fríggjadagur 24. mai 2013síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fótbóltur effodeildin upptakt
ítróttur
Abraham sær møguleikar í Klaksvík
HB er stórfavorittur
Tað var ikki nóg gott
NSÍ venjarin ásannar, at avbjóðingin í Klaksvík kennist stór, men
hann heldur samstundis, at hansara lið hevur ment seg nógv,
síðani KÍ fyrr í ár í evstu løtu tryggjaði sær øll stigini í Runavík
Talan er um sanna lyklauppgerð
í stríðnum fyri at sleppa undan
niðurflyting, tá ið TB fær vitjan
av 07Vestur, sum ikki hevur
vunnið, síðani TB vitjaði í Sørvági
Jóannes Hansen
KÍ er næstovast á støðu
talvuni, og næstu vikurnar
tykjast fyritreytirnar at vera
góðar at skava stig saman.
Fýra tær næstu ferðirnar
eigur KÍ heimavøll. Triggjar
ferðir í landskappingini – NSÍ
nú sunnudagin, og so B36 og
AB – og so í fyrru hálvfinaluni
í steypakappingini ímóti EB/
Streymi.
KÍ málverjin Meinhard
Joensen varskaðadarvaður
í 2. hálvleiki í Trongisvági
mánadagin. Hann verður tó
í málinum sunnudagin, og
Ivan Joensen verður aftur á
miðvøllinum, eftir at hann
fyri viku síðani var leikbann
aður. Allir hinir KÍ spælar
arnir eru tøkir.
Hjá NSÍ royndist tað
væl 2. hvítusunnudag, tá ið
Víkingur fór úr Runavík við
3-0 tapi.
Einasta
útivallartapið
higartil legði NSÍ í fyrsta um
fari rygg til í Sarpugerði, tá ið
Víkingur vann 2-1. Eina viku
seinni vann KÍ 3-2 í Runavík.
– Tá var liðið hjá okkum
ikki
samanspælt.
Síðani
hava vit arbeitt við at menna
spælskipanina, og tað gongur
rætta vegin. Tapið ímóti KÍ í
Runavík var júst tí, at okkara
spælarar ikki vóru nóg til
vitaðir um leiklutirnar hjá
hvørjum einstøkum manni.
Men tað tænir eisini KÍ til rós,
at tað aftur og aftur eydnast
teimum at svara aftur fram
ímóti
dystarenda,
heldur
Abraham Løkin, venjari hjá
NSÍ, og hann heldur fram:
– Hagtølini hjá NSÍ í Klaks
vík seinnu árini eru einki ser
lig, men vit hava gott mót.
Sjálvandi var tað ein smeitur,
at vit mistu royndasta sen
trala miðvallaran, tá ið Karl
fór avstað, men so er neyðugt
at arbeiða við øðrum loysn
um. Ímóti Víkingi røkti vete
ranurin Sjúrður Jacobsen
hetta plássið, og eg haldi, at
hann stóð seg væl.
Hjá NSÍ eru allir spælar
arnir tøkir.
Nú má røkka
ella støkka
Jóannes Hansen
Í 2. Umfari 16. mars, tók
07Vestur ímóti TB. Úrs
litið var, at 07Vestur vann
sannførandi
4-1
sigur.
Síðani tá hevur 07 Vestur
spælt
átta
landskapp
ingardystir.
Fýra
ferð
ir hevur tað eydnast at
megna javnleik, og fýra
ferðir
hevur
vágaliðið
tapt. Soltna úrtøkan ber
við sær, at uppflytara
liðið í Vágum er á niður
flytingarplássi. Nú er TB
aftur á skránni, og tað
er einki, sum eitur. Um
07Vestur
tapir
sunnu
dagin, so verður fjar
støðan upp til TB sjey
stig, og tá kann tað fara at
kennast ógvuliga tungt.
– Stóri trupulleikin
er, at vit skora ov fá mál.
Um vit skulu hugsa um
at vinna, so er neyðugt,
at vit skora fleiri ferðir, og
so er neyðugt, at vit ikki
gera mistøk av tí slagnum,
sum var orsøk til fyrra
málið á heimavølli ímóti
EB/Streymi. Hetta var
stutt undan steðginum,
og inntil tá kendu vit
okkum at vera væl við.
Tað var í hvussu so er
eingin munur á liðunum,
heldur 07Vestur málverjin
Andras Gango.
At tað ber til at vinna
stig á útivølli hevur 07
Vestur víst við javnleikum
ímóti HB og Víkingi.
Tá ið TB hevði tapt stórt
í Sørvági, mundi kenslan
nógva staðni vera, at
tvøramenn vóru upplagt
evni til niðurflyting.
– Hetta er einasta ferð
in higartil, at vit hava
kent okkum avsmurdar.
Síðani hava vit verið part
ur av nógvum tøttum
uppgerðum, og vit hava
kent okkum óhepnar, og
kanska hevur tað ikki ver
ið nóg gott, tá ið vit fleiri
ferðir hava mist sigurin
í síðstu løtu. Tað kostar
nógv at spæla javnt í
staðin fyri at vinna, og
sunnudagin
vóru
vit
ógvuliga vónbrotnir, at
vit ikki vunnu ímóti KÍ,
sigur TB veteranurin Óli
Johannesen.
Saman við sær á lið
num hevur Óli nógvar
ungar,
evnaríkar
og
arbeiðssamar
spælarar.
Hóast teir hava verið við
til at mynda dystirnar, so
er niðurflytingarplássið
ikki so ógvuliga langt
burtur.
– Tað er sera týdn
ingarmikið, at vit vinna á
heimavølli ímóti 07Vestur.
Um vit tapa, so verður
munurin lítil og eingin.
