fríggjadagur 24. mai 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Jónas kapp
rennur við tíðina
Tað er óvist, um stinni høgri vongverjin Jónas þór Næs
hesa ferð verður førur fyri at umboða føðilandið
Hittast í
aldudalinum
Tað er ov tíðliga at tosa
um kreppu. Men tað er
einki at liggja omaná,
at gongdin higartil hjá
bæði
Víkingi
og
B36,
sum sunnudagin hittast
í Gøtu, ikki hevur verið,
sum tað varð vónað og
ætlað. Víkingur hevur ikki
vunnið fimm tær seinastu
ferðirnar, og B36 hevur
ikki vunnið fýra tær sein
astu ferðirnar.
Støðutalvan
sigur,
at stóri trupulleikin hjá
Víkingi er, at tað gongur
so illa at skjóta mál. Tólv
mál í tíggju landskapp
ingardystum
var
ikki
gamalt í Sarpugerði!
– 3-0 í Runavík kundi
bent á, at vit taptu stórt,
men soleiðis kendu vit
tað ikki. Tað var 1-0, inntil
tað restaði ein lítil løta.
Vit royndu at svara aftur,
og so skrædnaði í hinum
endanum, sigur miðverjin
Atli Gregersen, sum held
ur, at spælararnir vilja
vísa góðan hugburð, men
at tað kennist torført at
síggja hetta í avrikunum.
Hjá Víkingi er tað
smeitur, at miðvallarin
Hans Jørgen Djurhuus er
skaddur.
Martin Pedersen verð
ur ikki í B36 miðverjuni
sunnudagin, tí hann er
leikbannaður. Í granna
dystinum ímóti HB sást,
at B36 hevur trupulleikar
í miðverjuni. Møguligur
avloysari er Robert Heðin
Brockie. Odmar Færø er
á veg heim úr Skotlandi
í
summarfrí.
Lukasz
Cieslewicz var als ikki í
hópinum ímóti HB. Tað er
ivasamt, um hann verður
við í Gøtu.
Fyrr í ár smurdi B36
Víking av í Gundadali,
men síðani hevur tað ver
ið soltið:
– Vit arbeiða hart og
royna at spæla frítt, men
trupulleikarnir eru, at vit
gera mistøk í verjupart
inum, og at vit ikki skora
upp
á
møguleikarnar,
sum vit spæla okkum til,
sigur miðvallarin Róaldur
Jacobsen, sum eftir 3-3
ímóti HB fegnaðist um
stigið, men samstundis
iðraði seg um, at tað ikki
hevði eydnast at fáa størri
úrtøku burtur úr møgu
leikunum.
joannes@sosialurin.fo
11 24-05-2013 kl. 19.00 ÍF - EB/Str.
11 26-05-2013
TB - 07 Vestur
11 26-05-2013 kl. 15.00 HB - AB
11 26-05-2013 kl. 15.00 KÍ - NSÍ
11 26-05-2013 kl. 15.00 Víkingur - B36
11. umfar Effo-deildin:
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 HB
10
7
3
0
25
8
+17
24
2 KÍ
10
4
5
1
24
16
+8
17
3 ÍF
10
4
4
2
20
18
+2
16
4 NSÍ
10
4
3
3
16
15
+1
15
5 EB/Streymur
10
4
2
4
20
13
+7
14
6 Víkingur
10
4
2
4
12
17
-5
14
7 B36
10
2
6
2
17
14
+3
12
8 TB
10
2
5
3
10
16
-6
11
9 07 Vestur
10
1
4
5
11
22
-11
7
10 AB
10
0
2
8
7
23
-16
2
Jóannes Hansen
Sunnukvøldið fer Lars Olsen,
landsliðsvenjari, at kunngera,
hvørjar spælarar hann fer at
boðsenda til landsdystirnar
á útivølli ímóti Írlandi 7. juni
og 11. juni ímóti Svøríki. Tað
er longu greitt, at í hvussu so
er tveir nýggir spælarar skulu
boðsendast, og at tað verða
í hvussu so er tvær stórar
broytingar millum teir ellivu,
sum verða sendir á vøllin
ímóti Írlandi. Tað kemst av,
at teir báðir, sum seinastu
ferðirnar hava verið fastir
á sentrala miðvøllinum, eru
leikbannaðir. Tað snýr seg
um Hall Hansson, sum júst
er farin í summarfrí í AaB og
superliguni, og tað snýr seg
um liðformannin og veteran
in Fróða Benjaminsen, sum
higartil í ár hevur víst, at
hann orduliga er komin fyri
seg aftur, eftir at hann í fjør
stóð eitt sindur veikari í
myndini, enn hann áður hev
ur gjørt.
Nú er spurningurin, um
tað eisini verður neyðugt at
skifta út á høgra vongverj
anum, har Jónas þór Næs
tey seinnu árini hevur ver
ið
rættuliga
sannførandi.
Orsøkin er tann, at Jónas
týskvøldið
í
dysti
fyri
íslendska felag sítt Valur var
so óheppin at bróta stórutá.
