Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-24, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Posta • Óðinshædd 2 • 100 Tórshavn • Føroyar • Telefon 34 60 00 • Faks 34 60 01 • www.posta.fo • posta@posta.fo Posta sóknast eftir einum dugnaligum KT-fólki til okkara KT-deild. Vit vænta, at tú kanst byrja skjótast tilber, men vit bíða tó fegin eftir rætta persóninum. Tú skalt: vera við til at menna KT-grundvøllin á Posta, veita starvsfeløgum KT-hjálp, seta upp og reka skipanir umframt aðrar viðkomandi KT-uppgávur. Vit vænta, at tú: hevur viðkomandi útbúgving ella royndir innan KT. Tað er títt eyðkenni, at tú ert ágrýtin, dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og dugir at seta teg inn í mannagongdir og nýggjar skipanir. Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir við: • Microsoft skipanum • at arbeiða við processum • SharePoint • Support Vit bjóða: eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum mennandi og jaligum umhvørvi. Løn sambært avtalu. Spurningar: Spurningar um starvið kunnu setast Edvard S. Remberg, KT-leiðara á telefon 236018 ella á edvard@posta.fo. Umsóknir Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum skal sendast til: Posta Starvsfólkadeildin Óðinshædd 2 100 Tórshavn Merkt: “Umsókn” ella til posta@posta.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi hin 31.05.2013. Starvsfólk til KT-deildina á Posta www.setur.fo Masterútbúgving í vegleiðing Í heyst bjóðar Fróðskaparsetur Føroya í samstarvi við Menta mála­ ráðið og Háskóla Íslands út parttíðarlestur í lestrar­ og yrkis vegleiðing á masterstigi. Útbúgvingin verður skipað við intensivum seminarum, lestrarbólkum, sjálvlestri og samskifti umvegis fjarlestur. Endamál At geva virkandi og nýggjum vegleiðar­ um ástøðiligan kunnleika og møguleika at menna førleikar til tess at veita dygd­ argóða lestrar­ og yrkisvegleiðing til fólk í øllum aldri. Endamálið er harafturat at menna, skipa og professionalisera veg­ leiðarayrkið, eins og siðvenja er í lond­ unum rundanum okkum. Upptøkutreytir • Útbúgving á bachelorstigi ella hægri • Læraraútbúgving (gamla skipanin) og minst tvey ára starvssroyndir sum vegleiðari í fólkaskúlanum ella á øðr­ um skúla/stovni • Motiverað umsókn (sí Upptøka 2013) Útbúgvingarstaður Námsvísindadeildin Frælsið 20 FO­100 Tórshavn Umsóknarfreist Freistin at søkja um upptøku til MA í Vegleiðing er mánadagin 3. juni 2013. Nærri kunning Les meira um útbúgvingina, lærugreina­ yvirlit, og tak niður umsóknarblað og leiðbeining á: http://setur.fo/upptoe­ ka­2013/ma­utbugving­i­vegleiding/ Til ber eisini at venda sær til lestrar­ vegleiðingina í miðfyrisitingini á: studvegl@setur.fo Masterútbúgving í løgfrøði Í heyst bjóðar Fróðskaparsetur Føroya út útbúgving í løgfrøði á masterstigi. Skeið verða boðin út grundað á gransking í føroyskari lóg, umframt í samstarvi við universitet í grannalondunum. Endamál Endamálið við útbúgvingini er at geva tí lesandi førleikar á høgum støði í løg­ frøði. Tey útbúnu skulu fata og kunna greina lóg og løgfrøði við atliti at røð av løgfrøðiligum evnum, umframt lóg­ kønari útgávu og lóg hjá smáum løg­ dømi í samveldisstøðu. Upptøkutreytir • Antin: úbúgving á bachelorstigi í lóg. • Ella: onnur útbúgving minst á bachel­ orstigi ella samsvarandi við nóg mikið av lógkunnleika • Umframt: grundgivin umsókn Útbúgvingarstaður Søgu­ og samfelagsdeildin Jónas Broncks gøta 25 FO­100 Tórshavn Umsóknarfreist Freistin at søkja um upptøku til MA í Løg­ frøði er mánadagin 1. juli 2013. Nærri kunning Les meira um útbúgvingina, læru greina­ yvirlit, og tak niður umsóknarblað og leið­ beining á: http://setur.fo/upptoeka­2013 /masterutbugving­i­loegfroedi/ Til ber eisini at venda sær til Kára á Rógvi, lektara á Fróðskaparsetri Føroya á telefon 292589 ella við at senda ein teldu post til kariar@setur.fo. J.C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 FO-110 Tórshavn • Føroyar Tel.: +298 352500 • setur@setur.fo • www.setur.fo