vegis væl við í føroyskum
samfelagslívi, og hann er
fastur viðmerkari í panelin
um, sum skrivar tíðargrein í
VikuskiftisSosialinum.
Jógvan Sundstein 80 ár
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr