fríggjadagur 24. mai 2013síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 58 · 24. mai 2013
8
VIKUSKIFTI
special effects
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Tá tú sært filmar so sum Spiderman,
Narnia og Iron Man er ikki ósannlíkt,
at tú sært ein part av tí arbeiðinum,
sum argjamaðurin Jóhannus E.
Johansen hevur gjørt.
Jóhannus E. Johansen býr í Van
couver í Kanada, har hann starvast
sum junior compositor í einum films
studio, ið kallast Gener8. Hansara
uppgáva er at fáast við special effects,
tað vil siga, hann skapar tað, sum ikki
sæst í veruleikanum.
Hóast hann í dag er við til at gera
effektir til stórfilmar, sum verða vístir
um allan heim, hevur tað ikki verið
heilt lætt. Tí tað krevur hart arbeiði,
nógvar tímar framman fyri teldu
skíggjanum og fleiri svøvnleysar
nætur, um tú vilt arbeiða saman við
teimum bestu.
– Ferðin til her, sum eg eri í dag,
hevur verið ógvuliga strævin. Men
samstundis hevur hon verið lærurík,
sigur Jóhannus E. Johansen, sum í
dag arbeiðir saman við nøkrum av
teimum dugnaligastu fólkunum,
sum gera special effects til filmar í
Hollywood.
Við í Iron Man 3
Felagið, sum Jóhannus E. Johansen
arbeiðir hjá, er eitt av teimum heilt
stóru innan økið.
– Vit fáast við 2D til 3D konver
teringar til stórfilmar so sum Harry
Potter, Ghost Riders, Prometheus,
Spiderman og Narnia fyri bara at
nevna nakrar fáar, sigur Jóhannus E.
Johansen, sum í løtuni eisini arbeiðir
við øðrum filmum, sum væntandi
verða stór biografhitt.
– Vit hava tagnarskyldu, og tí
havi eg ikki loyvi at tosa um alt tað,
sum vit gera, men jú, har hendir
nógv spennandi, fortelur Jóhannus
E. Johansen.
Herfyri fekk hann eina av teimum
heilt spennandi uppgávunum, tá
hann bleiv biðin um at gera special
effects til tann nýggja Iron Man
filmin, sum er tann triði í røðini.
– Eg var so mikið heppin, at eg
slapp at gera effektir til Iron Man
3. Uppgávan var meira ítøkiliga at
endurskapa manglandi smálutir í
filminum og seta ymsar teldueffektir
í, greiðir Jóhannus E. Johansen frá.
Verkætlanin við Iron Man 3 var ein
stór uppgáva fyri unga argjamannin
og kravdi eisini langar dagar og fleiri
nætur við á arbeiðsplássinum.
– Eg arbeiddi í fleiri vikur yvirtíð,
tí alt skuldi jú verða liðugt til tíðina,
men tað var so mikið spennandi at
arbeiða við hesum filminum, at eg
hugsaði ikki stórvegis um longu ar
beiðsdagarnar, greiðir Jóhannus E.
Johansen frá.
Vónbrotin úr biografinum
Tað var tí ein ikki sørt errin og spent
ur Jóhannus E. Johansen, sum fór í
biograf, tá filmurin Iron Man 3 bleiv
vístur í Vancouver.
– Eg og ein starvsfelagi fóru í bio
graf og vóru so øgiliga spentir upp á
at síggja mítt navn á rullutekstunum,
tá filmurin var liðugur, men ikki ein
gongd filmsstudio, eg arbeiði hjá,
Gener8, bleiv nevnt, sigur Jóhannus
E. Johansen, sum fór eitt vet vón
– Eg havi havt langar arbeiðsdagar, har eg ikki havi sovið í fleiri
døgn. Men tað bilar einki, tá tú gert tað, sum er tín dreymur.
Tað sigur 23 ára gamli Jóhannus E. Johansen, sum arbeiðir í
Kanada, har hann ger special effects til Hollywood filmar.
Hansara verk sæst eitt nú í biografaktuella Iron Man 3
Hollywood
filmar
Ger special effects til
myndir: privat