Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur HB 5 (2) ab 1 (0) Jóannes Hansen Gjárdagurin var nýggjur tindur í skjótu og stóru menn­ingini hjá nýggja HB mið­vall­aranum Heina Vatnsdal. Hann skoraði bæði til 1-0 og 2-0 í trivaliga 5-1 heima­sigr­inum á AB. Upp­ skriftin var tann sama báðu ferð­irnar. Skjóti og sterki maðurin við góða bólt­før­ leik­anum og spæl­skilinum rann seg leysan innanfyri ikki sann­før­andi verjuna, og ávikavist Andrew av Fløtum og Christian R. Mouritsen spældu hann blankan. HB er níggju stig framm­ an­fyri næsta liðið, og harvið kennist vegurin slættur og breiður fram ímóti FM heit­ inum. Heini Vatnsdal fegnast um landsliðsúttøkuna í gjár­kvøldið, og í felagshøpi hugsar hann eisini um al­ tjóða avbjóðingina: – Felagið er væl skipað, og tað gongur væl í lands­kapp­ ingini. Nú skulu vit spæla í europeisku kappingini, og tað er upplagt, at vit leggja nógv fyri í royndini at vinna okkum víðari í tí kappingini, heldur HB miðvallarin. AB miðvallarin Rógvi Poulsen var millum argja­ menn­inar, sum løgdu rygg til næststørsta tapið í á – fyrr í ár tapti AB 6-0 í Streymnesi. Rógvi hevur áður spælt við HB, og hann ivast í, um hetta HB liðið er betri enn undan­ farin: – HB hevur gott lið og breiðan hóp. Men tað kann væl vera, at munurin millum HB og hini í ár sammett við undan­farin ár er, at hini lið­ ini eru veikari, enn tey hava verið. Hvussu sært tú upp á tykkara avrik í dag? – Vit royndu at leggja trýst á teir frammarlaga á vøll­inum, men tað mis­eydn­ aðist, og so vórðu vit sektaðir. Tað eru framvegis nógv stig at spæla um, og eg rokni framvegis við møguleikanum, at vit skulu varðveita plássið í bestu deildini, men tað verð­ ur torført. Veteranarnir Andrew av Fløtum og Fróði Benjaminsen øktu um leiðsluna til 4-0, áðr­ enn innskifti Ahmed Keita minkaði um munin, og HB miðverjin Gunnar Haraldsen staðfesti 5-1 sig­urin, sum saman við 4-0 í Runa­vík er størsti HB sigurin í ár. – Ferðin dalaði, tá ið vit vóru frammanfyri við fýra málum, og kanska órógvaði tað, at vit skiftu so nógv út, heldur Heini Vatnsdal, sum nú – umframt FM heitið – hevur fokus á lands­liðs­ferð­ ini til Írlands og Svøríkis og droymir um, at HB skal spæla seg víðari í europeisku kapp­ ingini, sum ikki er so langt burtur. joannes@sosialurin.fo ÍF 2 (1) EB/Str. 2 (0) Jóannes Hansen Tað var tætt og intenst í Fugla­firði fríggjakvøldið, tá ið ÍF enn eina ferð vísti góðan moral og tvær ferðir megn­aði at svara aftur, eftir at EB/Streymur hevði lagt seg á odda. Í orduliga føroyskum stíli vóru áskoðararnir eitt sindur seinir. Teir, sum ikki sóu 1. hálvleik, sóu ikki fan­ tast­iska frísparksmálið hjá Hans Paula Samuelsen, men annars var tað rættuliga linligt. Eftir steðgin kom tað orduliga futtur í, og í 2. hálvleiki varð enn eina ferð staðfest, at tað er í sambandi við deyðbóltsstøður, at flestu málini verða skorað. Í gjár fekk EB/Streyma liðformaðurin, Hans Pauli Samuelsen, enn eina ferð landsliðsboð. Fríggjakvøldið var landsliðsvenjarin Lars Olsen eygnavitni, tá ið Hans Pauli Samuelsen í tveimum førum við fríspørkum var upphavið til, at EB/Streymur legði seg á odda. Í fyrra førinum sendi hann úr 21 metrum og eitt vet til høgru fyri málið bóltin upp um manngarðin og dygst inn við stólpanum. Jákup Mikkelsen stóð eitt sindur longri í hinum borðinum, tí hann roknaði við, at manngarðurin fór at taka sær av nærru síðuni. Tað gjørdi manngarðurin ikki, tí Hans Pauli megnaði at senda bóltin upp um manngarðin, og so dúkkaði hann niður í málið. Tá var ein hálvur tími farin. Í seinna førinum var tað fríspark í vinstru og úr 28 metra fjarstøðu. Hans Pauli smekkaði til. Bólturin sigldi fram ímóti málverjanum, sum hevði møguleika at síggja bóltin alla tíðina. Bólturin broytti fleiri ferðir kós, og Jákup Mikkelsen var um ein háls, tá ið bólturin í síðstu løtu snýtti hann, so talan bara gjørdist um hálvbjarging, og so var innskifti Niels Pauli Danielsen fyrstur á returbóltinum, sum hann