Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur styrki volvo-trucks sterkasti 2013 Bogi Hammer kann nú kalla seg sterkasta mann í Føroyum, eftir at hann leygardagin vann stórsigur í kappingini Føroya Sterkasti Maður Pætur Albinus Høllin á Hálsi í Havn var sum so ofta áður fullsett, tá ið kappast varð um at gerast sterkasti maður í Føroyum. Hetta árliga afturvendandi og væl umtókta tiltakið fór fram leygardagin, har nógvu fólkini vóru í góðum hýri og gjørdi kappingina enn meiri áhugaverda. Skaðar høvdu merkt lut­ takaratalið til kappingina í ár. Tá ið teir sterku menninir fóru at venja fram ímóti hesi kapp­ingini, vóru níggju menn við, men tá ið avtornaði vóru teir bara fýra. Hetta er ein sera krevjandi ítróttargrein, og tað vísti seg eisini, at fleiri duttu buturímillum. Mest nevnivert var tað, at sterk­ asti maðurin seinastu tvey árini, Jákup Suni Berg, ikki var við. Hann breyt sær fótin í landsdystinum ímóti Dan­ mark 8. desembur, og hann er ikki komin nóg væl fyri seg til at kalla seg kappingarføran. Afturat honum hevði Herman Mohr Hermansen fing­ið slitgikt í albogarnar, Bárður Poulsen slitið bicepsin og Heini Hátún havt trupul­leikar við knænum. Varlig byrjan Tað, at skaðar høvdu hug at seta sín dám á kappingina, varð tó alt gloymt um tá ið byrjað varð at kappast. Byrjað varð við loglyft, har tað ráddi um hjá luttakarunum at lyfta eina stammu á 90kg upp um høvd og at økja um vektina við 5kg inntil eingin orkaði meiri. Tann, sum lyfti mest, vann. Tá ið avtornaði í hesi fyrstu kappingini, vísti tað seg, at Bjarni Nielsen, sum er við á fyrsta sinni, var bestur. Bogi tríggjar ferðir Bjarni Nielsen sendi frá byrjan eini boð um, at hann vildi vera við frammaliga í hesi kappingini, men tá ið kapp­ingin av álvara kom í gongd, var tað stór­favo­ ritt­urin og silvurvinnarin sein­astu tvey árini, Bogi Hammer, sum vísti hvør veru­liga var sterkastur. Hann vann tríggjar tær næstu greinarnar, sum ávika­vist vóru tire flip, har eitt dekk áljóðandi 420kg skuldi kopp­ í Føroyum Bogi Hammer sterkastur Bjarni Nielsen, Bogi Hammer og Helgi Lamhauge