Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Meinhard fingið sáttmála 16 ára gamli Meinhard E. Olsen, sum varð innskiftur stutt fyri leiklok og misnýtti ein risa møguleika í yvirtíðini, skrivaði fyrr í vikuni undir sáttmála við NSÍ. Hann spælir við U16- og U18-liði felagsins, har hann er toppskjútti, og hevur eisini fyri stuttum royndarvant við FCK. Hann er skrásettur fyri 11 U17-landsdystir fyri Føroyar. H E S A V I K U N A fótbóltur effodeildin Meinhardt Joensen 3 Hædd hansara og lítlu ferðina á skotinum havt í huga kundi ein væntað av Meinhardti, at hann bjargaði KÍ frá at koma afturúr. Spældi seg tó hampiliga væl inn aftur í dystin við at bjarga tí, sum hann skuldi. Gunnar Christiansnen 6 Legði nógv fyri dagin, var álopskendur og orkaði væl frá baklinju til baklinju. Var ágangandi og gav ikki NSÍ- leikarunum frið. Átti uppleggið til KÍ-málið og vardi fyri fleiri vandamiklum støðum. Uttan iva dagsins leikari! Jógvan Isaksen 3 Var ótryggur í ávísum støðum, men sum heild røkti hann væl sína uppgávu í verjupartinum hjá KÍ. Atli Danielsen 3 Reikaði eitt sindur ymsastaðni á vøllinum. Gjørdi sum altíð eitt gott uppruddingararbeiði, ið als ikki skal undirmetast. Oddmar Marsten 4 Gott samstarv við viðleikararnar og hevur arbeitt seg upp á eitt støði, har hann má sigast at vera komin fyri at vera í KÍ-verjuni. Álvur Christiansen 4 Er frálíka væl umskúlaður frá bakki til vongleikara. Staðfesti enn einaferð, at hann er vandamikil frammanfyri málinum. Rennimynstrið er framúr, og haðani koma flestu mál hansara. Ivan Joensen 5 Var ein frálíkur bindiliður ímillum verju og álop. Vendi spælinum væl og setti ferð á spælið hjá KÍ. Kristoffur Jakobsen 3 Var ikki eins eyðsýndur, sum hann vanliga er, men er við at koma í form aftur og avrikið var sum heild góðtikið. Heðin á Lakjuni 3 Var ein liður í mongu uppspølunum í vinstru síðu hjá KÍ, men var ikki meiri eyðsýndur enn so. Hjallgrím Elttør 5 Var ein av teimum fáu á vøllinum, sum bæði vildi hava bóltin og tordi at hava hann. Skapti nógv og var millum teir frægastu. Páll A. Klettskarð 2 Misnýtti ein risa málmøguleika og burdi í grundini hótt eina óvanda NSÍ-verju meiri, enn hann gjørdi. Avrik: tøl 1 til 6 KÍ 1 (1) NSÍ 1 (1) Pætur Albinus Eftir eina spaka byrjan hevur NSÍ nú fingið vind í seglini, og undan dystinum ímóti KÍ við Djúpumýru sunnudagin høvdu teir einans tapt ein dyst í teimum seinastu átta umførini. Uppgávan skuldi tó neyvan gerast løtt við Djúpu­ mýru, har KÍ í ár hevur bygt sær eina háborg og í miðal skjýt­ur fleiri enn tvey mál hvønn dyst. NSÍ varð undan dystinum noytt at gera eina broyting á liðnum, eftir at miðverjin, Jens Joensen, var skaddur. Jonhard Frederiksberg røkti miðverjuplássið ístaðin, meðan Monrad Holm Jacobsen loksins fekk møgu­ leik­an á sínum vanda plássi, nevni­liga høgra bakki. Gestirnir á odda Frá dystarbyrjan vóru tað gest­ir­nir, sum vóru meiri djarvir og høvdu best gjøgnum­hugsaðu álopini. Hetta legði KÍ undir eitt lítið trýst, og tað vóru eisini bara fáir minuttir farnir av dyst­ inum, tá ið Klæmint A. Olsen kom at standa nakað leysur og sendi bóltin dygst framvið handaru stong. Hóast KÍ reisti seg væl og bank­ aði so líðandi meir á dyrnar í NSÍ-brotsteiginum, so sást greidliga, at NSÍ var vanda­ mikið henda dagin og lá fram­við í mótálopunum. Tað var eisini eftir eina slíka um­stilling, at NSÍ legði seg á odda 1-0. Árni Frederiksberg hevði lirkað seg meiri mitt fyri á vøllin enn vinstra vong­ plássið hjá sær, hiðani hann tók ímóti bóltinum og var í nógvari ferð. Skotið var ikki serliga ferðmikið, men neyvt var tað. Meinhardt Joensen fekk hondina á bóltin, men bólturin stakk á stongina og út aftur til ein áhaldandi Árna Frederiksberg, sum lirk­ aði bóltin inn um mál­strik­ una til 1-0. KÍ svaraði aftur KÍ vísti seg stundum framma­liga á vøllinum, og eftir at hava roynt seg við fleiri inn­leggum eydnaðist tað fýra minuttir fyri hálvleik at javna. Ein stórspælandi Gunnar Christiansen varð send­ur avstað í høgru síðuni, og komin á baklinjuna legði hann bóltin eftir jørð innfyri til ein púra frían Álvur Christiansen, sum bara skuldi seta krúllin undir bóltin – og so stóð á jøvnum 1-1 til stóra frøi fyri heimaáskoðararnar. Málið fekk lív í KÍ-liðið, sum aftur blæsti til álops, men ov lítið av tíð var at gera meiri við støðuna und­ an hálvleikin – lítið var tó at ivast í, at útjavnandi málið kom væl við hjá heima­lið­ num somikið stutt undan hálv­leiks­bríkslinum. Lívligt í 2. hálvleiki Við støðuni 1-1 var tað ikki ilt at spáa, at bæði liðini í lívligum dysti Bæði liðini eru á veg frameftir í Effodeildini, men sunnudagin spentu KÍ og NSÍ bein fyri hvørjum at koma enn longri fram umvegis ein 1-1-javnleik í einum lívligum og undirhaldandi dysti, har ein sjáldsama stórur møguleiki í evstu løtu burdi givið NSÍ øll trý stigini Javnleikur