mánadagur 27. mai 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dánjal Højgaard
- Eg haldi, at hetta í stóran
mun snýr seg um siðvenju.
Tað hevur nokk ongantíð
verið siðvenja, at starvsfólk
hava úttalað seg. Tað hevur
altíð verið stjórin ella onkur,
sum hevur staðið á odda fyri
onkrum arbeiði, sum hevur
úttalað seg. Hettar er ein
siðvenja, sum so bara hevur
hingið við.
Hettar sigur Jóanna Djur
huus, deildarstjóri í Vinnu
málaráðnum og fyrrverandi
formaður í Búskapar- og
Løgfrøðingarfelagnum, nú
skrivi- og talufrælsi hjá al
mennum starvsfólkum aftur
er í brennidepilin.
Eldur kom í skálan, tá
leiðslan á Eysturoyar Ellis-
og Røktarheimi herfyri sen
di út eitt skriv til tey avvarð
andi, har boðað varð frá, at
sparingar
á
eldraøkinum
fóru at raka búfólkini, og út
varpið tosaði við eitt starvs
fólkunum, sum ávaraði um,
at røktin kundi blíva ófor
svarlig.
Hetta fekk stjóran í Al
mannaverkinum at rúka í
blekkhúsið og boða starvs
fólkum frá, at tað einans er
stjórin sum úttalar seg vegna
stovnin, men, at starvsfólkini
tó kunnu úttala seg sum
privatpersónar.
Í fjølmiðlum og fakfeløg
um er Petra Johnsdóttir
Joensen løgd undir at geva
sínum fólki munnkurv, og
Løgtingsins Umboðsmaður
skal nú kanna, um Almanna
verkið fór út um markið fyri
skrivi- og talufrælsinum.
Talufrælsi onki pláss
Almenn
starvsfólk
liggja
ofta inni við stórari fakligari
vitan. Tí verður tað mett
sum ógvuliga virðismikið
fyri samfelagskjakið, at hesi
starvsfólk ikki halda seg
aftur, men nýta sítt per-són
liga talufrælsi og geva sítt
íkast til ta almenna kjakið.
Men í veruleikanum kem
ur hetta sjáldan fyri. Tøgnin
valdar, og sambært Jóannu
Djurhuus eru hvørki leiðarar
ella starvsfólk hjá tí almenna
serliga tilvitað um rættindini
hjá almennum starvsfólkum.
- Eg haldi ikki, at hvørki
stjórar, leiðslur ella starvs
fólk eru serliga tilvitað um
hettar. Starvsfólkini eru ikki
heilt greið yvir, at tey hava
talufrælsið sum privatper
sónar. Høvdu tey tað, so rok
ni eg við, at nógv fleiri eisini
høvdu úttalað seg, sigur
Jóanna Djurhuus.
Deildarstjórin og fyrrver
andi fakfelagsleiðarin veit
ikki um, at almennir leiðar
ar beinleiðis hava sett sín
um starvsfólki forboð fyri at
nýta sítt talufrælsi. Hinvegin
verður heldur einki gjørt
fyri at eggja starvsfólki til
at nýta síni rættini ella at
skapa eitt klima, har hetta
verður góðtikið sum nakað
gott og ynskiligt. Tí eru tað
eisini nógv, sum velja at tiga
av loyaliteti.
- Sum starvsfólk aftrar
mann seg við at vera tann,
sum sigur nakað, sum kann
vera keðiligt fyri arbeiðs
plássið. Fyri at vera á tryggu
síðuni, velur mann kanska
bara einki at siga, sigur Jóan
na Djurhuus.
Hon leggur dent á, at
talufrælsi er ein grundsúla í
fólkaræðinum, og tað hevur
alstóran týdning, at fakfólk
ini á økinum siga sína hugsan
alment og eisini finnast at
sínum egna arbeiðsplássi
og síni egnu leiðslu, tá tað er
neyðugt.
