Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-24, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 FO-110 Tórshavn • Føroyar Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo Vísindastarv í orkuverkfrøði Eitt vísindastarv í orkuverkfrøði er leyst at søkja á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi. Talan er um professarastarv ella lektarastarv treytað av førleika umsøkjarans. Starvið Starvið fevnir um gransking og undirvísing við atliti atburð­ ar dyggari gagnnýtslu av varandi orkukeldum í føroyska sam­ felagnum. Tann, ið settur verður, skal ganga á odda í arbeiðinum við at menna eitt sterkt granskingarumhvørvi, hvørs gransking skal vísa á burðardyggar møguleikar fyri at minka um nýtsl­ una av fossilum brennievnum. Somuleiðis skal viðkomandi hava ein leiðandi leiklut í at menna og samskipa hægri út­ búgvingartilboð innan orku­ og umhvørvisverkfrøði við atliti at burðardyggari gagnnýtslu av varandi orkukeldum. Førleikar Umsøkjarar skulu hava ph.d. útbúgving og starvsroyndir, ið eru viðkomandi fyri starvið. Umsóknin Við umsóknini skulu leggjast avrit av próvskjølum, yvirlit yvir útbúgvingargongd og arbeiðsroyndir umframt lýsing av granskingaráhugamálum og framtíðarætlanum. Eisini skal yvirlit yvir vísindaligu avrik umsøkjarans fylgja við, og hægst 5 tey bestu vísindaavrik umsøkjarans skulu leggjast við umsóknini. Setanargongd Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri størv á Fróð­ skaparsetri Føroya. Løn og starvstreytir eru sambært sátt­ mála millum landsstýrið og Akademikarafelag Føroya. Freist Umsóknarfreist er 27. juni 2013. Miðað verður at seta starv­ ið skjótast tilber. Umsóknir skulu skrivast á enskum og sendast við telduposti til umsokn@setur.fo. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar fáast hjá Hans Paula Joensen, hanspj@ setur.fo, dekani á Megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsu­ vísindi. Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at finna á www.setur.fo Spindoktarin hjá Edmundi og hansara vrøvl Stuðulspedagogurin hjá Edmundi Joensen hevur enn einaferð selt honum eina grein, sum er full í feilum Edmund Joensen er á mang­ an hátt ein hugfarsligur mað­ ur. Men hann er ógvuliga hjálparleysur. Til dømis skriv­ar hann ikki eitt einasta orð sjálvur, men rindar spin­ doktarum at skriva fyri seg. Soleiðis heldur Edmund høvdið omanfyri politisku vatn­skorpuna. Eg havi ofta biðið Edmund ansa eftir hvat tað er, sum hann letur fólk skriva í sínum navni, tí hann kemur í heilum illa fyri av tí. Men tað hjálpir ikki. Spindoktararnir skulu jú hava sína løn, so okkurt mugu teir gera. Í gjár skrivar so ein av stuð­ulspedagogunum hjá Ed­mundi - í Edmundsa navni! - at tað er mín skyld, at danir halda Føroyar fáa størri blokkstuðul, enn veruleikin er. PR-maðurin skrivar: "Hvørji eru so tey, ið hava og framvegis útbreiða boðskap­ in fyri danskarum um teir dýru føroyingarnar? Millum nøvnini teljast Sjúrður Skaale sjálvur (...). Framvegis hoyrist hes­in boðskapur av fólka­ting­ sins røðarapalli, tá ið Javn­ aðar­flokkurin á Fólka­tingi útleggur tekstin. Ja, soleiðis ber til við kanningum at máta effektina av politikkinum hjá sær sjálv­um." Lygn Tá tú keypir eina vøru, sum ikki er í lagi, kanst tú fara aftur til handilin við henni. Men tá Edmund keypir eitt lesarabræv, kann hann ikki fara aftur við tí - hóast feilir eru í tí. Tá tað er prentað, hongur Edmund uppá tað, sum stendur. Og í gjár legði Edmund enn einaferð navn til eina lygn. Eg havi ALDRIN á fólka­ tingsins talarastóli sagt, at Føroyar tyngja statskassan. Hin­vegin havi eg fleiri ferð­ ir ført fram, at Føroyar samanumtikið ikki eru nøkur vánalig forrætning fyri Dan­ mark, og at blokkurin er nógv størri í høvdinum á fólki enn í veruleikanum. T.d. havi eg undir eini fíggj­arlógarviðgerð sagt hetta: "Som i tilfældet med Grøn­land er der dog en ud­ bredt opfattelse, når det gæld­er Færøerne: Nemlig at de koster statskassen penge. Mange penge. Ifølge op­fattel­sen langt mere end der står i den finanslov, vi har på bordet." Ikki sunt Hetta merkir ikki, at eg taki undir við at hækka blokkin. Eg haldi blokkin órógva bæði viðurskiftini millum Føroyar og Danmark - og politisku skipanina í Føroyum. Vit hava jú ein flokk - Sambandsflokkin - sum val eftir val hevur sama boðskap: Vel okkum, so fáa tit danskar pengar - vel hini, so fáa tit ongar danskar pengar. At lova fólki danskar pengar er Sambandsfloksins eksistensgrundarlag. Og tað er skaðiligt, tí tað flytir fokus frá hvat vit sjálv kunnu gera. Alt fer at snúgva seg um, hvat vit kunnu fáa Danmark at rinda fyri okkum. Hesum hugburði er Ed­ mund Joensen fremsti tals­maður fyri - eisini í Danmark. Og tað er ikki serliga gott fyri umdømi Føroya. Sjúrður Skaale viðmerkingar