Bæði í fyrradagin og í gjár
var Jónas hjá lækna, og í gjár
vóru boðini góð:
– Læknin segði, at talan
er um reint brot, sum liggur
væl. Hann roknar við, at tað
verður grógvið saman aftur
um tíggju dagar, og at tað tá
verður møguleiki fyri aftur
at spæla fótbólt, sigur Jónas
þór Næs úr Reykjavík.
Kemur illa við
Íslendska
landskappingin
er fýra umfør gomul, og tað
hevur higartil gingið væl hjá
Vali og Jónasi. Hann hev
ur spælt allar dystirnar á
tamb. Tað var miðskeiðis í
2. hálvleiki i útidystinum í
Garðabýnum ímóti Stjarnuni,
at Jónas í nærdysti kendi
nógva pínu í fótinum.
– Eg helt talan var um
dygt slag, og at pínan fór at
hvørva aftur. So eg spældi,
inntil dysturin var liðugur.
Tá eg vaknaði mikumorgunin
varð tað mær greitt, at alt
ikki ruggaði rætt. Eftir ein
túr í røntguni varð staðfest,
at talan var um brot. Í fyrstu
atløgu útilokaði eg møgu
leikan at vera við í landsdyst
unum, men nú havi eg eina
vón um, at tað skal bera til.
Eg havi kunnað Lars Olsen
um støðuna, og undir øllum
umstøðum
verður
talan
um kapprenning við tíðina,
áðrenn landsliðið skal spæla,
staðfestir skilagóði vong
verjin úr Reykjavík, og hann
fjalir ikki yvir, at hetta kemur
sera illa við júst nú:
– Íslendska landskapping
in er stutt, so tað er harmu
ligt at sita uttanfyri, tá ið tað
er so stutt millum umførini.
Hjá okkum hevur tað gingið
væl higartil. Vit hava vunnið
tveir dystir og spælt tveir
javnar. Síðst Valur vann
meistaraskapin var í 2007.
Teir siga, at tað árið høvdu
teir eftir fýra umfør vunnið
tveir og spælt tveir javnar.
Í fimta umfari ta ferðina
spældu teir ímóti Keflavík,
og tá var úrslitið 2-2. Næsti
dysturin hjá okkum verður
ímóti júst Keflavík. Sjálvandi
harmar tað meg, at tað ikki
ber mær til at spæla við, nú
Keflavík og toppliðini og
favorittarnir KR og FH bíða,
men vit eru 20 spælarar,
sum kappast um plássini, so
maður kemur í mans stað,
eru orðini frá einasta føroy
inginum í fremstu deildini í
Íslandi.
Putlispælið
Í hesum døgum leggja Lars
Olsen og hjálparvenjari hans
ara Jóannes Jakobsen kabal
ina, sum skal vera liðugt
løgd sunnukvøldið. Lands
liðsvenjarin kom til Føroya í
gjárkvøldið. Í kvøld fer hann
til Fuglafirðar, og sunnudag
in fer hann til Klaksvíkar,
har hann ivaleyst fer at hava
serliga vakið eyga við Pól
Jóhannus Justinussen hjá
NSÍ, og Hjalgrím Elttør, Atla
Danielsen og Páll A. Klett
skarð hjá KÍ.
Soleiðis sum vit hava skilt
tað, so fer Jóannes Jakobsen
sunnudagin til Gøtu, har
Súni Olsen hjá B36 og Atli
Gregersen og Erling Jacobsen
hjá Víkingi skulu vigast.
Danska superligan var
liðug mánadagin, og í viku
skiftinum fara spælararnir í
summarfrí. Frítíðin er stutt
og longu eftir landsdystin
ímóti Svøríki 11. juni tørna
spælararnir til aftur. Harvið
verður eingin summarfrítíð
hjá Silkeborg monnunum
Gunnar Nielsen, Christian
Lamhauge Holst og nýggja
stjørnuskotinum í føroysk
um fótbólti, 19 ára gamli
vongverjanum
Ára
Mohr
Jónsson, sum verður á U-21
landsliðnum, um Lars Olsen
ikki velur at senda boð eftir
honum.
Fjórði maðurin í superligu
felag er René S. Joensen, sum
er komin fyri seg eftir langan
skaðasteðg í Brøndby.
HB er sannførandi topplið,
og tað er ikki komið av ong
um. Millum profilarnar á lið
num higartil hava verið mið
verjin Jóhan Troest Davidsen
og verjukendi miðvallarin
Heini Vatnsdal. At teir eru á
veg inn í putlispælið hjá Lars
Olsen man vera rættuliga
sannlíkt.
Hóast Fróði Benjaminsen
og Hallur Hansson eru leik
bannaðir ímóti Írlandi, so
verða teir ivaleyst í ferða
lagnum bæði til Írlands og
til Svøríkis, har teir ivaleyst
aftur vera millum teir fyrstu
ellivu – sannlíkt saman við
Jónasi þór Næs, um hann
vinnur kappingina við tíð
ina!
joannes@sosialurin.fo