- Skulu vit hava eitt kjak,
sum
flytir
okkum
fram,
mugu vit lýsa málini frá øll
um síðum. Taka vit málið
um Almannaverkið, so er
tað týdningarmikið, at vit
sleppa at hoyra sjónarmiðini
hjá teimum, sum arbeiða
á staðnum, og fáa at vita
hvønn
ítøkiligan
týdning
skerjingar og raðfestingar
hava fyri brúkararnar. Tað
hevur týdning fyri brúkar
arnar, fyri tey avvarðandi,
men tað hevur eisini týdning
fyri politiska myndugleikan,
so hann fær at vita, hvørjar
avleiðingar
raðfestirnarnar
hava. Úttalar eingin seg, fáa
vit eina avskeplaða mynd av
støðuni, har vit ganga og fyri
gykla okkum, at alt er nógv
betri, enn tað í veruleikanum
er, sigur Jóanna Djurhuus.
Tann hótti stjórin
Eftir seks ár sum stjóri á
Strandferðsluni og átta á
Føroya Handilsskúla í Havn,
dugir Reidar Nónfjall at siga,
hvussu ein stjóri kann upp
liva tað, tá ið starvsfólk út
tala seg kritiskt um sítt egna
arbeiðspláss.
- Bypassar tú leiðsluna,
gevur tú umheiminum fatan
av, at hettar er ein organisa
tión, sum ikki virkar, sigur
Reidar Nónfjall, sum heldur, at
virkar arbeiðsplássið, sum tað
skal, skuldi tað verið óneyðugt
hjá starvsfólki at fara út við
atfinningum alment.
- Trupulleikarnir eiga at
vera loystir innanhýsis. Tú
eigur at leggja málið fyri
leiðsluna. Sum stjóri kundi
eg t. d. ikki fara í bløðini við
atfinningum
móti
lands
stýrismanninum, uttan at
hava lagt tær fyri hann fyrst.
Tá hevði hann sagt: Jamen,
nú stingur tú meg í rygg
in, tú hevur ikki givið mær
møguleika at gera nakað við
málið. Tað hevði verið unfair
móti honum, sigur Nónfjall,
sum heldur, at mark er fyri,
hvussu stóran opinleika eitt
arbeiðspláss tolir:
- Eitt er títt grundleggj
andi talufrælsi, annað er
gerandisdagurin á arbeiðs
plássinum. Um fólk fara út
og úttala seg í tíð og ótíð, so
verður ikki verandi á arbeiðs
plássinum. Øll fáa misálit á
hvønn annan. Tí er best at
loysa trupulleikarnar innan
hýsis, sigur Reidar Nónfjall,
sum ásannar, at tað sjálvandi
eru støður, har starvsfólk
eiga at nýta sítt talufrælsi.
Tað kann t.d. vera, tá leiðslan
noktar at lurta eftir væl
grundaðum
sjónarmiðum,
ella tá talan er um fjald lógar
brot ella onnur meira ógvus
lig viðurskifti.
Leiðararnir ov veikir
Sambært Reidari Nónfjall
skal ein leiðari hava breiðan
rygg fyri at tola almennan
kritikk
frá
sínum
egnu
starvsfólkum.
Eisini
um
kritikkurin er sakliga og væl
undirbygdur og ikki persón
ligur. Tí kritikkurin verður
ofta tulkaður sum atfinning
móti leiðsluni.
- Ein veikur stjóri fatar tað
beinanvegis sum illoyalt, um
onkur fer út alment. Skalt tú
kunna hava slíkt uttanhýsis
samskifti, mást tú hava ein
sterkan leiðara. Ein, sum
hugsar sum so: Eg veit hvat
tað snýr seg um. Hetta tori eg
at standa modell til. Eg veit,
at eg verði raktur, men vit
arbeiða við málinum, og vit
hava eina meining um tað,
sigur Reidar Nónfjall, sum
heldur, at leiðararnir ofta eru
ov veikir til at tola almennan
kritikk.
