Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-24, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. mai 2013síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 58 · 24. mai 2013 11 VIKUSKIFTI Myndir: Álvur Haraldsen Charles Gade hevur sínar trúgvu kundar, bæði í Føroyum og í Danmark – millum aðrar Norðurlandahúsið í Føroyum Werner Studio Charles heldur, at tú skal duga nógv ymiskt, bæði til hendur og føtur, fyri at búgva í Nólsoy. – Tú skal duga alt innan fyri hita og vatn og el, og tú skal kunna fara upp í ein stiga. Alt førleikar, ið eg eri av­- skorin frá. Men eg dugi okkurt annað, sum hini ikki duga, sigur Charles Gade. Hann hevur sum nevnt hugsað um at flyta aftur til Nólsoyar, nú fleiri hús standa til sølu, sum eru yvirkomilig fíggjarliga hjá honum. – Men nú er tað líkasum lagt á hill­ina fyribils, nú daman hevur fingið arbeiði í Danmark, sigur Charles Gade. Tað er mest innan fyri klaver og flygil, at hann arbeiðir sum stemm- ari, og tað førdi hann til Werner Studio og Tøsedrengene, sum hildu nógv til har. – Tað studio er ikki til longur, men har kundi tú møta nógvum kend­um tónleikarum, og serliga vóru Tøse­ drengene nógv at síggja. Men eisini var Michael Hardinger úr Shu-bi- dua nógv inni í Werner Studio, sigur Charles Gade. Har høvdu fólk hvør sítt ljóðføri, sum Charles Gade eftir førimuni stemm­aði, herímillum eisini onkur synte­zisari, Rhodes elpiano og clari­nettir. – So tað var ikki vist, at hini ljóð­ førini stemmaðu saman við flyglinum, tá tað var stemmað, so tað var ofta, at eg mátti stemma hini ljóðførini eftir flyglinum, sigur Charles Gade. Hesa tíðina stemmaði hann fyri kend­astu bólkarnar í Danmark. – Eg stemmaði øll ljóðførini hjá Tøsedrengene og viðhvørt hjá Sebastian og hjá Shu-bi-dua, sigur Charles Gade. Síðani hann flutti niður aftur í 2010, hevur hann búð í Farum, og tað er mest í økinum, at hann hevur sítt arbeiði sum klaverstammari, men hann hevur eis­ini kundar í Keypmannahavn. Boðsendur til Mors Og tað hendir seg eisini, at hann er yviri í Jútlandi at stemma klaver. – Tað byrjaði við, at eg av tilvild end­aði á Mors í Jútlandi at stemma eitt klaver. Og tann søgan er rættiliga áhuga­verd, sigur Charles Gade. Tað byrjaði við, at Armgarð Arge hevði eina sending um eina unga kvinnu í USA, ið var vorðin við barn, men barnið lá uttanfyri lívmóðrina. Lækn­ar­nir vildu ikki gera skurðviðgerð, fyrr enn teir fingu pengarnar. Kvinnan yvirlivdi og gjørdist seinni prestur á Mors, har hon gjørdist vin­ kona við ein kenning hjá Gade av Strondum. Knappliga ein dagin fekk eg so eini telefonboð frá hesum kenninginum av Strondum sum spurdi meg, um tað var møguligt hjá mær at koma yvir á Mors at stemma klaverið hjá hesum prestinum, sum var ónøgd við arbeiðið hjá einum øðrum stemmara. Soleiðis endaði eg á Mors í Jútlandi, og síðani er lagst aftrat kundaskaranum, í har, sigur Charles Gade. Og tað er ógvuliga ymiskt, hvussu tað legst aftrat kundalistanum hjá Charles Gade. – Tá eg komi til Føroya at stemma klaver, er tað altíð planlagt. Men hvørja ferð er tað onkur, sum rópar á meg: »Hey, Gade, kanst tú ikki líka stemma klaverið hjá mær?«. Eg havi upplivað at verða antastaður í bankanum um at stemma klaver, sigur Charles Gade. Og tað eru eisini onnur meira ella minni lødig støð, hann er kontaktaður fyri at stemma klaver. – Eg minnist eina ferð eg sat inni á Café Natúr, at ein maður kom innar at tosa við meg um at stemma klaverið hjá sær. »Eg komi annars ongantíð inn her, men tá eg sá, at tú sat inni her helt eg, at eg mátti koma inn«, segði maðurin. Áh, ja, okkurt skal barnið eita, sigur Charles Gade. 20 minuttir til fýra tímar Vit avtala, at vit skulu koma at taka mynd av honum, tá hann er í Norður­ landa­húsinum og stemmar klaverið har uppi. Meðan hann soleiðis situr og stemmar, fáa vit eitt lítið prát aftrat. – Tað er eitt sindur ójavnt, hvussu nógva tíð eg brúki at stemma eitt klaver. Tað kann taka alt frá 20 minuttum upp til fýra tímar. Tað veldst alt um, hvussu langt síðani tað er, at klaverið er stemm­ að seinast, sigur Charles Gade. Tað kemur alt ann upp á, um fólk bara hava eitt klaver standandi, sum tey vilja hava stemmað til konfirmatiónina ella til runda føðingardagin. – Tá kann tað saktans taka upp í fýra tímar, men er tað eitt klaver, ið bara skal fínpussast, kann tað klárast upp á einar 20 minuttir, sigur Charles Gade. Hann leggur aftrat, at hann fæst eitt sindur við at skriva nýggjar sangir og nýggj løg, og einaferð herfyri hevði hann so ringt inn til KODA, sum er fel­agið, ið verjir einkarrættinum hjá teim­um, ið gera løg og sangir. – Eg spurdi, um eg ikki bara kundi koma inn til teir við nøkrum løgum, sum eg hevði liggjandi, og tað var gaman í. Men tað vóru glómur í teimum, tá eg so stakk inn á gólvið við 34 nýggjum løg­um. Tað er ikki hvønn dag, teir fáa ein slíkan stakk frá einum einstøkum limi, sigur Charles Gade. Hann er sum nevnt sera væl dámdur sum klaverstemmari, og kundarnir hjá honum vilja ikki síggja aðrar klaver­ stemm­arar nær námind av teirra klaveri. – Tað er væl eitt tekin um, at teimum dáma tað arbeiði, sum eg geri, sigur Charles Gade, áðrenn hann boyggir seg nið­ur yvir klaverið aftur við sínum stemmu­gafli og klaverstemmara.