Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-24, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2013síða 54

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 58 · 24. mai 2013 10 VIKUSKIFTI Samrøða Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var tann tíð, áðrenn februar 1985, tá Charles Gade flutti til Føroyar, at hann minglaði við stóru stjørnunum í donskum tónleiki. – Eg minnist einaferð fyrst í 80- unum, tá Shu-bi-dua skuldi hava kon­ sert í Ítróttaparkini, at teir bóðu meg koma at stemma flyglið. Meðan eg siti og stemmi, koma teir og skulu draga nakrar káplar, so teir bóðu meg fara út um eina løtu. Nú koma Rugsted og Kreutz­feldt, sum eisini skuldu spæla, og biða meg hyggja at einum el-piano, ið ikki var heilt stemmað. Meðan eg so siti við hetta instrumentið, kemur Michael Bundesen og spyr: »Hvat fanin, hava tit stolið klaverstemmaran hjá mær?«, greiðir Charles Gade frá. Tað var sagt í einum vinarligum tóna, men tað var klárt, at Bundesen ikki vildi gjalda fyri, at Charles Gade stemmaði fyri kappingarneytar. – Jú, søgurnar eru fleiri gjøgnum hesi árini, eg havi verið klaverstemmari, sigur Charles Gade, nú vit sita og práta í køkinum hjá Vilmu Poulsen og Michael Thomsen í Nólsoy. Tað er har, Charles Gade býr, tá hann er heima í Føroyum og stemmar klaver. – Eg sakni Føroyar, og eg sakni Nólsoy. Eg havi nógvar vinir her, og tí er tað gott, at eg kann koma til Føroya hesar ferðirnar um árið at stemma klaver og flygil, sigur Charles Gade. Ikki tí, tey 25 árini, hann búði í Nólsoy, saknaði hann eisini Dan­ mark. – Tað var serliga um várarnar, tá alt vaknaði úr dvala. Eg saknaði skógirnar við spírandi trøum og blómum, og eg plagdi onkuntíð at fara til Danmarkar, fyri at uppliva tað, sigur Charles Gade. Hann búði í Nólsoy í 25 ár, frá 1985 og fram til 2010. – Tað eru tey, ið halda, at eg flutti niður til Danmarkar aftur, tí eg fann eina nýggja unnustu, men soleiðis var tað ikki. Tað var bara ógjørigt at finna nakað at búgva í, sum eg hevði ráð til, sigur Charles Gade. Spæla saman Ta tíðina var einki at finna, sum hann kundi keypa, og bankarnir vóru rætti­ liga varnir at lána pengar út. – Tað vóru eini hús i Leirvík, sum eg hevði ráð at keypa, og tað kundi eis­ini verið ein møguleiki, um so var, at bussurin hevði koyrt um kvøldarnar. Men seinasti bussurin fór um 18-19 tíðina, og so var tann møguleikin ikki longur til staðar, sigur Charles Gade. Tað endaði tí við, at hann tók av­ gerð­ina at flyta til Danmarkar. – Eg flutti niður og búgvi nú í Farum. Tað er kanska lagnunnar spei­ semi, at fleiri hús nú standa til sølu í Nólsoy, men nú er tíðin ikki hin rætta at flyta til Føroya aftur. Daman hevur júst fingið arbeiði, eftir at hava verið arbeiðsleys í tvey ár, og tað er ikki vist, at hon hevði kunna fingið arbeiði her í Føroyum, sigur Charles Gade. Daman eitur Tina Christiansen og er útbúgvin kirkjuorganistur, og umframt arbeiðið hjá teimum báðum, eru tey til tíðir úti og spæla saman. – Tað er ikki tað heilt stóra, men tað hendir meiri enn so, at vit undirhalda. Tað kann vera, at eg spæli, og hon syng­ur, ella vit spæla bæði, sigur Charles Gade. Fyri eftir hondini fleiri árum síðani gav hann út plátuna, Charles Gade og Pianoholdet, og nú hevur hann savnað Piano­holdet aftur. – Eg eri í holt við at geva eina fløgu út við gamla kassettubandinum. Talan er um eina dupultfløgu við tilsamans 22 løgum, har 10 av teimum er nýggj. Eg havi valt at taka ein sang umaftur frá »Jorden er en smuk planet«, og tað er heilt einfalt tí, at lagið var so illa frá­gingið á tí utgávuni. Ljóðið var vána­ligt, og sangurin langt frá fyrsta floks, sigur Charles Gade. Fløgan er á trappuni og kemur út innan stutta tíð. Tríggjar til fimm ferðir um árið er Charles Gade í Føroyum og stemma klaver, og meginpartin av kundaskaranum hevur hann bygt upp tey 25 árini, hann búði í Føroyum. – Men tað legst aftrat spakuliga, og í løtuni standa 70 nøvn á kundalistanum, sigur Charles Gade, sum longu hevur verið í Føroyum fyri triðju ferð í ár Trúgvan kundaskara í Føroyum