fríggjadagur 24. mai 2013síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 58 · 24. mai 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Útbúgvin Cand.theol., men arbeiði sum
programfólk í Kringvarp Føroya.
Hvat er tað besta við starvinum?
Tey fittu fólkini, sum arbeiða har. At kunna arbeiða
við slíkum, sum hevur mín áhuga, so arbeiði og
áhugamál falla saman – tað er ótrúliga jaligt
fyri meg. Fólk lurta nógv eftir Kringvarpinum,
og tey eru áhugað og viðmerkja og meyla – so
tað gevur meining at arbeiða í slíkum miðli!
Hvat ger teg í góðum lag?
Míni børn og ommubørn – hava tey tað gott, havi eg
tað gott ! Men tónleikur, góður matur, vár og páskaliljur,
haldi tað vera sera lívsjáttandi hesa tíðina at síggja
turru og brúnu leykirnar, sum vit í november løgdu í
myrka og svarta mold, nú hava stríðst seg upp og fram
í ljósið til undurfagrar tulipanir og páskaliljur – tað
er ein vársangur, sum vil nakað. Annars dansa, spæla
kort, samskifta við onnur menniskju, ein góður tanki
frá onkrum. Tað er tað óvæntaða og lítla, sum gleðir.
A ella B-menniskja?
So avgjørt A-menn
iskja. Mær dámar
sera væl at fara
tíðliga upp og seta
meg við einum
kaffimunni og lesa.
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Nú eri eg júst ikki nøkur gasella á nøkrum vølli, men
mín fitti og tolni maki roynir sítt ítarsta at fáa meg við
út at ganga/renna og fáa meg at síggja, hvussu stóran
týdning tað hevur at hava góða kondi. Yndisítrótturin
burturav her í húsinum er fótbóltur, so við so aktivum
ítróttarfólki í húskinum, havi eg mest eygleiðarastatus.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Mær dámar væl allan tónleik – so eg geri so at
siga ikki mun á…tó ov søtan country tónleik ella
ov ógvusligan tónleik velji eg at dempa eg niður.
Hvussu eru tínir matvanar?
Mær dámar sera væl at gera mat. Allur matur, sum
er gjørdur við kærleika smakkar væl. So sunnan
og einfaldan mat gerandisdagar og so øðrvísi
mat í vikuskiftinum. Á tann hátt kann mann so
so gleða seg og »smakka« at tað er vikuskifti.
Hvør er tín fyrimynd?
Jesus mann vera ulitimativa fyrimyndin. Men
Mandela, sum megnaði at fyrigeva illgerðar
monnum – hann skarar framúr millum okkum van
ligu menniskju. Annars allar gerandishetjur, sum
klára at fáa sum best burturúr fyri seg og onnur.
Hvat gert tú í frítíðini?
Tað átrúnaðarliga hevur mín áhuga og er samstundis
mítt arbeiðsøki, so fyri at fáa íblástur lesi eg nógv,
dámi væl at skriva, gera mat, gleðist um urtagarðin,
fittar kvinnur í bindiklubba og brúki nógva tíð saman
við børnum og ommubørnunum – havi sum so ikki
nakað ítøkiligt eg endiliga skal gera, bara tí tað er
frítíð – ofta skal mann bara vera, sita í egnum tonkum,
stara út í tóman heim, tí tað er tá, at nakað hendir.
Hvat fert tú at gera í summar?
Eigi tvær gentur og eisini ein fittan ommuson,
sum búgva og lesa í Danmark – tey koma heim at
ferðast og tað gleði eg meg nógv til. Kanska ein
svip uttanlanda við manni og yngsta barninum.
Og so fari eg at lurta eftir Kim Larsen.
Hvør er tín lívrættur?
Torført at svara ! Mær dámar so at siga næstan alt
og dámi væl at royna okkurt nýtt og øðrvísi – haldi
tað vera framúr stuttligt at síggja, hvussu vit hava
ment okkum á tí kulinariska økinum her í Føroyum.
Hvørjum hyggur tú
at í sjónvarpinum?
Føroyskt tilfar.
Tíðindi. Alt, sum
hevur við skemt og
spei. Matsendingar.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
Bíblian liggur har. Lesi, sum so, ikki í songini. Eg
havi bókina/bøkurnar, sum eg lesi, runt við mær
í húsinum. Alt ann uppá, hvar eg júst ta løtuna
haldi tað vera komfortabult at sita og lesa. Lesi
júst nú onkra av bókunum, sum eru komnar út,
tí Kierkegaard hevur 200 ára føðingardag.
Enda setningin: Eg kundi hugsað mær, at...
...liva eitt langt lív, fult av kærleika og avbjóð
ingum og upplivingum, og so sita avgomul –
rukkut og við silvurlittum hári, sum ein vís kona,
umringað av øllum teimum, sum eg elski.
Jú, men hví ikki?