sendi í netið, og so var 2-1 til EB/Streym. Tá restaðu 20 minuttir. Merkisvert var tað, hvussu bólturin arbeiddi og fór sendandi á ymsar kjálkar, so sera royndi Jákup Mikkelsen var um ein háls. Er hetta nakað, sum tú venur nógv, spyrja vit Hans Paula Samuelsen: – Undanfarin ár havi eg vant nógv at skjóta fríspark. Í ár havi eg ikki havt stundir at gera so nógv við hetta, men nú royni eg í dystum oftari at senda fríspørk beinleiðis ímóti málinum, og tað hevur riggað. Hetta er í besta Ronaldo stíli? – Íblássturin kemur frá honum. Tað er eingin ivi um tað. Hvussu gerst tú? – Tað ræður fyrst og fremst um at raka bóltin reint. Bólt­ ur­in skal sigla í luftini og ikki snara um seg sjálvan. At hann dúkkar og skiftir kós hevur nakað við venjing at gera, og so kann tað vera, at bóltarnir eru betri at gera hetta við nú, enn teir áður hava verið, er boðið hjá EB/ Streyma liðformanninum, sum so leggur aftrat: – Men hetta hevur ivaleyst eisini nakað við sjálvsálit at gera. Í hvussu so er skjóti eg nú oftari á málið, har sum eg eg fyrr oftari legði bóltn innfyri. Luftkríggið Fuglfirðingar vóru stinnari enn EB/Streymur í luftini. Tað var ikki lukkuligt, tá ið Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard, Bartal Eliasen, Clayton Soares og Øssur Dalbúð komu stunandi í brotsteigin. Teir vóru oft­ast væl høgri enn góðu fót­bólts­ spælararnir í EB/Streyma verjuni. Bæði tá ið ÍF javnaði til 1-1 í 50. minutti, og tá ið heimaliðið javnaði til 2-2, tá ið tað rest­ aðu tíggju minuttir, var tað eftir hornasparksinnlegg frá Høgna Madsen. Í fyrra før­inum stútaði Høgni Zaschariassen einar tíggju metrar út frá handara stólpa og niður á samankomingina í mótsatta borðinum, áðrenn Clayton Soares við krúllinum setti bóltin í málið. Í seinna før­inum var tað Bartal Eliasen, sum úr tíggju metr­ um drønstútaði bóltin fram­ við René Tórgarð, sum var lopin úr málinum: – Vit áttu at sett tveir menn á Bartal, tí tað var serliga honum, at teir sendu bóltin eftir, tá ið tað leið fram ímóti endanum. Men úrslitið var á góðari leið, tá ið leikgongdin og málmøguleikarnir verða havdir í huga, heldur Hans Pauli Samuelsen. Frísparkini hjá honum og hornaspørkini hjá Høgna Madsen vóru staðfesting av, at deyðbóltarnir eru lívs­ hættisligir! joannes@sosialurin.fo Deyðbóltarnir eru lívshættisligir Heini hevur altjóða ætlanir Hans Pauli Samuelsen var við framúr frí­ spørkum faddur at báðum EB/ Streyma mál­ unum, og bæði ÍF málini vórðu stútað eftir horna­sparks­ inn­legg frá Høgna Madsen fótbóltur effodeildin Símun R. Hansen Leivur H. Joensen Rói Danielsen (Dan Petersen, 60.) Martin Midjord Beinir Ellefsen (Ahmed Keita, 60.) (Dion Splidt, 60.) Mikkjal Hentze Sorin Anghel Jónas Stenberg Hørður M. Mohr Rógvi Poulsen Bjartur Kjærbo Hans Jørgensen Gunnar Haraldsen Pál Mohr Joensen Jógvan R. Davidsen Alex J. dos Santos (Tróndur Jensen, 57.) Heini Vatnsdal Bárður Olsen (Kristin R. Mouritsen, 71.) Fróði Benjaminsen (Magnus Egilsson, 71.) Christian R. Mouritsen Símun E. Samuelsen Andrew av Fløtum HB - AB 5-1 (2-0) 1-0: Heini Vatnsdal 19. 2-0: Heini Vatnsdal 33. 3-0: Andrew av Fløtum 54. 4-0: Fróði Benjaminsen 61. 4-1: Ahmed Keita 79. 5-1: Gunnar Haraldsen 90. Dómari: Alex Troleis Havnamenn spæla á 1. deild og bygda­ menn spæla á effoliðnum hjá HB Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: René Tórgarð Marni Djurhuus Egil á Bø Gert Hansen Rógvi E. Nielsen Pætur D. Jacobsen Arnar Dam Gunnar Zachariasen ■ Levi Hanssen Hans Pauli Samuelsen (Niels Pauli Danielsen,66.) Leif Niclasen Jákup Mikkelsen Bartal Eliasen ■ Høgni Zachariassen Leivur Joensen Jan Ó. Ellingsgaard Høgni Madsen ■ Bogi R. Petersen (Hanus Thorleifsson, 63.) Ari Ó. Ellingsgaard ■ Heri H. Nesá (Jákup Johansen, 81.) (Poul N. Mikkelsen, 77.) Øssur Dalbúð Clayton Soares ÍF - EB/Streymur 2-2 (0-1) 0-1: Hans Pauli Samuelsen 30. 1-1: Clayton Soares 50. 1-2: Niels Pauli Danielsen 71. 2-2: Bartal Eliasen 82. Dómari: Dagfinn Forná Myndir: Álvur Haraldsen