fríggjadagur 24. mai 2013síða 26
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.torshavn.fo
tórshavnar
kommuna
Leys størv í
Tórshavnar kommunu
Tórshavnar kommuna søkir vegna Dagstovnin
Lítlaskóg eftir tveimum pedagogum til
vøggustovu at arbeiða 30 tímar um vikuna at
byrja 5. august 2013 ella eftir nærri avtalu.
Um pedagogur ikki søkir kann hjálparfólk verða
sett í tíðaravmarkað starv.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag Føroya.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving
og royndir, skal vera hjá Lítlaskógi, Djóni í
Geilsgøta 51, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mána-
dagin 24. juni 2013.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Jensinu Magnus-
sen, stovnsleiðara, telefon 219135.
PEDAGOGAR
Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í
Badmintonhøllini eftir einum pedagogi at arbeiða
uml. 25 tímar um vikuna í føstum starvi, og
trimum hjálparfólkum í tíðaravmarkað starv til
15. juni 2014 at arbeiða uml. 25 tímar um vikuna.
Størvini verða sett frá 12. august 2013.
Um ongin pedagogur søkir, verða hjálparfólk sett í
tíðaravmarkað starv.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsge-
varafelag Føroya.
STARVSFÓLK
Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan
Sankta Frans eftir 2 pedagogum at arbeiða
ávíkavist 25 og 30 tímar um vikuna.
Eisini verður søkt eftir einum hjálparfólki at
arbeiða 25 tímar um vikuna.
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða sett 15. august 2013 og sett
sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag
og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
MEIRi FÆST AT VITA
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær
til Maibritt Simonsen, leiðara, á telefon 212545.
UMSÓKN
Umsókn saman við viðmælum, upplýsingum um
útbúgving og royndir, skal vera hjá Frítíðarskúla-
num Sankta Frans, Villumsgøta 13, 100 Tórshavn,
ella við telduposti ftssankt@torshavn.fo, í seinasta
lagi mánadagin 10. juni 2013.
STARVSFÓLK
Tórshavnar kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan í
Hornabø eftir tveimum pedagogum at arbeiða
ávíkavist 25/30 tímar um vikuna at byrja 12.
august 2013 ella eftir nærri avtalu.
PEDAGOGAR
Um pedagogur ikki søkir verður hjálparfólk sett í
tíðaravmarkað starv.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambart sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs-
gevarafelag.
Umsókn
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving
og royndir, skal vera hjá Frítíðarskúlanum
í Hornabø, Hornagøta 13, 100 Tórshavn, í seinasta
lagi mánadagin 10. juni 2013.
Meira fæst at vita
um størvini við at venda sær til Ann Elisabeth
Eldevig Joensen, stovnsleiðara, telefon 214041
ella á teldupost annelisabeth@torshavn.fo.
Umsókn o.a.
saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving
og royndir skal vera hjá Frítíðarskúlanum í Bad-
mintonhøllini, Gundadalsvegin 12, 100 Torshavn, í
seinasta lagi mikudagin 5. juni 2013.
Meira fæst at vita
um starvið við at venda sær til Jan Laursen,
stovnsleiðara, telefon 284902 ella við at hyggja
inn á heimasíðuna www.badmintonhollinfts.com.
Kanningin hjá Sjúrði
Ár eftir ár hava fullveldispolitikarar greitt frá, hvussu tyngjandi Føroyar eru fyri
danskar skattgjaldarar, og nú hevur fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum
í einari kanning staðfest, at politiski boðskapurin hevur givið úrslit.
Gerið so væl, tit.
Fólkatingsmaðurin
hjá
Javnaðarflokkinum
hevur
almannakunngjørt
úrslit
ið av einari kanning, har ið
1.000 danskarar eru spurdir,
hvat ið teir vita um Føroyar.
Uttan iva ein áhugaverd
kanning, sum fólk kunnu
gera sær tankar um.
Kanningar eru søtmeti
fyri fjølmiðlar, og teir hava
sum vera man borið tíðindi
frá kanningini.
Serliga er fokus á, at
danskarar halda Ríkisveit
ingina vera nógv størri, enn
hon í veruleikanum er. Ella
sagt á ein annan hátt: dansk
arar halda, at Føroyar eru
tyngjandi fyri danskar skatt
gjaldarar, hóast veruleikin er
ein annar.
Hetta úrslitið er áhuga
vert, og tað vísir í grundini,
at missiónin hjá fullveldis
politikarum hevur eydnast.
Ár eftir ár hava full
veldispolitikarar
greitt
umheiminum
-
herundir
danskarum og ikki minst
fólkatingspolitikarum - frá,
hvussu Føroyar tyngja Ríkis
kassan. Øll minnast rossa
tárini um vaskikonurnar á
Vesturbúgv.
Boðskapurin er breiddur
út, hóast tølini vísa júst tað
øvugta. Í ár, til dømis, telur
Ríkisveitingin til Føroya 0,6
promill av almennu donsku
útreiðslunum.
Veruliga
myndin man vera, at Før
oyar viga tungt í samlaða
roknistykkinum og eru ein
inntøka fyri samlaða ríkið.
Hvørji eru so tey, ið hava
og framvegis útbreiða boð
skapin fyri danskarum um
teir dýru føroyingarnar?
Millum nøvnini teljast
Sjúrður Skaale sjálvur og
gomlu partamenn hansara
úr Tjóðveldisflokkinum.
Framvegis hoyrist hesin
boðskapur av fólkatingsins
røðarapalli, tá ið Javnaðar
flokkurin á Fólkatingi út
leggur tekstin.
Ja, soleiðis ber til við
kanningum at máta effekt
ina av politikkinum hjá sær
sjálvum.
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri
Sambandsflokkin
viðmerkingar
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo