fríggjadagur 24. mai 2013síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 58 · 24. mai 2013
9
VIKUSKIFTI
brotin úr biografinum eftir at hava
sæð endaliga úrslitið av Iron Man 3,
sum hann hevði arbeitt við í viku
vís.
Hóast hann vónaði, at hansara
navn fór at standa á rullutekstunum,
visti hann eisini, at møguleikin ikki
var so stórur kortini.
– Tað vísir seg, at her í Kanada
og eisini aðrastaðni verður lítil dent
ur lagdur á fólkini aftan fyri special
effects og konvertering, men soleiðis
er tað bara, sigur Jóhannus E. Johansen
og vísir á eitt dømi við nýggja, kenda
filminum, Life of Pi:
– Fyri stuttum var felagið Rythm
& Hues, ið gjørdi vakra tigaran í Life
of Pi, líka við at fara á heysin, sjálvt
um filmurin var ein stór success og
forvann fleiri milliónir. Skapararnir
av eyðkenda tigaranum fingu ikki so
mikið sum eina tøkk frá leikstjóranum,
Ang Lee.
Fór á besta skúlan
Áhugin fyri filmi og special effects
hevur altíð verið til staðar hjá
Jóhannus E. Johansen.
– Longu tá eg var barn, hevði eg
stóran áhuga fyri øllum, sum hevur
við filmar at gera, og tí valdi eg eisini
at fara á Vancouver Film School, eftir
at eg í 2010 var útbúgvin snikkari í Før
oyum, fortelur Johannus E. Johansen.
Hann byrjaði á skúlanum í Vancouver
í 2011 og hevur nú fingið prógv í 3D
Animation & Visual Effects.
Tað var ein serlig orsøk til, at
Jóhannus E. Johansen valdi at fara alla
ta longu leið til Kanada at útbúgva seg
innan film og special effects.
– Nógv hava spurt meg, hví eg
ikki bara fór til Danmarkar. Svarið
er einfalt; skúlin í Vancouver er kosin
at vera tann besti í heiminum innan
visuellar effektir. Harafturat kundi eg
sleppa inn uttan at hava studentsprógv
ella vera ein av teimum fáu útvaldu,
ið søkja um at sleppa inn á skúlan,
sigur Jóhannus E. Johansen.
Filmsskúlin er í eitt ár, men svarar
til eitt skúlaskeið á fýra ár. Á skúl
anum undirvísa nøkur av teimum
bestu innan fakið.
– Undirvísararnir eru ótrúliga
dugnalig fólk. Tey hava verið við í stór
um filmsverkætlanum sum til dømis
Night at the Museum, Superman og
Barbie-røðirnar, fortelur Jóhannus E.
Johansen, sum rættiliga skjótt lærdi
at brúka forrit sum NukeX, Maya,
Pftrack og Zbrush, sum øll verða nógv
brúkt innan filmsídnaðin í dag.
Sleppir ikki Føroyum
Í løtuni stórtrívist argjamaðurin í
kanadiska stórrbýarlívinum, har hann
hevur tað arbeiðið, hann altíð hevur
droymt um. Hann heldur, at fleiri
fyrimunir eru við at búgva í einum
stórbýi, tá tú fæst við hetta arbeiðið.
– Umframt góða skúlan, so valdi
eg eisini at fara til Kanada, tí í Kanada
eru stór, spennandi og avbjóðandi ar
beiðsuppgávur fyri fólk, sum arbeiða
við filmi. Harafturat haldi eg eisini, at
við at vera í Kanada eru møguleikarnir
fyri at koma í samband við røttu fólk
ini innan filmsídnaðin og harvið fáa
eitt stórt netverk nógv størri enn
um eg var í eitt nú Danmark, sigur
Jóhannus E. Johansen.
Hann kundi tó eisini hugsað
sær møguliga at farið til ein annan
stórbý.
– Tað er ikki óhugsandi, at eg flyti
til London, og líkasum havi basu har
og kann arbeiða hjá onkrum stór
um filmsstudio, sigur Jóhannus E.
Johansen og vísir á, at hann als ikki
hevur gloymt Føroyar í øllum roka
num við special effects og stórum
Hollywood filmum.
– Tað hevði verið frálíkt, um eg
ímillum verkætlanirnar kundi komið
heim til Føroya í eina tíð og so arbeitt
við føroyskum filmsverkætlanum. Tað
hevði eisini verið spennandi.
Jóhannus E. Johansen arbeiðir við ymsum forritum, tá hann
ger special effects. Á Vancouver Film School hevur hann
millum annað lært at nýta forritini NukeX, Maya, Pftrack
og Zbrush, sum øll verða nógv brúkt innan filmsídnaðin
Arbeiðir hjá
Jóhannus E.
Johansen
Í november fekk Jóhannus
E. Johansen prógv í
»3D Animation & Visual Effects«
frá Vancouver Film School
mynd: Ironman 3