Um vit vinna, so verður
stutt fram til tey, sum
kappast longri uppi á
støðutalvuni,
staðfestir
veteranurin.
Tølini siga, at síðani
stórtapið í Sørvági hevur
TB bara tapt í Gundadali
ímóti HB, tá ið tvøramenn
vóru væl við, hóast teir at
enda taptu 3-0. At talan
bara hevur verið um tveir
sigrar, og at liðið fimm
ferðir hevur verið partur
av javnleiki, er orsøk til, at
støðan er, sum hon er.
joannes@sosialurin.fo
Støðutalvan sigur, at tað
stendur einki til á Argjum.
Tvey stig í tíggju dyst
um er einki serligt. Men
AB venjarin, Sámal Erik
Hentze,
sum
er
gamal
meistaravenjari í HB, vil
ikki geva skarvin yvir:
– Ímóti ÍF vóru vit leikliga
omaná, og vit spældu okk
um til møguleikar, men
kortini taptu vit 1-0. Vit
missa kortini ikki mótið, og
vit vóna, at tað fer at koppa
okkum til fyrimunar, sigur
hann við AB heimasíðuna.
Tað eru 22 stig frá HB á
fremsta plássi og aftur til
AB á niðasta plássinum. Og
sambært HB venjaranum
Oddbirni Joensen, so ætla
teir í HB ikki at geva AB
nakað í Gundadali:
– Vit vilja hava bóltin
nógv mesta partin av tíðini.
Tá liðið er so nógv fremst,
sum vit eru, so hava vit ráð
at gera mistøk. Tað vita
vit, og tí tora vit at spæla
við ávísum vága. Sjálvandi
fara vit onkra ferðina at
tapa, men vit vita eisini, at
tað skal nógv til at vinna á
okkum, er boðskapurin hjá
HB venjaranum, áðrenn AB
kemur í Gundadal.
Ímóti B36 2. hvítusunnu
dag varð miðverjin Jóhan
Troest Davidsen rikin av
vølli. Hann verður tískil
leiknbannaður ímóti AB.
Hans Jørgensen vardi
mánadagin
HB
málið.
Oddbjørn Joensen sigur, at
hetta var ikki síðsta ferðin,
at Hans stóð í HB málinum,
men harfyri er ikki sagt, at
tað sunnudagin ikki verður
Teitur M. Gestsson, sum fer
at standa í HB málinum.
joannes@sosialurin.fo
Bæði EB/Streyma veteran
urin Egil á Bø og ÍF venjarin
Albert Ellefsen vóna, at
leikliga avrikið hjá teirra liði
verður betri í kvøld, enn tað
var fyri viku síðani, tá ið bæði
liðini vunnu á útivølli.
Í kvøld klokkan 19.00 verð
ur sjøtil settur á 11. umfar,
tá ið ÍF fær vitjan av EB/
Streymi, og landsliðsvenjarin
Lars Olsen verður millum
áskoðararnar.
Um tað hevði verið, sum
tað plagdi at vera, so hevði
landsliðsvenjarin
serliga
eygleitt EB/Streyma álops
spælaran Arnbjørn Hansen.
Arnbjørn verður ikki á EB/
Streyma liðnum í kvøld. Í
síðstu viku fekk hann eitt
afturstig, og hóast hann er
farin at renna aftur, so er
lítið sannlíkt, at hann verður
við næstu ferðirnar.
Mánadagin
vann
EB/
Streymur 2-0 í Sørvági. Hetta
var triði sigurin í landskapp
ingini á rað. Veteranurin Egil
á Bø hevur verið við allar
tríggjar
ferðirnar.
Hann
fegnast um sigrarnar, men
hann heldur lítið um leikliga
avrikið í Sørvági.
– Vit mugu vísa meiri í
kvøld, um vit skulu hugsa
um at vinna úrtøku. Ferðin
var ov lág, neyvleikin var ikki
nóg stórur, og vit spældu okk
um ikki til nógvar málmøgu
leikar, staðfestir Egil á Bø.
Levi Hanssen hevur verið
burturstaddur síðstu vikur
nar. Hann kom heim aftur í
gjárkvøldið, og hann verður
í ferðalagnum til Fuglafirðar
í kvøld.
ÍF vann tepran 1-0 sigur
á Argjum hvítusunnuaftan.
Tað fegnast Albert Ellefsen
um, men hann heldur ikki,
at leikliga avrikið var nakað
serligt:
– Tað var nógvur vindur,
og vit satsaðu við at seta
Bartal Eliasen fram í álopið.
Vit eru sera fegnir um, at
tað eydnaðist at vinna, men
skulu vit vinna úrtøku í
kvøld, so skal leikliga avrikið
verða munandi betri, enn tað
var, sigur ÍF venjarin.
Hann vil ikki siga so nógv
um uppstillingina, men tað
skilst á lagnum, at hon iva
leyst verður broytt aftur,
og at tað harvið sannlíkt
vera
Clayton
Soares
og
Øssur Dalbúð, sum vera
teir fremstu, meðan Bartal
Eliasen verður í verjuni.
Tá ið liðini fyrr í vár
hittust í Streymnesi, vann
ÍF 2-1:
– Tá var tað avgerandi,
at teir heilt skjótt mistu
ein mann. Um vit megna at
endurtaka sigurin frá har
norðuri, so verða vit í somu
støðu, sum liðið var síðsta
kappingarár, og tað haldi
eg hevði verið væl klárað,
er viðmerkingin hjá Alberti
Ellefsen, sum rósar spælar
unum fyri góðan hugburð og
stórt arbeiði í venjingunum.
Nenad Saric hjá ÍF er
framvegis skaddur.