Fótbóltur er ein religión, ein
av teimum trábeitnu. So sjálvsagt
var tað eitt frálíkt hugskot, beint
til kalda høgrabeinið, at hava
gudstænastu á einum fótbólts
vølli. Eina stadionmessu. Stongin
inn og út aftur.
Og fótbóltsribbaldar hita upp í
kirkjunum, B36 í Dómkirkjuni og
HB í Vesturkirkjuni, AB í Argja
kirju og allar fraksjónirnar við
teimum eksotisku nøvnunum í
Hoyvíkar kirkju. Triði hálvleikur
í Ebenezer.
Kirkjurnar hava skeinkiloyvi.
Har verður javnan skonkt,
Bloody Mary, javnari sunnudag.
Og kirkjan fekk hissini
skeinkiloyvi til festivalin á ovari
vølli. Ovari sjálvandi, nógvur
súmbolikkur er í heimagjørdu
trúnni.
Vit rangstøddu gudleysu,
flaggið uppi í hálvari stong, eiga
niðari vøll, har vit standa væl.
Størstu syndararnir stóðu í
brotsteiginum á ovari vølli og
stadionspikararnir, prestarnir,
góvu boðskapin millum sín á
miðjuni og herjaðu síðani á, fóru
í álop.
Klokkarin á beinkinum.
Dómarin í erva.
Tann grábeinti spælir ikki við,
er skaddur, brotið beinið.
Kirkjan er vorðin grøn. Hon
hevur annars altíð verið svørt,
kolasvørt. Og hvar er grønari enn
á eftirgjørda handilsgrasinum í
Gundadali?
Ókeypis atgongumerkið
ein lutaseðil um eina ferð til
Himmals, einvegis.
Slíkt tvørkirkjusóknarligt
samstarv tvørtur um miðjuna
fløvar í einum køldum vári. Og
altarbreyðið er runt.
Eina staðni stendur tó, er mær
sagt, at tey, sum vilja tilbiðja og
dyrka Gud, eiga at fara í einrúm
og lata vindeygu og hurðar væl
aftur. Tí tað viðkemur ongum
øðrum, tað, sum er millum teg
og Gud. Men hetta var bara ein
glíðandi takling. Súmbolikkur
helst. Sálin er einrúmið.
Sjálvandi ber til at rópa boð
skapin út um allar geilar eisini
og smugla hann inn í lond, sum
annars klára seg væl uttan hann.
Vit seta oman aftur í
Gundadal, har støðan nú er eitt-
null til eystara prestagjald.
Inngangssálmurin var »Niels
hevur felagið stovnað...«
Og blást var í basúnir.
Útgangssálmurin verður
sungin í tíðini, sum bispur leggur
afturat.
Messan varð nakað seinkað, tí
graslíkið skuldi vígjast fyrst.
Og kirkjuvínið skuldi latast á
saftdunkarnar.
Tað var annars ikki gamalt at
brúka fótbóltsvøllin í kirkjutíð.
Nú kemur ein ófantalig
takling afturat, meðan dómarin
ikki sær:
Ein slíkur happening hjá
monnum í kjóla er brot á politi
viðtøkuna fyri Tórshavn. Hon er
á donskum, tí málsøkini politi
og viðtøkur eru ikki yvirtikin.
Politiviðtøkan er púra greið, tó at
hon er á hinum móðurmálinum:
§ 3. Slagsmål, skrigen, råben,
højrøstet syngen eller anden
støjende, voldelig, fornærmelig
eller lignende optræden, der
er egnet til at forstyrre den
offentlige orden eller medføre
ulempe for andre tilstedeværende
eller omboende, må ikke finde
sted på veje eller andre steder,
hvortil der er almindelig
adgang.....
og so eitt afturat:
§ 7. På de i § 3, stk. 1, om
handlede steder må opløb eller
sammenstimlen, der er egnet til
at forstyrre den offentlige orden,
ikke finde sted.
Stadionmessan varð sjálvandi
bara bríkslað í gongd, um Gud
vildi. Tað vildi hann ikki klokkan
nakað í fýra morgunin, tá eitt
ordans brak var úr erva. Men
hann blíðkaðist út á fyrrapartin
og vildi kortini.
Tað er tó ørkymlandi fyri tey
rætttrúgvandi, at fólkakirkjan
kemur glíðandi eftir glíðbreytini
hagar, sum meginparturin av
fólkinum er, í 21.øld. Herfyri var
poppkonsert í sjálvari høvuðs
kirkjuni, dómkirkjuni.
Á Gud, á Gud, hvat verður tað
næsta?
Vit eru á graslíkisbøi Harrans.
Skjótt slokna stadionljósini, og
tenn fara at grísla í ævigum
myrkri.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Armgarð Arge
lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg
Vil smakka vikuskifti
– Mær dámar sera væl at gera mat. Sunnan og ein
faldan mat gerandisdagar og so øðrvísi mat í viku
skiftinum. Á tann hátt kann mann so so gleða seg og
»smakka« at tað er vikuskifti, sigur Armgarð Arge
Fólkakirkjan FC
mynd: privat