Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-24, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 58 · 24. mai 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Eydna Skaale eydnaskaale@hotmail.com Nýggja stjørnuskotið á landsliðnum fyri frælsan ítrótt, Valborg Heinesen, ger ikki nógvan háva burturúr renni­ avrikum sínum. Her vera lýsingarorðini ikki brúkt í hástigi, og tað er tí ikki undrunarvert, tá hon greiðir frá, at hon faktiskt hevði ilt við at trúgva, at hon veruliga var úttikin til oyggjaleikirnar á Bermuda. Eingin formell áheitan – Eg var ikki vís í, at eg var komin á lands­liðið til oyggjaleikirnar, fyrr enn eg las tað á Portalinum. Eg visti, at eg í november hevði klárað kravtíðina, men eg var allíkavæl als ikki vís í at verða út­tikin, tí eg havi runnið so lítið í Før­ oy­um, greiðir Valborg frá. Valborg Heinesen er úr Hoyvík, men seinastu árini hevur hon búð í Szczecin í Pólandi, har hon hevur lisið til lækna. Prógvið verður handað henni 29. juni, og síðani verður øll orkan sett av til at vinna Føroyum heiðursmerki á oyggjaleikunum í juli. Tí Valborg er veru­liga úttikin at renna fyri Føroyar á Bermuda. – Eg hevði væntað, at tá man varð tikin út til landsliðið, so var tað stórt og hátíðarligt. At onkur ringdi og boðaði frá, ella at man fekk eitt formelt bræv. Men eg las tað bara á portalinum, og eg hevði eitt sindur ilt við at trúgva tí. Men eg hugsaði so, at tá tað stóð har, ja, so mátti tað passa, sigur Valborg smílandi. – Men hóast landsliðsboðini vóru rættiliga óítøkilig, so eri eg ómetaliga glað, og tað hevur nógv at siga fyri meg, at eg sleppi at umboða Føroyar. Eg kenni meg sera motiveraða at gera mítt allar besta, slær Valborg fast. Amatørrennarin, sum vann Hóast hon altíð hevur runnið nógv, so hevur Valborg havt ilt við at sæð seg sjálva sum ein rennara. Nú hon er út­ tikin til landsliðið, er tann myndin um at broytast. – Eg havi altíð íðkað nógvan ítrótt, serliga fótbólt og hondbólt, men tá eg einaferð sleit krossbandið, mátti eg gevast við tí. Síðani havi eg bara runnið fyri meg sjálva, uttan at vera í nøkrum felagi og uttan at hava havt nakr­an venj­ara. Eg havi bara hugnað mær, greiðir Valborg frá og heldur á, – eg havi runnið, tí mær dámdi tað. Eg havi ikki havt nakað mál, sum so. Lesnaður­in er altíð komin í fyrstu røð, og eg havi runnið, tá eg havi havt tíð. Tá tú lesur til lækna, er ikki nógv frítíð, so venjingar­nar hava verið rættiliga óstøð­ugar, viðgongur Valborg. Men tað gjørdist við tíðini trivielt at renna uttan nakað mál. Í september 2011 setti hon nøsina upp ímóti at gjøgnum­føra eitt marathon. – Eg hugsaði, at eg skuldi bara gjøgnum­føra, og tí pressaði eg als ikki meg sjálva. Tíðin var 3 tímar og 37 min­uttir, og eg var slett ikki móð, tá eg kom á mál, hóast eg hevði runnið eitt heilt marathon. Tá hugsaði eg: okey – hetta kann eg gera nógv betri, greiðir hon frá. Og so kom kappingarlyndið sníkjandi. Í oktober 2011 fór hon til sína fyrstu kapping í Polandi, sum var ein 5 km Grand Prix kapping í 10 umførum. Valborg fekk 1. pláss í hennara um­fari, um­framt at hon vann samlaðu kapp­ ing­ina, tá alt varð gjørt upp eftir tey 10 um­førini. – Eg hevði saknað ítróttargleðina og spenningin við at kappast. Og eg gleddist um at vera ein partur av ein­ um ítróttartiltaki aftur. Har var tað eing­in sum spurdi meg, hví eg rann, um tað ikki var óinteressant, og um eg Málið er medaljur Valborg Heinesen kallar seg sjálva ein amatørrennara. Men inni í lestraríbúðini hevur hon 23 steyp og 32 heiðursmerki, sum prógva nakað annað. Hon hevur inntil í januar vant einsamøll uttan nakra renniætlan, men nú er ein av polsku landsliðsvenjarunum farin at venja hana – sjálvboðin. Málið hjá Valborg er greitt: medaljur á oyggjaleikunum! Spildurnýggja rennistjørnan