Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ætlaðu sær at leggja nógv fyri í strembanini eftir at fáa øll stigini. Hondbremsan lá eftir í skiftirúminum í hálv­ leik­inum, og so skjótt liðini fingu bóltin, varð kósin sett fram eftir vøllinum – og so var jú eisini borðreitt fyri góð­um undirhaldi. Tað gekk bara ein lítil løta, til fyrsti stóri málmøguleikin kom. Páll A. Klettskarð varð spældur púra leysur árakað brotssparksblettin, men hann fekk ikki tamarhald á skot­inum og tað endaði væl oman­fyri málinum. KÍ hevði betra takið um størsta partin av seinna hálv­leiki, men gestirnir vóru eisini vandamiklir tá ið teir fóru í mótálop. Nakrar skot­ royndir høvdu teir eisini, men hesar vóru ov óneyvar til at seta Meinhardt Joensen und­ir trýst. Risa møguleiki til NSÍ Tað hepnaðist KÍ ímóti dyst­ ar­enda at leggja trýst á NSÍ, men komnir fram langt fram á vøllin vantaðu tær síðstu av­gerð­irnar til tess at fáa tann avgerandi mál­møgu­ leik­an burturúr. Greitt størsti mál­møgu­ leikin í dystinum fall NSÍ í lut í evstu løtu. NSÍ fangaði bólt­in frá KÍ og setti ferð á mót­vegis KÍ-málinum. Árni Frederiksberg varð spældur í góða støðu í vinstru síðu, haðani hann legði bóltin hegnisliga fyri føturnir á inn­skifta 16 ára gamla stór­ talent­inum, Meinhard E. Olsen, sum púra blankur framman­fyri málinum ikki fekk skot á bóltin. Ein risa stórur møguleiki at avgera dyst­in, men fá sekund seinni bríksl­aði Eiler Rasmussen fyri seinastu ferð, og á tann hátt máttu liðini semjast um eitt stig í part umvegis ein 1-1-javnleik. albinus@sosialurin.fo Lars millum áskoðararnar Millum áskoðararnar við Djúpumýru í gjár var landsliðsvenjarin, Lars Olsen. Hann skuldi kunngera landsliðsúttøku sína tveir tímar eftir dystin, og tá ið avtornaði tók hann fýra leikarar frá hesum dystinum. Atla Danielsen og Páll A. Klettskarð frá KÍ og Pól Jóhannus Justinussen og Jonhard Frederiksberg úr NSÍ. Kristian Joensen 4 Var ráðandi og vísti seg sum ein rættur leiðari í málteiginum. Tók sær av øllum tí, sum ein kann vænta sær, og átti ongan lut í málinum hjá KÍ. Monrad Holm Jacobsen 3 Vágaði ikki nógv í álopspartinum í mun til renniorku og góða bóltførleikan. Í verjupartinum vardi hann fyri ymiskum vantastøðum og var sum heild ein fullgóður avloysari fyri Jonhard Frederiksberg. Jonhard Frederiksberg 4 Uppgávan sum avloysari í miðverjuni var ikki ov møtumikil fyri veteranin, sum nú man hava roynt seg allastaðni á vøllinum. Greiddi sína uppgávu væl. Pól J. Justinussen 4 Enn sum áður einaráðandi í nærdystum. Djarvt avrik og kom framvið, hóast spælingar hansara í uppspælinum vóru misjavnar. Einar Tróndargjógv 2 Kom íðan ofta at renna aftaná leikarum heldur enn undan. Hevði tað trupult við inn-um- spælingunum hjá KÍ – tó so, at hann var góður á bóltinum, otaði seg frameftir vøllinum og tók lut í uppspølunum. Andy Ó. Olsen 3 Gjørdi í løtum um seg á høgra vongi, tá ið hann setti ferð á fram eftir vøllinum, men orkan var um ganga undan í verjukenda spælinum og varð eisini útskiftur. Andras Frederiksberg 3 Hevur fingið byrjunarplássið aftur á miðvøllinum eftir at Karl Løkin ikki er við longur. Fyllir nógv á miðvøllinum – ikki kvikur, men berjist væl og hugsar seg væl um. Sjúrður Jacobsen 3 Veteranurin hóskaði væl sum stríðsmaður á miðvøllinum, men einans so leingi orkan rakk til tess – nevniliga í ein lítlan tíma. Árni Frederiksberg 5 Fekk ikki nógv pláss at byrja við, men reisti seg mannliga til at vera ein av teimum bestu hjá gestunum. Var ein støðug hóttan við kvikleika sínum og skeyt eisini málið. Jann M. Mortensen 3 Drúgvur við síni miklu renniorku og kann ongantíð undirmetast, hóast hann hesaferð ikki fekk nógv burturúr. Klæmint A. Olsen 3 Kundi havt nakrar fleiri skotroyndir, men vendi spælinum væl við at detta aftur á vøllin, halda bóltinum og spæla hann víðari. Avrik: tøl 1 til 6 Klaksvíkin elskar fótbólt! Prátið gongur lystiliga um fótbólt, viðhaldsfólkini møta fjølment og í góðari tíð. Ein heimafjøld, sum øll feløg í landinum kundu ynskt sær. Teir báðir, sum helst skulu mynda lands­ liðsálopið í framtíðini og longu hava verið í hitanum, Páll A. Klettskarð og Klæmint A. Olsen, formáddu sær ikki nógv. Kristian Joensen Jonhard Frederiksberg Pól J. Justinussen Monrad H. Jacobsen ■ Einar Tróndargjógv Andras Frederiksberg Sjúrður Jacobsen (62. Magnus H. Olsen) Andy Ó. Olsen ■ Árni Frederiksberg (77. Debes Danielsen) Jann Martin Mortensen Klæmint A. Olsen (89. Meinhard E. Olsen) Meinhardt Joensen Jógvan Isaksen Atli Danielsen (78. John Hammer) Gunnar Christiansen Oddmar Marsten Ivan Joensen Kristoffur Jakobsen (90. Johan Jacobsen) Álvur Christiansen Heðin á Lakjuni (86. Heðin Klakstein) Hjalgrím Elttør Páll A. Klettskarð KÍ - NSÍ 1-1 (1-1) 0-1: Árni Frederiksberg, 31. 1-1: Álvur Christiansen, 41. Dómari: Eiler Rasmussen Myndir: Álvur Haraldsen Fyri tað, um formaðurin er javnaðar­ maður nýtist KÍ ikki at blíva við at spæla javnleik Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Liðformaðurin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, var saman­umtikið nøgdur við eina stigið, tá ið vit hittu hann eftir dystin. – Ja, eg haldi tað. Í tí stóra heila var tað fínasta slag. Vit komu við einum stigi, og sum dysturin út­ art­aði seg, so kunnu vit vera nøgdir. Hetta var ein javn­ur dystur. Teir hava nógvar góðar støður, men tað høvdu vit eisini, so javn­leikur var í lagi, segði Klæmint. – Tað var mest um­ ráð­andi, at vit ikki taptu, tí so hevði KÍ farið fimm stig framvið okkum. Men hinvegin, sjálvandi, so fóru vit eftir trimum stig­ um, helt hann fram. NSÍ misti møguleikan at brádliga fáa 2. plássið í Effodeildini, men hann lítir nú frameftir. – Vit hava TB næstu­ ferð, so tá skulu vit hava trý stig, segði Klæmint A. Olsen at enda. albinus@sosialurin.fo Klæmint A. Olsen: Javnleikur var í lagi