Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-27, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt - Tað var ræðuligt at møta honum aftur í rættinum. Eg havi ikki orð fyri tí. Hann segði einki við okkum. Eg fekk eygnakontakt við hann, men hann hugdi burtur hvørja­ferð. Jónfríð Thomsen er júst komin heim aftur til Skand­ er­borg í Danmark eftir eina ferð, sum hevur sett eitt lítið punkt­um í eini ræðuligari søgu. - Ja, hann fekk 20 ár í fongs­ul. Tað var ikki so nógv, sum eg kundi hugsað mær, at hann fekk. Men tað er okay. Tí nú veit eg, at hann er læstur inni í nógv ár, sigur Jón­fríð Thomsen. Hon tosar um mannin, sum til fyri fáum árum síðani var partur av familjuni. Sum er pápi at teimum børnum, ið hon nú hevur tikið til sín sum síni egnu, tí tey hava mist bæði foreldur. Mannin, ið er dømdur fyri at hava drip­ið Eleinu Thomsen. - Eleina var eitt deiligt mennisk­ja, sum elskaði lívið, sigur Jónfríð Thomsen um systr­ina, ið bara fekk 37 ár her á fold. Røddin knekkar. Hóast tað er trupult at seta orð á, so vildi Jón­ fríð Thomsen tó vitna, tá rættarmálið var fyri í fronskum dómstóli í síðstu viku. Tað vildi hon, hóast eing­in kravdi tað av henni. - Eg vildi vitna. Eg vildi for­telja rættinum um Elei­ nu og hvussu hon var. Hon skuldi ikki bara vera eitt navn og eitt nummar á rættar­lista­num, men eitt mennis­k­ja. Franska lagnan Tað var í Íslandi í 1997, at Eleina møtti sínum komandi man­ni. Tað rann saman teirra millum, og árið eftir fluttu tey til heimland hansara, Frakland. Tey blivu gift og settu búgv í býn­um Guilligomarc’h í lands­luti­ num Bretagne, og saman fingu tey tvey børn, eina gentu og ein drong. Men kær­ leikin kólnaði, og tey fóru hvør til sítt. Tey vóru sundurlisin, tá maður­in kom til bústaðin hjá Eleinu, sunnukvøldið 5. september 2010. Børnini, fýra og seks ára gomul, høv­du verið í vikuskifti hjá pápa­num. Tey fóru innar, og Eleina varð biðin um at koma út um eina løtu. Tað bleiv hennara lagna. Eleina varð skotin fimm ferðir. Mað­ urin varð tikin at kalla bein­ an­vegin. Men ikki fyrr enn miku­dagin í síðstu viku fall dóm­urin. - Framvegis veit eg ikki, hví hon skuldi drepast. Eg sat í rættinum í tveir heilar dag­ ar, men ongantíð vildi hann siga hví. Men tað bleiv tó ført fram í rættinum, at tað skal eitt kalt menniskja til at avlevera síni børn og síða­ni skjóta mammuna, sigur Jón­ fríð Thomsen. Týsdagin og mikudagin í síðstu viku sat hon í kalda rættar­salinum saman við manni­num, ið hon kendi so væl frá fyrr, men sum nú skul­di dømast fyri morð. - Eg merkti einki til, at hann angraði nakað. Har var eing­in angran av nøkrum slag. Tað var forferdiligt, sig­ ur Jónfríð Thomsen. Eftir rættarmál í tveir dag­ar brúkti nevningatingið síðani hálvan annan tíma til at koma til eina niður­støðu, áðrenn dómur fall miku­ kvøldið. Maðurin varð dømdur sekur í tilsamans fimm ákær­ um, har av fremsta ákæran er tilætlað dráp. Revsiramman í fronsku rættarskipanini fyri mál av slíkum slag er 28 ár. Dómurin, 20 ára fongsul, var av advokatunum tó rokn­að­ ur sum ein harður dóm­ur. - Jú, tað hevur týdning fyri meg og okkara familju, at hann fekk ein langan fongsuls­dóm. Eg haldi tað vera í lagi, at hann skal í fongs­ul í nógv ár. Eg velji at taka tað sum eitt tekin um, at systir mín hevur havt týdn­ ing, sigur Jónfríð Thom­sen. Familjan Eftir vanlukkuliga sunnu­ kvøld­ið fyrst í september 2010 vórðu børnini hjá Eleinu og drápsmanni hennara send til pleygufamilju í Frak­ landi. Ikki fyrr enn í juni 2011 eydnaðist tað Jón­fríð Thomsen at fáa tey til Dan- mar­k­ar, til sína egnu familju í Skander­borg. - Tey hava mist alt. Bæði mammu­na og pápan. Og tey eru tvingað til at taka støðu til nakað, sum einki barn nakrantíð eigur at taka støðu til. Tey eru míni børn nú, leggur hon afturat. Tilburðurin setti sum vera man síni spor í børnini, ið framvegis fáa hjálp frá fak­ fólki. - Tey fara inn í seg sjálvan og lova ongum innar. Tey sláa. Og tey gráta. Men jú, vit eru við at byggja okkum eitt nýtt lív saman her í Dan­ mark, sigur Jónfríð Thom­ sen. Sjálv eiga hon og sjeikurin trý børn, umframt at børnini hjá Eleinu sum nevnt eru kom­in afturat. Túrurin niður til Frak­ lands, at vera við til rættar­ málið og dómin, rørdi eisini bør­nini djúpt. - Tey vistu, hví vit fóru. Men tey vóru bangin, og vildu illa lata okkum fara. Tey vóru bangin fyri at missa okk­um, tí pápi teirra hevði longu tikið mammu teirra frá teimum, greiðir Jónfríð Thom­sen frá. Hon fór tann tunga túrin nið­ur til Bretagne saman við sjeiki­num og mammu síni, ið kom úr Føroyum. Rættar­má­ lið var alt á fronskum, men tulk­ur var til staðar fyri at hjálpa føroysku familjuni. - Hvussu nógv ár fekk hann? Tað var fyrsti spurn­ ingurin, ið vit fingu frá børn­unum eftir dómin. Eg merkti ein lætta á teimum, tá vit komu heimaftur. Tey klemm­aðu okkum, og vildu ikki sleppa okkum aftur. - Tað hevur eisini týdning fyri meg, at tey vera vaksin, áðr­enn hann nakrantíð kem­ ur úr fongslinum aftur, legg­ ur Jónfríð Thomsen afturat. Ein dag í senn Tað skuldu ganga tvey ár og útvið níggju mánaðir, til dráps­maðurin hjá Eleinu var dømdur, hóast hann varð Eitt lítið sindur av Við dóminum hevur man onkursvegna víst virðing fyri, at Eleina var eitt menniskja, ið eingin hevði rætt til at drepa. Tað sigur Jónfríð Thomsen, nú fyrrverandi maður systir hennara er dømdur 20 ár í fongsul fyri kalt og kyniskt at hava dripið ungu kvinnuna úr Miðvági Eleina Thomsen var bara 24 ára gomul, tá hon yviri í Íslandi í 1997 møtti manninum, ið broytti hennara stutta lív. Tey fluttu til Fraklands, giftust og fingu tvey børn saman. Parið var sundurlisið, tá hann 5. september 2010 skeyt hana til deyðis