fríggjadagur 24. mai 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Styrki Volvo-trucks sterkasti 2013
Føroya sterkasti maður skal finnast
Pætur Albinus
Síðani kappingin um at ger
ast Føroya sterkasti maður
av fyrstan tíð fór av bakka
stokki, hevur undirtøkan
verið stak góð millum áskoð
ararnar. Høllin hevur verið
fullsett hvørja ferð, og soleiðis
vænta fyriskipararnir at tað
verður aftur í ár.
– Tað eru altíð eini 1200-
1500 fólk. Tey seinastu at
gongumerkini verða tó sjáld
an seld fyrr enn saman dagin
og tey flestu keypa tey við
dyrnar. Hetta er ein kapping,
sum bara er einaferð um árið,
so tá ið hon er, so koma tað
eisini nógv fólk, sigur Bogi
Hammer, sum er fyriskipari
av kappingini og sum vera
man eisini luttekur í kapp
ingini.
Nýggjur meistari
hesaferð
Jákup Suni Berg, sum hevur
vunnið kappingina seinastu
tvey árini, verður ikki við í
kappingini hesaferð. Hann
breyt sær fótin 8. desembur
í fjør, tá ið Føroyar dystaðust
ímóti Danmark, og hann er
ikki komin seg nóg mikið til
at vera førur fyri at luttaka.
Tað er tískil greitt, at nýggjur
meistari skal finnast.
Tá ið fyrireikingarnar til
kappingina byrjaðu, vóru
tað heili níggju mans, sum
ætlaðu sær at vera við, men
nú vísir tað seg, at einans fýra
verða við. Umframt fótbrotið
hjá Jákup Suna, so hevur
Herman Mohr Hermansen
fingið slitgikt í albogarnar
og Bárður Poulsen slitið sín
biceps.
Bogi Hammer greiðir frá,
at luttakararnir hava vant
ógvuliga hart seinastu 10
vikurnar, har teir spakuliga
koyra meiri og meiri á vekt
ina og at hetta hevur verið
møðandi fyri kroppin. Hann
vísir á, at hetta bara er ein
staðfesting av, at tað veruliga
snýr seg um at vera sterk
astur.
Nógv fyrireiking
Bogi Hammer stendur sjálvur
fyri at fyriskipa kappingina,
samstundis sum hann sjálvur
luttekur.
– At byrja við var tað
strævið at hava tveir keppar
á høvdinum. Tað hendi seg,
at eg brádliga biðin um at
lyfta. Regin Vágadal bað meg
fáa onkran hjálpara, tí hann
á sinni gjørdi somu villuna,
sigur Bogi og leggur afturat,
at tað nú eru heili 22 fólk, sum
hjálpa til við at fyriskipa.
– Hetta er fimta árið við
somu fólkum, so tað koyrir
í einari góðari rútmu, sigur
Bogi Hammer.
Eru væl fyri
Fyri einari viku síðani høvdu
luttakararnir í kappingini
eitt sokallað støðumet í Yndi
Fitness í Havn, og har gekk
tað væl hjá fleiri av teimum.
Somikið væl, at tríggir teirra
settu nýtt føroyskt met.
Jákup Petur Djurhuus
setti nýtt met í squat í sínum
vektbólki við at lyfta 240 kg,
meðan Helgi Lamhauge sett
nýtt met í sínum vektklassa
við at lyfta 282,5 kg. Bogi
Hammer setti nýtt met í
deadlift, har hann við at
lyfta 305 kg betraði um sítt
egna met.
Leggja nógv fyri
Bogi Hammer sigur, at hann
javnan fær spurningin frá
fólki, hvussu nógv útgerðin
vigar í mun til eitt nú teirri
tíðini, tá ið Regin Vágadal
setti Føroyar á heimskortið
við sínum musklum.
– Dekkið hjá okkum vigar
420kg í mun til 350kg, sum
tað áður hevur verið, og tað
sama við fleiri øðrum útgerð
um, sum merkir, at útgerðin
er vorðin 20% tyngri enn
hon var áður, sigur Bogi
Hammer.
Kappingin Føroya Sterk
asti Maður byrjar leygardagin
kl. 15 í høllini á Hálsi í Havn.
albinus@sosialurin.fo
Leygardagin verður skipað fyri árligu afturvendandi kappingini, Føroya Sterkasti Maður, sum verður í
høllini á Hálsi í Havn. Skaðar hava ført við sær, at tað einans vera fimm luttakarar við hesaferð
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Luttakarar
Bogi Hammer
Helgi Lamhauge
Bjarni Nielsen
Jákup Petur Djurhuus
Heini Hátún
Skaðar:
Herman Mohr Hermansen
slitgikt í albogarnar
Bárður Poulsen
slitið bicepsin
Jákup Suni Berg
breyt fótin
Skráin:
1) Loglift
Lyfta stammuna upp um høvd. Byrjar við 90kg, økir við
5 kg til eingin klárar meiri. Tann, sum lyftir mest, vinnur.
2) Tire flip
Dekk, sum vigar 420kg. Tann, sum koppar
dekkinum skjótast átta ferðir, vinnur.
3) Squat
Kassi, har fýra konufólk fara í, hevur savnaða vekt
áljóðandi 220 kg. Tann, sum oftast klárar at lyfta
kassan upp um høvd í ein minutt, vinnur.
Steðgur (mótashow og dansur)
4) Deadlift
hvussu ofta ein megnar at lyfta 240kg í ein minutt
5) Medley
Farmers walk. 125 kg í hvørjari hond, gongur 10 m, setur tað
niður og ber tað heim aftur. Síðani power stairs, ið er eitt
200 kg lodd, sum skal upp ígjøgnum seks trin.