Óttast avleiðingarnar
Tað er ein sannroynd, at nógv
starvsfólk óttast avleiðinga
rnar, um tey úttala seg kritiskt
um sítt egna arbeiðspláss. Ein
kanning, sum felagsráðið hjá
donskum starvsmonnum og
tænastumonnunum,
FTF,
gjørdi í fjør vísti, at 40 prosent
av teimum spurdu óttaðust
fyri, at tað kundi fáa keði
ligar avleiðingarnar, um tey
alment funnust at viðurskift
um á teirra arbeiðsplássi. Fyri
summar starvsbólkar var talið
oman fyri 60 prosent.
Sambært Jóannu Djur
huus eru negativar leiðslu
reaktiónir heldur einki ókent
fyribrygdi í Føroyum:
- Eg veit ikki, um fólk eru
bangin fyri avleiðingum, men
eg veit okkurt dømi, eisini frá
míni tíð sum formaður í BLF,
um starvsfólk, sum úttalaði
seg á ein hátt, so at tað setti
stovnin í ringt ljós. Tað fekk
avleiðingar fyri starvsfólkið,
sum misti nakrar uppgávur,
sum tað hevði havt, uttan
aðra grundgeving enn, at
starvsfólkið hevði úttalað
seg alment, sigur fyrrverandi
formaðurin í Búskapar- og
Løgfrøðingafelagnum.
Hon heldur, at tankin um
at tað tú sigur alment kann
fáa avleiðingar fyri títt ar
beiði spøkir í tilvitskuni hjá
starvsfólkunum.
- Jú, tað trúgvi eg. Men
tess longri tú ert frá avgerð
unum, tess lættari skuldi tað
verið at úttala seg. Tað er
tá tú ert tættast avgerðar
myndugleikanum, at loyali
tetsskyldan kann gerast ein
trupulleiki.
Eftirlýsir eitt signal
Í Danmark hevur spurn
ingurin um talufrælsið hjá
alment settum verið nógv
umrøddur tey seinastu árini.
Kanningar vístu at, at bæði
starvsfólk og leiðslur vóru í
villareiði um rættarstøðuna.
Ein kommissión varð sett at
kanna spurningin, og í 2006
gjørdi danska løgmálaráðið
eina leiðbeining um talu-
frælsi hjá alment settum.
Ein leiðbeining, sum leggur
stóran dent á týdningin av,
at starvsfólk nýta sítt talu
frælsi – og sum skal tryggja,
at tey tað ikki kemur aftur
um brekkur.
Jóanna Djurhuus heldur,
at landsstýrið eigur at gera
tað sama.
- Vit eiga at fáa eina veg
leiðing, og talufrælsið má
setast á breddan. Eitt signal
má koma frá landsins ovas
tu leiðslu um, at tað er í lagi
at starvsfólk nýta sítt talu
frælsi, og at tað ikki má fáa
avleiðingar fyri tey, sum
úttala seg. Starvsfólk skulu
kunna kenna seg púra trygg
við at úttala seg, uttan at
skula óttast fyri starvsrætt
arligum avleiðingum. Koma
negativar leiðslureaktiónir,
skal tað tvørturímóti fáa av
leiðingar fyri leiðaran, sum
reagerar, sigur Jóanna Djur
huus.
Ivi um rættarstøðuna og ein siðvenja fyri, at tað er bara stjórin sum úttalar seg, kann vera orsøkin
til, at almenn starvsfólk sjáldan nýta sítt grundlógartryggjaða talufrælsi, heldur deildarleiðari í
Tinganesi. Stjórin skal hava breiðar herðar fyri at tola atfinningar frá sínum starvsfeløgum, metir
fyrrverandi almennur stjóri, sum heldur, at opinskára starvsfólk kunnu kortslutta eina organisatión
starvsfólk og talufrælsi
Tá tøgn er
Eitt signal má koma frá
landins ovastu leiðslu um,
at tað er í lagi at starvsfólk
nýta sítt talufrælsi
Jóanna Djurhuus, deildarstjóri í Vinnumálaráðnum
Ein veikur stjóri fatar tað
beinanvegis sum illoyalt, um
onkur fer út alment.
Reidar Nónfjall, fyrrverandi almennur stjóri